Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 3. november 1984 Eitt ljós / á gøtu mini v/ Johs. A. Næs »Vakna, tå sum svevur, og ris upp frå deydum, og tå skal Kristus lysa fyri tær !<(Efes. 5,14). Paulus skrivaði øll brøv síni til trúgvandi menniskju. Soleiðis eru eisini hesi omanfyri standandi orð skrivaði til trúgvandi menn- iskju, men tó bert til tey. Er tað neyðugt at skriva soleiðis til trúgvandi: >Vakna, tú sum svevur!< Jú, annars hevði hann ikki havt skrivað soleiðis. Bæði Bíblian og okkara egnu lívsroyndir vísa okkum skilliga, at trúgvandi menniskju andaliga sæð kunna sovna brátt og skjótt. Lat okkum bert minnast til lærisveinarnar í Getsemane. Teir sovnaðu, sjálvt um Jesus bað teir so mikið um at vaka við sær. Ella lat okkum minnast til brúðarmoyggjarnar. Tær sovnaðu allar, men fimm teirra vórðu bjarg- aðar, tí svevnur teirra ikki var vorðin anda- ligur deyði. Og síðan tá eru nógv Guds bern sovnað. Hitt mest dapra við svevninum er, at ein ikki veit av, nær ið ein sovnar. Soleiðis er við hinum likamliga svevninum. Eingin av okk- um veit í hverji letu vit sovna. Eisini hin andaligi svøvnurin kemur, uttan at vit rætti- liga vita av. Heimurin tóknast menniskjum, syndin tykist teimum sakleys og skaðaleys, benarhaldið verður trekt og navnbundið, og svevnurin hevur soleiðis ljóðleysur snýkt seg inn á tey. Nu eins og tå Getsemane vil nådigi frels- ari okkara vekja sovandi vinir sinar. Hann vil vekja okkum til sjålvroynslu. Eg veri aldri fullærdur i ti at royna meg sjålvan, og eg veit einki gagnligari enn, tå ið eg kann sita í frið saman við royndum Guds bernum og tala um henda partin av kristni- lívinum. Í nekrum fylgjandi lestrum vilja vit tala eitt sindur um hetta. Gudstænastur 20. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: Hans J. Joensen Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre Kirkjubøur: Høgni Poulsen Nólsoy: Axel Torgarð, altargongd Hvalvik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00 Haldarsvik: Jåkup Magnussen Funningur: Emil Olsen kl. 19.00, altargongd Gjógv: Emil Olsen kl. 19.00, altargongd Selatrad: Peter Petersen kl. 12.00, altargongd Fuglafjørdur: Torkil Beder. Talvan gongur fyri kirkjuna Søldarfjørdur: Jåkup Kass kl. 11.00 Klaksvik: Salomon J. Joensen Mikladalur: Niels P. Danielsen, altargongd tíðindablaðið Úr lýsingum Í hverjum blaði eru nógvar lýsingar. Fólk lesa neyvan nakað so gjølla, sum tey lesa lýsingarnar Málið í lýsingum og á uppslegum í krambúðum er mangan vánaligt. Vit skulu minnast til, at tá ið lýst verður, so hugsa tey, sum selja veruna, meira um at selja enn um málbrúkið; men... Eitt lítið orð er orðið at spillir heldur enn gagnar, sum tað nú verður brúkt. ivast vit ikki í; men í nongum førum skulu vit brúka orðið av. Vit hava altið sagt og siga 5 flísar av pylsu og ikki. sum tað stendur í lysingunum: 5 flísar pylsa, 10 kg mjøl. Málbrúkið er danskt. Í málteigum er áður skrivað um orðið við, hvussu skeivt tað orðið verður brúkt í lýsingum og á uppslegum. Við keyp av 6 stólum, fáa tygum tann eina ókeypis. Málbrúkið er danskt. At tað orðið mangan Keypa tygum 6 stólar, fáa tygum ein ókeypis (ella: Fáa tygum ein fyri einki«, skuldi heldur havt staðið í lýsingini. Farin — Brúnt farin. Eitur tað sukurið ikki putursukur á feroyskum? Hví so ikki skriva putursukur ? Á donskum eitur tað farin — brunt farin. St. melis verður okkurt nevnt í lýsingum. Tá ið barnið verður sent at keypa, og mamman sigur: Far og keyp mær ein pakka av sukuri, so man tað vera tað, sum í lýsingini verður nevnt st. melis. St. melis er stedt melis á donskum. Og so hetta beinleiðis danska stk., hóast Danir brúka tað kanska ikki so nógv longur: 2 stk. lambskrov, 5 stk. partabrøv, 3 stk. bógvur. A før- oyskum máli siga vit: 2 lambskrov, 5 partabrøv, 3 bogir. 3 par koppar. 3 koppapør. Vit siga einar hosur, tvinnar hosur, trinnar hos- ur og ikki sum í lýsingum og í uppsløgum: 1 par hosur, 2 par hosur, 3 par hosur. Buksur í bláum og svertum. Hví ikki skriva: Bláar buksur, svartar buksur ? Risajakkaútsela! So segði onkur: Hvussu stórir eru teir risarnir, sum skulu í hasar jakkar- nar? Mong onnur demi eru. Svínoy: Henning Bøgesvang, altargongd Miðvágur: David Johannesen kl. 12.00 Skopun: Jákup R. Hansen kl. 12.00, altargongd Sandvík: Elsa Funding kl. 12.00 Tveroyri: Jónsvein Bech, barnagudstænasta Vágur: Kirkjukonsert við offurgongd, Bjarni Bæk kl. 18.00. Leiti: Bjarni Bæk kl. 12.00, altargongd Í Getu, Elduvík og Leirvík gongur talvan við Guds orðs útbreiðslu. Grenlendsk gudstænasta Í morgin kl. 14.00 verður gudstænasta fyri grenlend- ingar í Argja kirkju. Jens Chr. Chemnitz prædikar. Evangeliska reddin Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte Carlo hoyrist hvert mánakveld kl. 21.45 GMT á millum- bylgju 205 m. (1466 kHz). Mánakveldið 5. nov. talar Rólant í Skorini úr Havn. Evni: »Angur og umvending« Sangur: Ingálvur av Reyni og Midnáttarsangbólkurin Lækna- vaktirnar Tórshavn: Andor Eli 1 ze ; | efsen, tlf. 12233, leyg Alvur av me | ardag og Kåk, tlf 1255 sunnudag Eysturoy: Pól Johs. í Horni, tlf 44038 leygardag og Magnus á Stongunum, tlf | 23006, sunnudag Norðuroyggar: Jaspur Petersen, tlf 56400 Vágar: TIf. 32413 Suðuroy (norður): TIf. 71560 Suðuroy (suður): TIf. 73030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00-14.00. TIf 14544. eee KJARTAN DALSGAARD TRYGGINGAR UMBODS STOVA HOYDALSVEGUR 6, TLF 1 5222 HEIMA TLF 1 2940 Fylg við, hvat hendir Henny Jacobsen Dr. Jacobsensgeta 11 Konsl. frá kl. 9-16 ” Tlf. 14796 F er at fara yvirum bert undir gg grenum ljósi 23. oktober fingu Elna og Óli Hans Biskopste, Klaksvík, ein son. 24. oktober fingu Hel- ena og Eilif Olsen, Viðareiði, ein son. 26. oktober fingu Elly og Tummas Jacob á Legmansbe, Miðvági, ein son. 26. oktober fingu Katrin og Petur í Króki, Strendur, eina dóttur. 27. oktober fingu Anna og Jenis av Rana, Klaksvík, ein son. 27. oktober fingu Wenche og Birgir Enni, Miðvágur, eina dóttur. 27. oktober fingu Sigrun og Sigurd Andreasen, Årgir, ein son. 28. oktober fingu Hjerdis Djurhuus og Rógvi Thomsen, Tórshavn, eina dóttur. 28. oktober fingu El- isabeth Ziska og Jón Jacobsen, Klaksvík, ein son. 29. oktober fingu Jos- fryd og Bjarni Daniel- sen, Seldarfjerður, ein son. 30. oktober fingu Poula og John Johan- sen, Eiði, eina dóttur. 30. oktober fingu Annemi og Maggi Ol- sen, Rituvík, ein son. 31. oktober fingu Hanna Malan og Anker Bjartalid, Klaksvik, ein son. 1. november fingu Malan og Tórður Gudmundsen, Sanda- vági, eina dóttur.