leygardagur 27. oktober 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
Nr. 126 — 27. oktober 1984
Anker Jørgensen, formadur i danska javnadarflokkinum
skapti sjålvstyrisskip-
anina uttan at hava
loysing sum endamál, má
tí standa á odda fyri sam-
ráðingunum.
Tær skulu ferast á hug-
sjónarsteði | heimastýris-
lógarinnar, um so lógin
verður justerað ella ikki.
Vit meta ikki at broyting
er neyðug fyri at gera
undirgrundsmálini til før-
oysk sermál.
Fær hetta týdning fyri
Grønland?
Tad dugi eg ikki at siga.
Landstingið hevur biðið
um nýggjar tingingar um
ráevnisskipanina, teir
samdust um í 1979, og
meguligt er at teir nú eis-
ini krevja eina feroyska
skipan.
Torben Lodberg, blað-
maður við Grønlandspost-
en spurdi um degini Anker
Jergensen um hann helt,
at grenlendska skipanin
skuldi endurskoðast.
Hann svaraði einki itøki-
ligt — hann hevur jú ikki
stjórnarábyrgdina nú —
men viðgekk, at einhver
skipan til eina hverja tíð
kann gerast liður í einum
útviklingi, sum krevur
ajourferingar.
Kanska hevur hann
hugsað um fylgjurnar av
eini serferoyskari loysn
innan ríkið, men hetta veit
eg einki um.
Væntar tú feroyingum
„Good Will“ í Grenlandi,
um vit slóða fyri nýggjari
loysn?
Dugi illa at siga tað,
men tað er hugsandi. Eg
havi altíð hildið, at vit
skulu royna at draga eina
línu við grenlendingar inn-
an ríkið. Pauli Ellefsen
segði á »Holmgongu-
fundi« í Klaksvík, at hetta
var hansara sjónarmið
við, og legði afturat, at
sambandsflokkurin hevði
ikki bundið seg til ávísa
loysn, og kundi undir-
grundsmálini gerast ser-
mál, so var tað alt í lagi,
men helt seg til úttalilsi
Schlúters um at loysing
var alternativið, tí trúði
hann ikki uppá aðra loysn.
Nú er greitt hjá honum
at sannfera sínar sam-
starvsmenn í Danmark
um, at teir skaða ríkis-
felagsskapin við at tví-
halda um valið ímillum
loysing og grenlendska rá-
evnisskipan, tá tað er av-
gjørt, er væl áleiðis komið.
Hverjar próvgrundir og
argumentatión nýttu tit í
samreðunum við danska
javnaðarflokkin ?
Vit tríggir, Jakup
Lindenskov, Kári D. Pet-
ersen og eg vístu fyrst og
fremst á seguligu gongd-
ina, sum hevði gjert
heimastýrisskipanina til
annað enn eina vanliga
fólkatingslóg, nevniliga
ein sáttmála millum tvær
tjóðir, ein sáttmáli, sum
veitir fólkarættarligar
trygdir.
Síðan nakrar metingar
hjá norska fólkarættarser-
freðinginum, Atla Grahl
Madsen og hartil eina út-
greining, vit sjålvir høvdu
gjørt við legfreðisligari
hjálp (Kári D. Petersen,
sum hevur luttikið á fleiri
havrættarstevnum) og
harnæst eina týðing av
uppskoti javnaðarfloks-
ins, so sum tað var prent-
að í Sosialinum í august
íár.
Hevuðsargumentini
vóru kortini, at vit sam-
bært Heimastýrislógina
hava rætt til at gera máls-
ekið »Råstoffer í Under-
grunden« til føroyskt ser-
mål aftanå samrådingar,
og hendan rætt vilja vit
ikki uppgeva.
Statsrættarkønur prof-
essari, sum luttók á
donsku hálvuni váttaði
eisini, at í og fyri seg, so er
einki í heimastýrisskipan-
ini, sum forðar fyri at gera
økid til sermål, og merkti
sær eisini, at vit fyri at fáa
politiska viljan fram, vóru
til reiðar at gera avtalu
um framtíðar regulering
av økinum, soleiðis at
eisini ávís áhugamál hjá
ríkisfelagsskapinum eru
tikin við.
Hetta kann so vera ein
vanlig avtala, ein rammu-
lóg ella annar karmur, har
feroyingar umsita ell hesi
mál.
Fremst av øllum gjørdu
vit tað heilt greitt, at
grønlendsk råevnisskipan
verður ikki sett í gildi í
Feroyum.
Hvat skriva donsku
javnaðarmenninir í bræv-
inum ?
Teir taka undir við sjón-
armiðum okkara, um
skylduna hjá hesum báð-
um flokkum til steðugt at
laga samarbeiðið í ríkis-
felagsskapinum so, at tað
framhaldandi er til gagns
fyri báðar partar.
Teir meta kannan og
møguliga troytan av rá-
evnunum so týdningar-
miklar fyri Feroyar og
samlaða ríkið, og semja
má fáast til vega.
Teir halda at gren-
lendsk ráevnisskipan
hevði verið nýtilig, men
taka til eftirtektar, at tað
hevur ikki verið meguligt
at fáa slíka feroyska skip-
an samtykta, og siga at
teir í ljósi av tí, vit hava
framfert, halda at okkara
sjónarmið mugu við í
myndina.
Er ti meirluti á løgtingi,
sum ynskir at byggja å
hesi sjónarmið i samråd-
ing vid danir, vilja teir
stuðla hesum, herundir
Síða 3
føroyska styring av út-
viklinginum og tøroyskan
rætt til at taka »initiat-
ivir«.
Ganga teir tykkum so-
statt fult til møtis?
Sum eg segåi, standa
tulkingar og samrådingar
vidvikjandi ordingini eftir.
Hartil ein long rød av sam-
ráðingum um eina megu-
liga avtalu, og um hvussu
vit gera okkum fer fyri at
stýra hesum útviklingi, so
langt er eftir á mál.
Framstigið, vit her hava
gjørt, er at vísa, at tað ber
til at koma burtur úr
naggatódnini av valinum
millum loysing og gren-
lendska ráevnisskipan. At
tað ber til at finna aðra
loysn.
Um vit so kunnu sam-
ráða okkum til at hon
verður fult nektandi fyri
okkum feroyingar vil tíðin
vísa, men eg eri sannferd-
ur um, at tað kunna vit,
eru vit samdir og liggja
væl á takinum.
Javnaðarflokkurin torir
væl undir setningin. Tá
vit greiddu alla umlegg-
ingina av fiskiveiðuni frá
1977 til 1980 aftaná at
fiskimarkini vóru útflutt,
so greiða vit eisini hetta
Fortreytin er tó, at ein
meirluti á Føroya Løg-
tingi tekur undir við okk
ara uppskoti.