leygardagur 27. oktober 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Nr. 126 — 27. oktober 1984
Síða 8
Thomas Arabo, valevni javnaðarfloksins í Norðurstreymoy
Vit siga kortanei
til brennistød i
i Sundalagnum
— Hetta er okkara framtidar matvøru-
framleidsluøki
— Eingin brennisteð i
Sundalagnum. Alt ekið
við Sundalagið skal vera
okkara framtíðar mat-
veruframleiðslugki. Hetta
sigur Tummas Arabo, val-
evni javnaðarfloksins í
Norðstreymoy í samreðu
við Sosialin, og hetta
hevur hann eisini ført
fram á ellum valfund-
unum, sum verið hava í
Norðstreymoy hesar sein-
astu dagarnar.
Tummas Arabo heldur,
at brennisteðin kann
liggja onkra aðrastaðni,
eitt nú nærhendis Kvívík.
— Eg haldi tað er púra
burturvið at tosa um
brennisteð i Sunda-
lagnum, men vit hava
einki ímóti, at hon verður
løgd við Kvívík.
Mánadagin í næstu viku
skal landsstýrið taka av-
gerð, antin tað gongur við
til at broyta byggisam-
tyktina fyri Hvalvík
soleiðis at arbeiðið uppá
brennisteðina kaan halda
fram.
Tummas Arabo sigur, at
landsstýrið fer neyvan at
taka nakra avgerð fyri
valið. — Eg eri vísur í, at
landsstýrið fer at útseta
málið, og er tað bert ein
»manøvra« fyri at geva
loyvi eftir valið.
OMen tora sambands-
menn í Norðstreymoy ikki
at siga frá, antin teir eru
fyri ella ímóti brennistað-
ini?
— Nei, teir royna at
krúpa undan.
— Og hvussu við fólka-
floksmonnunum ?
— Teir royna at tosa
uttan um.
— Einasti flokkurin sum
hevur eina heilt greiða
steðu er javnaðarflokkur-
in sigur Tummas Arabo.
Taka hasa hóttanina
aftur Jóannes !
Í Sosialinum hósdagin 25.
oktober skrivar Jóannes
Dalsgaard eina annars
skilagóða grein um ætlaðu
oyðingina av Eiðisvatni.
Kortini eigur greinin at
verða átalað, og tá serliga
endin á henni, har
Jóannes tekur um hverkr-
arnar á lógliga val-
du friðingarmyndugleik-
um okkara og sigur við
teir, at steðga tit ikki
SEV, so leggja javnaðar-
menn fram uppskot í ný-
valda løgtinginum um at
friða Eiðisvatn.
Tak handa partin av
greinini aftur Jóannes, og
tað í stundini.
Tú greiðir sera skilagott
frá, at allar sakligar
orsakir — tekniskar og
búskaparligar — eru fyri
at steðga SEV, og í sama
blaði ger Arne Nerre-
vang tað sama.
Og so sigur tú indirekta,
at Javnaðarflokkurin vil
ikki steðga SEV á hesum
sakliga grundarlagi, men
at nakrir fáir tykkara vilja
leypa bukk um lógina og
royna at steðga SEV á
ósakligum grundarlagi.
Allar sakligar orsakir eru
at steðga SEV, og einki er
at ivast í, at Yvirfriðingar-
nevndin uttan hóttanir fer
at ásanna hetta. Tín
hóttan kann bert gera sak-
ligu viðgerðina í Yvir-
friðingarnevndini truplari.
Tú minnist helst, tá
Atli og Mikkjal í
síni tíð ímóti ellum frið-
ingarmyndugleikum vildu
morla vegin úr Hovi til
Porkeris igjøgnum Blá-
hamaran, og saman við
Dánjal Paula í Búðini
hóttu og kroystu Yvir-
friðingarnevndina.
Nei, Jóannes, lat ikki
hetta verða mannagongd-
ina aftur, sjálvt um vit eru
samdir um at verja Eiðis-
vatn, vetnini í Vágum og
ikki at forgloyma Dalarn-
ar, lat okkum so íkki
brúka hóttanir at rokka á
mál. Tá hava vit longu
tapt nógv meira, um enn
vit vunnu.
Lat okkum heldur
stuðla fridingarmyndug-
leikunum í teirra alt ov
ofta illa skilta arbeiði. Tá
vinna vit umsíður alt.
Kjartan Kristiansen
Havnaútbygg-
ingin í Skopun
Nú sambandsmenn og
fólkafloksmenn í góðari
meining byrja at skriva
um havnabygging í Skop-
un, fari eg at loyva mær at
koma við nekrum viðerk-
ingum.
Fyrst skal eg vísa á, at
ta var P.M. Dam løgmad-
ur vid Niels W. Poulsen
sum hjålparmanni, ið fekk
teir fyrstu formarnar sett-
ar út i sjógvin norðuri á
bergi (á boganum).
So spyr nokk onkur,
hverjir vóru teir, ið reistu
málið um bygging á boga-
num?
Hetta vóru teir sokall-
aðu loysingarmenninir.
Bygdarráðið, ið sat frá
1962-66, hevði gloymt at
biðja legtingið um at fáa
pening avsettan til fram-
hald av havnabygging við
Skopunar havn. Hetta var
P.M. Dam varugur við.
Hann gjørdi viðmerking
til hetta, og fekk pening
avsettan til hetta enda-
mál
Í apríl 1970 var Skopun-
ar bygdarráð kundi sjálvt
avgera, hvussu hesin av-
setti peningur skuldi
brúkast.
Sum kunnugt er okkara
bygdarráð samansett av 5
bygdaráðslimum. Teir 4
gjørdu av, at vit skuldu
fara inn á botn í havnini at
útbyggja, meðan undirrit-
aði metti, at vit fyrst
skuldu hava ein dekning
uttanfyri, og tvíhelt um
hetta.
Komin til Skopunar aft-
ur, skrivaði undirritaði til
landsstýrið og legtingið
og landsverkfreðingin og
bað teir halda ein nýggjan
fund um havnaútbygging-
ina.
Hetta gjørdu teir ikki.
Fleirtalið hevur jú altíð
rætt?
Í summar er endiliga ein
útbygging farin fram úti á
boganum, og vísir tað seg.
at mínar metingar vóru
tær rettu. Eg skal íkki
skriva meira um hetta
hesafeerð.
Lindberg Djurhuus
Bygdadráp
— bygdamenning
Púra beint, Sakaris Han-
sen! Eg havi lisið tað tyg-
um skriva um strandferðs-
una í blaðnum her 18. í
hesum, og má siga, at
hatta er skilamanna tala.
At tveita strandferðslu
og reyðu lastbilarnar út
til privatar >venner og be-
em
kendte« er ikki bygda-
menning, men bygdadråp
— og hetta bygdadråp er
fyrst og fremst fólkafloks-
ins verk — Óla Breck-
mans verk — hinir darla
jú bara aftaná. Úrslitið av
hesum verður serliga a'
níva smábygdirnar. Tí
mugu vit geva fólkaflokki-
num eina skortfleingju við
valið nú 8. november, tí
hann er skaðagripurin
mikli í føroyskum poli-
tikki, sama sum hann
altíð hevur verið.
Javnaðarmaður
Fleiri valfundir
í Suðurstreymoy
So hvert sum legtings-
valið nærkast, styttist
millum valfundirnar. Teir
komandi dagarnar verður
valfundur dagliga í Suður-
streymoy.
Í dag kl. 16 verður al-
mennur valfundur í Hoy-
víkar skúla. Í morgin,
sunnudagin, verður val-
fundur í ungmannafelags-
húsinum í Nólsoy. Pride
siglir út til Nólsoyar til
fundin og fer av Havnini
kl. 14.30. Onnur enn val-
evnini eru vælkomin við.
Mánakveldið verður
tann stóri almenni val-
fundurin. Hann verður í
Norðurlandahúsinum og
verður útvarpaður bein-
leiðis. Á fundinum luttaka
umboð fyri allar flokkar.
Hver flokkur fær fyrst 10
minuttir hver og síðan
tríggjar ferðir fimm min-
uttir.
SR [[ffff————————[————[f———————————————e00————— —
Likviditeturin hjå landskassanum våna-
ligur
Framhald av forsiduni
Summi fiskasløg
nógv úr grunninum.
Sosialurin hevur frætt,
at bæði flakavirkini á
Tveroyri og í Klaksvík
eiga 6 mill. tilgóðar í Rá-
fiskagrunninum hvert.
Hildibjartur er ikki førur
fyri at vátta hetta, og um
steðan fyri onnur virki er
líka hættislig.
Aftrat hesum kemur ein
upphædd uppá 12 mill. kr.
sum flakavirkini skuldu
fáa sum kreppustuðul, ialt
35 oyru fyri kilo í eitt
taka
ávíst tíðarskeið. Hildi-
bjart sigur, at tað er íkki
greitt, hver skal gjalda
hesar 12 mill. kr. Tað er
ikki álagt Lenjavningar-
grunninum at rinda henda
pening.
Uppá fyrispurning nær
Lenjavningargrunnurin
kann rinda tær seinastu
10 mill. kr. av teimum 30,
sum flakavirkini hava átt
til góðar sigur Hildibjart,
at tað veldst um, nær teir
fáa fleiri pengar. Hann
vísir annars á at likvidit-
eturin hjá landskassanum
er ikki góður í letuni.
jan
"= Jýsiðísoslalinum I