leygardagur 3. november 1984síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Føroyingar fingu
tíðindablaðið
sjålvstødugan limaskap
Upplýsingarfelagsskapur
Verkamanna hevur nú
fingið sjålvstødugan lima-
skap i ABF, norður-
lendska upplýsingarfel-
agsskapinum hjå arbeid-
ararørsluni.
Ársfundurin hjá ABF,
sum varð hildin fyrr í
vikuni í býnum Karis í
Finnlandi, at geva føroy-
ingum sjálvsteðugan lima-
skap á jevnum feti við
hini norðurlondini.
Ingeborg Vinther, for-
maður í Upplýsingarfel-
agsskapi Verkame na, var
við á fundinum. Áðrenn
steða varð tikin til før-
oyskan limaskap, hevði
hon fund við stýrið í ABF,
sum er sett saman av
einum umboði fyri hvert
landið. Har greiddi hon
frá, hví feroyingar løgdu
so stóran dent á at fáa
sjálvsteðugan limaskap.
Serliga íslendingar skil-
tu føroyingar væl, men alt
stýrið tók undir við, at
Upplýsingarfelagsskapur-
in skuldi fáa sjålvstød-
ugan limaskap, og árs-
fundurin samtykti so hós-
dagin, at soleiðis skuldi
verða.
Til ársfundirnar kunnu
Noreg, Sveríki, Danmark
og Finnland senda hver
síni átta umboð, Island
trý og Feroyar nú eisini
tvey. Talið av umboðum
er sett í mun til limatalið í
hverjum landi.
Haraftrat hava feroy-
ingar fingið eitt umboð í
stýrið.
— Tað er ein stórur
sigur fyri Upplýsingarfel-
agsskap Verkamanna, at
vit hava fingið sjålvstød-
ugan limaskap. Eitt av
okkara fremstu ynskjum
er harvið uppfylt, sigur
Ingeborg Vinther.
Ingeborg heldur tað
vera ivasamt, um Upplýs-
ingarfelagsskapur Verka-
manna kann senda umboð
til allar fundirnar, sum
verða í ABF, tí tað kostar
so nógv. Í hinum norður-
løndunum letur tað al-
menna arbeiðararersluni
nógvan stuðul til upplýs-
ingarvirksemi, men Upp-
lýsingarfelagsskapur
Verkamanna hevur higar-
til ikki fingið eitt oyra.
Ikki so frægt sum svar
fæst úr landsstýrinum.
Samarbeiði styrkir
— Hvat kunnu tit fáa
burtur úr limaskapi í
ABF?
— Vit kunna tosa um
felags áhugamál og læra
av hverjum eðrum. ABF
skipar fyri skeiðum um
ymisk evni, m.a. um al-
tjóða samarbeiði, og har-
aftrat sendir ABF á hverj-
um ári fólk á arbeiðarahá-
skúla í Manchester og í
Geneve, men tað verður
ein spurningur, um vit
fíggjarliga orka tað, tí
sum nevnt fáa vit ongan
stuðul. Í hinum londunum
rindar tað almenna uppi-
haldið á skúlunum.
— At steðga hegrarák-
inum er eisini tikið upp
sum mál at samarbeiða
um. Har hava upplýsing-
arfelagsskapirnir nakað at
gera, sigur Ingeboerg
Vinther, formaður í Upp-
lýsingarfelagsskapi Verka-
manna.
Nýtt næmingaheim
er longu rotið
Tað er komið aftur um brekku, at næm-
ingaheimið hjá Skúlanum á Trødni varð
illa bygt frá grundini. Nú verður tað helst
stongt
Tað er óivað ein spurn-
ingur um dagar, nær næm-
ingaheimið á Argjum hjá
Skúlanum á Treðni verður
afturlatið. Foreldur, næm-
ingar, starvsfólk og onnur
bíða bara eftir, at tað verð-
ur gjørt.
Ti okkurt må gerast.
Tad try åra gamla næm-
ingaheimið er í so ringum
standi, at heilsumyndug-
leikarnir halda tad vera 6-
rådiligt, at fólk býr har.
Tað er kortini einki nytt.
Beinanvegin tá húsini
vórðu tikin í nýtslu, komu
tey fyrstu brekini til
sjóndar, takið lak, tað
geys o.m.a. Kloakk- og
vatnveitingar máttu tá
leggjast av nýggjum, og
veitir gravast, tí kjallarin
var fyltur við mold. El-
FAD
Loftsplåturnar eru upploystar av vætu
innleggining var heldur
ikki i lagi. Fyri tveimum
árum síðan vóru heilsu-
myndugleikarnir og
hugdu at håsunum, og tå
vórðu nakrar ábetur aftrat
gjørdar. Klædningurin
varð allur skiftur út.
Síðan hendi ikki meira.
Men fyrr í hesi vikuni
sendi Foreldraráðið aftur
boð eftir heilsunevndini á
Argjum, sum saman við
landslæknaum og eðrum
vóru á staðnum.
Aftaná vitjanina mælti
heilsunevndin til at lata
heimið aftur. Tilmælið
varð sent Landslæknan-
um til ummælis. Lands-
læknin tekur undir við
heilsunevndini, men hvat
Landslæknin annars sigur
í ummmælinum, hava vit
ikki fingið upplýst.
Heilsunevndin hevur enn
ikki havt stundir til at við-
gera brævið frá Lands-
læknanum, sigur Jens
Petur Johansen, formaður
í heilsunevndini. Fútator-
boð skulu til fyri at kunna
lata heimið aftur, men
heilsunevndin hevur ikki
sett seg í samband við
fútan enn.
Tað er serliga Foreldra-
ráðið, ið streingir á fyri at
fáa okkurt gjort. Hóast
smáar ábetur eru gjørdar,
er stødan bara versnað.
Takið lekur sum sáldin.
Summastaðni liggja tak-
pláturnar heilt leysar, og
kemur eitt vindblak, er
opið inn á loftið. Vætan,
ið drívur inn, hevur gjørt,
at fleiri sperrur eru kav-
rotnar. Takið lekur alla-
Nr. 129 — 3. november 1984
Ingeborg Vinther, formaður í Upplýsingarfelagsskapi
Verkamanna
Spannir standa um alt húsið at taka ímóti tí ringasta,
men ofta standa hyljar á gólvinum.
staðni, og tá tað regnar,
noyðast tey at hava
spannir standandi um alt
húsið. Mitt í ellum stoytir
niður gjøgnum loftið, tá
vatnið hevur samlað seg í
erva. Plátur hanga og
dingla niður úr loftinum.
Tað er heldur ikki heilt
vandaleyst, tí leidningar
liggja berir. Tað hevur
eisini vist seg, at børn og
vaksin ofta hava krim, ti
tað er so vått inni.