Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Óli Breckmann hjálpti Schliiter at knekta gomul, sjúk og arbeiðsleys Og henda avgerð fer at raka sjúkrahúsverkið i Føroyum og tær sosialu veitingarnar til Feroya, skrivar Sverre Midjord m. a. í hesi greinini. Fíggjarlógin hjá donsku borgrligu stjórnini verður samtykt við stuðuli frá teimum norðuratlantisku mandatunum, t.v.s. at sambandsmaðurin Jo- hannes M. Olsen og fólka- floksmaðurin Óli Breck- mann hava givið tilsegn um at vera við at skerja donsku fíggjarlógina. Hesi tíðindi bórust frá donsku radioavísini tann 9.10.1984. Enn einaferð avdúkan av orðhildni fúlkafloksmanna. Hver minnist ikki valstríðið teirra, har teir segdu frá, bæði formaður teirra Jógvan Sundstein og nú- verandi fólkatingslimurin Óli Breckmann og teimum á baki allir hinir, at teir ikki vildu luttaka í donsk- um politikki, teir vildu ikki verða við at leggja byrðar á, og harvið skapa illvilja ímóti feroyskum viðurskiftum, teir vildu taka lut, tå føroysk viður- skifti skuldu viðgerast. Teir skuldu verða tann føroyska røddin. Sannast må i dag, at hon er tagnað. Tad, sum hendir ferå eftir ferð, er, at fólkaflokk- urin gloymir tað teir hava sagt og skrivað, og tá teir so eru valdir, gera teir tað, sum tænir teimum væl- bjargaðu. Nú bórust tíðindini úr Danmark, at danska fíggj- arlógin verður samtykt við hjálp frá Óla Breck- mann, ein fíggjarlóg, sum kemur at raka arbeiðsleys og sosialt veik í Danmark, men hvat sakar tað slíkum garpum, bert teir í heilag- um navni halda javnaðar- flokkin frá ávirkan. Atkveður tykkara til fólkaflokkin til fólkatings- valið eru nú við at knekta gomul, sjúk og arbeiðsleys í Danmark. Og tit eru væl ikki so bláoygd, at tit halda, at hetta bara verður galdandi fyri Danmark, hetta kemur so sanniliga at raka Feroyar. Niður- skurður á donsku fíggjar- lógini rakar eins væl tað føroyska samfelagið upp á so mangar mátar, hetta má tann føroyski veljarin gera sær greitt, áðrenn valið 8. november. Tilsegn fólkafloksins og sambandsfloksins, um at atkveða fyri niðurskuri á donsku fíggjarlógini, kemur at raka sjúkrahús- verkið í Føroyum, at raka tær sosialu veitingarnar til Feroya. Hetta nervar ikki hesar garpar, men tað rakar gomul og sjúk. Við fólkaflokkinum sum odda- fiski og við Óla og Jógvani sum stavnamonnum, má tann vanligi skattgjald- arin gera sær greitt, at hann má gjalda meira, fyri at samfelagið kann tokk- ast teimum sum við av- skrivingum einki gjalda. Bygdirnar mugu samstundis gera sær greitt, at tað vil fara ein steðug centralisering fram, soleiðis, at útjaðar- ekini í framtíðini verða av- toftað til fyrimunar fyri tað, midstadarøkid. Og sum so seinri kemur sum blokktilskot úr Danmark, og sum verandi samgonga er samd um, verður alt lagt å einum øki. Tad eru teir samdir um. Hetta vilja vit ikki góð- taka. Orðhildni fólkafloks- manna á hesum eki eins og eðrum vísir, at áðrenn valið siga teir eitt, fyri Nr. 128 — 1. november 1984 aftaná valini at gera tað sum tænir teirra áhuga málum. Niðurskurðurin é donsku fíggjarlógini við stuðuli teirra er eitt domi. Tann feroyska reddin é danska fólkatingi hevur mist málið. Sverre Midjord Mon eru tey, ið við tíðini hava fingið spýggjandi vaml fyri skrivingarhátti fólkafloksins í Dagblaðn- um, har so mangur ein hevur staðið fyri skotum fyri líkt og ólíkt »Sosialistiski Royndar- túrurin á Tveroyri< hevur fingið nógva umtalu í Dagblaðnum — og nega- tiva, sjálvandi. Men a propos >Roynd- artúrar<, so hevur fólka- flokkurin havt ein í Vág- um, sum Dagblaðið hevur »gloymt« at sagt frá, og tað er nú spell. Latið okkum líta aftur um bak! Vit minnast ell, hvussu fólkafloksmenn í Vágum klandraðust ta tíðina, Vil- helm Nielsen var legting- maður fyri fólkaflokkin. Á uppstillingarfundum fóru fólkafloksmenn nærum til hendurs fyri og í móti Vilhelmi. Í 1978 sá Svend Áge Politiskur royndartúrur Ellefsen, snúðin, sum hann altid hevur verið, at hann í hesi ósemju kundi gera kvettið, kundi sláa tvær flugur við einum smekki. Hann hugsar sum so: l. Seti eg meg sum stillara fyri sam- bandsflokkin, og sambandsflokkur- in kemur í eina landsstýrissam- gongu, ja so »for- erar< Pauli bróðir mær ein landsstýr- 2. Alment eri eg kendur fyri at vera fólkafloksmaður. Sum stillari fyri sambandsflokkin jarðleggi eg Vil- helm og havi so- statt møguleikan at verða hevuðs- valevni fólkafloks- ins til næsta val. Svend Åge »rakti« báðar flugurnar. Tann fyrra fekk litlan mein, slapp at flúgva víðari. Men seinna flugan steindoyði. Vilhelm merkti ta ísakeldu hond- ina og gav skarvin yvir. Vit eru komin til val- dagin til legtingsvalið 1980. Beint áðrenn val- helini lata upp, skipar Svend Áge saman við fólkaflokkinum fyri val- fundi um borð á »Gilja- nesi<, ið hevði ligið og bíð- að við at lagt til bryggju, fyri at valfundurin skuldi geva tað ætlaða úrsiitið. »Giljanes« man óivað vera stersta, í hvussu er longsta valagn í segu Fer- oya. Veljararnir í Vágum valdu Svend Áge at um- boða Vágoynna. Men tað, ið hevur sermerkt poli- tikkin hjá Svend Áge og fólkaflokkinum, er, at alt, ið er alment og alt alment fyritaksemi skal knúsk- ast. Almennir stovnar og almenn starvsfólk hava verið legd undir bæði eitt og annað. Hava verið van- vird og forfylgd. Ella sagt við eðrum orðum: Starvs- fólkini hjá tí verða gjerd til almenna synda- bukkar, fyri at folkaflokk- urin, saman við sam- bandsflokkinum og GI. sjálvstýrinum, hava fert land okkara út í figgjarligt oføri. Hesi seinastu fyra årini hevur Svend Åge Ellefsen so sanniliga livad og sogið av tí almenna. Ti skal spurningurin verða: Skal Svend Åge og fólkaflokk- urin sleppa so lætt ???? Vit í Vágum siga nei. VIT VELJA JAVNAÐ- ARFLOKKIN, tí royndar- túrur fólkafloksins gjørd- ist alt ov dýrur fyri ikki bert Vágoynna, men fyri alt tað føroyska sam- felagið Sigfríður Olsen Framhald av síðu 7 UTLONDUM. So ræðu- ligt var alt vorðið, tí Javnaðarflokkurin dugdi ikki við peningamálum. Í 1980 sluppu flokkarnir frá teim svertu 1950 árun- um til aftur. >Borgarliga alternativ- ið< gjørdist veruleiki aft- ur. Teir fingu hevi til í fýra ár at »rætta« upp á ta skeivu fíggjargongdina. Úrslitið er, at tær 20.000 kr. í 1980 eru vorðnar til kr. 70.000 í 1984. Ístaðin fyri at minka um skuldina hjá abbanum og nyføding- inum, so trífaldaðu teir hana. Reallønin, sum vaks meðan Javnaðarflokkurin ráddi fyri borgum, hon minkaði aftur, meðan teir borgarligu ráddu. Skatturin vaks hjá teimum lågløntu og pensiónistunum, Fiskimaðurin og arbeið- arin skuldi ikki longur eiga skipini og virkini. Allur stuðul til skip og virkir skuldu í staðin latast vinum og kenning- um. Vit skuldu koma aftur í myrku fimmtiárini, tá nakrir fáir áttu fram- leiðslutólini. Vilja vit tíðin áðrenn veljarar, at 1958 skal vera fyrimynd fyri okkara komandi samfelag, so velja vit teir borgarligu. Vilja vit veljarar, at tíðin áðrenn 1958 skal vera fyrimynd fyri okkara komandi samfelag, so velja vit teir borgarligu. Men vilja vit aftur framhaldandi framburð í hesum samfelag so VELJA VIT JAVNAD- ARFLOKKIN — ANN- AÐ ALTERNATIV ER IKKI. Veljið lista C. Hans Jergensen