Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1984síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 * leygardagur 3. november 1984 Bergholið millum Kaldbaksbotn og Oyrareingir skal leggja staðið undir út- bygging av okkara egna eki og gera okkum meira sjálvsteðugar. Vit skulu skapa okkum ein identitet sum norð- streymoyingar, sum teir, ið vildu menna bygdirnar og skapa trivnað fyri tað fólk, og ikki minst tann uppvaksandi ungdóm, sum her býr, skrivar Tummas Arabo, val- evni javnaðarfloksins m. a. saman og latið okkum m Tað, sum eyðkennir Norð- urstreym, er, at ein óvan- liga stórur partur av arb- eiðsmegini arbeiðir í eðr- um ekjum og einamest í Havnini. Tað er nú einaferð so, at góður trivnaður á einum plássi í einum eki verður ongantið, uttan at tað er okkurt lív í ekinum, eitt ella annað virksemi, og vit kunna ikki loyva okkum longur at lata ein ungdóm vaksa upp í Norður- streymoy, har einki ella litið hendir Vit standa greitt á ein- um vegamóti, har vit mugu taka steðu til, um vit vilja útbyggja ekið við norðurstreymoyingum og fyri norðurstreymoyingar Og vit hava avgjørt eisini fjolbroyttar og góðar meguleikar at útbyggja T.d. hava vit nakrar av Føroya bestu havnum Vit hava smábygdirnar Leynar, Kvívík, Skæling, Saksun, ið kanska ikki hava so góðar meguleikar til vinnu í samband við sjógvin, men har eru meguleikar at ar- beiða við småidnadi og vid landbúnaði og øllum í hes- um sambandi. Vit hava Vestmanna, sum skuldi kunnad verid eitt frålikt framleisdluøki vidvikjandi fiskiskapi, og har eru allir møguleikar at arbeida vid øllum i ti sam- bandi og haraftrat tann ídnað, ið kann grundast hará. allar, Taka vit Sundalagið norðureftir alt í samband við aling, og norðast Vík og Tjørnuvik til fiskiskap, og Kollafjørå, eitt av Fer- oya bestu havnaøkjum, eru allir møguleikar fyri fraktflutningi og fyri fiskaidnaðarvirkjum. Hvalvíkin og Hósvíkin við sínum ómetaliga stóra eki til ídnað, landbúnað og hvat annað tað kann vera. So sanniliga hava vit møguleikar i Norður- strymoy. Haraftrat kem- ur, at vit hava ein ung- dóm, ið er fult á hædd vid allan annan ungdóm í Fer- oyum, ja kanska betri í nógvum førum. Vit hava vælútbúgvið fólk, so meguleikarnir fyri Norð- urstreymoyingin at kunna gjørt eina sjålvstøduga vinnu i Norðurstreymoy skuldu verið til staðar. Vit SEKTIÓN lorðstreymoyingar standið enna sir eru noyddir at broyta okk- ara hugsunnarhått. Tunnilsamband Taka vit nú tunnilsam- bandið millum Kalbaks- botn og Oyrareingir, sum Javnaðarflokkurin sjálv- andi vil arbeiða fyri, so eiga vit ikki at síggja tunnilin sum ein fittligan veg at koma til arbeiðis til Havnar. Nei, vit skulu síggja tunnilgerðina sum eina fortreyt og ein stóran meguleika fyri t.d. at utvikla Kollafjørå til eina frakthavn og taka nakrar av teimum funktiónunum, ið eru kroystar saman í Havnini, at vit kunnu út- byggja tær hjá okkum, og vit kunnu tjena pengar upp á tað. Hetta er ein liður í bygdamenningar- politikki, og hetta er ein møguleiki, ið vit eiga at útnytta, soleiðis eiga vit at siggja málið. Standa saman Vit mugu gera okkum greitt, at skulu vit byggja upp í Norðurstreymoy, leggja lunnar undir ung- dómin hjá okkum, so ræður um at standa saman. Tað nyttar einki, at vit klandrast um, hver er mest nationalur, hver er minst nationalur, hver er meiri hetta, og hver er meiri hatta. Tað er ikki tað, tað snýr seg um Tað, sum vit mugu gera er at standa saman og fara á val og velja lista C S( er fyrsta stigið tikið at verða norð-streymoyingur Thomas Arabo