leygardagur 12. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 196 - 12. oktober 2002
Nr. 196 - 12. oktober 2002
9
- Sera stór ónøgd er
við fíggjarlógarupp-
skotið millum sam-
gongutingmenn.
Frustratiónirnar eru
stórar. Øgiligar remb-
ingar eru millum
stóru samgongu-
flokkarnar. Óli Breck-
mann leggur upp til,
at øll Fíggjarnevndin
mannar seg upp móti
landsstýrinum stað-
festir Jóannes Eides-
gaard nú eftir fíggjar-
lógarviðgerðina og
heldur tað ikki vera
óhugsandi, at hetta
kann enda við sam-
gongusliti
FÍGGJARLÓG 2003
Jan Müller
- Eg havi verið við til at
viðgera fíggjarlógarupp-
skot í 12 ár, men hetta havi
eg ongantíð upplivað fyrr
sigur Jóannes Eidesgaard,
formaður Javnaðarfloksins
eftir 1. viðgerð av fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri
2003. Hann sipar her til ta
løgnu undirtøku, sum upp-
skotið fær frá samgonguni
og ta stóru óvissu, sum er
rundan um uppskotið. -
Hetta minnir mest um eina
pseudoviðgerð, har man
ikki veit, hvat tað er man
viðger. Man fær eitt upp-
skot á borðið, men veit, at
tað, sum kemur aftur frá
Fíggjarnevndini, um nakað
kemur har frá í heila tikið,
verður nakað heilt annað.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at tað er sjálvandi vanligt,
at tað henda broytingar
undir viðgerðini. Men so
stórar broytingar, sum tær,
ið eru fráboðaðar, eru heilt
óvanligar.
Floksformaðurin vísir á
Norðoyartunnilin, sum skal
fíggjast við 32,5 mill. kr og
sum einki oyra er sett av til.
Har er skattalættin, sum er
fráboðaður at kosta 55 mill.
kr. frá 1. januar, og har er
heldur einki sett av. Síðani
kemur Postverkið, sum er
eitt púra óloyst mál og
tykist ongan góðan at hava.
Har eru 8 mill. kr. Nú
nærkast teimum 100 mill.
kr.
Bæði Kristina Háfoss og
Tórbjørn
Jacobsen
úr
Tjóðv. og Óli Breckmann
úr Fólkafl. hava víst á, at
tað skulu sparast millum
100 og 140 mill. kr. Óli
hevur entá nevnt 200 mill.
kr.
- Tað er ikki óvanligt, at
tað fara fram justeringar í
Fíggjarnevndini men tó
ikki nakað, sum líkist hes-
um. Her er talan um, at tað
skuldu henda umrokeringar
fyri millum 100 og 200
mill. kr., áðrenn fíggjar-
lógin kemur aftur á ting-
borð. Tað lysti meg at
síggja, hvussu hon tá fer at
síggja út. Javnvágin er jú
knív skørp sum er tvs. at
eftir avdráttir eru 2 mill. kr.
at rudda við. Hvar fer man
so inn og sker fyri at finna
upp til 200 mill. kr. í
sparingum spyr formaður
Javnaðarfloksins, sum sær
fyri sær sera stórar remb-
ingar millum teir báðar
stóru samgonguflokkarnar.
Tjóðveldisfólk halda, at tað
eru teirra øki hetta fer at
ganga út yvir, meðan fólka-
floksfólk halda, at tað eru
bert teirra fólk, sum spara.
Andsøgn oman á
andsøgn
Undir fíggjarlógarviðgerð-
ini nevndi framsøgumaður
Javnaðarfloksins, Vilhelm
Johannesen, at hann var
sinnaður at fremja sparing-
ar í almenna bygnaðinum
og sipaði her til tey mongu
nýggju ráðini, sum eru
komin í kjalarvørrinum á
bæði tí seinastu og hesi
nýggju samgonguni. Með-
an tað vóru seks stýri fyri
fáum árum síðani, er talið
økt til níggju undir verandi
samgongu.
Jóannes Eidesgaard ivast
í, um partamaður hansara
fer at verða hoyrdur í
Fíggjarnevndini, tí talið av
ráðum er jú økt fyri at fáa ta
politisku kabaluna at ganga
upp og entá aðru ferð, fyri
at Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin hava kunn-
að sitið við valdinum.
- Her er alt í andsøgn við
hvørt annað. Um somu tíð
sum hesir flokkar økja talið
á
landsstýrisráðum
og
harvið økja munandi um
almennu
fyrisitingarút-
reiðslurnar tosa teir nú um
at fremja sparingar í al-
mennu fyrisitingini. Hetta
hongur ikki saman. Tá
Fólkaflokkurin hevur sitið í
andstøðu - og hann er so
mikið frekur at gera tað í
samgongu eisini - hevur
hann geilað tjakið upp um
ta almennu umsitingina,
sum verður pumpað upp og
bólgnar og bólgnar. Eingin
hevur verið meira grátigir
enn júst teir. So eisini her er
andsøgnin í hásæti.
Jóannes Eidesgaard sær
fyri sær, at samgongan fer
at koma sær út í nakrar
veldugar trupulleikar fyri
yvirhøvur at fáa fíggjar-
lógina at hanga saman,
skulu teir halda tann mál-
seting teir hava sett sær,
nevniliga at útreiðslurnar
skulu vera minni enn
inntøkurnar. Hann dugir
annars illa at ímynda sær, at
samgongan hetta fyrsta árið
torir at budgetera við einum
halli. Tað vildi eisini verið
ímóti tí yvirornaðu strategi
samgonguflokkarnir hava
um ein sjálvberandi bú-
skap.
Formaður Javnaðarflok-
sins metir eisini, at sam-
gonguflokkarnir sita í ein-
um veruliga dilemma í
løtuni, tí tað, sum spøkir og
fer at spøkja aftur og aftur
komandi tíð verður sann-
royndin, at teir hava skorið
366 mill. kr. av blokkinum.
-Hetta hava vit ávarað
ímóti. Niðurskurðurin var
alt ov drastiskur. Hetta er
misseran. Tóku teir t.d - og
sum vit mæltu til - og
skóru blokkin við góðum
100 mill. kr., so høvdu vit
framvegis havt 250 mill. kr.
at gera gott við, og tá
høvdu vit havt ein rímu-
ligan møguleika at havt
eina skilagóða fíggjarlóg.
Men tað verður ringt hjá
Tjóðveldinum at viðganga,
at vit, sum ávaraðu móti
niðurskurðinum, fingu rætt
í síðsta enda.
Undir
viðgerðini
av
fíggjarlógini varð fleiri
ferðir funnist at løgmanni
fyri ikki at vera tilsteðar.
Eisini Jóannes Eidesgaard
er ørkymlaður av fráveru
løgmans. -Hann var við
tann fyrsta dagin og hava
vit ikki sæð hann síðani.
Hetta er ein tann mest
grundleggjandi viðgerðin á
tingi, tí hon er fundamentið
fyri alt komandi árið.Tí er
tað ótrúliga løgið, at sam-
gonguleiðarin als ikki lut-
tekur í viðgerðini. Um hetta
er tí, at hann ikki sær nakra
loysn á málinum ella ikki
dugi eg ikki at siga. Men
tað eru øgiligir spenningar
millum samgongumenn, og
nógvir teirra eru sera
ónøgdir við uppskotið. Tað
havi eg so ongantíð upp-
livað áður.
Fíggjarnevndin í
andstøðu til
landsstýrið
- Hvat heldur tú verður
úrslitið av hesi ónøgd og
óvissu?
- Eg havi heitt á and-
støðutingmenn í Fíggjar-
nevndini, at man nú fer at
leggja trýst á samgonguna.
At man setur seg aftur á og
spyr, hvat teirra boð er. Tað
kann ikki vera meiningin,
at andstøðan fer inn og ger
eitt uppskot, sum sam-
gongan kann svølgja. At vit
kunnu luttaka í onkrum
konstruktivum er tó sjálv-
sagt.
Jóannes Eidesgaard stað-
festir annars, at Óli Breck-
mann, formaður í Fíggjar-
nevndini, roynir at manna
nevndina upp móti lands-
stýrinum. Hann sigur, at nú
má øll Fíggjarnevndin,
bæði samgonga og and-
støða standa saman og seta
landsstýrið uppá pláss. Tvs.
tað er líkasum, at vit fáa eitt
nýtt landsstýri í Fíggjar-
nevndini, tí man har ikki
hevur álit á, at tað, sum er
komið frá landsstýrinum, er
gott nokk.
Formaður Javnaðarflok-
sins kemur bert til eina
niðurstøðu eftir alt hetta, og
hon er, at vit hava ein djúpt
frustreraða samgongu í
løtuni. - Úttalilsini hjá
báðum landsstýrismonn-
unum í SVF hóskvøldið
bera eisini tann sama vegin.
Eg dugi ikki at síggja annað
enn, at samgongan er á veg
út í eina undirskotsfíggj-
arlóg. Og spurningurin,
hvussu stórt undirskotið
verður, veldst eisini um,
hvussu samgongan ætlar at
tacla mongu málsøkini.
Hvat t.d. við Landssjúkra-
húsinum. Kann samgongan
liva við, at leiðslan á
sjúkrahúsinum
fyri
at
finnasparingar hevur givið
kommunulæknunum boð
um at halda aftur við at
leggja sjúklingar inn? Alt
bendir á, at samgongan er
við at koyra seg sjálva
fasta. Fíggjarlógin fer tí
uttan iva at elva til nakrar
álvarsligar rembingar í
samgonguni - og tað er ikki
óhugsandi, at hetta kann
enda við sliti.
- Fer Javnaðarflokkurin
at ganga við til stórar spar-
ingar?
-Tað gera vit ikki.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins eftir fíggjarlógarviðgerð:
Hetta kann enda við samgongusliti
Jóannes Eidesgaard, formaður
Javnaðarfloksins: - Djúp frustratión valdar í
samgonguni í kjalarvørrinum av
fíggjarlógarviðgerðini. Eg vil fegin síggja,
hvussu samgongan megnar at finna 100 til
200 mill. kr. í sparingum
Mynd Jens K. Vang
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum, heldur
fast upp á, at Súlan
siglir túrarnar, ið
verða avlýstir vegna
veður, so skjótt veðrið
er til tess
SAMFERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
Landstýrismaðurin í vinnu-
málum Bjarni Djurholm
vissar Sosialin um, at túr-
arnir, ið Súlan avlýsir
vegna veður, verða sigldir
so skjótt veðrið er til tað.
– Umsitingin her hevur
kannað tað, og túrarnir, ið
verða avlýstir vegna veður,
verða sigldir so skjótt viðr-
ar, sigur Bjarni Djurholm,
sum vísir okkum til fólka-
flutningsdeildina á Strand-
ferðsluni um vit vita um
nakran ítøkiligan túr, sum
ikki er sigldur, og heldur
ikki innheintaður aftur, tá
viðraði.
Bæði mykinesmenn og
felagið, ið rekur siglingina
til Mykines, siga, at hetta er
alt
annað
enn
vanlig
mannagongd.
Ferðasambandið til
Mykines er í løtuni
als ikki nøktandi.
Hetta halda bæði
mykinesmenn og
tingmaðurin í Vág-
oynni, Marjus Dam.
Hóskvøldið kom
Súlan aftur til Myki-
nes fyri fyrstu ferð í
næstan 14 dagar
SAMFERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
Sum er í løtuni, er ferða-
sambandi til Mykines alt
annað enn nøktandi. Ser-
liga nú ringa veðrið er farið
at gera um seg, er serliga
ringt at sleppa til og frá
oynni.
– Støðan er kanska ikki
so góð, sum hon plagar at
vera, sigur Esbern í Eyð-
ansstovu, mykinesbúgvi.
– Báturin var her hós-
kvøldið, men her hevur ver-
ið stak vánaligt veður til at
sigla seinastu tíðina. Hetta
órógvar sjálvandi, og tað er
sjálvsagt keðiligt.
Esbern í Eyðansstovu
vísir á, at tað eru fleiri, sum
ikki tora vestur til Mykines,
tí tey eru bangin fyri at
gerast veðurføst. Tyrlan
plagdi at gera eykatúrar um
tørvur var á tí, men soleiðis
er ikki longur.
Súlan, sum røkir sigling-
ina til Mykines, siglir týs-
dag, hósdag og leygardag –
eftir ferðaætlanini. Er veðr-
ið ikki til vildar, siglir hon
als ikki, og túrarnir verða
avlýstir.
Hetta ger, at um heystið
kunnu mykinesmenn liggja
uttan bátasamband í fleiri
dagar, ja, eisini vikur.
– Í fjør varð siglt eftir
ferðaætlanini, men vóru
líkindi ikki til at sigla tann
ávísa dagin, sum ferðaætl-
anin segði, so sigldi Súlan
fyrsta dag kyrt varð aftur,
greiðir Esbern í Eyðans-
stovu frá. Hann heldur, at
soleiðis átti tað avgjørt eis-
ini at verið nú.
– Nógv tora heldur ikki at
sigla vestur, tá tað er óslætt
og sjógvurin flýtur inn á
dekkið. Hetta er ein óhepp-
in støða, og eg haldi, at tá
man kann hava tvær rutur
inn á Skálafjørðin, so átti
man eisini at funnið eina
passandi til Mykines.
Feilurin
Kjeld Nattestad, sum er
virkandi
borgarstjóri
í
Mykinesi sigur, at feilurin
liggur í útbjóðingartilfarin-
um hjá Strandferðsluni. Tað
er nevniliga síðani at myki-
nesleiðin varð útlisiterað, at
skilið er vorðið til tað, sum
tað er í dag.
– Treytirnar hava verið ov
ógreiðar. Avtala er gjørd
við Skúvadal um at sigla
eftir galdandi ferðaætlan,
og tí verða túrar ikki gjør-
dir, sjálvt um ongin túrur
hevur verið til Mykines í
fleiri dagar, sigur Kjeld
Nattestad.
– Hetta setur mykines-
menn í eina verri støðu við
at einskilja rutuna, og tæn-
astustøðið lækkar munandi.
Eisini verður tað meira
mótfallandi og tungt hjá
mykinesmonnum, og hetta
tekur mótið frá fólki, sigur
Kjeld Nattestad, sum hel-
dur, at Strandferðslan hevur
sloppið sær av við tær lætt-
astu ruturnar á lættasta hátt.
Tað mesta av fólkinum í
Mykinesi brúkar tyrluna at
ferðast aftur og fram við,
um pláss er. Hetta kemst av,
at tyrlan flýgur regluligari
og flýgur í næstan øllum
veðri. Tyrlan er í Mykinesi
tríggjar dagar um vikuna –
mikudag, fríggjadag og
sunnudag. Fríggjadag ger
hon tveir túrar.
– Í fjør leigaði Strand-
ferðslan Silju, og tá sigldi
Silja við fólki og Súlan
varð brúkt til frakt. Henda
skipanin er tann frægasta
vit hava havt, og er tað hesa
skipanina eg hevði kunnað
hugsað mær at fingið aftur,
sigur Kjeld Nattestad, virk-
andi borgarstjóri at enda.
Tingmaðurin ónøgdur
Eisini tingmaðurin fyri
Vágoynna, Marjus Dam, er
stak ónøgdur við siglingina
hjá Súluni.
Hann metir, at tað er av
alstórum týdningi, at okk-
urt verður gjørt við hesa
leiðina beinanvegin.
– Tað skuldi ikki verið
meira enn rímiligt at gjørt
eitt hóskandi útbjóðingar-
tilfar, sum hóskar seg til
oynna, sigur Marjus Dam.
– Nú skulu heystfjøllini
gangast, og tað er týdning-
armikið, at teir fáa menn út
at hjálpa sær. Og at onki
samband er við útoyggjarn-
ar er ikki til at góðtaka. Vit
hava fingið nógv álit um
økismenning og útoyggja
politikk, og so hendir hetta
her!
Bjarki Skúvadal, sum
hevur Mykinesleiðina
undir hond, sigur, at í
útbjóðingartilfarinu
m stendur onki um,
at túrar sum verða
avlýstir, skulu siglast
tá veður er til tess
SAMFERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
Sjálvt um onki stendur í út-
bjóðingartilfarinum um, at
túrar, sum verða avlýstir,
skulu siglast seinni tá veðr-
ið er til vildar, so hevur
Sp/f Skúvadal longu siglt
tveir eyka túrar.
– Menninir, sum sigla
fyri okkum skulu hava løn,
sjálvt um túrarnir verða
avlýstir, tí teir skulu jú
verða til taks um tørvur er á
teimum. Men túrarnir, sum
verða avlýstir vegna veður,
verða ikki sigldir inn aftur,
tá veðrið er til vildar. Onki
stendur í útbjóðingartilfar-
inum um, at hetta skal ger-
ast, og tað er óheppið, metir
Bjarki
Skúvadal,
sum
hevur
Mykinesleiðina
undir hond.
– Vit hava gjørt tveir
eyka túrar, tí biðið hevur
verið um tað, men hetta er
ongin meginregla.
Hjá Sp/f Skúvadal verður
sjálvsagt harmast um hesa
óhepnu støðu, men felagið
hevur ikki skyldu til at taka
avlýstar túrar upp aftur.
SKÚLARENNING
Birita Poulsen
Nú er tíðin komin aftur, at
skúlarnir í teimum flestu
støðunum runt landið hava
renningardag, og teir flestu
næmingarnir eru farnir í
ítróttaklæðini og út at
renna. Sjálvt um veðrið
ikki er av tí besta. Men tað
sær út til, at teir einki leggja
í ringa veðrið. Í Tórshavnar
Kommunuskúla møta teir
yngru næmingarnir møta
kl. 8.30 og teir eldru kl 10.
Men teir yngru næmingarn-
ir fara ikki einsamallir, teir
fáa eisini lærararnar við
sær at renna. Men teir
renna ofta ikki líka langt
sum teir eldru. Teir yngri
næmingarnir renna sum
oftast eini 2,5 til 5 km. Teir
eldru renna 10 km, men har
finnast tó nakrir, sum eru
ov dovnir, at teir renna tað
sama sum teir yngru. Men
tað er upp til børnini,
hvussu nógv tey renna.
Leiðin hjá børnunum, ið
ganga í Komunuskúlanum,
er fyrst úr Kommunuskúl-
anum, niðan til svimjihøll-
ina, framvið Hoydølum,
niðan eftir Mannbrekku,
eftir vegnum langa og so
oman aftur við Berjabrekku
og síðani oman aftur í
skúlan, tað er bert 5 km.
Tey, sum vilja renna 10 km
skulu heilt niðan ímóti
vatnverkinum í Villingar-
dali, áðrenn tey snara av
við Berjabrekku. So tað er
nokso strævið. Tað sást
eisini á børnunum, tá tey
koma niðan har við Villing-
ardal, at tey eru ógvuligani
troytt, men tey er so mikið
røsk, at tey halda á allíka-
væl.
Næmingarnir fáa eina
striku á hondina fyri hvønn
kilometur, teir hava runnið,
so at tey kunnu vátta,
hvussu langt teir hava
runnið.
Tá børnini hava runnið,
fáa tey hvør sítt sunkist, og
eisni fær næmingurin eitt
heiðursbræv, ið vísir á
hvussu langt næmingurin
hevur runnið. Og so er tað
bara at fara heim. Eingi
skúlating, sleppa frá at sita
og lurta eftir lærarunum.
So eru næmingarnar eis-
ini so mikið hepnir, at teir
hava heystferiu nú, ið er í
eina heila viku.
Ferðasambandið til Mykines ónøktandi
Esbern í
Eyðansstovu
heldur, at tá
Strandferðslan
kann hava tvær
leiðir inn á
Skálafjørðin, so
átti hon eisini at
funnið eina
hóskandi rutu til
Mykines
Mynd: Edvard
Joensen
Ongin meginregla
Roynt hevur verið at fáa eina viðmerking frá Reidari
Nónfjall, stjóra á Strandferðsluni, men hetta hevur
ikki borið til vegna fundarvirksemi.
-ib
Reidar ikki at hitta
Bjarni sigur jú
Runnu í heystveðrinum
Tað er nokso strævið. Tað sæst eisini á børnunum, tá tey koma
niðan har við Villingardal, at tey eru ógvuligani troytt, men
tey er so mikið røsk, at tey halda á allíkavæl
C
M
Y
K
9
8