Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 1984síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 126 — 27. oktober 1984 tíðindablaðið Síða 17 Valið stendur millum javnaðarleið ella fólkafloksleið, skrivar Jóannes Dalsgaard, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Javnaðarflokkurin tann einasti sum kann steðga fólkaflokkinum Hóast Feroyar á mangan hátt altíð hevur verið eitt klassasamfelag, so hava vit føroyingar eisini tvørt- ur um hetta klassasamfel- ag havt siðvenju fyri felagsskapi. Teir gomlu fingu hverki rekt haga, bjarg ella sjógv uttan í felag og hetta hava vit øll, sum eru um 45 ára aldur, sjálvi sæð við okkara egnu eygum Tað var á hendan aldar- gamla sið fyri felag, at javnaðarflokkurin bygdi sína hugsjón um eina fer- oyska sosialismu. Henda sosialisma var ein fylgja av, at privatkapitalistiska framleiðsluskipanin í Fer- oyum fullkomuliga hevði spælt fallit og ongar meguleikar loyvdi arbeið- arum og fiskarum til eitt semuligt lív. Hugsjónarmenn sum Maurentius Viðstein, P. M. Dam, Jóan Petur Dav- idsen, J.H.Danbjørg og Hans Havstreym sóu og skiltu, at skuldi føroyskir fiskimenn og arbeiðsfólk sleppa út undan tí træla- oki, sum reiðarar og keyp- menn hevdu lagt á tey, mátti privati ognarrætt- urin til skip, virki, handl- ar og jørd verða avloystur av felags ognarrætti til hesi tól og gegn. So einfalt var tað, og eftir hesi vekru hugsjón fóru teir óræddir og stríðs- fýsnir til verk. Tað varð, sum skuldi øll verðin forganga! Sam- band og sjálvstýri gloym- du sítt klandur, stórkeyp- menn, reiðarar, bankmenn og bendur hålsfevndust og sameintust við einum einasta endamáli: at knasa hesa ungu og frísku rerslu, ið einsamell virk- aði fyri plássi til ell í Fer- oyum. Rerslan og hennara undangongufólk lótu seg ikki kúga, men hildu á at virka fyri tí foroysku sosi- alismu, sum tey trúðu á: eini skipan, har fiski- mannafelagsskapir áttu skipini, arbeiðarafelags- skapir áttu turkihúsini. Keypsamtekur, deteilhan- dilin og landið hevði eink- arselu við koli, salti, olju og skipaði fyri allari fiska- solu. Aftan fyri alt hetta lá tann tanki, at tey, sum gera arbeiðið. sum geva verum seluvirði eiga hetta virði. Er hetta ikki bæði rætt og rímuligt? Hver annar skuldi átt hesi virði? Henda rersla, javnaðar- rerslan, sum hon skjótt varð nevnd, fekk góða undirtøku millum manna, Hon fekk somikið góða undirtøku, at samfelags- ins valdsharrar av álvara fóru at óttast hana. Nakrir gjørdust so bangn- ir, at teir stovnaðu ein heilan flokk, sum svar uppá javnaðarflokkin. Fyrst kallaðist hesin flokkur Vinnuflokkurin, so tók hann navnabroyt- ing til Fólkaflokkin. Fólkaflokkin kenna vit í javnaðarflokkinum og vit hava okkara royndir av hesum flokki. Vit hava enntá samstarvast við honum í 6 ár. Ein grundin til tað samstarvið var, at flokkurin tóktist eins og konservativi bróðurflokk- ur hansara í Danmark at vera komin inn á demokratiska kós við teimum yngru kreftum, sum tóku yvir í sjeytiár- unum — onnur grundin var, at sambandið sum al- tíð hevði verið tungt at dansa við, var vorðið heilt ómeguligt. Men fólkaflokkurin var ikki meira broyttur enn so, at tær gomlu ódemo- kratisku kreftirnar, sum alla tíðina hevdu bíðað eftir logum, stungu seg fram aftur. Tær ikki bert stungu seg framaftur, tær yvirtóku flokkin fult og heilt. Prógvið fyri hesum hava vit við síðsta fólka- tingsvali. Tað eru hesar kreftir, sum ótálmaðar ráða í fólkaflokkinum í dag, og alt bendir á, at tær sokall- aðu hampuligu kreftirnar eru farnar í part við tí hegravongi, sum vann fólkatingsvalið í vón um at sleppa upp í part. Hetta sigur alt um veiggið í teimum kreftunum! Tað eru sostatt nú aftur hograkreftirnar, sum mynda fólkaflokkin. Vit kenna hesa kreftir, vit vita, hvat tær standa fyri. Tær avdúka seg dag og dagliga í Dagblaðnum: Hetta eru fólk, sum fegn- ast um. at ein demokrat- iskt valdur forseti verður myrdur (sí Dagblaðið okt. 1979). Hettar eru fólk, sum góðtaka mannajagst- ran, racismu og útspilling sum politisk vápn. Hetta eru fólk, sum eru í ferð við at skapa sama politiska veðurlag sum i fjørutiåru- num. Tey eldru minnast, hvussu tað tá kendist at hava eina aðra hugsan enn fólkaflokkurin. Hesa tíð vilja vit ikki hava aftur! Ti eigur fólkaflokkurin at verða bremsaður, meðan væl er. Lesir tú Dagblaðið, sært tú, at fólkafloksfólk har, í rámasta álvara tala um at taka við landsins leiðslu! Tey meta altso, at tað framvegis í Feroyum eru flokkar, sum troysta sær at vera í stovu saman við einum flokki, sum hevur sýnt so óálítandi, so óflýggjaligan, so antisosi- alan og sum hevur eitt málgagn sum Dagblaðið! Vænta hesi fólk veruliga, at nakar flokkur við virð- ing fyri sær sjálvum gevur seg í hóslag við ein flokk, hvers demokratiska sinnalag, tað eru allar grundir at ivast um? Vænta tey, at nakar fer í samgongu við ein flokk, hvar Jógvan Sundstein, Åge Ellefsen og Øssur Dam Jacobsen eru í ferð við at yvirhála Lydiu Arge, Levi Niclassen og Óla Breckman hegrumeg- in?. Tað duga vit í javnaðar- flokkinum illa at hugsa okkum, men eingin skal forsverja. Á tingi hevur framburðs- og fiskivinnu- flokkurin meira enn eina- ferð hjálpt hegrakreftun- um og legnar tykjast okk- um royndir Fjúrtanda at vaska fólkaflokkin hvítan samstundis sum javnaðar- flokkurin verður gjørdur til adalfigginda. Teir um tað! Somikið meira grund er til hjá øllum demokratiskt hugs- andi at styðja javnadar- flokkin til komandi val. Hann er tann einasti flokkur, sum hevur viljan, evnini og dirvið at steðga fólkaflokkinum. Tann ein- asti, sum er førur fyri at taka fólkaflokkin á flogi og seta hann aftur ut undir ta høgravæding, har hann hoyrir heima saman vid ti andaliga ruski og hugsjonarliga burturkasti frå tryatiårunum, sum har er samandrigið. Hr eru sostatt bert tvær leiðir i at velja:onnur er borgarliga afturhaldsleið- in, fólkaflokksleiðin, ið førir til ótryggleika, ójavnaða og minkandi de- mokrati. Hin leiðin er javnaðar- leiðin til frælsi, framburð, tryggleika og vaksandi demokrati. Jóannes Dalsgaard Familjupolitikkur Fari í hesum fyrsta umfari mínum at nema eitt sindur við stykkið í virkisskránni hjá Javnaðarflokkinum um familjupolitikk. Javnaðarflokkurin met- ir tað vera ein tann mest týðandi uppgávu hjá sam- felagnum at veita børnum og foreldrum tryggar og góðar umsteður. Hetta hevur týdning fyri trivnað og menning hjá bernunum — og fyri foreldrini, at tey ekkaleyst kunna seta bern í verðina. Fyri samfelagið í dag, hevur hetta ikki minni týdning, tí tað fallandi barnatalið kundi bent á, at samfelagið er sjúkt. Javnaðarflokkurin fer at virka fyri, at barsils- orlovin verður longd upp í 24 vikur við len. Her skal pápin eisini hava megu- leika at fáa ávísa orlov við len. Hetta er bæði í samband við barnsburð og adoptión. Um so er, at barnið av eini ella aðrari orsek verð- ur verandi á sjúkrahúsi eina tíð, og mamman fer aftur til arbeiðis, skal hon fáa tað sum eftir er av teim 24 vikunum, tá barn- ið kemur heim. Javnaðarflokkurin hev- ur lagt uppskot fyri tingið um leingjan av barsils- orlovini. Misjavnt var, hverja undirteku tað fekk. Teir borgarligu hongdu seg sjálvandi í, at tað fóru at standast útreiðslur av hesum. Men tað er jú eitt eyðkenni fyri teir borgar- ligu, at tá talan er um menniskjanslig virðir, skulu tey vigast í krónum og oyrum, meðan man góðtekur at deyð ting kosta so og so nógv Tá uppskotið var fyri á tingi, gjerdi ávísur flokk- ur nærmast gjeldur burtur úr tí ja segði beinleiðis tað vera tvætl. Tá hevði hesin flokkur fríar hendur og kundi so- statt koyra tær í lumman og lata standa til. Síðan tá er farið fram eitt ham- skifti, og hesin nýggi hamur »forpliktar« ikki so lítið, so kanska hetta mál fær betri semdir, tá tað aftur verður umrett. Uppskotið hjá javnaðar- flokkinum varð beint í landsstýrið, men so hendi heldur ikki meira. Samfelagið kann og eig- ur at hava umsorgan fyri barninum longu áðrenn tað er fett. Tað gerst m. a. við upplýsing um evnir og umstødur sum kunnu hava skaðilig árin á fostrið. Har nakar meguleiki er Fototól fyri at fostrið kann verða ávirkað av, at mamman hevur ávísa arbeiðsupp- gåvu, skal hon hava rætt til at fáa aðra Vidari skulu vidurskift- ini vidvikjandi barnaans- ing betrast. Øll børn ið hava tørv eiga rætt til ans- ingarplåss. Somuleidis eiga at setast å stovn fri- tidarheim, har tey småu, sum bert eru i skula hålv- an dag, kunna vera trygg til arbeidslok foreldranna. Uttanfyri stovnar og skúla, mugu bernini tryggjast í ferðsluni. Ongar byggingar ella vegagerðir mugu fara fram uttan trygd barnanna er í lagi. Undirvísing í ferðslu- trygd má økjast og styrkj- ast á ellum ekjum — frá barnagarði til koyriskúla. Verjið um framtíð okk- ara — bernini. X við lista C. Gisleyg BRONICA 6x6 til sølu v/ 3 objekt- ivum, ljósmálara 0. 9. Prentsmiðjan vísir á Heldur tú ikki sosialin ?