Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hilmar Bech, valevni javnaðarfloksins í Suðuroynni skrivar: Teir borgarliga undirmeta okkara útróðrarmenn Bygdamenning er eisini at skapa livikor fyri útróðrarmenn á smáplássunum, skrivar Hilmar Bech, valevni javnaðarfloksins í Suðuroynni m. a. Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi bæði í talu og skrift um, at eins fiskaprísir skulu galda fyri sama fisk. ið hevur somu góðsku og er veiddur við sama veiðiamboði. og teir triggir samgonguflokkar- nir fólkaflokkurin, sam- bandsflokkurin og sjálv- stýrisflokkurin hava jú ofta lovað at gera studn- ingsskipanina so rætt vísa. Fer ein so at kanna eft- ir. hvussu m.a. feskfiska- studningurin til manning- ina. ið má roknast sum ein partur av prisinum, er for- deildur. so er tað soleiðis, at teir, sum reka útroður við opnum bátum fáa 50 oyru í studningi pr. kg., men hevur báturin dekk, er studningurin 130 oyru pr. kg. Í tingsetuni í september var studningsskipanin til viðgerðar í løgtinginum, og tá vísti eg á henda munin upp í 80 oyru pr. kg. sum var í landsstýris- uppskotinum, og fyri at rætta henda skeivleikan í manningarstudninginum fyri opnar bátar, gjørdi eg saman við Juul Jacobsen og Svera Midjord, ið var á tingi fyri Atla Dam, eitt broytingaruppskot, sum bar í sær, at studningurin til manningina á opnum bátum hækkaði við 80 oyrum pr. kg. soleiðis at hann bleiv tann sami sum fyri deksbátar. Við atkvoðugreiðsluna í legtinginum vóru 16 at- kvødur tad var bert tann eina atkvødan, sum restaði i Tá sitandi samgonga varð skipað fyri fýra árum síðani. gjørdu menn nógv burtur úr hugtakinum bygdamenning, og tað er ein ávísur landsstýris- maður, sum umsitir hetta målsøki, og tað er eingin annar enn fólkafloksmað- urin Páll Vang. Nú er tað kanska ym- iskt, hvat menn meta bygdamenning skal fevna um, men fyri mær er hetta alt tað, sum kann skapa og beta um tilverumegu- leikarnar fyri tann partin fyri, so %. av fólkinum, sum býr á bygdunum, eisini tað at útróðrarmenn, ið har bal- ast og ikki hava møguleik- ar fyri at hava onnur veidifør enn opnar bátar í minsta lagi kunnu fáa sama prisstudning sum aðrir. men sjálvsagt hava landsstyrismenninir i fisk- ivinnumålum og bygda- menning ikki hesa meting. Somuleiðis má ein ásan- . 125 — 25. oktober 1984 na, at tann stóri ójavnin i manningarstudninginum millum deks- og opnar båtar er ein beinleidis und- irmeting av åvisum bólki av útróðrarmonnum, sum av góðum grundum elvir til misnøgd og ti má tað vera uppgávan hjá eini komandi samgongu at rætta henda skeivleika Hilmar Bech — hver verður tann næsti Tað tykist sum um bert partíkortið er í lagi, so ber alt til, skrivar Sverre Midjord, valevni javnaðarfloksins í Suðuroynni í , hesi greinini, har hann viðger skipakeyp og almennan kreppustuðul. Útvarpið ber tey tíðindi, at nú hevði Landsstýrið vidgjørt kreppuhjålp til Reynsatind. Hetta mugu vera rong tíðindi, ti sambært løg- mansrødu Paula Ellefsens er just tiltakið Reynsa- tindur eitt av teimum sunnu tiltøkunum, sum hava okt um uttanlanda- skuld feroyinga. Men sum sambært løgmann skuldi hvíla í sær sjalvum. Hvat er galið í hesum lítla samfelag okk- ara, tá tey tiltok sum við- mælt av statsviðurkend- um grannskoðarum og vidtikin av statsviður- kendum grannskoðarum. sum nú okkara løgmadur er. mugu til landskassan! Hvat er galið? Hver hevur gjort rakstrarætlanina. Tað ber ikki til bert at keypa og leggja slangu í landskassan, tá tað ikki gongur meira. Tað má blíva ein spurn- ingur, hvussu leingi landskassin kann halda til hesa gongd. Tað ber heldur ikki til, at henda gongdin við landskassa- stuðli bert er galdandi fyri ein part av samfelagnum. Eg komi meira og meira til ta sannføring, at Sjálv- stýrisflokkurin er tann einasti, sum hevur roynt at hildið aftur, teir skuldu tó havt gjørt meira um seg t.d. brúkt grein 13. Reynsatindur nú, og hver kemur so aftaná hann, og hvat við treytum viðvíkjandi afturgjalding- um! Eg vil vóna, at tit verða líka avgjerdir við- víkjandi afturgjaldingun- um, sum tá tit uttan orð ella boð fluttu tær 55.000, stóðu eftir av einum kreppuláni hjá Sirius. Meðan krev til aðrar ikki verða sett so hart upp. teir selja og keypa uttan at slik krev verða sett fram. Tað tykist sum aðalmálið er, bert parti- kortið er í lagi, so ber alt til. Vinnulivsmenn á Tver- oyri hava skrivað til Landsstýrið fyri langari tíð síðani um meguleikan at byggja trolara, parta- 2 á p. Bø 5 Reynsatindur skal hava kreppuhjålp, men sambært løgmann skuldi hann ju hvíla í sær sjálvum. Bø peningurin er greidur. FErð eftir ferð hava teir spurt eftir svari, men ikki so mikið sum aftursvar hava teir fingið. Hesa viðferð fáa vinnu- livsmenn á Tvøroyri. Teir hava ikki bíðið um kreppulán, men um loyvi at útbyggja. einki svar Tidin er inni, at tað hendir eitt streymskifti í foroyskum politikki. Tað borgarliga alternativi hev- ur koyrt Føroyar á eggina til figgjarligu avgrundina. Javnaðarflokkurin vil vera við saman við á- byrgdarfullum flokkum og politikkarum at broyta gongdina. Tað verða tung tok. men tey mugu tak- ast. Vit eru til reiðar. Sverri Midjord ARR Å ÍR Sverre Midjord: — Tíðin er inni, at tað hendir eitt streymskifti í føroyskum politikki