leygardagur 12. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 196 - 12. oktober 2002
Nr. 196 - 12. oktober 2002
5
– Skal skrásett parlag
fyri samkynd for-
bjóðast í Føroyum, so
má tingið fella tað,
sigur Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í
lógarmálum. Hann
vil fyrst og fremst
hava eitt sakligt aðal-
orðaskifti, áðrenn
nakað annað verður
avgjørt
SKRÀSETT PARLAG
Heri á Rógvi
Ætlanirnar at yvirtaka per-
sóns-, familju- og avrarætt
standa við, og í hesari ting-
setuni kemur málið niðan í
tingið til eitt aðalorðaskifti.
Hetta staðfestir Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í
lógarmálum. Hann er ógvu-
liga harmur um, at málið
hevur fingið eina sovorðna
vend, at ein minnilutabólk-
ur av fólkum er settur í
fokus, og tingmenn tosa um
ikki at taka málið upp í
tinginum.
– Vit eru í holt við at at
yvirtaka persóns-, familju-
og arvarætt. Hetta er eitt
stig á leiðini at gerast til eitt
sjálvstýrandi land, har vit
taka ræði á øllum okkara
viðurskiftum. Vit kunnu
ikki bara longur útflyta
okkara trupulleikar til Dan-
markar. Vit verða noydd at
taka spurningar upp í Før-
oyum, sum eru viðkvæmir.
Málið snýr seg um eitt av
grundprinsippunum
í
okkara lóggávu. Tað er ikki
rætt, tá fólk royna at gera
hetta til ein spurning um
átrúnað, sigur Høgni Hoy-
dal.
Tað er útfrá hesum, at
Høgni Hoydal ger greitt, at
málið fer niðan í Løgtingið
til eitt aðalorðaskifti, og
hetta verður í hesari ting-
setuni, men kann ikki koma
nærri inn á, nær hetta
verður.
– Tað er nú heldur ikki
soleiðis, at lóggávan er
beint á trappuni, sigur
Høgni Hoydal.
Í tingið
– Eg ynski, at vit fáa eitt
sakligt aðalorðaorskifti í
Føroyum
um
persóns-,
familju- og arvarætt. Hetta
er alneyðugt. Tí nú skulu
vit til at lóggeva og fyriseta
eitt øki, sum vit ikki hava
fyrisitið áður.
Eg ynski, at aðalorða-
skifti fer at snúgva seg um
persóns-, familju- og arva-
rætt sum heild, t.e. rætturin
hjá øllum persónum – eisini
tey, sum hava ynskt at liva
eitt øðrvísi lív, sigur Høgni
Hoydal.
Hann heldur, at kjakið,
áðrenn tað er komið niðan í
tingið, er farið av sporin-
um.
– Tað, sum er hent, er, at
man er farin at viðgera mál-
ið sum ein heilt annar
spurningur, har vit skulu til
at lóggeva um innihaldið í
lívinum hjá fólki. Tað er
júst har, at orðaskiftið býr í
løtuni. Loyva vit hesum, so
vil orðaskiftið snúgva seg
um nakað heilt annað enn
lóg og rætt í einum demo-
kratiskum samfelagi.
Tíverri er tað hent, at
málið, áðrenn tað er komið
niðan í tingið, elvir til
spjaðing, og minnilutabólk-
ar í samfelagnum verða út-
settir fyri niðurgerðing, sig-
ur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal ætlar ikki
at halda aftur við at bera
málið niðan tingið. Eisini
eftir
eitt
aðalorðaskifi.
Hann undirstrikar, at málið
ikki bert snýr seg um tey
samkyndu og teirra skrá-
settu parløg, men hetta er
ein partur av málinum.
– Skal skrásett parlag fyri
samkynd forbjóðast í Før-
oyum, so má tingið fella
tað. Tað er Løgtingið, sum
má taka støðu til spurning-
in. Eg, sum landsstýris-
maður, fari at gera mína
skyldu og leggi málið fyri
tingið, so er tað tingið, ið
tekur avgerðina. Málið fer
av sporinum, tá fólk halda,
at tað er ein landsstýris-
maður, sum tekur avgerð-
ina, sigur Høgni Hoydal.
At fremja alla yvirtøkuna
í verki fer at taka sína tíð,
men tað er ógreitt, hvussu
langa tíð hetta tekur. Høgni
Hoydal sigur, at tað hevur
verið trupult at fingið glið á
málið við danir, men hetta
gongur nú rætta vegin, og
føroyingar eru fyri ein part
klárir at umsita málsøki.
Ætlanin er at lóggávan skal
koma so hvørt, sum hetta er
avgreitt við danskar mynd-
ugleikar.
Samgongan í vanda?
Í 1988 fall samgongan mill-
um Javnaðarflokkin, Tjóð-
veldisflokkin, Sjálvstýris-
flokkin og Kristiliga Fólka-
flokkin uppá eitt mál, har
ætlan var at føra inn í borg-
arligu revsilógina, at tað
ikki skuldi vera loyvt at
gera mismunn á fólki or-
sakað av húðalitti, átrúnaði
osfr., og so skuldi vera
skoytt uppí, at munur
heldur ikki skuldi gerast á
fólki orsakað av seksuell-
um livihátti.
Høgni Hoydal heldur, at
støðan er nakað broytt síð-
ani tá, tí nú vilja nógv fleiri
fólk gera greitt, at man ikki
kann gera mismunn á fólki
orsakað av livihátti. Tá var
tað bert Karin Kjølbro, ið
atkvøddi fyri hesum upp-
skotinum.
Eitt annað, sum minnir
um støðuna í 88, er, at sam-
gongu limir hava hótt við
einum og øðrum, um upp-
skot um samkynd parlag
kemur niðan í tingið. Høgni
Hoydal er vísur í, at tað ikki
ger at ganga um í 1988.
Spurningurin er so bara,
um hann ikki risikerar sam-
gonguna við at taka málið
um samkynd parlag niðan í
tingið.
– Eg risikeri ikki nakra
samgongu. Eg havi sagt, at
mín ábyrgd sum landsstýr-
ismaður í lógarmálum er at
leggja lógaruppskot fyri
tingið, sum eg haldi vera
neyðug fyri at skapa eitt
føroyskt
rættarsamfelag.
Har er persóns-, familju- og
arvarættur serstakliga týdn-
ingarmikil. Vit eiga at
kunna taka eina viðgerð av
hesum. Hetta er lógarmál
og ikki nakað familjumál,
sigur Høgni Hoydal.
Kunngjørt verður, at okkara kæra mamma,
vermamma, omma og systir
Katrin á Dul Jacobsen,
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
mikudagin 9. oktober 2002, 72 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
sunnudagin 13. oktober kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Dánial, Lív, Arne, Ann Gvøðny og Johannes
Martin, Lilly, Hákun, Katrin og Fríða
Tey, ið ynskja at minnast Katrin kunnu geva Lindini eina gávu.
Konto í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartaliga tøkk øll tit,
sum hjálptu og stuðlaðu okkum
og sýndu okkara góðu mammu
Jenny Lamhauge,
Tórshavn
tann seinasta heiðurin,
tá ið hon doyði og varð jarðað.
Familjunnar vegna
Eyðfinn, Berghild og Fía
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá kæri maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara
Nicodemus Rasmussen
(Demus uppi í Gerði)
Strendur,
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Jógvan prest, tykkum tríggjar, ið sungu,
og tykkum mongu, ið á einhvønn hátt hjálptu til
og fylgdu honum.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávu
til parkinsonfelagið.
Hjartaliga takk.
Heilsan
Rakul, Birgir, Kára Randi og Guðrið
Høgni Hoydal um skrásett parlag:
Skal roynast í tinginum
Forkvinnan í Sam-
bandsflokkinum hel-
dur tað verður trup-
ult at finna sparingar
á fíggjarlógarupp-
skotinum sum er.
Sambandsflokkurin
hevur ikki gjørt av,
hvat hann kann
ganga við til av spar-
ingum, sigur hon
FÍGGJARLÓGIN
Heri á Rógvi
Fyrsta viðgerð av fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri
2002 er nú liðugt. Lisbeth
L. Petersen, forkvinna í
Sambandsflokkinum,
heldur, at orðaskiftið í ár
hevur verið eitt sindur øðr-
vísi enn undanfarin ár, tá
hon hevur verið við.
– Viðgerðin hevur verið
øðrvísi á tann hátt, at tað
eru onnur fólk við hesaferð.
Tað merkist, at tað eru
komin nýggj og yngri fólk í
tingi, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Hon heldur, at orðaljóðið
hevur verið sera hart til tíð-
ir, og nógv orð, sum eru
søgd, eiga ikki at verða
søgd í tinginum, heldur
Lisbeth.
Ikki gjørt av
Sjálv er Lisbeth L. Petersen
eisini limur í fíggjarnevnd-
ini hjá Løgtinginum fyri
Sambandsflokkin. Fíggjar-
nevndin skal nú viðgera
fíggjarlógaruppskotið, og
forkvinnnan í Sambands-
flokkinum sigur, at flokkur
hennara ikki hevur gjørt,
hvussu nógv, hann vil
ganga við til í sparingum.
– Nú mugu vit fyrst
hyggja eftir, hvat er møgu-
ligt, áðrenn vit fara at siga
nakað meira, sigur Lisbeth
L. Petersen.
Hon metir, at tað kunnu
sjálvandi gerast sparingar,
men nógvar møguleikar
dugir hon ikki at fáa eyga,
uttan sjálvandi tær nógvu
ætlaðu yvirtøkurnar, men
har eru fleiri avgerðir um
yvirtøkur longu tiknar,
sigur hon.
– Tað verður trupult at
finna sparingar. Eg ivist
eisini stórliga í, um tað ber
til at finna eina semju mill-
um samgongu og andstøðu,
tí raðfestingarnar eru so
ymiskar, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Forkvinnan heldur ikki
gongdina við støðugt størri
umsiting hjá tí almenna
vera hepna. Hon sigur seg
eisini rokna við enn størri
umsiting, nú fleiri og fleiri
mál skulu yvirtakast.
Lisbeth L. Petersen:
– Trupult at finna sparingar
Høgni Hoydal ger
púra greitt, at tað
verður tingið, sum
ger av, hvør lagnan
hjá skrásettum
parlagi hjá
samkyndum verður
Mynd:
Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
5
4