leygardagur 12. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 196 - 12. oktober 2002
Nr. 196 - 12. oktober 2002
3
Týsdagin tá i boðini bórust
mær at Martha ikki longur
var imillum okkara vóru
ógvuliga tung. Eg steðgaði
á og tankar minir fóru aftur
til allar tær góðu løtur, vit
høvdu saman bæði á álvara
og gaman.
Hjá Marthu átti kirkjan
og KFUM og K eitt stórt
pláss, har kom hon so
trúføst. Serligan var tað
kórið i KFUM og K sum
hon brann fyri, og sang við
tí inntil hon gjørdist sjúk.
Við sínum lætta sinni
knýtti hon seg á ein ser-
stakan hátt til ungdómin í
samkomini.Hon kom við
okkum á legu og var tað
nakað ið tørvaðist eina
hjálpandi hond, so var hon
klár.
Eg búði niðri i Danmark
tá ið Martha gjørdist sjúk.
Eg var saman vid henni og
Egili tá ið tey vóru niðri.
Tað fyrsta ein legði til
merkis, var hvussu sterk
Martha var. Hóast at hon
var ógvuligani sjúk, vildi
hon altíð gleða tey, hon var
saman við. Eitt nú kann
nevnast tann langa tið tey
vóru á sjúklinga hotel
Tórshavn. Hon ynskti at
troysta og gleða tey, sum
har vóru. Tað varð mangan
sagt við hana hvussu kanst
tú vera so glað, tá ið tú
sjálv ert so sjúk. Næstakær-
leiki hennara var stórur.
Hon átti ein sterkan vitnis-
burð í sínum hjarta.Henda
vitnisburð um sín frelsara
ynskti hon at øll máttu fáa
lut í.Tað eru mong, ið hava
verði ríkað av henni, tí
máta og kærleika sum hon
um gekk tey á hotel Tórs-
havn uppá.
Sjúkralega hennara vardi
i langa tíð, bæði við gleði-
boðum og sorgarboðum,
men hóast hetta var trúgv
hennara sterk.
Øll kendu Marthu og
vóru góð vid hana. Hetta
kom til sjóndar tá ið boðini
bórust týsdagin at Martha
var farin, tá hvør bátur, ið
lá við bryggju, dró flaggið
á hálva stong.
Minnini eru mong og
góð, tað rann eitt orðatak
fram fyri meg: maður legst
lík, men ei doyr minni
mans. Minnini koma at liva
víðari.
Tað var rørandi at tosa
við Gerd. Tað fyrsta hon
segði: »Ja nú er Martha hjá
Jesusi«. Hin kristna vónin
er ein vón, ið ber yvir alt.
Sum kristin menniskju
møtast vit ongantíð fyri
seinastu ferð. Deyðin er ein
skilnaður í eina tíð, og eftir
tað verða vit sameind.
Orðið sigur: Tí vit hava her
ikki verðandi stað, men vit
søkja hin komandi.Hin
komandi staðurin er himm-
alin, har er Martha nú
saman við øllum teimum,
ið hava sett sítt álit a Jesus.
Sangskrivarin sigur tað
soleiðis:
Ja, einaferð mítt eyga sær
mín kong í dýrdarskrúð;
og eg skal hann tilbiðja har
í hansar tempulbú.
Í krystalklárum ljósi tá skal
náttin brátt sín enda fá.
Tá loyst er hvør ein gáta
her,
og fagnarsong alt ber.
Hjá tykkum, ið sita eftir, er
saknurin stórur, eg hugsi
um teg Egil, ið var henni
ein so dyggur stuðul í øll-
um lívsins viðurskiftum.
Og tykkum á Kjalarvegi og
niðri á Bakka. Hon helt so
nógv av tykkum.
Og børnini í familjuni
vóru hennara hornasteinur,
hon var so góð við tey og
Gertrud tú sum var hjá
henni alla tíðina og hjálpti
henni so væl.
Má Guð signa og styrkja
tykkum í sorgini.
Við hesum orðum lýsi eg
frið
yvir
minnið
um
Marthu.
Hanus Simonsen, Oslo
Minningarorð um
Marthu Johansen
f.22.09.60 d.07.10.02
C
M
Y
K
3
2