leygardagur 3. november 1984síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 24
tíðindablaðið
Javnaðarflokkurin
fer beinanvegin at
stovna Menningarstovu
— sum kann vera við til at tilrættaleggja, stýra og menna ídnaðin í Feroyum, sigur
Tummas Arabo, valevni javnaðarfloksins í Norðstreymoy m. a. í hesi greinini
Javnaðarflokkurin legði í
70-unum hevuðsgrundar-
lagið undir føroyskan idn-
að. Vit fingu stovnsett
Menningargrunn, Ídnað-
argrunn, vit fingu gjert
Ídnaðarálit, sum skuldi
vísa vegin fram, hvussu
vit kundu fáa eina skipaða
idnadaråtbygging í land-
inum.
Í 1980 steðgaði hetta
arbeiðið upp, tí Lands-
stýrið varð skift, og vit
fingu ikki fullfort tær ætl-
anir, vit høvdu um eina
planlagda útbygging av
idnadinum í Feroyum.
Vit vóru eitt sindur
spentir uppá, hvussu
Landsstýrið nú, tá teir
hevdu amboðini, sum vit
hevdu skapt í 70-unum,
fór at klára seg.
Tað gekk, sum ein
kundi frykta fyri, at idn-
aðurin seinastu árini
hevur verið merktur av
einum fantastiskum plan-
loysi.
Har tað almenna hevur
verið uppi í eini útvikling
sær tað ofta út til at hava
verið eftir vina- og kenn-
ingaprincippinum, har tað
eru ávísir persónar, valdir
út frá politiskum ella líkn-
andi kriterium, ið hava
fingið peningin at royna
eina útbygging, og sigast
má, at nógvir pengar eru
brúktir, og nógvir penga:
eru oystir út í eystur og
vestur, men eingin plan-
løgd útbygging, eingin
stýring av nøkrum, eingin
samskipað útbygging —
vánaligt úrslit.
Tað er eingin ivi um, at
tað er neyðugt, at Javn-
aðarflokkurin kemur til
aftur og tekur um endan,
soleiðis at vit kunnu fáa
eina samskipaða ídnaðar-
útbygging til gagns fyri
land og fólk
Fyrsta stigið eigur og
má vera at samskipa teir
figgjanarstovnar, ið eru í
landinum fyri ídnað, síð-
ani at gera eina lang-
siktaða ætlan fyri, hvussu
idnadurin skal útbyggjast,
og hvat er neyðugt av
hjálpiamboðum, fyri at
hann kann verða útbygd-
ur, m.a. at fáa ráðgeving
bæði tl privatar og al-
mennar fyritøkur.
Hetta kann samskipast
i einari sokalladari Menn-
ingarstovu. Vit kunnu
siga, at vit fyri stóran
part hava »brikkarnar« í
dag, tað er bara at seta
tingini saman og fáa málið
loyst.
Skipað sola
Ein stórur spurningur í
idnadinum er, hvar vit
kunnu selja okkara verur.
Søluorganisation hevur
idnadurin onga, tad
manglar, tað kann verða
gjort. Tann parturin av
ídnaðinum, ið er grund-
aður á fiskaråvøru, hevur
eina organisatión, ið eitur
Feroya Fiskasela til at
loysa síni problem, men
vit mugu øll skilja, at
Fiskasølan er uppbygd i
eini tíð, tå tað vóru óav-
markaðir møguleikar at
fiska, og ti varð tað so-
leiðis, at vit fiskaðu tað
slagið av fiski, ið Fiska-
selan kundi selja.
Í dag er eðrvísi. Vit
hava kvoterað eki, og í
dag má uppgávan hjá eini
Fiskaselu vera at selja
tann fisk og tey produkt,
ið vit hava meguleika fyri
at fiska og arbeiða.
Alment/privat
Tá hetta verður borið upp
129 — 3. november 1984
á mál, verður ofta rópt um
alment og privat. Tað eig-
ur ikki at vera problemið.
Veruleikin er tann, at tað
eru eingi stórmál loyst tey
seinastu 30 árini, uttan at
tað almenna á ein ella ann-
an hátt hevur luttikið.
Tað almenna kånn ikki
bara pumpa pengar út í
fyritøkur uttan nakra sum
heist stýring. Tað berta
tey síðstu 4 árini best
prógv um. Eitt ómetaligt
planloysi, har pengar eru
oystir út frá tí almenna,
uttan at tað almenna
hverki hevur innlit ella
ávirkan, og tað er ein av
forkláringunum uppá, at
landið í dag koyrir móti
einum heilt greiðum
bankarot.
Samgongan hevur nú
tey seinastu árini dúgliga
roynt at burturforklára
henda kalda veruleika.
Men í dag liggja telini á
borðinum, og um ein ætlar
at halda fram hesa somu
leið, so skulu tit atkvøda
fyri einum av samgongu-
flokkunum.
Vilja tit broyta kósina,
so atkveðið fyri lista C.