Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 1984síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

se Nr. 128 — 1. november 1984 Er Åge frægari enn Oli Ein må tíanverrið viðganga, at munurin millum tann harðrenda hegrapolitikaran Óla Breckmann og Svend Áge Ellefsen, løgtingsmann í Vágum, er so lítil, at tað er vandafult at velja mannin aftur á ting, skrivar Hans Jørgensen í Miðvági m. a. í hesi greinini. tidindabladid Vit hava hoyrt søgur um Fólkaflokkin undir krign- um og nekur ár aftaná. Hann skuldi vera grúilig- ur. Tað var ikki lukkuligt at hava aðra áskoðan enn teirra. Ja, vit hava enntá hoyrt, at menn vórðu koyrdir av skipi, tí teir valdu annað enn Fólka- flokkin. Ring er at trúgva slík- um, men ålitandi menn siga, at so var Í minari tíð hugsaði eg mær ongantíð Fólkaflokk- in nógv eðrvísi enn hinar, tá tað galt harðræði. Men tey seinnu árini, síðan Óli Breckmann fór at taka lut í politikki, vendi myndin syndarliga skjótt. Tey fyrstu árini segdu teir „penu< fólkafloksmennin- ir tey vælkendu orðini „hatta er bara Oli«. Men nú er tað helst ikki >bara< Óli longur. Fleiri harð- rendir fólkaflokspolitikk- arar trina fram á pallin. Hetta eru typur, sum hava ambitiónir, ti teir hava felt seg fram, hverjum lista frægast mundi vera at vera á. Teir skifta flokk, sum aðrir skifta hosur, bert fyri at koma framat Ein teirra, sum eg ti- verri má samanlíkna við Óla Breckmann, er min góði vinur Áge Ellefsen Hann skifti millum teir borgarligu flokkarnar fyri at finna rettu legirnar, og hann fann tær. Nú situr hann á tingi og talar hart ímóti arbeiðs- loysisstudningi, tí tey, sum ikki arbeiða, hava ikki uppiborið at fáa inn í munnin, sigur hann. Sum um nakar feroy- ingur ynskir at vera arb- eiðsleysur. Hann grínur háðandi at uppskoti um burðarfri, sum um tað skuldi verið Síða 17 foreldur skulu velja ímillum at fáa eitt barn og ansa tí, ella lata vera, ti ráðini vóru ikki til tað Hann spottar mannaveitingar og stend ur við síðuna av Óla Breckmann og finst at, at útreiðslurnar til almanna mál eru ov hegar Sami maður fær fleiri lenir, sum eru dusinvis ferðirnar tað, ein einkja ella pensiónistur fær, og tað beinleiðis sum veiting úr landskassanum. Men hetta vil hann helst ikki kalla almannaveiting Tiverri må eg vidganga, at munurin millum tann harðrenda høgrapolitikk- aran Ola Breckmann og Svend Åge Ellefsen, løg- tingsmann i Vágum, er so lítil, at tað er vandafult at velja mannin aftur á ting. rætt, aí allar al- Hans Jergensen Landsstýrið segði nei til at stuðla Borgini á Sandi og Sólaris í Skopun Borgarliga samgongan — borgarliga alternativið, ið vera skuldi — hevur fert ein miðsavnandi politikk við veldugum ílegum gjøgnum Vuttanlandslán ílegd innflutningsfremj- andi tiltek í og um hevuðs- staðin, men lítið og einki ílagt bygdamennandi til- tekum. Ímóti hesum politikki setir Javnaðarflokkurin ein annan politikk, ein bygdarmenningarpolitikk, sum fevnir um øll eki i Feroyum, og sum hevur sum fremsta stevnumið at tryggja arbeiði til allar vinnuferar hendur, sum skapar útbyggjan av bygdunum, og sum studl- ar mentunar- og trivnaðar- viðurskiftini um alt land- ið. Hjartað í fleiri av bygdum og bygdaøkjum okkara eru flakavirk- ini, men borgarliga lands- stýrið hevur sagt korta- nei til veðhald fyri lánum til smærru og veikaru flakavirkini á bygd. Hetta hava bæði flakavirki Sólaris í Skopun og Flaka- virkið Borgin á Sandi sannað. Hetta vil Javnað- arflokkurin hava broytt Hevuðsgrundarlagið fyri menning bygdanna eigur at vera vinnulig út- bygging av ídnaði, heima- og små-idnadi, av land- búnað, av fiskaaling eins og av fiski- og útróðrar- vinnu og fiskaídnaði á sjógvi og landi annars. Serlig tiltøk eiga at vera sett í verk fyri og í samráð við fólkið á útoyggjum. Í hesum eigur landbún- adurin vinnuligar upp- gávur, og dentur eigur at vera lagdur á at framleiða landbúnaðarverur, sum føroyingar keypa og sum feroysku húsarhaldini nýta. Harvið verður mink- að um innflutningin. Við samráð millum landspolitikarar, komm- unur, stovnar, yrkisfeløg og einstaklingar eigur hes- in politikkur at vera settur i verk. Land og kommunur eiga at ganga á odda við at skapa fortreytirnar, gera kanningarnar Hesin politikkur verður sum frálíður at minka um fólkaflytingina til hevuðs- staðin frá bygdunum — verður at minka um mið- savnanina í Feroyum. Ein bygdamennandi javnaðar- politikk móti miðsavnan. Veljarar, sum ynskja hendan politikk framdan, veljið Javnaðarflokkin 8 november Birgir Mohr Kovin og sølupolitikkur Eitt av valøgnum fólka- floksins í Vágum til seinasta løgtingsval var konservesvirkið hjá P/f Kovanum í Sandavági. Kovin skuldi arbeiða seg upp, soleiðis at pláss fóru at verða fyri 40—50 arb- eiðsfólkum. Meðan sitandi sam- gonga hevur rátt fyri borgum, hava tílík virkir fingið sera vánaligar semdir vegna orkuleysa politik samgongumanna. Alginatvirkið á Strondum slapp als ikki at royna seg, tí sitandi samgonga hevði ikki álit á teimum, sum vildu royna nakað nýtt og hartil legdu rygg til. Vina- og kenninga- politikkurin hevur alla tíð- ina ligið fremst í huganum hjá sitandi samgongu. Fyri Kovanum í Sanda- vági sær svart út, og spurningurin má vera, um tað sama skal henda við hesum virki, sum hendi við alginatvirkinum á Strondum. Eisini mega vit spyrja legtingsmenn- inar Ivan Johannesen og Svend Age Ellefsen, hvat teir hava gjert, fyri at Kovanum skal verða liv lagað. Báðir hava teir sitið í samgonguni, og kundu har gjert sínar ávirkanir galdandi, um viljin var til staðar. Í ellum forum skuldi ein trúð, at Áge fór at gera nakað munagott fyri arbeiðsfólkið í Sanda- vági. Age hevur í hvussu so er einaferð alment víst styrki sína hesi fýra árini. Tað var, tá talan var um rækjuloyvi til sín sjálvan, og hótti hann tá við at slíta samgonguna, um ikki nevnda loyvið varð givið. Hevði Áge havt víst sama vilja og styrki mót- vegis selupolitikkinum, so hevði staðið væl til við Kovanum í dag. Men her røkka áhugamálini ikki — ella gera tey???? Javnadarflokkurin góð- tekur als ikki nåverandi sølupolitikk, sum fólka- flokkurin og Dagblaðið lovprísa, og sum er við til at taka grundarlagið und- an Kovanum. Javnaðarflokkurin vil broyta selupoiitikkin, sum m. a. ber í sær, at 40—50 arbeiðspláss verða bjarg- að í Sandavági, og tí er tað heilt natúrligt, at vit velja javnaðarflokkin 8. november. Sigfríður Olsen Q | | DANICA — køkurin | P/f HELLA Tórfinsgeta 41 Tif 16477 Box 351 3800 Tórshavn KJARTAN DALSGAARD TRYGGINGAR UMBODS STOVA HOYDALSVEGUR 6 TLF 1 5222 HEIMA TLF 1 2940 Klinisk tandtekniker Henny Jacobsen Dr. Jacobsensgeta 11 Konsl. frá kl. 9-16 ” Tlf. 14796 Bil til valstaðið Javnaðarveljarar í Vágum, skulu tit hava bil til valstaðið, ringið: Miðvágur: 32 917 32 318 32 728 32 054 Sørvågur: 32 244 32 233 32 082 32878 Sandavågur: 32 452 32500 32 867 32468 Inna Nattestad Hans Jørgensen Tummas Hans Gaardlykke Georg Hansen Eyðun Thomassen Esbern Joensen Súni Johansen Bjarni Góðadal Agga Thomassen Aron Strømsten Gardar Joensen Eivind Johannesen Vága Javnaðarfelag