Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 3. november 1984 tíðindablaðið EN 1 rin Sida 7 Sandoyingar Tianverri var eg imillum teirra, ið nýtti longri talu- tíð í útvarpinum enn mær var tillutað og mátti so- statt nakað skarvast av aftur. Millum annað nakað av tí, eg segði um siglingina hjá Smyrli til Sands. Mín tanki var, at tá Smyril var liðugur at lossa á Sandi, kundi hann, ístað- in fyri at liggja og bíða til kl. 15.30, heldur siglt til Suðuroyar og inn á Sandi á veg norður aftur. Sostatt fingu vit bein- leiðis samband ímillum Suðuroynna og Sand- oynna — til gagns fyri báðar partar. Hetta var tíanverri klipt burturímillum. Hesar reglur bert fyri at 8 eingin misskiljing skal vera. Henrik Old Fyrispurningur til valevnini í Eysturoy Heilsuverkið skal út- byggjast. Hetta siga flest- allir flokkar — ikki minst uppundir val. Ivi skal ikki vera um, at onkrir meina hetta meira enn aðrir. Sum skilst, so er neku- lunda semja um útbyggj- an av heilsumiðsteðunum kring landið. Hjá okkum eysturoyingum er talan um steð í Fuglafirði vest- an- og eystantil á Skála- fjorðinum umframt við Sundalagið. Spurningur mín skal vera: Hevði tað ikki verið bæði rættari og rímiligari at bygt rættiligt sjúkra- hús í oynni? Millum Fjarða hevði verið hóskandi og hevur hetta mær kunnugt veriið frammi áður. Helst hevði hetta verið eins ódýrt sum allar læknamiðsteðirnar, tá hesar eru so frægt útbún- ar, at tær lúka nútíðar krev. Hegligari hevði tað eisini verið hjá okkum øll- um eysturoyingum at kunnað verið viðgjerdir í oynni — ikki minst hjá teimum, sum í hesum sparitíðum verða viðgjerd sokalla »ambulant«. Tit valevni okkara, latið okkum frætta, hvat tit halda um hetta. Viggo Holm, Skála A—A|AA—A—Á—— Fiskaprísirnir Vit hava nú gjøgnum longri tíð bæði í útvarpi og bleðum, serliga Dimmu, fingið at vita hvussu væl stendur til her í Feroyum. Als ongar kreppur, men tað man neyvan hava verið stærri kreppa enn nú. Men hver skal gjalda kreppuna — jú bert ein partur av fólkinum og tað er fiskimaðurin. Men hví skulu ikki øll taka lut í kreppuni, sum Pauli og hansara menn hava komið okkum útí. Hví bara fiskimaðurin. Hetta er satt at siga legið, tá lenir á landi fara upp, meðan fiskimaðurin eftir fáum degum kann setast niður við 20-40 tús. um árið. So kann hasin Pauli for- telja hvussu væl stendur til. Trúgv tann, ið trúgva vil, men geri tað ikki. Tú P.E., tú mást ikki trúgva, at vit ell eru býtt og ikki fyljga við eitt sindur. Tú manst fara at fáa svar 8. november, tí tá eru tað vit, ið ráða. Míni ráð skulu vera tey; latið sambandsflokkin standa uttanfyri, tí so leingi sambandið ræður fyri borgum skal fiski- mað-urin verða við sviðið soð. Men fiskimenn, latið okkum standa saman og slåa fast, at fiskaprisirnir ikki skulu fara niðurum, tað teir vóru 1. okt. Vit hava ikki ráð at missa meira, tí so fara vit á húsagang. Vit ivast ikki i, at tað er tað hetta sitandi lands- stýrið vil, men míni ráð til tykkum fiskimenn skulu vera, latið ikki hesar menninar koma aftur til ræðið, ti tá vita vit, hvat vit enda — og tað er fallit. fiskimaður Skulu Pauli og Oli aftur valda? Fjerðurin er rógvin. Fýra ár eru liðin, síðan Pauli Ellefsen stóð fram og for- taldi Feroya fólki, hvussu hann vildi gjørt, um hann var skipari á skútuni Feroyar. Hesin fantasturin — al- ternativið til Atla Dam, gjørdist ikki annað enn ein sekunda vera. Farið, sum róði fjørdin, gjørdist ein floksbátur, bræddur í annað borð og hvítur í hitt. Innanborða vóru nógvir av slagnum sum Hegni Nev, Rógvi Skel og Hålvdan Ulvsson, men har var eingin Sjúrður við Gellingará, og kom hetta at gerast teirra mein. Tað, ið áður líktist fólki, hevur bert sitið og nikkað. Teir hava ongantíð torað, sum sum Sjúrður á sinni, at víst seg sum mann. Tverturimóti eru hesir, sum ein fyrr metti sum hampafólk, drigin við upp í hesa Ellefsensku- Breckmans tragediuna. Her hava bert verið orð og ongar gerðir. Eru mál av týdningi komin fyri hjá Paula E. og hansara sam- gongu, eru tey aloftast út- sett, ti antin hava menn klandrast um bitan, ella eisini hata teir ikki torað at tikið nakra avgerð. Demini eru mong: stjórastarv á sjónvarpi, sjúkrahús og studenta- skúli og ráðaloysi um orkumál, siglingarmál, brennistøå og plasering av studentaskúla inni á Eyst- uroynni. Í jan. 81 hevði eg bræv í Sosialinum, ið bar setn- ingin: >Legmaður ert tú, men legmaður verður tú ongantíð<. Ikki ivadist eg tá, at eg hevði rætt í min- um spádómi, men at eg var so nær ti, sum fór at verða fýra ár seinni, tað vardi meg ikki. Men hvat kundi tú annað vænta av hesum manni. Ein maður — enntá legmaður, ið sær tað sum eitt avreksverk at forarga og øsa sinar mót- stødumenn. Sanniliga løg- maður av navni, men ikki av gagni. Men rætt skal vera rætt. Pauli E. hevur ikki verið ringasta klintin í hesum akrinum. Óli Breckmann hevur sanni- liga ikki ligið á teirri latu síðuni. Hansara terror- framferð hevur verið so fullborin, at sjálvt fólk, sum hava staðið fólka- flokkinum nærmast, í dag øtast og taka seg aftur úr hesum skara. Her hevur av rettum verið gingið fram eftir uppskriftini um, at «hensigten helliger midlerne«, einki hevur verið spart. Hin fyrr so fyrikomandi romantiski ungtjóðveldis- maðurin (enntá organiser- aður), ið seinni fekk heitið „bara Oli«, hamskiftist til tann í dag »berygtada« Ola Breckmann. Hann við teimum andstyggiligu gávunum at spæla upp á tað ónda í menniskjanum Tann naivi verður nýtt- ur, so tað forslær. Ja, sjálvt hin deyða letur hann ikki sleppa i grøvina, uttan fyrst at fáa kroyst tað seinasta av fyrimuni til sín sjálvan. Sjálvandi hin deyði tegir. Hann mótmælir ikki, tá Óli í deyðans trælakóri stendur nakað avparta, eitt etti frá hinum sangarunum og breiðir seg. Jú, mangt verður í neyðini nýtt. Og hver kennir ikki mannin, ið rennur á meti í Ebenezar, tá okkurt er á vási, og síðan seinni situr inni á Kondittarinum og spillur út hesar, ið hann nevnir »babsarnar« Kirkjan kann sjålvandi eisini nytast: tå onnur eru setst, kemur hann slóð- andi inn eftir gólvinum, hver skal siga: >Síggja tit ikki meg<. Á jú, mangt kann Harrans orð og hús nýtast til. Tú átti ikki at komið tær! Men sum eg byrjaði Sjálvt teir á hægstu tind- um innan fólkaflokkin eru nú farnir at taka seg aftur frå Ola. Á arbeidsplåssum hoyrast eisini røddir, sum áður hálovaðu honum, nú at taka avstand frá stavnamanninum Men eg sigi tað kemur tann dagur, tá fólkafloksfólk av skomm ikki fara at við- ganga, at tey valdu Ola Breckmann. Tey fara tá at tiga, tá talað verður um henda mann. Fyri seg sjáli fara tey at siga: „Jú, sjálvt eg var so bláoygdur og læt meg brúka av hon- tykkum, egin um« Eg takki minum skap- ara fyri, at hesin maður býr í okkara litla Feroya landi, ti hverja vanlukku kundi hann ikki gjert, búði hann eitt nú í Týsk landi ella í Ísrael Ikki vóru hetta tespilig orð, men nakni veruleikin er mangan beiskur eg etist eisini Skulu vit hava slíkt fólk sum hesar báðar Paula Ellefsen og Óla Breckmann aftur at valda í Feroyum, ella fara vit at lita móti ljósari tíðum. Hetta fert tú at avgera hósdagin 8. november Jallur Atli ella hurlivasi Nú hava allir feroyingar fingið avrokningar fyri borgarliga siglingartúrin síðstu fýra árini. 1. Uttanlandsskuldin uppá 3100 mill. kr. a) Skuldin er 62% av brottutj6darinntøkuni b) Hvørt mansbarn er skuldarbundið við 72.000 kr. í almennari skuld (barnið í vegguni eins væl og oldingurin), ella øll vinnufør við 160.000 kr. í part. 2. Undirskot á handils- javnanum uppá 630 mill. kr. 3. Gjaldsjavnahall 700 mill. kr. 4. Reallønarlækking síðstu fýra árini uppá 25-30 % 5. Stórar hækkingar í tolli og avgjøldum 6. Stórar hækkingar i skatti 7. Og ringast av øllum, eitt uppsteðgað samfel- ag, har nekur hava ov nógv og tey flestu ov lítið. uppá Flestu landsins íbúgvar eru komnir fíggjarliga á knøini eftir hendan liber- ala siglingartúr, av av- gjøldum og skuld til hitt almenna ! Er so nakar meguleiki at koma fíggjarliga aftur á føtur? Svarið er ju, tó bert ein, Atli Dam og javnaðar- flokkurin, saman við tí raska fólki, sum her býr. Atli hevur víst skil, hegni, dirvi og samar- beiðsevni at stýra fer- oyska samfelagsskutuni, bæði í góðum og trongum tíðum saman við einari loyalari floksmanning aftan fyri seg, hugsi um sjeytiárini og tann fram- burð, ið har var, hóast kreppur og vinnuligar um- leggingar av ymiskum slag. Hesin maður og hes- in flokkur er einasta borg- an fyri, atFeroyar ikki fara á húsagang, at fram- burður aftur kemur í sam- felagið alt, samstundis sum avlopið verður býtt soleiðis, at vanligi borg- arin fær sín part av sam- felagságóðanum og soleið- is aftur kann liva eitt manssemiligt lív Góðu veljarar; steðgið á, hugsið um steðuna og framtíðina, ikki minst hjá teimum ungu og bernum tykkara, áðrenn tit fara á val 8. november at velja menn á ting, sum vilja føra Føroyar út av eggini. Góðu veljarar, gloymið politiska litin hesaferð, tí nú er vandi á ferð, farið á val og setið ein sterkan javnaðarflokk á ting. Truðult hevur mangan verið hjá fleiri enn okk- um, men ofta hevur ein maður verið, sum hevur kunnað tikið um endan, vit minnast t. d. Stauning, Roosevelt, Churchill og Adenauer. Eisini okkara land eigur mannin, sum kann bjarga Feroyum undan vanlukk- uni; gevið manninum og flokkinum álit 8. novem- ber, tí tað er komið hartil, Atla ella kaos! Veljari P.S. Suðuroy ingar, á tykk- um hevur altíð stersta á- byrgdin hvílt, soleiðis eis- ini nú. Tit eru teir einastu, sum beinleiðis kunnu velja Atla. Velja hann manniliga á ting, tá stuðla tit landið og framtíðina !