Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-10-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 tíðindablaðið Hvussu kunnu tit binda tað almenna og síðani siga, at tit ikki vilja hava nakað við ta almenna at gera, spyr Ernst Hansen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy, teir borgarligu í hesi greinini. Vit feroyingar hava eina sera hepna steðu, sum má kallast serføroysk. Hetta er, at vit hava eina heila tjóð at rakka niður á, gongst okkum ikki eftir vild, ella fyri at fjala okk- ara egna ódugnaskap. Taka vit ein flokk sum tjóðveldisflokkin, so ferir hann fram á hverjum ein- asta fundi um ta stóru trælkan og kúgan — vit foroyingar eru úti fyri av denum. Skuldsetingar sum eyð- ræning, kúgan, trælkan, v. m. er dagligur kostur. Ein má hava loyvi til at spyrja, hvar verður eyð- rænt — frá hverjum og til hvenn — hver verður kúg- aður og av hverjum hver verður trælkaður — og av hverjum. Viðhvert steðgar ein á og ger sammetingar!!! Gjøgnum radio og nú sjónvarp, bæði hoyra og síggja vit hendingar frá londum. Bæði lond sum eru heilt nær við okkum og frá teimum, sum eru longri frá okkum. Her fáa vit at vita um fólk og bólk- ar, ið siga sína hugsan, men henda er ímóti teim ráðandi — tey verða inni- sperrað á sinnissjúkra- húsum og fáa tvangsvið- gerð sum sinnisjúk. Fólk sum krevja felagsskapir — fakfeløg — sum krevja frían tingingarrætt lim- anna vegna — tey verða sett í fongsul. Kravgongur sum eru skipaðar fyri at vísa teim, sum maktina hava, á teirra sera ringu liviumsteður, tey fáa bert knippilin undin vangan, restin verður vatnslangan sett á og spulað burtur. er hetta ikki eyðræning, kúg- an og trælkan. Kunnu vit samanlíkna hetta við nak- að herheima. Nei, sjálvandi ikki. Bert at brúka slík orð í politiskum arbeiði er besta prógvið um at her manglar argument. Og tað er júst tað, tjóð- veldisflokkinum manglar. Hví manglar hann argu- ment ? Jú. Í 1948 fingu vit eftir eini demokratiskari fólka- atkveðu eina stýrisskipan — Heimastýrislógina. Hevuðssmiðurin til hesa stýrisskipan er júst javn- aðarflokkurin. Við hesi lóg blivu okk- ara tjóðskaparmál loyst. Við hesi lóg blivu tey tjóðskaparligu stríðsmál, sum byrjaðu seinast í 1800 talinum og fram langt í 1900 talinum, men sum sjálvstýrisflokkarnir onga loysn hevdu fingið uppá, tað var bert briksl partanna millum. Tá javn- aðarflokkurin legði sín politikk við, tá kom loysn- in — vit fingu heimastýr- islógina. Tað er tí hugsandi, at sjálvstýrisflokkarnir ikki hava fatað hetta. Teir koyra fram, sum um vit enn eru í 1800 talinum. Men hvussu bleiv so hetta gjørt. Jú, heima- stýrislógin er í trimum pertum. A-mål: Legting og landsstýri ráða yvir hesum. B-mål: felagsmál. C-mál: Ríkismál. Fyri B-mál krevst bert løgtingssamtykt til so eru hesi yvirferd til legting og landsstýri. Ríkismál harafturímóti, her skulu samráðingar fara fram millum feroyska heimastýri og danska rík- isstýri til at finna eina loysn. Til hetta seinna — ríkismál hoyrir undir- grundsmálið. — Tað at hetta mál — undirgrundin — er ríkis- mál — hevur einki við kúg- an at gera — hetta stendur í okkara stýrisskipan — tað skulu samráðingar til, sum lógin krevur. Um ein heldur, at tað bert skulu samráðingar til fyri at yvirtaka hetta mál, so fer ein skeivur. Tað skulu samráðingar til. Hvussu kann hesin spurn- ingur loysast fíggjarliga — kunnu vit loysa einsa- mallir — kunnu vit loysa fíggjarliga saman við fer- oyskum/donskum kap- itali, ella skulu vit út á al- tjóðamarknaðin. Eru fer- oyskar fyritekur ferar fyri kanningararbeiðnum av landgrunninum. Klára føroyskar/danskar fyritøk- ur hetta ella skulu vit ut å alheimsmarknadin. Klåra føroyskar fyritekur at standa fyri góðsking (fyri oljureinsan) av rikidøm inum sum evt. finst í und- irgrundini. Klára føroysk danskar fyritekur hetta ella skulu vit út á altjóða- marknaðin. Ella hver skal framhaldandi fíggja kann- an og leiting eftir olju í undirgruadini. Sum vit síggja, so skulu nógvar samráðingar til fyri at loysa hetta stóra mál. Ein kann tí ikki siga, at bert yvirtekan er framd, so er málið loyst. Vit mugu siga yvirtaka til hvat. Javnaðarflokkurin hev- ur lagt fram uppskot um loysn av hesum máli. Hetta fevnir um eina veru- liga loysn av hesum máli, ikki bert sum eitt yvir- tekumál. Vit kunnu tí ikki góð- taka sambandsins loysn av hesum máli — nevni liga einki at gera — Tað kann verða uppaftur ein verri loysn fyri feroyska samfelagið — sum tann bert at yvirtaka, fyri at yvirtaka. Tað er eingin loysn í sjálvum sær. Vit minnast tá stríðið var um at yvirtaka tey fer- oysku fjøllini. Fjøllini eru ikki blivin sterri ella betri av teirri or- sek at hesi eru yvirtikin. Um fólkaflokkin er at siga, at hesin hevur framt tað stóra bragd innan sjálvstýrispolitikk at hann er einasti flokkur sum hevur megnað at gera ein fíggjarlóg fyri republ- ikkina Feroyar. Hví fólka- flokkurin hevur fram hetta bragd bert einaferð, havi eg ongantíð funnið út av. Mundu teir fáa krampa í hondina, tá teir skrivaðu tekstina fyri út- reiðslurnar hjá republikk- Nr. 126 — 27. oktober 1984 ini Feroyar. Teir megnaðu ikki at seta tel til tekstina men bert nakrar prikkar Vit fingu ikki at vita, hvussu nóg kostar republ- ikkin Feroyar. Ella fingu teir hevuðpínu, tá teir sóu, hvussu stór hesi tel eru? Eg meti, at tað er stórt spell, at fólkaflokkurin ikki hevur endurtikið hetta bragdið at gera fíggjarlógina fyri republ- ikkina Feroyar. Eg vil heita á fólkaflokkin um at gera hesa lidna og skifta prikkarnar út og seta van- lig tel og leggja saman. Hetta vildi verið sera áhugavert. Tit hava jú sagt, at fólkaflokkurin er tann ein- ati ið veit alt um pengar. Tit vita alt um hvat ið er privat og hvat er alment fíggjarliga. Tit vit alt um, hvussu vinnulívið skal uppbyggjast á privatum grundarlagi. Tit vilja ong- an almennan stuðul hava. Tí tá er tað ikki privat fyritaksemi. Tað skuldi verið lagamanni at gera eina fíggjarlóg hjá tykkum. Vit eru tó tey sum hava sæð hesi seinastu 4 árini, hvussu ofta fólkaflokkur- in hevur fingið landskass- an at veðhildið ella goldið til tað privata fyritaksemi, tá hetta ikki hevur kunnað klárað uppgávu sína. Ja, tað sær út sum um uppgávan hevur verið at fáa eina slangu niður í landskassan, so hevur alt verið í lagi. Hvussu kunnu tit binda tað almenna og síðan siga, at tit ikki vilja hava nakað við tað almenna at gera Ernst Hansen Ja, mangt er í neyðini nýtt, Svend Áge, men at tú nú, tá ið valskeiðið er úti, skal gera teg til tals- mann fyri útróðrarmenn- inar í Vágum, tað haldi eg vera ovboðið. Tú hevur nú sitið á løg- tingi í fýra ár sum umboð fyri Vágarnar, eisini útróðrarmenninar, at tú hesi árini hevur havt so nógv um oyruni, so at tú hevur gloymt, at tað er nakað sum eitur heimaút- róður, tað er bara harmi- ligt, spell er tað eisini, at túr fyrst nú beint áðrenn valskeiðið er úti finnur út av tí. At tú við tínum friðing- aruppskoti heldur teg hava skotip papegøjuna, vísur bara hvussu lítið álvara er í tær. Uppaftur minni álvars- semi vísir tú, tá ið tú fyri at skulka tær undan ábyrgdini leggur eftir fiskivinnunevndini, sam- stundis sum tú dregum umboð javnaðarfloksins inn í tín „góða mamma tað var ikki eg-politikk< kanska tú ert vorðin smittaður av bróður løg- manni. Eitt er heilt vist, um Vágarnar = hevdu ein ábygdarmann sum Sand- Svend Åge hevur | ongantid hugsað um útróðrarmenninar oyggin eigur i Tórólvi Olsen, so hevði heimaút- róðurin verið í góðum hondum. Tí meðan trol- bátarnir ótarnaðir sein- astu trý árini hava roynt inn at smábátaleiðunum hjá Vágamonnum, hava snellubåtarnir i Sand- oynni ikki sæd trolbåt i nåmind. Tad kunna sandoyingar takka Tórolv M. Olsen fyri, sum tann ábyrgdar- maður hann er, hetta sjálvt um hann hevur sitið í minniluta í fiskivinnu- nevndini. So einkult er tað, Svend Åge, tá id løg- tingsumbodini kenna Frank Davidsen, valevni i Våga valdømi, skrivar: ábyrgd yvirfyri veljarum sínum. Um javnaðarflokkurin kemur aftur í landsstýrið, sum flest ell vágafólk vænta, verður trolmarkið flutt út aftur, har tað var, tá ið javnaðarflokkurin sat við ábyrgdini. Hetta hevur við sær, at smábátaleiðirnar hjá vágamonnum av sær sjálvum verða friðaðar aft- ur, tí fara veljararnir í Vágum at meta fjølment til valið 8. november, soleiðis at Vágarnar aftur fáa javnaðarumboð inn á Føroya Løgting. Frank Davidsen Fyrst skal tú hava takk fyri, at tú tekur undir við mær um, at tað hevði ver- ið rætt og rímiligt, at ein sjómansskúli við einum samarbeiði við HF lá í eini fiskivinnubygd sum t.d. í Vági. Nú nevndi eg ikki bein- leiðis í Vági, men í Suður- oy, tað var við eini vissari meining aftanfyri. Nú er tað so at mín góði vinur, Jákup Mortensen, partamaður tín, er formaður í Landsskúla- fyrisitingini. Við bert at nevna Suðuroy, roknaði eg við, at hann eisini kundi tikið undir við okkum báð- um, so eru vit komnir nak- að á leið. Eg havi verið til skips Í Góði Eli saman við monnum, sum hava gingið á donskum sjómansskúla og sæð, hvat teir hava fingið burt- ur úr tí. Tað kann heldur ikki vera neyðugt, nú vit hava fingið ein stóran farma- flota og ymisk tangaskip, at vit skulu senda fólk til Danmarkar á tey skeið, sum hetta ber við sær. Kanst tú fáa onkran annan sambandsmann at taka undir við okkum, so skal eg gera mítt til at onkur javnaðarmaður hjálpir til at tú beheldur kokkaskúlan og kanska eisini fær skeið í tilvirking og viðgerð av fiski. Henrik Old A: