leygardagur 3. november 1984síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 129 — 3. november 1984
tíðindablaðið
Sverre Midjord, valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy, skrivar
Landsstýrismenn
Fólkafloksins fara
lætt um sannleikan
Á fíggjarnevndarfundi nú
um dagarnar var umsókn
um stuðulslán til Reynsa-
tind til viðgerðar. Tit
minnast øll, at sjálvur løg-
maður — hann við teimum
krystallkláru loysnunum,
hann við patent uppá ell
vinnulig tiltøk — segði i
sínari legmansreðu, at
Reynsatindur var eitt av
teimum sunnu tiltøkum,
sum komu at geva aftur
tað, sum sett var til.
Gamaní, ell kunnu mis-
taka seg, so nú er umsókn
vidgjørd um kreppulán til
Reynsatind.
Í samband við hesa við-
gerð, varð spurt eftir, um
samtyktin viðvíkjandi
Giljanesi var fylgd, og
hvussu hon royndist.
Samtyktin fyri at geva
kreppulán til Giljanes var,
at landsstýrið skuldi velja
eitt umboð í nevndina fyri
Giljanes.
Undir viðgerðini av
stuðuli til NORRONU
spurdi eg å seinasta løg-
tingsfundi, hvør var vald-
ur sum umboð i Giljanesi.
Annfinn Kallsberg, lands-
styrismadur, svaradi, at
umboðið var valt, og at
legtingið skuldi fáa at
vita, hver tað var, áðrenn
tingið fór heim. Tað kom
eimki navn fram, áðrenn
tingið fór heim. Og nú
upplýsir legtingsmaðurin
og stjórin í Giljanesi,
Svend Áge Ellefsen, at
eingin er valdur, og sjálvt
um hann hevur biðið um
at fáa at vita um hetta
mál, er einki svar komið.
Um stuðulslánið er út-
goldið, so er hetta gjert
ímóti samtykt legtings-
ins. Hvat sigur legmaður
til hetta? Tað er so í
hvussu so er krystallklárt
móti samtyktini hjá Før-
oya legtingi.
Á veljarafundi á Tver-
oyri segði Páll Vang lands-
stýrismaður uppí spurn-
ing um posthús á Tver-
oyri: At Feroya landsstýri
hevði ikki fingið svar frå
Tveroyarar býráð um um-
sókn teirra um loyvi at
byggja posthus á Tvør-
oyri.
Harra legmaður, nær
hevur Feroya landsstýri
sent umsókn um byggi-
loyvi til posthús á Tver-
oyri?
Tað er av avgjørdum
týdningi, at legmaður
svarar hesum spurningi.
Tí mær og býráðslimum á
Tveroyri fyriliggur tað
eingin umsókn av slíkum
slag.
Tað sum fyriliggur er, at
Fa. N. J. Mortensen ella
kanska stjórin í hesari
fyriteku hevur ætlanir um
byggjan av einum mið-
staðarhúsi líkt S.M.S. í
Tórshavn.
Og her er so ætlanin hjá
N. J. Mortesen, at post-
húsið og Feroya Banki og
aðrir stovnar skulu leiga
frá honum.
Páll Vang segði ósatt á
veljarafundi í Trongis-
vági, men hann avdúkaði
av óvart, at tað um um-
sókn frá N. J. Mortensen,
Síða 17
er tað sama sum frá lands-
stýrinum, og at Feroya
landsstýri er stýrt av kap-
italinum í Feroyum, og
ikki av teimum av veljar-
unum valdu persónum.
Gott at vit fingu at vita
hetta í seinastu letu.
Og svar legmans er
væntað við áhuga og
spenningi.
Sverre Midjord
I ———————————————
Teir bera brenni
til Fólkaflokkin
Tað er ikki smávegis, sum
Fólkafloksvongurin í Sam-
bandsflokkinum ger um
seg í hesum degum í
gomlu Dimmu. Og sum
altið hjá hesum monnum,
so er tað Javnaðarflokkur-
in, ið stendur fyri skotum.
Teir kunnu ikki annað, tí í
teirra verð er Javnaðar-
flokkurin einasti múót-
stødupartur teirra.
Dúgliga verður víst á
hvussu Javnaðarflokkurin
skal vera broyttur við síni
nýggju leiðslu. Víst verð-
ur á, at Javnaðarflokkurin
miðar imoti loysingini, og
so framvegis. Hóast at
teir vita við vissu, at ríkis-
felagsskapurin er tryggj-
aður við Javnaðarflokk-
inum.
Eisini er at siga, at
Javnaðarflokkurin broyt-
ist ikki fyri tað, um fólka-
floksvongur sambandsins
roynir at mana fram hesa
myndina.
Annars eru vit nú so
von við hesa skriving:
Hetta er sama plåtan,
sum spæld hevur verið
hesi seinastu tíggju árini.
Vit, sum sitið hava í
samgongu við Fólkaflokk-
inum í seks ár, hugsaðu og
vónaðu, at Sambands-
flokkurin = var vorðin
troyttur av sínum sam-
gongupartnara.
Men i ellum teimum
greinum, sum Fólkafloks-
vongurin skrivar, kemur
týðiliga til sjóndar, at teir
fegnir vilja halda fram í
samgongu við Fólkaflokk-
inum. »Lige børn leger
bedst«
Sjonligt er, at høgra
vendi vongur sambands
ins vil fyri alt í verðini
hava hesa samgongu at
halda fram. Sum rimiligt
er, ti tað er fólkafloks-
politikk, ið hesir vilja reka
saman við leiðara teirra,
og tað hevur eydnast í fult
mát at leggja byrðarnar á
hini lægst lentu í sam-
felagnum.
Í ársfrágreiðingini frá
Feroya Landsstýri stend-
ur á síðu 163, at keypi-
orkan er mest fallin hjá
arbeiðsfólki. Hetta hevur
staðið við ell árini, sum
henda samgongan hevur
sitið við ræðið. Ein týðilig
fråsøgn um, at tey lægst
lentu bera byrðarnar i
dag
Ti er inntøkan munin
ódrúgvari hjá arbeiðsfólki
enn bert fyri fyra árum
síðani. Tað, at lenin
lækkar hjá hesari stætt,
ger, at bæði megu út í
vinnu
Tað tykist sum hóvligi
vongurin í Sambands-
flokkinum fær ikki orðið
fyri seg, men hevur givið
skarvin yvir
Neyvan hevði hetta
frøtt tær gomlu hóvligu
sambandshetjurnar, at
Sambandsfloksins orka
verður brúkt til at bera
brfenni til Fólkaflokkin
Hetta gerst tú við, um
tú velur hesar báðar, líka
mikið hvønn. Ti fer at
kveða tin best til Javnað
arflokkir
Jergen Thomsen
8 26 í ferðslulógini sigurm.a.:
Kemur tú uppí
ferðsluóhapp
hevur tú skyldu at:
8 — veita meiddum hjálp
8 — boða løgregluni frá
ferðsluóhappinum
$ — taka lut í tiltøkum
sum tryggja ferðsluna
$ — fáa ferðslutalvur og aðra
merking í rættlag aftur
Hesar skyldur hava bæði sek og ósek.
RAÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD i £ k