Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 196 - 12. oktober 2002 Nr. 196 - 12. oktober 2002 7 Tveir næmingar, sum lesa til pedagog á fjórða og seinasta ári, vilja fegnir hitta føroyingar, sum koma undir heitið, "mynst- urbrótarar". Næm- ingarnir eru í holt við eina høvuðsuppgávu um evnið og fara eisini at kunna seg um ymisk sløg av umsorganarsviki, ið er tað, sum førir til, at fólk kunnu sigast at vera mynsturbrótarar MYNSTURBRÓTARAR Vilmund Jacobsen Hvat er ein mysturbrótari, og hvat eyðkennir ein mynsturbrótara? Hetta er evnið í eini høv- uðsuppgávu hjá tveimum næmingum, sum lesa til pedagog. Næmingarnir ganga á fjórða og seinasta ári og eru farnir undir tað, sum rópt verður, serlestur. Í uppgávuni fara teir eisini at viðgera ymisk sløg av um- sorganarsviki, og hvussu teir sum pedagogar kunnu hjálpa børnum, ið hava ringar umstøður. Næmingarnir hava eitt nú lisið bókina, "Mønster- brydere", hjá Solveig Cron- strøm-Beskow. Solveig fekk ígjøgnum fjølmiðlar- nar samband við mynstur- brótarar í Svøríki. Gerið vart við tykkum - Vit halda, at tað hevði verið áhugavert at hoyrt søgurnar hjá mynsturbrót- arum í Føroyum, og so- leiðis fingið at vita, hvat tað var sum gjørdi, at fólk, ið vuksu upp undir ringum umstøðum, megnaðu at bróta mynstrið og kundu liva eitt vanligt lív, siga næmingarnir. Sosialurin hevur játtað at taka hetta áhugaverda evnið upp í blaðnum og hjálpa næmingunum at finna fram til mynsturbrótarar í Før- oyum. Næmingarnir vilja fegnir hitta føroyingar, sum kunnu sigast at vera mynstur- brótarar. Ynskja fólk ikki at vera navngivin í upp- gávuni, er tað eingin trupulleiki. Nøvnini eru ikki avgerandi í hesum sambandi, men tað er søgan aftanfyri hesi fólk, sum er áhugaverd. Fólk, sum vilja tosa við næmingarnar og greiða frá síni søgu, kunnu venda sær til Sosialin á tlf. 447820/ 225429 ella skriva til Sosialin, postsmoga 143, Saltangará. Til ber eisini at senda ein e-post til vilmund@sosialurin.fo Næmingarnir, sum skriva uppgávuna, fáa so nøvnini á teimum, ið venda sær til okkara og seta seg síðan í samband við tey, sum gera vart við seg. Hvat er ein mynsturbrótari? Ein mynsturbrótari, er - • Eitt barn, sum er upp- vaksið í einum heimi, har foreldrini vegna mis- nýtslu og/ella sálarligar trupulleikar - yvir longri tíð - ikki hava megnað at tikið sær av sær sjálvum og tí heldur ikki hava kunnað virkað sum for- eldur fyri barnið. • At vera sálarliga væl fyri og uttan misnýtslu sum vaksin, at vera før fyri at taka sær av sær sjálvum og møguligum børnum, at kunna "kvalifiserað" seg til eitt arbeiði og varðveita tað, at hava evnini at skapa tætt samband við bæði vinir og hitt kynið og varðveita tað. Næmingarnir vísa á, at tú saktans kann siga teg vera mynsturbrótara, hóast tú ikki uppfyllir alt, sum sagt verður um ein slíkan. - Ein mynsturbrótari er sjálvandi merktur av tí, hann hevur upplivað. At hesin eftir okkara máti- stokki í Føroyum megnar at liva eitt "normalt" lív, har rúm er fyri bæði kreppum og ósigrum, ger eitt fólk til ein mynsturbrótara, vísa næmingarnir á. Í samband við uppgáv- una á skúlanum vilja teir fegnir koma á tal við før- oyingar, sum vilja siga sína søgu - um uppvøksturin og lívið sum vaksin. Umsorganarsvik og mynsturbrótarar MYNSTUR- BRÓTARAR Vilmund Jacobsen Í bókini, "Mønsterbryd- ere", hjá Solveig Cron- strøm-Beskov, eru børn samanborin við trý sløg av dukkum - stáldukkur, plastikdukkur og glas- dukkur. Mynsturbrótarar eru eitt nú samanbornir við stáldukkur, tí tær tola so nógv. Vit endurgeva ein part av tí, sum ein mynstur- brótari sigur í bókini hjá Solveig: "Skal eg samanbera meg við eina av teimum trimum dukkunum, verð- ur talan ivaleyst um allar tríggjar - um enn í ym- iskum stigum og ym- iskum tíðarskeiðum í lív- inum. Tá ið eg var stáldukk- an, ræddist eg einki. Eg gjørdist kaldur og harður innaní mær sjálvum. Eg havi sæð, hoyrt og verið við til so nógv ræðuligt og ótýdligt. Nakað seinni gjørdist eg plastikdukkan. Ein dag sá eg, at eg kundi særast, og knappliga sá eg øll míni arr - tey, eg royndi at goyma og ongantíð vildi lata nakran síggja. Eg havi heldur ikki sjálvur viljað sæð tey. Nú eri eg glasdukkan. Tilveran er í einum tíðar- bili raplað saman um meg. Fortíðin hevur fing- ið fatur á mær. Við hjálp frá læknum eri eg í holt við at sópa tað knústa saman. Tað er eitt tíðar- krevjandi og trupult putli- spæl at royna at savna allar lutirnar aftur. Av og á kemur sumt uppá pláss, og eg eri avgjørdur um at fáa alt í lagi aftur til seinast" Stáldukka, plastik- dukka og glasdukka Ein mynsturbrótari er ein, sum er uppvaksin við umsorganar- sviki, men sum vaksin er sálarliga væl fyri og uttan misn?tslu. Hesin hevur arbeiái og er førur fyri at taka sær av sær sjálvum og møguligum børnum. Hann er tó merktur av tí, hann hevur upplivaá og rúm er fyri bæái kreppum og ósigrum í lívinum Barnablaðið »Snirr og Strok« er bæði til teir eldru og teir yngru lesararnar BARNABLAÐ Birita Poulsen, praktikantur Snirr og Strok er barnablað, ið kemur út einaferð um mánaðin. Blaðið er upp- bygt upp á ein rættuliga smartan máta. Tað er býtt upp í 2 bløð. Strok er til tey eldru, og Snirr til teir yngru lesararnir. Tá ið tú ert liðugur at lesa tað eina blaðið, kanst tú venda blaðinum og lesa hitt. Í miðuni er blaðið býtt við einari yndismynd av einum kendum persóni, ið børnini sjálvi sleppa at ynskja hvør skal vera. Í blaðnum kanst tú eisini fáa tær pennavinir. Hevur tú hug at hava onkran at skriva saman við. So er tað bara at skriva til adressuna hjá barnablaðnum, skriva eitt sindur um teg. So kanska onkur skrivar aftur. Í blaðnum Strok, ið er til teir eldru lesaranir, hava tey nakrir fastir tættir. Sum »Blits«, ið er ein opna við tí seinasta nýggja ímillum tey kendu. Eisini hava er eitt, ið eitur »krimi Nella«. Tað er ein kvinniligur detektivur, ið loysir krimigátur. Men tað verður ikki avslørað beinanvegin, hvør ið brots- maðurin er. Tú fært eisini ein kjans at brúka tíni evni sum de- tekivur. Men veitst tú tað ikki, so stendur loysnin aftast í blaðnum. Eisini er ein tekniseria, ið eitur »Adam og Eva«. Hon er um, hvussu lívið er hjá Ádami og Evu, ið ganga saman. Hvussu ein dagur gongur hjá teimum. Hvussu tað er við vinum, kærleik- anum og familjuni. Eisini er eitt, ið eitur Talvuteig- urin. Har stendur ymiskt um kappingar, ið hava verið, og so er eisini ein talvuppgáva, har tú fært eina uppgávu at loysa. Finnur tú útav tí, er bara at senda loysina inn, og so er tað kanska tú, ið vinnur eina talvbók. So um tú er áhugaður í talvi, er hetta sikkurt akkurát nakað fyri teg. So er eisini ein føroysk krossorðagáta og nógv ann- að spennandi. Snirr, ið er til teir yngru lesaranir. Har er millum annað ein síða, har børnini kunnu senda eina mynd, ið tey hava teknað, og so verður ein vinnari valdur, ið hevur teknað tað flott- astu myndina. Vinnarin fær eina av teimum nýggjastu barna- bókunum sendandi. Eisini kunnu børnini skriva ein søgu og senda hana inn til blaðið. Í hvørjum blað stendur ein lítil bíbliusøga, og aftaná eru spurningar í sambandi við søguna. Gløggi Blobb er ein lítil professari, ið dugur væl at fortelja fyri børnum um tað, sum hann granskar í. Hansara evni kunnu verða alt millum himmal og jørð, bæði um planetir og hav- hestar. So um tað er ein lítil professari í tær, kann hetta vera ógvuliga áhugavert. Eisini er eitt, ið kallast »Fríkorterið«. Har eru nógvar skegar uppgávur, sum at finna 5 feilir, tekna, gátur og nógv annað. »Í Glugganum«, har hevur barnablaðið valt tvey børn at svara upp á nakrar spurningar, sum t.d. hvørj- um liði heldur tú við? hvat er tín yndislitur? og hvat vilt tú vera um 20 ár? Í ár hevur barnablaðið eisini skipað fyri einari haldarakapping. Tað ein- asta tú skalt gera, er at svara upp á tveir sera einfaldar spurningar, um tú hevur lisið alt blaðið. So er tað bara at senda svarini til barnablaðið. Øll tey røttu svørini vera koyrd í ein stóran posa, so við ársenda verður drigið lut um eina ferð til Danmarkar saman við familjuni, t.v.s. tvey vaksin og tvey børn. Har tey búgva í Billund í Hotel Legoland og fáa ein bil til taks, so tey sleppa at ferð- ast og vitja onnur áhuga- verd støð. Blaðið er til keyps í bókahandlum, ella kanst tú melda teg sum haldara, tá fært tú blaðið einaferð um mánaðin. Snirr og strok Borgarstjórarnir í Kommunusamskipan Føroya høvdu fund í Fuglafirði hósdagin um yvirtøku av eldra- økinum, og í gjár var regluligur stýris- fundur í Havn KOMMUNUMÁL Vilmund Jacobsen Kommunusamskipan Før- oya (KSF) hevði regluligan stýrisfund í hølum felag- sins í Lucas Debesargøtu í Havn í gjár. Men undan hesum fundinum, hevði formaðurin í KSF, Jógvan Krosslág, kallað til fundar í Fuglafirði hósdagin. Á fundinum í Fuglafirði vóru bara borgarstjórarnir í kommununum, sum eru limir í KSF. Á stýrisfund- inum í Havn í gjár møttu borgarstjórarnir saman við skrivarum. Eldraøkið Jógvan Krosslág sigur, at regluligur stýrisfundur er KSF einaferð um mánaðin, men tað kemur fyri, at longri er millum fundirnar. Aftrat hesum fundum, plaga borgarstjórarnir at hittast av og á, og fundurin í Fuglafirði hósdagin var ein slíkur fundur, sum eisini hevur til endamáls at læra hvønn annan betur at kenna. - Í Fuglafirði tosaðu vit um eina felagsstøðu, nú eldraøkið skal yvirtakast av kommununum. Hetta var annars ein púra opin fundur við ongari dagsskrá. Vænt- andi verður fundur við landsstýrið um eldraøkið í hesum mánaðinum, og tá er umráðandi, at KSF hevur eina felags støðu til málið, sigur Jógvan. Velja umboð Á stýrisfundinum í gjár skuldi KSF velja tvey umboð í nevndina, sum landsstýrið fer at seta at viðgera ruskheintan og brennistøðirnar. Tey bæði kommunufeløgini, vit hava, skulu velja hvør síni tvey umboð í hesa nevnd. Landsstýrið velir trý fólk, sum skulu umboða trý av stýrunum í landsstýrinum. Jógvan Krosslág segði beint undan fundinum í gjár, at hesaferð eru ikki tey stóru málini á skánni undantikið tey, ið longu eru nevnd. - Nøkur innanhýsismál verða viðgjørd í dag, eitt nú lønar- og roknskaparskip- anin hjá kommununum, har roynt verður at draga eina línu, sigur hann. K o m m - unurnar, sum eru limir í Kommunusamskipan Før- oya, eru Tórhavnar komm- una, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Fuglafjarða kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vágs kommuna, Skála kommuna og Kirkjubøar kommuna. Níggju stýrislimir KSF er samskipanin hjá teimum stóru kommunun- um í landinum, og orsøkin til, at Skála kommuna og Kirkjubøar kommuna eru við, er, at tær verða lagdar saman við ávikavist Runa- víkar kommunu og Tórs- havnar kommunu. Níggju stýrislimir eru í Kommunusamskipan Før- oya. Jógvan Krosslág sigur, at skipanin við níggju stýris- limum byggir á uppskotið um kommunusamanlegg- ing, sum var frammi fyri nøkrum árum síðan. - Allar kommunur kunnu gerast limir í samskipanini, men talið av stýrislimum er lagt fast í skipanini fyri KSF, sigur formaðurin. KSF leitar eftir felagsstøðu til eldraøkið Í næstum fer Kommunusamskipan Føroya á fund við landsstýrið um yvirtøku av eldraøkinum. - Tá er umráðandi, at vit hava eina felags støðu, sigur formaðurin í KSF, Jógvan Krosslág - Men tað merkir tó ikki, at vit halda, at lønin er nóg góð enn, sigur formaðurin í Sjúkrasystrafelag Føroya, Jana H. Dalsgaard SÁTTMÁLA- VIÐURSKIFTI Vilmund Jacobsen 9. oktober kl. 18.30 undir- skrivaðu Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmála- stýrið nýggjan sáttmála millum partarnar. Semjan byggir á ein lønarkarm sum sigur, at lønin hjá sjúkrasystrunum hækkar 6,5% 1. mars 2002 og 3% 1. mars 2003 - ella tilsamans 9,5% frá 1. mars í ár til 1. oktober komandi ár. - Vit prioritera soleiðis, at størsta hækkingin kemur uppá grundlønina, tí hend- an er so nógv afturútsigld. Grundlønin hækkar 1. mars 2002 við 5,394% og við 3,226% 1. mars 2003. Jana sigur, at byrjunar- lønin hjá teimum, sum eru á lægsta stigi, hevur verið 17.960 og er nú 19.023. Hendan hækkar so aftur 1. mars komandi ár. Ábyrgd og førleiki - Sáttmálin byggir á, at tað skal loysa seg at menna sín førleika - at útbúgva seg og at taka ábyrgd. Vit halda tað vera rætt, at lønin eisini er í samsvar við ábyrgd og førleika hjá okkara limum, og tí byggir ein partur av nýggja sáttmálanum á viðbøtur. Tað skal loysa seg at útbúgva seg meira og taka eftirútbúgvingar, sigur Jana. Hon sigur, at arbeiðsum- støðurnar hjá sjúkrasystr- unum við eitt nú ólaga- ligum arbeiðstíðum vóru eisini viðgjørdar undir samráðingunum, og her samráðast sjúkrasystrarnar saman við hinum feløgun- um á økinum - Hesi viðurskifti eru ikki komin uppá pláss enn, men tey eru ávegis. Nøgdar Jana H. Dalsgaard heldur ikki, at sjúkrasystrarnar fáa nógv góða løn enn. - Vit hava verið langt afturútsigldar, men nýggi sáttmálin er eitt stig á leiðini, sum vit eru nøgd við, sigur hon. Samráðingarnar millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið hava tikið langa tíð. - Vit løgdu okkara lønar- krøv fram síðst í apríl, og í mai og juni vóru nakrir fundir millum partarnar. Síðan kom summarsteðg- urin. Samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur, 27. august, og síðan tá hevur samband verið millum partarnar. Men dagin eftir, at vit sessaðust aftur, stóð í botni, og tá var nær við, at tað slitnaði millum partar- nar, sigur formaðurin, Jana H. Dalsgaard. Nýggi sáttmálin hjá sjúkrasystrunum er gald- andi til, 1. oktober 2003. Sjúkrasystrar nøgdar við nýggja sáttmálan Á eykaaðalfundi í dag broytir Sjúkra- systrafelag Føroya navn NAVNABROYTING Vilmund Jacobsen Á eykaaðalfundi hjá Sjúkrasystrafelag Føroya í dag, sum byrjar á Hotel Hafnia kl. 14, fer felagið at viðgera innkomin upp- skot um nýtt navn til felagið. Á aðalfundi felagsins í mars vóru fleiri ítøkilig uppskot um nýtt navn, og tá varð eisini samtykt, at felagið skuldi broyta navn og ikki longur bera heitið "systrar" uppi í navninum. Aðalfundurin gav tá nevndini heimild at ar- beiða víðari við málin- um, og heitti felagið tí á limirnar um at koma við enn fleiri uppskotum. Freistin at senda navnauppskot inn var úti, 20. september, og for- maður felagsins, Jana H. Dalsgaard, sigur, at eykaaðalfundurin í dag hevur nógv uppskot at taka støðu til. - Í dag verður so av- gjørt, hvussu felagið fer at eita í framtíðini, sigur hon. Nýggj lóg, nýggj útbúgving Jana sigur, at orsøkin til navnabroytingina er, at arbeitt verður við nýggj- ari lóg fyri sjúkrasystra- útbúgvingina, og í hesum sambandi er ætlanin at fáa nýggja navnið við í lógina frá byrjan. - Uppskotið um nýggja sjúkrasystraútbúgving, sum skal vera á universi- tetsstøði ella bachelor- støði, er farið til løg- tingið, og ætlandi byrjar útbúgvingin eftir nýggju lógini til várs. Jana sigur, at felagið vil sleppa burtur úr heit- inum "systrar", tí tað eru jú eisini menn, sum hava hesa útbúgving. - Í Norðurlondum, er tað bara í Føroyum, at orðið "systrar" hongur uppi í navninum, og hetta er kanska við til at halda monnum aftur og harvið avmarka tilgongdina, sigur hon. Jana H. Dalsgaard leggur tó dent á, at tað er felagið sjálvt, sum vil hava navnið broytt. Sjúkrasystrar ikki sjúkra- systrar meira - Lønarliga hava vit verið langt afturútsigldar, men nýggi sáttmálin er eitt stig á leiðini, sum vit eru nøgd við, sigur formaðurin í Sjúkrasystrafelag Føroya, Jana H. Dalsgaard C M Y K 7 6