Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ósannindi Palla Jacobsens um valevni javnaðarfloksins í Vagi Á politiskum fundi í Sumba segði valevni fólkaflkoksins Palli Jacob- sen, at havnarmaður sum Henrik Old, valevni javn- aðarfloksins í Vági, mátti ikki veljast á ting fyri suðringar. Men eg kann fortelja Palla Jacobsen, at Henrik Old er skattaborgari í Vági og enntá nógv tann stersti skattgjaldarin í ikki so fá ár. Hvenn skatt, tú sjálvur hevur, leggi eg ikki í at vita, eins lítið sum tú manst hava áhuga fyri at eisini hetta varð al- mannakunngjørt. Men sambært politik fólka- floksmanna snýr tað seg enn sum fyrr einamest um at fáa hini at gjalda. Er tú smettin frægari, so mást tú prógva hetta. At tú nú kennir teg heima ímillum teirra, sum fremsta mál hava at kúga fiski- og verkamanna- fjøldina, undrar ongan. Men svangligt verður at vænta, at rikmannamol- arnir av tínum borði fara at metta nakran uttan fyri tína stætt. Bert grenj er lítið upp- byggjandi. Nei, vágbingar vita, hvat teir gera. Eisini vita teir, at als onki er at takka fólkaflokkinum fyri. Enn betur vita teir, at einasti flokkur her á landi, sum hevur til politiska stevnu beinleiðis at forkoma øll- um arbeidarafeløgum eins og ti sindri av »forståilsi«, ið kanska enn er ímillum onkran arbeiðsgevara og verkafólk, er tín flokkur, sokallaði vinnulivsflokk- urin. Vágbingar hava álit á Henrik Old. Hetta kann tú ikki reingja, líkamikið hverji ósannindi tú kemur við. At hetta er so, prógv- ar best, at annar flokkur, nevnliga tjóðveldisflokk- urin, sum longu hevur »forlovad« seg til nýtt sjálvstýrislandsstýri við tykkum á odda, í 14. sept. slongdi út somu ósann- indi. So tað skilst á ellum brøgdum, at væl er talað saman millum trælkararn- ar, ti neyvan er tað av til- vild, at skitnu vápnini, hesir báðir flokkar hava sýnt mótvegis álitismann- inum Henrik Old, sum tit eyðsýnliga eru so bebba- ræddir fyri, eru so sam- skipað. Skulu vit suðringar vissa okkum legmann, skulu vit suðringar vissa okkum landsstýri, sum aftur fer til verka ellum landinum og ikki bert nekrum fáum at frama, so seta vit triggjar javnaðar- menn úr Suðuroynni á ting. Vit Vágbingar velja javnaðarflokkin, vit velja henda siðiliga skilamann- in, skiparan og fiskimann- in Henrik Old. Vit velja tann mann í bygdini, sum ikki hevur lygisegur fólkafloks- og tjóðveldismanna fyri neyð- ini fyri at vera okkum »verdugt« umboð á tingi. Farið tí á val og at- kveðið fyri semiligheit í Vági og Suðuroy, veljið lista C, veljið Henrik Old. Javnaðarveljari í Vági SEES Kvinnur Hoyrdu til sambands- mannin í útvarpinum mikukveldið 31.10 og framburðsmannin í Norð- urlandahúsinum mána- kveldið 29.10 framfera hvussu tykkara framtíð skal síggja út. Sambandsmaðurin segði „Verðið verandi heima, titi sum eru har, og tit sum eru úti í arbeiði, gjaldið skattalættan hjá monnum teirra.« Nakað tað sama segði framburðsmaðurin í Norð- urlandahúsinum, men hansara tala varð betur innpakkað og so legði hann afturat at niðursett arbeiðstíð er tað besta fyri kvinnurnar (innforstaðið ikki fyri menn). Hví eru teir so ágrítnir eftir at ráða yvir okkum kvinnum. . Teir brúka bernini sum umbering fyri at halda okkum heima, væl valt ! Hvussu hevdu hesum monnum dámt, at kvinn- urnar brúkti bernini sum umbering fyri at hildið teir heima. „Sig stjórastarvið frá tær ag far i gryturnar«. Fyri tad fyrsta høvdu teir ikki tikid teg fyri fult, kanska rópt teg reyðsokk ella eina samreðu við Árna Olsen um nú alt er í lagi har uppi í hevdinum hjá tær. Nei sambandsmenn og framburðsmenn fáa ikki mín X. ID virknir bendur úti um landið, sum koma við ein- um hópi av mjólk, og tú veit væl, at alt summarið igjøgnum kemur tangabil- ur uppá land í Skopun, sum koyrir runt oynna og forir mjólkina til Havnar. Nakað annað er tað, at hevdu beinini ikki verið sligin undan bóndanum á Skarvanesi, so hann noyddist at drepa øll síni neyt, og ein stórur partur av mjólkini hjá Skúvoy- ingum verið stoyttur í havið, so kundi gott verið meiri mjólk at fert til Havnar. Til Eyðun Viderø At tú skal fáa teg til at siga, at skattalógin virkar væl, tað man vera fyri tín egna legtingsbúk, tú sigur slíkt. Arbeiði títt ér í Sparikassanum, har len mín gongur igjøgnum og har tú ferð eftir ferð hevur sagt, at tað kann ikki vera rætt, at eg gjaldi so nógv- an skatt. Í einum feri blivu tiknar 3.500 kr. ov nógv frá mær í skatti, uttan at eg havi fingið eitt oyra aftur. Hvat er tað fyri ein skattalóg, sum ikki hevur Síða 8 tíðindablaðið SOSÍ T rin Nr. 129 — 3. november 1984 heimild til at rætta slik mistøk. Víðari reypar tú av, at tit hava ikki pening standandi, men seta hann i fløgur, ja tad er gamani at seta pening, ella eitt spýtt av peningi í iløgur, og síðani oysa við spann upp úr aftur landskass- anum, fyri slíkar menn fungerar skattalógin væl. Men fyri meg og mínar líkar, sum altíð hava roynt, og sum royna at svara hverjum sítt, fung- erar hon stak illa. Sólvit Uppskotsrån Ova Mikkelsens Hin 3. okt. skrivar Ove Mikkelsen í l4anda mill- um annað, at tað er tjóð- veldisflokkinum fyri at takka, at vit hava minstu- løn og lønjavningargrunn- in. Nei Ove, les Tingtid- indi, so sæst, at hesi bædi uppskot vóru samtykt, áðrenn tjóðveldisflokkurin var føddur politiskt, og at javnaðarflokkurin átti hesi bæði uppskotini. Eisini skrivar Ovi, at fólkapensiónin er íkki nakað javnaðarpatent. Men her veit fólkið betur. Spyr tey bara, tí ell vita tey, at heiðurin fyri hetta frálíka tiltak átti javnadarflokkurin við Pet- ur Mohr Dam, sála, á odda. Veruleikin er tann um tjóðveldisflokkin og fólka- pensiónina, at tjóðveldis- flokkurin heldur enn sam- starv við tann flokk, sum hóast hetta tverrandi samstarv fekk fólkapen- siónina í lag, fekk sær andstødusess saman við líkasinnaðu fólkafloks- monnunum, sum um land- ið alt undan valinum í 58 geylaðu fólk í erviti við pástandinum um, at kom fólkapensiónin og aðrir fyri javnaðarflokkin sjálv- sagdir batar fyri tey illa ————wi fh Sólvit svarar john Petersen og E. Viderø Eg kann ikki lata vera vid at taka pennin i hond, sjålvt um tad bydur mær ímóti viðvíkjandi polit- ikki. John Petersen stígur fram í ungmannahúsinum fyri opnari mikrofon við aftursvari til Vilhelm Jo- hannesen, Klaksvík. Tað er ikki aftursvarið til hansara, sum plágar meg, men tað, sum eg eri bilsin yvir, er, hvussu lætt tú gongur um sannleikan. Hvat, ið gjaldið er fyri fraktbilarnar her í oynni, veit eg ikki og leggi eg heldur ikki so nógv í at vita tað. Men tá ið tú sigur, at fraktbilarnir í Sandoynni koyra hvert viðsprek í Sandoynni, so mátti tú eisini sagt hvat ið inntek- urnar eru fyri tað. »John«, tú veit væl, at her á Sandi er timburhandil, sum hev- ur bil, og sum koyrir við góðari service, dagliga runt oynna, eisini veitst tú, at tá ið tey sterru skip- ini leggja timburlastir, cement o.a. upp her á Sandi, verður tað koyrt við privatbilum, og er tað ikki lítið, tínir egnu bilar koyra bæði til havna- gerðir, húsabygging o.t. Víðari ferir túr fram, at hesir fraktbilar koyra hvenn mjólkadropa, sum verður drukkin i Føroyum, er tað matildu- mjólk tú meinar við? Eg veit væl, at vit hava virkn- ar bendur í Sandoynni, sum framleiða nógva mjólk, men tað eru jú aðrir so mistu vit loysingina. Henda loysing teirra fáu vælbjargaðu lá eisini tá fremri í huga tjóðveldis- manna enn vælferð fer- oyinga. Og at tjóðveldisflokkur- in enn, saman við fólka- flokkinum, setir tjóð- skaparliga »frælsid« teirra fáu fram um alt annað, eisini livilikindi føroyinga, tad veri seg undan ella aftan å loysingina, skal ongin ivast i. Nei, Ovi, uttan mun til hvussu ræddur tú ert fyri Hergeir, nýt so blankari vápn enn hesi, tí eisini tú veit, hverjir fingu hesar samfelagsbar í lag. Tú veit, at hetta var treyt javnaðarfloksins fyri at fara í samgongu aftan á valið í 58. Uttan mun til , hvussu stuttmint fólk kann vera, so minnast vit suðringar við tekk teir javnaðar- menn, sum her gingu undan. Við eins stórari ótekk minnast vit tjóðveldis- flokkin, sum saman við harraflokki sínum, fólka- flokkinum, tá heldur sett- ist at meyla um >sjálv- stýri teirra fåu«, enn at hjálpa føroyinginum úr armóðssteðuni, sum javn- aðarflokkurin bæði vinnu- liga og sosialt haraftur- móti megnaði. Fyri kortum var á tingi samtykt uppskot javnað- arfloksins um minstulen til útróðrarmenn. Eisini hesum vilja tit taka tykk- um heiðurin av, men hesin er ikki tykkara. Ti høvdu tit ikki óttast atkvødumiss, so høvdu tit eisini her fylgt harra- flokkinum, sum sambært sína náttúru íkki væl kundi taka undir við hesi sjálvsegdu skipan. At útróðrarmenn kring alt landið á valdegnum hava javnaðarflokkin í huga, kann tjóðveldis- flokkurin ikki forða fyri. Spell er tað bert, at javnaðarflokkurin vegna national — forfeingiligheit tjóðveldisfloksins, ikki aft- ur kann fáa skilagott sam- ” starv i lag við ta grein tjóðveldisflokkinum, sum hóast alt hevur frægari samfelagslig stevnumið, enn tað harraveldi í flokk- inum, sum í vón um stjórnarsamstarv við flka- flokkin gleiðbeint vil virka við fyri framhaldandi kúg- an av føroyinginum. Harmiligt. Vit javnað- armenn mettu okkum altid at eiga nakað felags við tjóðveldisflokkinum. Henda áskoðan tykist nú at vera rong. Vágbingar og suðringar allir, vilja tit tjóðini væl, vilja tit sonnum fólkafæði hitt besta, so velja tit ein sterkan javnaðarflokk á ting. Vágbingur Millumbylgjusendarin Eitt av teimum mongu málum, sum borgarliga samgongan hevur súlt- að, er tann nýggi millum bylgjusendarin. Vit, sum dagliga hoyra FM-band ið, hugsa ikki altíð um, at ein stórur partur av fólk inum hoyrir als ikki út varpið. Hesi eru sjómenn okkara, sum hóast teir royna vid Føroyar, ikki hava hevi at hoyra út- varpið, orsakað av at millumbylgjusendari út- varpsins er alt ov veikur og í alt ov ringum standi. Andstøduflokkarnir hava fleiri ferð á tingi strongt á landsstýrið fyri at fáa nýggjan sendara, men til fánýtis. Her hevur eingin áhugi og eingin vilji verið tíl stað- ar. Eitt tað fyrsta takið hjá Javnaðarflokkinum, tá hann aftur kemur í landsins leiðslu, verður at bíleggja nýggjan og sterkan millumbyigju- sendara til útvarpið, so teir sjomenn, sum royna rundan um Føroyar, fáa somu sømdir sum aðrir landsmenn.