Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 126 27. oktober 1984 Birgir Mohr, valevni javnaðarfloksins í Sandoy skrivar: Burtur frá Havnini og út á bygdirnar Vit mugu fáa eina samgongu, sum sær tað skilagóða í at útbyggja bygdirnar og sum sær vandan í miðsavnanini. Føroya Javnaðarflokkur hevur í størri mun enn nakar annar flokkur síðan 1958 lagt rygg til út- byggjan av føroyska sam- felagnum. Tab var fyrst og fremst politikkur javn- aðarfloksins, sum ferdi okkum feroyingar úr ves- alasamfelagnum í væl- ferðarsamfelagið. Tey sterru plássini í Feroyum vórðu útbygd fyrst, men eftir valið 1974 setti Javnadarflokk- urin særfyri at fremja útbyggjan og menning av bygdunum. Hugtakið »bygdamenning« fekk innihald, ílegur vórðu játtaðar, ob bæði privat og alment virksemi á bygd varð fyrireikað, planerað og sett í gongd í árunum 1975 — 1980. Vist kann vera til 6—åra havnaætl- anina, flakavirkini Í Hvalba og á Sandi, fiska- alingina, vakstrarhúsini, tunnilsgerðirnar, idnadar- útbyggingina, nýggja landsvegakervið o.s.frv. Men øll hesi tiltøk vóru ikki liðugt framd, tå fólka- flokkurin leyp frá givnum lyftum i siglingarmálin- um, sum fyri Javnaðar- flokkin var principielt, og harvið sleit samgonguna. Frægasta ein kann sig aum borgarligu samgong- una, ið kom eftir valið 1980, er, at hon loyvdi nøkrum av hesum málum at verða framd liðug. Men so kom heldur ikki meir á bygdamenningar leið. Tó, Tyrla varð loksins keypt við hjálp frá javnaðar- flokkinum i figgjarnevnd- ini — tað var sostatt javnadarflokkurin, sum avgjørdi målid til frama fyri bygdirnar. Annars eru so gott sum eingi tiltøk komin, eingin nøygg) havnaætlan at út- byggja eftir, men kreppur og hóttanir um samgongu- slit, hverjaferð iløgur til bygdirnar skuldu við- takast. Vit minnast øll hurlivasan um sumbiar- tunnilin og Skálavíkar havn, og hverki arbeiði er komið igongd. Skal broyting koma í, og tað er neyðugt, so eiga vit aftur at fáa eitt lands- stýri, eina løgtingssam- gongu, sum sær tað skila- góða í at útbyggja bygd- GA — Síða 9 irnar, sum sær vandan við miðsavnanini. Ein sterkur javnaðarflokkur er garanti fyri einum politikki, einari samgongu, einum lands- stýri, sum vil seta bygd- armenning ógvuliga frammarliga Vel ti javnaðarflokkin 8. november! Birgir Mohr Sakaris Hansen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy skrivar: ÚF og SF áttu at verið saman Øl] munnu pyrja st sjålvi, hví sjónvarpið ikk: varð lagt saman vid irpir Men øl x . x kund r M óru teir helst fyri varpsfeðgarnir fyri alla framtíð fóru at seta seg á hetta eisini Hvussu gott ella íkki hetta hevði verið, skal ikki sigast nakað um, men út- varp okkara hevur roynst rættiliga væl. Hugsi held- Nú ferð tú skeivur, góðin ! Eingin nevndi Eyðun, sum nakað skrivandi X og mær kunnugt hevur eingin lagt teg undir at skriva dulnevnd lesara- brev. Tað er tú ov fínur maður til. So tú má hava kent teg ógrunað raktan, tó mær tervar eingin um- bering ella avsannan. Og tá fólkafloksmenn siga, at tú aftan tjaldið hevur verið einn tann ídn- asti hjálparmaður Olasar at spræna spillandi legin út yvir Føroya fólk via Dagblaðið, so er tað helst ikki satt, tí tað er ikki tann peni maðurin, vit kenna her hjá okkum. Tað finnast dugnafólk í øllum bygdum í Sandoyar valdemi — eisini millum tey, sum eru uppstillað til løgtingsvalid, ikki minst valevnir JAVNADAR- FLOKSINS — ein dugna- maður í Skopum, rækju- skipari, annar dugnamað- ur í Skálavík, skipari í stórum sildabáti. Nei, stóri fárin fyri okkum á Sandi er, at onkur verður valdur, sum lítlan hug hevur til at virka fyri val- dømid — onkur fólkafloks- maður, sum ikki er so íðin. Roynd tín at seta kílar millum valevnir javnaðar- floksins, fer ikki at eydn- ast tær, ella millum javn- aðarfólk og javnaðarvelj- arar, líka lítið, tí vit fýra valevnir standa saman sum ein maður, og ein at- IKKI it personsspur eiti at ugga folk vid Tad er eingin, ið ivast at raksturin av hesum báðum hevði verið betri og biligari, um samanlagt varð Men sum við ellum eðr- um, skattgjaldarin skal kveða til eitt av hesum fýra valevnum ella til javnaðarflokkin er tað besta fyri alt valdemið, veljið tí eitt av valevnum javnaðarfloksins 8. nov- ember. Heilsan Birgir Mohr Fylg við, hvat hendir miólkast utvvir alt mark og hvat kemur burturúr er I IK i i % A i 1 ØT ik er tað er. ið hevu valdið á hesum neyðars fólkið Vit kunnu bert ásanna, at henda er muran aftan- fyri rikna skattapolitikkin og kann blár kastast okkum í eyguni við ein- hverjum hálvalmennum ltak a, S( terka ri KK bet aðrir hevur sýnt ábyrgd undir arbeiði við almennum/okkara penin gi — javnadarflokkin Sakaris Hansen Avsannan frå Føroya Arbeidarafelag Í sambandi við at merkja- málið er appellerað til hægsta rætt, hevur Út- varp Feroya nú herfyri fleiri ferðir sagt í tíðind- unum, at arbeiðssteðgur- in, ið Feroya Arbeiðara- felag setti í verk, varð dømdur at vera ólógligur av rættinum. Vit vilja gera púra greitt, at F.A. ongan ar- beiðssteðg setti í verk. Tað var Feroya Ráfiska- keyparafelag, ið bannaði flakavirkjunum at keypa fisk, og var tað sostatt hetta felag, ið lockoutaði limir meginfelagsins. Tórshavn, 23. okt. 1983 Feroya Arbeiðarafelag