hósdagur 1. november 1984síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Sámal Johansen 85 ár:
— Eg geri ongantíð einki
Hvat eg takist við? Eg
geri ongantið einki, sjálvt
um tað eg geri, kanska
ikki er til so nógva nyttu.
Og livimátan kann eg ikki
klaga um, sigur Sámal Jo-
hansen, sum fylti 85 ár í
gjár
Sámal er
Vík, men hevur búð tey
ættaður úr
nógvu árini í Vági
Sum ungur drongur róði
Sámal út heima og í Is-
landi, var til skips og ar-
landi. 20 ára
niður á
beiddi á
gamal fór hann
Askhov Højskole, har
hann gekk i tveir vetrar
Tað var Edvard
Haraldsen úr Elduvík,
sum eg gekk í skúla hjá,
mælti mær til at fara á
Askov. At vera á Askov
var nakað annað enn at
ganga heima í Vík. Yvir
300 næmingar og nógv
nýtt at læra.
Tað var ein drúgv
ferð niður. Eg fór við eini
slupp, ti eg væntaði, at
tað for at ganga skjótari.
Men so var ikki. Vit fóru
av Havnini 15. oktober og
komu ikki til Keypmanna-
havnar fyrr enn 31.
oktober, sama dag sum eg
fylti 21 ár. Tað var ikki or-
sakað av illveðrið, men tí
veðrið var so gott, sigur
Sámal. Tað bar heldur
ikki til at sigla ta vanligu
leiðina, hetta var stutt
eftir fyrra heimsbardaga,
og ansast mátti eftir
minum.
Í 1923 fór Sámal Johan-
sen á læraraskúla í Havn,
haðani hann fekk prógv í
1926. Millum næmingar-
nar á læraraskúlanum var
eisini Anna Elisabeth
Matras, ið Sámal seinni
giftist við.
Tá tey hevdu fingið
progv, sektu tey bæði og
fingu lærarastarv í Vági.
— Eg sekti tvey sterv,
bæði í Suðuroynni. Hví eg
fór til Suðuroyar dugi eg
ikki at siga. Kanska tí eg
var forvitin og vildi læra
suðuroyingar at kenna.
Tað gingu annars onkrir
suðuroyingar á lærara-
skúlanum saman við mær,
Jacob Berg og Martin Jo-
ensen. Tað var ikki nógv
at bjóða lærarum tá mitt í
20-árunum av stervum,
og lenin var lítil, sigur
Sámal.
Í Vági treivst Sámal so
mikið væl, at hann varð
har í 46 ár. Tá vóru ikki
stundir hjá einum lærara
til nógv uttanum. Tað var
einki lætt arbeiði at sita í
eini skúlastovu saman við
50-60 næmingum.
Nakað av tíð hevði
Sámal kortini, ti hann sat
í sóknarstýrinum í næstan
20 ár, var við til at stovna
Vágs Javnaðarfelag,
kappróðrarfelagið, og
hann var eisini í ung-
mannafelagnum, sum
framførdi fleiri sjónleikir,
m.a. »Magnus«, »Ofridar-
ligar tíðir“ og aðrar leikir,
ið vóru frammi tá.
Nógv av tí, sum Sámal
upplivdi í sínum ungu
degum, hevur hann skriv-
að og givið út. Tað mesta
er útkomið, eftir at Sámal
fór frá í 1967, t.d. siðsogu-
ligu bókina >Á bygd fyrst
í tjúgundu øld« og >Til
lands í Islandi«. Hann
hevur eisini latið aðrar
bekur úr hondum sum
>Vanlukkur í Tjørnuvik,
Vík og á Langasandi< og
50åra minnisritið hjá
Havnar Handverksmeist-
arafelag, ið Sámal legði til
rættis. Harumframt hev-
ur Sámal skrivað fleiri
ferðaminni, summi teirra
hava verið prentað í Sosia-
linum. Í letuni fæst hann
við at skriva um Áland,
sum hann vitjaði eitt árið.
Nú umhugsar hann at
geva út ferðaminni í bók.
Anna Elisabeth og Sá-
mal arbeiddi bæði øll árini
í Vágs skúla. Hann fór frá
í 1967, hon í 1971. Í 1972
fluttu tey til Havnar at
búgva.
Sosialurin ynskir Sám-
ali Johansen til lukku við
teimum 85 árunum.
rj
Girokortið er
lutaseðil
fer nú at
rt út í hvert
im. Umframt
at styðja felagið hava tey,
sum senda pengar inn, eis-
ini meguleika fyri at vinna
pengar Girokortið er
nevniliga eisini lutasedil,
ið kostar 50 krónur ella
100 krónur
Vinningarnir eru fleiri
Tvær ferðir 50 krónur og
tiggju ferðir 1000 krónur
Javni sigur frá, at koma
yvir 100.000 krónur inn.
verður eisini eykavinning-
ingur.
Javni brúkti seinasta ár
eisini henda mátan at
savna pengar, og tey
vóna, at fólk taka líka væl
moti sum 1 tjer
Merkini, sum Javni fyrr
plagdi at
landið
selja um alt
eru framvegis at
fáa. Tey, sum hava áhuga
fyri = merkjum, kunnu
venda sær til Javna, post
boks 1133 í Havn ella
ringja tilf. 14827 hósdag
kl. 15-17 ella tlf. 24024.
Nr. 128 — 1. november 1984
Triggjar vikur
at umhugsa seg
Tey, ið ætla at sekja um
íbúð í ætlaðu byggingini
vestanfyri Sundsvegin
Havn, hava tríggjar vikur
aftrat at umhugsa seg. Tí
20. november skulu um-
sóknirnar um íbúð verða
inni, sigur Gunnar Hoy
dal, skrivari í bygginevnd-
ini.
Bygginevndin fer tá at
gjøgnumganga umsóknir-
nar fyri at vita støddum
av íbúðum, fólk hava
áhuga fyri, og um tey vilja
keypa ella leiga. Tástani
kann nevndin taka steðu
til, um fyrsta byggistig
skal umfata fleiri íbúðir
enn upprunaliga hugsað
Yvir 200 fólk hava
fingið sendandi tilfar um
íbúðirnar. Haraftrat hava
fleiri verið á byggideildini
eftir umsóknarblaði og til-
fari. Av teimum hava eini
75 sent umsóknarblaðið
innaftur. Men óivað verða
fleiri send tær komandi
tríggjar vikurnar.
rj
Veitsla i Vågi
Leygarkveldið verður ein
rimmar veitsla í Vági. Tað
eru øll javnadarfeløgini i
Suðuroynni, sum skipa
fyri veitsluni, ið er fyri ell-
um javnaðarfólki. Tey,
sum ikki eru limir, kunnu
blíva tað á veitsluni.
Á veitsluni verður
smyrjibreyð og annað gott
at fáa. Har verður burtur-
lutan og nógv undirhald.
M.a. hava valevnini lovað
at koma við, ikki fyri at
Tit ringja
— vit skriva
halda vanligar valrødur,
men til aðra framferslu
undir meira skemtiligum
umsteðum.
Dansur verður eisini.
Ymiskir harmonikuspæl-
arar og sangarar verða at
hoyra umframt plátur við
gomlum legum.
Aldursmarkið er sett til
17 ár, og kostnaðurin er 50
krónur.
rj
Ringið telefon
11820
ir HU
5
ere