Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1984síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 3. november 1984 Fólkaflokshetzur ímóti Tummas Arabo Tað stendur nógv á fólka- flokkinum í hesum døg- um. Í fleiri valdomum bera teir ótta fyri at missa sínar tingmenn, eitt nú í Norðstreymoy, har bæði tjóðveldismaðurin og javn- aðarmaðurin eru ein álvarslig hóttan. Men fyri at seta fót fyri einum av hevuðsvalevn- unum hjá javnadarflokk- inum í Norðstreymoy Tummas Arabo, hevur Dagblaðið, málgagn fólka- floksins, nú dulnevndar greinir, har Tummas Arabo verður svínaður til. Víst verður m.a. á, at Tummas Arabo hevur kallað inn til aðalfundar í Dylluni. Umframt mangt annað ósætt. Hesum visir formaðurin í nevndini fyri Dylluna, Helgi Geyti, aftur í einum svari til Dagblaðið. Vit hava eisini biðið Tummas Arabo um eina viðmerking til ta hetz, sum fólkaflokkurin nú forir ímóti honum. Hann sigur: — Tað er jú ikki óvan- ligt fyri fólkaflokkin at brúka slíkan taktikk. Eg kenni tað m. a. frá mini tíð í strandferðsluni. Tá var eg embætismaður, men fekk kortini ikki frið. Fólkaflokspolitikkar- ar jagstraðu ein sum um ein var politikkari, sjálvt um tað var eitt reint tekn- iskt arbeiði, ein gjerdi. Fólkaflokstaktikkin kenna vit eisini heilt væl frá tíðini aftan á kriggið. Og hetta er tað, sum Óli Breckmann nú stendur sum talsmaður fyri Er tað ikki legið, at teir koma við slíkum nú upp undir valið? — Tað er tað als ikki, ti teir eru ræddir, hatta er rætt og slætt ein panikk- reaktión. Hatta er so teirra máti at koyra uppá. og eg roknaði ikki við, at noråstreymoyingar bakka slíkt upp. Ikki tað eg kenni til norðstreymoy- ingar. Annars skilji eg væl, hví Ossur Dam Jacobsen nú er bangin fyri ikki at verða afturvaldur, tí hann » - hevur jú einki gjørt fyri sitt valdomi. Fólk í Norðstreymoy uppest yvir fólkafloksfund ! Øssur Dam Jacobsen til Havnar eftir hjalp fyri at vinna á Arabo — men Tummas Arabo ætlar sær ikk at lúta Fólkafloksmenn brúktu 99% av tíðini á fundi í Kollafirði til at leggja ætlanir um, hvussu teir kunnu forða Tummas Arabo at blíva valdan í tingið Mikukveldið hevði fólkaflokkurin fund í bygdarhúsinum í Kolla- firði fyri fólkafloksáhug- aðum. Sosialurin hevur frætt, at 99% av tíðini á fundinum fór til at greiða fólki frå, at tey máttu ikki atkveða fyri Tummas Arabo. Á fundinum í Kollafirði vóru millum fremstu fólkafloksmenn í landin- um, teirra millum Óli Breckmann. Hann og aðr- ir vóru bodsendir at koma til Norðstreymoy at stuðla tingmanninum Øssur Dam Jacobsen og tryggja honum afturval. Sosialurin hevur tosað við fleiri fólk í Kollafirði, ið eru sera misnegd við, at tingmenn teirra leita sær til Havnar at biðja um hjálp til at taka grundar- lagið undan framfýsnum norðstreymoyingum, ið hoyra til aðrar flokkar. Sosialurin hevur tosað við Tummas Arabo og bið- ið hann um eina viðmerk- ing til henda politiska fundin. Hann sigur, at tað er ógvuliga jánkasligt, at tingmenn í Norðstreymoy skulu leita suður til Havn- ar at biðja um hjálp. — Men tað undrar meg ikki nógv, at Øssur Dam Jacobsen biður um hiålp, serstakliga frá Óla Breck- mann, tí eg havi altíð mett hann sum ein av Óla Breckmanns hollastu stuðlum. Tummas Arabo metir ikki, at norðstreymoy- ingar lata seg ávirka av havnarmonnum og minst av stavnamanninum Óla Breckmann, sum Tummas Arabo heldur als ongan áhuga hevur fyri menning av smábygdunum, sum liggja í Norðstreymoy. — At fólkafloksmenn brúka ein heilan fund at umreða teg, merkir tað ikki, at teir meta ein vanda liggja í tínari upp- stilling ? — Ivaleyst gera teir tað. Tað er bara gott, tí so mugu norðstreymoyingar spíla seg enn meira út og vísa, at í Norðstreymoy eru tað norðstreymoying- ar sum ráða. Síða 13 Rættleiðing til »kollfirding « Í Dagblaðnum 2. november 1984 stendur eitt lesarabræv, ið á ógvuliga ótýdligan hátt viðger P/f Dylluna í Kollafirði. Sum nevndarformaður í felagnum skal eg her koma við nøkrum rættleiðingum : 1. Á nevndarfundi 18.9.1983 varð samtykt at undirritaði og Thomas Arabo skuldi luttaka í eini kanningar ferð til Japan - revideradur roknskapur nevnd og aðalfundi 2. Fullfíggjaður er góðkendur av 3.7.1984. . Aðalfundurin var lógliga lýstur i Dimma- lætting 19. juni — 14. dagar áðrenn aðal- fundin. Eg harmist yvir at málgagn fólkafloksins við skitnum dulnevnisbrevum, oman á so nógv annað roynir at steðga eini útbygging í Kollafirði. Virðingarmest Helgi Geyti Rentubyrðan er ein tann størsti meinbogin hjá ungum, sum skulu setast í búgv. Landsstýrissamgongan hjá sambandinum, fólkaflokkinum og gamla sjálvstýrinum hevur forðað øllum roydum javnaðar- floksins á løgtingi til tess at fáa útlánsrentuna niður. Høga útlánsrentan er orsøkin til at peningastovnarnir hava hálvtfjórðahundrað milliónir í yvirskoti í ár!