týsdagur 30. oktober 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Javnaðar-
flokkurin
tíðindablaðið
Utgevari: P/f Sosialurin
Abyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfóik: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
gevst ikki
á hondum
FYRST VÓRU samráðingar mill-
um samgonguflokkarnar og
donsku stjórnina um undir-
grundsmálið. Onki úrslit spurdist
burtur úr hesum samráðingum.
SAMRÁÐINGAR hava nú verið
millum føroyska og danska javn-
adarflokkin um sama mål. Aftanå
sanrådingarnar hevur føroyski
javnadarflokkurin fingid skriv frå
danska javnaðarflokkinum. Í
hesum skrivi tekur danski javn-
aðarflokkurin undir við sjónar-
miðum Feroya Javnaðarfloks í
undirgrundsmálinum.
ÁÐRENN HETTA høvdu allir
flokkar í Danmark og i Føroyum,
uttan Føroya Javnaðarflokkur,
sligið seg til tols við, at tað bert
vóru tveir møguleikar í undir-
grundsmálinum. Annar møguleik-
in var føroyskur ognarrættur til
undirgrundina og hin møguleikin
var ein ráevnisskipan eftir somu
reglum sum tann grønlendska
undirgrundsskipanin. Donsku
myndugleikarnir søgdu, at ognar-
rættur til undirgrundina førir loys-
ing við sær.
HETTA VILDI Føroya Javnaðar-
flokkur ikki góðtaka. Flokkurin
vísti á eina aðra loysn. Á ein triðja
meguleika. Nevniliga á tann
møguleikan, at målsøki Føroya
Undirgrund verdur gjørt til før-
oyskt sermål, og hetta vil siga, at
heimastýrið kemur at hava av-
gerðarrættin í øllum spurningum
viðvíkjandi undirgrundini og at
hinir partarnir í ríkisfelagsskap-
inum fáa náttúrlig frammíhjárætt-
indi á tann hátt, at tá føroysk orka
ikki røkkur og tá føroyskur tørvur
er nøktadur, sleppa danir og grøn-
lendingar uppí part.
VIÐ OÐRUM orðum vil hetta
siga, at tá okkara orka ikki røkk-
ur, so søkja vit danska og grøn-
lendska orku. Talan verdur bædi
um ekspertisu og figgjarorku. Å
tann hått fåa danir og grønlend-
ingar lut í møguligum ágóða.
Argjavegur 26,
3800 Argir.
Postsmoga 76,
3800 Torshavn.
Telefon 118 20.
oddagrein
Slika orku skulu vit kortini hava
frå ødrum. Her kundu annars tær
størru tjóðrnar og tær multnat-
ionalu fyritøkurnar komið uppá
tal. Men best er um vit sleppa
undan alt ov stórum fremmand-
um árini. Um undirgrundsmálið
verður loyst sum tjóðveldisflokk-
urin vil, skulu vit helst søkja hjálp
uttan fyri danska ríkið.
SAMGONGAN og donsku stjórn-
arflokkarnir rukku ikki í undir-
grundsmálinum. Sambandsflokk-
urin gavst á hondum. Hann var til
reiðar at taka tað til eftirtektar,
sum danskir politikarar søgdu i
hesum máli. Flokkurin gjørdi
onga roynd til tess at finna aðra
loysn í hesum máli. Men javnað-
arflokkurin gavst ikki á hondum.
Flokkurin legði til brots fyri at
sannføra danir og danskar poiit-
ikarar um eina heilt aðra loysn
enn tær báðar sum talan var um
framman undan.
TANN FYRSTI sigurin er vunnin.
Størsti flokkurin í Danmark hevur
tikið undir við sjónarmiðunum hjá
Føroya Javnaðarflokki. Hetta
sjónarmið fær eisini undirtøku
millum grønlendskar politikarar.
Eftir er nú at fáa hinar flokkarnar i
Danmark og ein breiðan politisk-
an meirluta í Føroyum at taka
undir. Tá er so grundarlag fyri
veruligum samrådingum um
undirgrundina og tå er utlit fyri
eini skilagóðari loysn, sum tryggj-
ar heimastýrinum allan avgerðar-
rætt í undirgrundsmálinum.
OG SJÁLVANDI skal javnaðar-
flokkurin standa fyri hesum sam-
ráðingum. Í andstødu hevur
flokkurin sýnt, at hann kundi
skapa eitt nýtiligt samráðingar-
grundarlag. Tí er javnaðarflokk-
urin eisini bestur til at føra sam-
rådingar við ríkisstjórnina á
hesum grundarlag. Men skal
flokkurin standa fyri hesum sam-
ráðingum, má hann hava undir-
tóku. Hann må hava atkvødur.
Hann må hava tina atkvødu.
Nr
127
30. oktober 1984
Jánkasligt, Ossur!
Odemokratisku metodur fólkafloksins verða ikki mótprógv-
aðar, sigur annar demokratur í svar til Ossur Dam Jacobsen
Demokratur í Sosialinum
leygardagin rakti seymin
beint á hevdið.
Sjálvur løgtingsmadur
fólkafloksins (flokkurin,
sum má fara í rættin fyri
at reinsa seg fyri ikki at
vera fasistiskur) í Norð-
streymoy hevur trivið í
pennin.
Men jånkasligt er aftur-
svarið hjá Øssuri Dam
Jacobsen, og hann fellur
so beint á bláman, og
leggur eftir javnadarflokk-
inum, hóast »demokrat-
ur« ikki segði eitt orð um,
hvønn flokk hann heldur
seg til
Og tað týdningarmesta
av ellum: hann mótprógv-
ar ikki við einasta orði, at
Fólkaflokkurin brúkar
metodur, sum ikki semir
seg fyri demokratiskar
flokkar.
Millum flestu fólk uttan
fyri sjálvan Fólkaflokkin
tykist breið semja vera
um, at virðingin hjá
mongum fólkafloksmanni
fyri demokratiskum anda
og demokratiskari sið-
menning er lítil. Hetta
hevur Dagblaðið prógvað
til fulnar seinastu árini.
Og tilkomin fólk minnast
dagarnar, tá Fólkaflokk-
urin hevði buktina og báð-
ar endarnar. Tá var demo-
kratiski rættur hins ein-
staka ikki høgt virdur
Tað eru tað so nógv demi
um.
Skriving í feroyskum
blødum er mangan ljót,
men føroyskir lesarar, ja,
eisini nógvir fólkafloks-
menn, eru samdir um, at
botnrekordina hevur Dag-
blaðið. Og tað ikki eina-
ferð, men fleiri ferðir.
Dagblaðsins jagstran eftir
ødrvisi hugsandi hevur
bert sín líka í ultra hogra-
vendum blødum, t.d.
Danmark í sjeytiárunum,
og í Nazi-týsklandi í tri-
atiárunum.
»Demokratur« visti
å, at uppstillingin hjå
Følkaflokkinum var langt
úti, tá fólkafloksmaður
ringir til mann, sum ikki
er komin upp á lista hjá
eðrum flokki, og bjóðar
honum sess á fólkafloks-
lista. Alvara tos, Øssur,
er ein flokkur ikki langt
úti, tå hann ger slíkt?.
Hvat um maðurin ikki var
fólkafloksmaður kortini,
men bert fyri hevnd lat
seg stilla upp?
Hetta at stilla upp og
gera fortreð fyri aðarar
flokkar er ikki nakað sum
demokratur hevur tikið úr
egnum brósti. Frá fólka-
floksmanni eru segd tey
orð, at ein tingmaður flok-
sins bar á mál á uppstill-
ingarfundi, at stilla upp
eina konu til ein flokslim,
sum er systir valevni hjá
ødrum flokki, so hon
kanska kundi taka nakrar
atkveður haðani!!!
Um dømi er satt veldst
alt um trúverdugheit eis-
ini henda fólkafloksmans!
Qssur argast eisini inn á
at kvinnurnar á Fólka-
flokslistanum er ífylla!
Orðini eru frá einum
kvinnuligum valevni hjá
Fólkaflokkinum at hon
var bert ífylla. Og tað at
ein kvinna verður uppstill-
að, uttan at vera limur,
men er limur í eðrum
flokki, sigur heldur ikki so
litið.
Nei,
mong
Øssur. Tað eru
kring alt Feroya
land — borgarlig sum so-
sialistar — sum seta eitt
spurnartekin — eitt stórt
spurnartekin — við demo-
kratiska sinnalagið hjá
einum stórum bólki í Fólk-
aflokkinum. Hetta reing-
ist ikki. TEy eldru minn-
ast óhugnan frá fýratiár-
unum og fyrstu fimtiárun-
um. Og tey óseku, sum
eru rakt, minnast óhugna-
liga pískin frá Dagblaðn-
um. (Her verður ikki
hugsað um politikkarar og
„almennar< persónar, men
t.d. vanligar fundarlut-
takarar sum t.d. hava tik-
ið orðið. Nazistarnir kall-
aðu eisini fólk eftir
útsjónd!!!
Og fert tú at kanna, um
ikki onkur treyt er sett
fyri okkurt loyvi (kanska
trolloyvi?), so kemur tú,
Øssur, kanska til tað, at
partamaður hjá tær brúk-
ar metodur, sum íkki
svara til pyntifjarðar
tykkara um demokrati.
Men sum ein tilkomin
segði: >Hatta undrar meg
ikki, hann er jú fólkafloks-
maður, og teir hava ong-
antid virt okkum vanligu
slitfølk fyri annad enn
stemmukveg«.
Tu setur spurnartekin
vid demokratiid i javnad-
arflokkinum. Hetta gert
tå bert, ti tå hevur eingi
mótargument. Javnaðar-
flokkurin hevur eitt breitt
innanfloksdemokrati = —
og er tann einasti flokkur-
in, sum saman við pørtum
av Tjóðveldisflokkinum,
ið hevur ta áskoðan, at
demokrati — íkki bert
sum hugtak — eisini skal
rokka út á arbeiðsplássini
og út í vinnulívið, soleiðis
at vit kunnu tosa um
veruligt demokrati
Hesum er Fólkaflokkur-
in ímóti. Stødan hjá hin-
um flokkunum er íkki
komin alment fram um
henda spurningin.
»Demokratur« fekk ikki
tid at svara aftur, men eg
fari at enda sum »demo-
kratur« og heita á fólk um
at ansa eftir fólkaflokki-
num og fylkast um flokk,
ella flokkar, sum veruliga
ynskja fólkaræði.
Ein annar
DEMOKRATUR
Russarar sum valagn
Tað tykist sum fleiri og
fleiri valevni finna útav,
at russaraforskrekkilsi er
eitt gott valagn.ø Í Dag-
blaðnum 24. oktobur hev-
ur ein av oddamonnunum
í fólkaflokkinum grein um
russarar. Nidurstødan er,
at ein munandi partur av
fólkinum er so ræddur fyri
russum, at summi teirra
missa nåttarsvøvnin! Ti
eiga vit at finna eitt på-
skot fyri at fåa
arnar å Skåla av
um aftur.
Ein kundi so spurt. hví
fólk eru rædd fyri russum
Eru royndir av teimum so
vánaligar á Skála. at or-
sek er til at liggja í
russar-
landin-
andvekri? Hava teir verið
nakrir yvirgangskroppar,
sum hevna seg inn á
hampafólk? Ella hava teir
slíkan ólevnað fyri, at fólk
fáa ikki blund í eyguni,
sjálvt hinumegin Skála-
fjørdin? Ella er okkurt
heilt annað sum er galið
við teimum?
Svarið upp á hesar
spurningar gevur bygra-
ráðsformaðurin á Skála í
viðtali við Sosialin nakað
herfyri. Hann sigur, at
>Tað er heilt einastand-
andi sum hesir útlendsku
sjómenninir duga væl at
bera seg at. Vit hava
ongar trupulleikar havt av
teimum. Teir eru friðar-
ligir, og her hevur eingin
ólevnaður verið av nekr-
um slag«.
Hverja orsek kunnu so
fólk hava fyri at liggja í
andvekri fyri hesum
monnum? Feroyingar eru
tá neyvan føddir vieð eini
innbygdari ræðslu fyri
ávísum fólkaslagi! Men
her mugu vit koma aftur
til fólkaflokkin. Hansara
málgagn hevur í fleiri ár
fort ein miðvísan hetz
móti russiskum sjófólki,
sum er komið hitar til
lands. Henda skriving
hevur ofta verið beinleiðis
rasistisk. og uttan iva í
stríð við $ 266 í borgarligu
straffilógini. sum gevur