Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Ss | S F | | | | | | | Nr. 128 — 1. november 1984 Komið nú við nøkrum itøkiligum! Nú eisini Karin Kjølbro er farin at fåa ilt av ti, eg havi skrivað um Tjóðveld- isflokkin, kann eg bara fegnast; tí um einki var í tí, høvdu tit ivaleyst ikki hildið fram at fingið ilt av tí. Men svar havi eg nú fingið einar 4-5 ferðir, so tað prógvar, at eg havi rakt eitt heldur viðbrekið punkt við atfinningum minum. »Huldumannavirk- semi« og frælsi Allarfyrst skal eg gera nakrar viðmerkingar til tað, tit kalla fyri >huldu- mannavirksemi«: Tað er m.a. fyri at verja tað persónliga frælsið, at vit hava tann meguleikan at skrivar dulnevnd les- arabrøv. Tit i Tjóðveldisflokki- num, sum tosa so nógv :m tjóðskaparligt frælsi — virða tit ikki tað per- sónliga frælsið frægari enn so, at so skjótt, sum ein sigur sína áskoðan, sum finnist at tykkum, so er brúkið av tí persónliga frælsinum at sammeta við huldumannavirksemi? Hvussu skal so vera við tjóðskaparliga frælsi- num, tá tað persónliga frælsið er so lítið virt? Provførslurnar standa i Fjårtanda Karin sóknast eftir próv- førslum fyri tað, sum hev- ur verið sagt um fámanna- veldið friggj Tjóðveldis- flokksins til Fólkaflokkin. Nógv fyri at noyðast at greiða einum blaðstjóra frá, hvat stendur í hans- ara egna blað. — Tak tú og les Fjúrtanda fyri sein- astu 2 mánaðirnar, t.d. Har er mangt og hvar áhugavert, sum t.d. filo- sofiir við formann Fólka- flokksins um samgongu- meguleikar við Tjóðveld- isflokkin. Sjálvt tað fá- mannastýri, sum Fólka- flokkurin — ið er so langt yviri í hegra-veitini, sum hann einaferð kann koma — meta tit sum ein »sjålv- stýrisemeguleika! At tit ikki skammast! Tað er omaná alt vorðið so galið, at fyrrverandi superfrelst vinstravend á tjóðveldisblaðnum nú eru farin undir at seta partar í friðarrersluni upp ímóri hverjumeðrum. Eg kenni bert ein polit- iskan flokk, sum góðtekur slíkt friggj: Fólkaflokkin. Kenna tit nakran annan? Sambandið, kanska? Annars eru nógv demi uppá slíkt at finna í Fjúrt- anda. Venda sosialist- unum bakið — Ei undur 1, at summi tjóðveldisfólk nú eru farin at venda bakið til alt, sum eitur sosialistiskt, og at vísa eftir besta førimuni, hvussu óynskt, tey vinstravendu eru í flokki teirra. Uppá hetta hjálpir einki einstakt dømi, Karin, fyri at vísa, at Tjóðveldis- flokkurin eisini tekur synd í teimum láglentu við- hvert. Hví tora tit ikki at stíga fram og alment standa við vinstravendu stevnuskrá Tjóðveldisflokksins, i- stadin fyri at koma sum ketta upp úr høvdatrog vid einum (fyra-åra goml- um) dømi? Hvi fert tu ikki bara heilt aftur til 1950, so at tå fært øll tey einstøku dømini vid (kanska tey vóru fleiri tey fyrstu árini av livitíið Tjóðveldisflokk- sins — áðrenn hann varð gamal og fór at liva í eini stødugari ræðslu fyri at- kveðumissi frá borgarlig- ari síðu). Uppsnollað út- sjónd, men ongan heila Ein ávísur regul sigur, at tann, sum hevur eina vakra útsjónd, sjáldan hevur annað enn dunnu- heila innanfyri. Útsjóndini hevur Tjóð- veldisflokkurin ikki slept — nei. Skal hann framyvir tekkjast tilbiðarum sín- um, má hann minnast til at snolla seg upp hvenn dag. Og tað ger hann. Hvenn einasta dag prýðir hann seg við tjóðskaparligum stoltleikafjaðrum — og »føroyskum ismum«, sum enn eingin hevur fingið nakra definitión uppá. Men so upptikin hann hevur verið av útsjónd síni, hevur hann gloymt heilafimleikin, og nú tær vælkendu gráu nærum ikki hava verið brúktar í so nógv ár, er úrslitið har- eftir ... Borgarligu atkvødurnar ov tungt Idealini eru langt sidan slept, ti nå telja bara at- kvødurnar. Og atkvødur- nar ræðast sosialismuna, og tit mugu gera alt fyri ikki at ræda atkvødurnar — ikki so? Tú, Karin, sum nú roynor at verja okkurt smávegis sosialismukent, sum flokkur tín (fyri 4 ár- um síðani) royndi at gera, hví svaraði tú ikki aftur, tá John Dalsgarð, sum omanå alt sjálvur er sosia- listur, gjørdi tað til sina heilagu tjóðveldisupp- gávu at biða tann sosial- istiska partin av Tjóðveld- viga isflokkinum — tann ein- asta, sum veit, hví hann vil hava loysing — sleppa sær ...? Og hví gjørdi heldur eingin annar av oddafiskum tykkara nak- að? Nei, borgarligu atkvød- urnar viga ov tungt. — Idealini slept upp á fjall fyri at sleppa at halda fram sum livibreyðspolit- ikkari! Hvar er verja tykkara? Tad stuttligasta er, at tit, Karin, John og Erlendur — hverja ferð, Tjóðveldis- flokkurin verður álopin, ikki kenna aðra verju enn: at loypa á Javnadarflokk- in. Hvussu ber tað til, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur annað at verja seg við enn sum t.d. í hesum føri, tað sum Atli Dam ger ella ikki ger? Er ikki lítið eftir at reypa av, tå tit einki arn- að svar kunnu geva enn:z »Javnadarflokkurin ger so ella so?< Bert eitt itøkiligt dømi havi eg fingið um, at Tjóð- veldisflokkurin hevur ætl- að sær at gjørt okkurt fyri lentakararnar. Demið er sum fyrr nevnt yvir 4 ára gamalt, og har atkvøddu 3 av tjóðveldistingmonn- unum (=helvtin av øllum tingmonnum Tjóðveldis- flokksins) ímóti!!! Also helvtin av flokki tykkara gongur ímóti síni egnu stevnuskrá. Ja, so er ikki so legið, at tit ikki longur vita, um tit eru hegra- ella vinstravend. Kmið við svarinum At tit so ikki tora at koma við svarinum uppá spurn- ingarnar, sum nú fleiri ferðir hava verið settir, er ikki so logið. Kortini fari eg at seta teir enn einaferð, og fái eg ikki svarini nú, veit eg, at tað er tí, tit ikki kenna tey sjálvi: 1) Hvussu við eini al- mennari frágreiðing um, hví Tjóðveldis- flokkurin ikki longur stendur við sína vinstravendu stevnuskrá? 2) Hverjari politiskari skipan gongur Tjóð- veldisflokkurin nú inn fyri? 3) Hvat er ein »føroysk isma«? 4) Hvørjar eru tær »før- oysku hendurnar«, sum skulu umsita Før- oyar eftir loysingina? SVARID kann framvegis vera: Javnaðarflokkurin ger dit ella dat ella ...? Framvegis sosialistur Avgerð um fiskaprisir Meginfelag útróðramanna hevur sent kæru yvir av- gerð hjá nevndini fyri Rá- fiskagrunnin um prísir frá 22. oktober 1984. Í viðgerðini í kæru- nevndini hava hesir limir tikið lut : Frits Olsen, skip- ari, Árni Absalonsen, grannskoðari, Sofus Olsen, cand. polit., Carl Vilhelm Weihe, statsaut. grannskoðari og Klaus Hermann, almannastjóri (formaður). Kærunevndin hevur havt fundir við formannin í nevndini fyri Ráfiska- grunnin og við umboð fyri Meginfelag Utróðra- manna. Sambært $ 7, 2. stk., í legtingslóg nr. 15 frá 5. mai 1975 um råfiska- grunn, sum broytt við løg- tingslóg nr. 73 frá 18. juli 1983, ger kærunevndin bindandi av, um prísáset- ingin byggir á fullgott grundarlag, og um so er ikki, hevur nevndin fyri Ráfiskagrunnin skyldu at taka nýggja avgerð. Til 4. juli 1984 vóru ym- iskir avreiðingarprísir á ávísum fiskaslegum í mun til um veitt varð við húki av ferum undir 110 BRT ella av eðrum førum. Frá 4. juli 1984 vóru avreið- ingarprísirnir eins, men hevði nevndin fyri Rá- fiskagrunnin í kunngerð síni ta viðmerking, at sam- bært viðmerkingarnar til legtingslóg nr. 48 frá 28. mai 1984 skal avreiðingar- prísurin fyri fer undir 110 BRT, sum eru á húkaveiði undir Feroyum, vera ájavnt við avrokningar- prísin, tá avrokningarprís- urin er hægri enn avreið- ingarprísurin. Í kunngerð dagfest 11. oktober 1984 boðar nevnd- in fyri Ráfiskagrunnin frá, at henda skipan fer úr gildi frá 22. oktober 1984 at rokna. Hetta ergrundað á við- merkingar hjá fíggjar- nevndini til legtingsmál nr. 28/1984 (Legtingslóg nr. 88 frá 4. oktober 1984), har figgjarnevndin sigur frá, at tilmæli nevndar- innar at samtykkja upp- skot landsstýrisins er grundað á, at bátar bæði undir og yvir 110 BRT fáa avreiðingarprís og ikki av- rokningarprís. Meginfelag Útróðrar- manna ferir fram, at sjálvt um fíggjarnevndin setti umreddu viðmerkingar fram, samtykti legtingið undir viðgerðini av sama máli eitt uppskot til sam- tyktar, ið er soljóðandi: „Fyri daggamlan fyrsta- floks fisk má avreiðingar- prísurin ongantíð fara niður um avrokningar- prisin«. Meginfelagið skil- ir hasa samtykt at hava sama innihald sum reglan, ið galdandi var framman- undan. Meginfelagið heldur, at legtingssamtyktin er vorðin eitt lið í viðkom- andi legtingslóg og so- statt bindandi fyri nevnd- ina fyri Ráfiskagrunnin. Nevndin fyri Ráfiska- grunnin hevur samtykt at: »Kannad verður um marknaðar- og produkt- iónsteknisk viðurskifti tala fyri at áseta serstak- an prís á 1) daggomlum fiski og 2) útróðrarfiski. Um so er, verður nevndin at áseta ein slíkan pris«. Annars leggur nevndin fyri Ráfiskagrunnin dent á, at samtyktin ikki er partur av legtingslóg nr. 88 frá 4. oktober 1984, og heldur at ein legtings- samtykt ikki kann broyta galdandi lóg, og sostatt ikki er bindandi fyri nevndina fyri Ráfiska- grunnin. Kærunevndin er samd við nevndina fyri Ráfiska- grunnin í, at ein legtings- samtykt ikki kann javn- stillast við eina legtings- lóg, og sostatt ikki er bindandi fyri nevndina fyri Ráfiskagrunnin. Einki annað er komið fram fyri kærunevndina, sum bendir á, at avgerðin ikki byggir á fullgott grundarlag. Kærunevndin tekur tí ta avgerð, at avgerðin hjá nevndini fyri Ráfiska- grunnin um prísir frá 22. oktober 1984 byggir á full- gott grundarlag. Tórshavn, tann 22. oktober 1984 Kæreunevndin fyri Ráfiskagrunnin Klaus Hermann, formaður Hetta megnadu teir! at fella oll stjornaruppskot Tjóðveldisfloksins nokta foroyingum ábyrgd av egnum uttanríkismálum at sýta føroyingum heimarætt sambært tjóðskaparregluni sta á royingum eg på at nokta móðurmálinum rætt sum alment mál i Foroyum syta avtøku av føroyskum tingsessum í Danmørk syta fyri foroyskum sendiharraembæti í Keypmannahavn tola útlendskan rætt í føroyskari navnalóggávu avreiða útlendingum undirgrund og havbotn Ja, slíkt eru brandar! Meðan »Sjålvstyrislandsstyrid« enn sat vid rædid, legdi Erlendur Paturs- son, tåverandi varalegmaður, eitt uppskot fyri tingid, tað var meinlikt omanfyristandandi lýsing sum nú dagliga er at síggja í 14.anda. Uppskotið fall við eitt brak — og vit sum eisini minnast, væntaðu í spenningi, at nú fór eitt hvat at henda — í minsta lagi samgonguslit. Men einki hendi, tjóðveldismenn sótu sum kånus, »Sjålvstyrislands- styrid« larradi víðari — Og samgonguslit kom als ikki uppå tal. Vit kunnu bert taka undir vid lys- ingini i 14.anda. Ja, slikt eru brandar.