leygardagur 12. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 196 - 12. oktober 2002
Nr. 196 - 12. oktober 2002
11
Bólturin liggur nú í Fíggjarnevndini
Eftir røður og við-
merkingar í nærum
eitt samdøgur er løg-
tingið liðugt við 1.
viðgerð av fíggjarlóg-
aruppskotinum fyri
2003. Eftir 1. viðgerð
er greitt, at arbeiðið í
Fíggjarnevndini verð-
ur sera umfatandi, og
fyri fyrstu ferð síðan
kreppuna miðskeiðis
í nítiárunum verður
neyðugt aftur av álv-
ara at at hava spari-
knívin á lofti, skal
málið um yvirskot á
fíggjarlógini haldast,
samtíðis sum skatta-
lætti skal veitast fyri
50 milliónir krónur,
sigur formaðurin í
Fíggjarnevndini, Óli
Breckmann
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Seint hóskvøldið komu
tinglimir
á
mál
við
1.viðgerð av uppskotinum
til fíggjarlóg fyri 2003.
Fíggjarlógaruppskotið er
nú beint í Fíggjarnevndina,
og har verður tað liggjandi
til einaferð í desember, tá
uppskotið kemur aftur í
Løgtingið til 2.viðgerð.
- Fíggjarlógin fyri 2003
er at meta sum sveinastykki
hjá samgonguni, og allir
samgonguflokkar mugu tí
gera sær greitt, at verður
ikki táttað í longu nú, með-
an samgonguskeiðið enn er
ungt, so verður sera trupult,
fyri ikki at siga ógjørligt, at
koma aftur í aftur seinni,
sigur formaðurin í Fíggjar-
nevndini, Óli Breckmann.
Hann vísir á, at nógv arb-
eiði liggur fyri framman,
skal roknistykkið ganga
upp, so tey bæði høvuðs-
málini hjá samgonguni -
eitt vaksandi yvirskot á
fíggjarlógini, og eitt link-
andi skattatrýst, kunnu
røkkast.
Óli Breckmann vísir enn
einaferð á, at fíggjarlógar-
uppskotið, sum varð lagt
fram fyri góðari hálvari
aðrari viku síðan, bara hev-
ur eitt yvirskot upp á tvær
milliónir krónur, tá avdrátt-
irnir eru goldnir. Og síðan
tá hava tinglimir, bæði í
samgongu og andstøðu,
víst á nógvar útreiðslur,
sum ikki eru tiknar við í
fíggjarlógaruppskotið.
Hetta hendir, samtíðis sum
almennu útreiðslurnar eru
øktar nógv, sammett við í
ár.
Formaðurin í Fíggjar-
nevndini segði í síni sein-
astu viðmerking av tingsins
røðarapalli hóskvøldið, at
neyðugt verður at gera stór-
ar og umfatandi broytingar
í fíggjarlógaruppskotinum,
og nógvar stórar avgerðir
skulu takast komandi vik-
urnar. Hann vísti á, at nógv
av pengunum, sum eru
nevndir í ymsu postunum í
fíggjarlógaruppskotinum
fyri næsta ár, er ikki komið
út í samfelagið enn. Óli
Breckmann sigur, at við
hesum sipaði hann til, at
skal roknistykkið ganga
upp, so mugu landsstýris-
fólkini ásanna, at neyðugt
verður at skera burtur part-
ar av teimum játtanum, sum
í dag standa á prenti í fíggj-
arlógaruppskotinum
fyri
2003.
Sparingar
skulu finnast
Fíggjarlógaruppskotið skal
komandi dagarnar viðger-
ast í Fíggjarnevndini, men
eisini verða hinar løgtings-
nevndinar tiknar við í arb-
eiðið. Eisini er vanlig
mannagongd, at limirnir í
fíggjarnevndini seta seg
niður at kanna hvør sítt
málsøki, og í hesum sam-
bandi verður dentur lagdur
á, at teir ymsu limirnir ikki
kanna málsøki hjá sínum
egna partamanni í lands-
stýrinum, men í staðin
málsøkið hjá einum lands-
stýrismanni úr øðrum sam-
gonguflokki. Óli Breck-
mann sigur, at av tí at tað er
samgongan, sum hevur
smíðað
fíggjarlógarupp-
skotið, so er tað eisini fyrst
og fremst ábyrgdin hjá
samgonguni at finna tær
sparingar, sum skulu ger-
ast. Hann vónar tó, at and-
støðan vil taka lut í hesum
arbeiði.
- Hetta er fyrstu ferð síð-
an kreppuárini tíðliga í níti-
árunum, at spariknívurin av
álvara skal havast á lofti.
Men tað er neyðugt at
skerja útreiðslurnar mun-
andi,
skal
fíggjarlógin
hanga saman, serliga tá
havt verður í huga, at yvir-
skotið er alt ov lítið, og tí
lættliga kann venda til eitt
undirskot, kemur okkurt
óvart á, sigur Óli Breck-
mann.
Hóast tinglimir hava víst
á nógvar íløgur, sum ikki
eru við í fíggjarlógarupp-
skotinum fyri næsta ár, so
heldur formaðurin í Fíggj-
arnevndini, at íløguloftið
upp á 260 milliónir krónur
skal haldast. Hann vísir
samtíðis á, almennu rakstr-
arútreiðslurnar eru alt ov
høgar, og tí verður neyðugt
at skera av útreiðslusíðini,
so ella so.
Fíggjarnevndin fer nú at
heita á tær ymsu nevndirnar
í Løgtinginum um at við-
gera sítt øki av fíggjarlóg-
aruppskotinum. Hetta arb-
eiði fer væntandi at taka
umleið tvær vikur, og úrs-
litið verður síðan savnað í
Fíggjarnevndini. Uppskotið
til fíggjarlóg fyri 2003
kemur vanliga til 2.viðgerð
fyrst í desember mánað.
Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri:
Landssjúkrahúsið noyðist at spara
- Vit hava biðið
kommunulæknarnar
hava støðuna á
Landssjúkrahúsinum
í huga, áðrenn teir
leggja sjúklingar inn,
og hava eisini gjørt
teimum greitt, at
sjúklingarnir verða
útskrivaðir skjótari
enn higartil. Tað sigur
Anne Grethe Mikkel-
sen, læknastjóri, sum
ásannar, at nýggjasta
sparitiltakið á Lands-
sjúkrahúsinum fer at
merkja longri bíði-
røðir, har tað ikki er
átrokandi at fáa við-
gerð.
HEILSUVERK
Jón Brian Hvidtfeldt
Landssjúkrahúsið
hevur
brúkt millum seks og sjey
milliónir krónur ov nógv
higartil í ár, og verður einki
gjørt, kemur meirnýtslan,
tá árið er av, upp í níggju
milliónir krónur. Hesi turru
tøl hava fingið leiðsluna á
Landssjúkrahúsinum
at
trýsta á sparibremsuna, so
meirnýtslan í hvussu so er
kann halda sær niðan fyri
sjey milliónir. Uppskriftin
er færri seingjarpláss og
minni yvirtíð.
Í hesum sambandi hevur
Anne Grethe Mikkelsen,
læknastjóri, í brævi heitt á
kommunulæknarnar um at
halda aftur við innlegging-
unum, har tað ikki er átrok-
andi. Og samtíðis hevur
læknastjórin gjørt komm-
unulæknunum greitt, at
sjúklingarnir mugu vænta
at verða útskrivaðir aftur
skjótari enn higartil.
- Tað einasta vit vilja við
brævinum er at heita á
kommunulæknarnar um at
hava støðuna á landssjúkra-
húsinum í huga, áðrenn teir
skriva innleggingarseðilin,
sigur Anne Grethe Mikkel-
sen. Hon leggur dent á, at
læknar mugu ikki aftra seg
við at senda fólk á Lands-
sjúkrahúsið, har tað er
bráðneyðugt, men at bræv-
ið heldur er ein áheitan á
teir um at bíða við at senda
fólk á sjúkrahúsið, har við-
gerðin ikki er so átrokandi.
Longri bíðirøðir
Læknastjórin ásannar, at
nýggjasta sparitiltakið fer
at merkja, at bíðilistarnir til
tær minni átrokandi við-
gerðirnar gerast longri.
- Tað er greitt, at tá vit
skerja seingjatalið, bæði á
medicinska- og røktarøki-
num, við tilsamans 10
sengrum, umframt at yvir-
tíð verður spard burtur, so
fer tað at merkjast, sigur
Anne Grethe Mikkelsen.
Hon vísir tó á, at ein liður í
sparingunum er at fáa fleiri
sjúklingar gjøgnum »syst-
emið« upp á styttri tíð.
Læknastjórin sigur, at í
flesu grannalondum okkara
verður arbeitt við at stytta
tíðina, sjúklingarnir liggja á
sjúkrahúsinum, og hesar
broytingar er eisini neyðugt
at fremja á Landssjúkra-
húsinum. Hon vísir á, at
leiðslan á landssjúkrahúsi-
num í eina tíð hevur arbeitt
við at umleggja fleiri við-
gerðir, fyri á tann hátt at
stytta innleggingartíðina,
og eisini at fáa so nógvar
viðgerðir framdar á tann
hátt, at sjúklingurin møtir
til viðgerð um morgunin og
sleppur heim aftur sama
dag. Anne Grethe Mikkel-
sen leggur afturat, at spari-
tiltøkini, sum nú verða sett
í verk á Landssjúkrahúsi-
num, í fyrstu atløgu bara
eru galdandi í ár, men at
hetta er ein gongd, sum
kann væntast at fara at
halda fram, og er í tráð við
tær umleggingar, sum skulu
gerast á Landssjúkrahúsi-
num.
Men verandi støða, har
leiðslan skal royna at halda
játtanina, tað ið eftir er av
árinum, ger, at bíðilistarnir
til minni átrokandi viðgerð-
ir verða longri. Læknastjór-
in dugir tó ikki at meta um,
hvussu nógv bíðitíðin til at
fáa viðgerð á Landssjúkra-
húsinum fer at økjast.
Útskrivast skjótari
Í brævinum, sum Anne
Grethe Mikkelsen hevur
sent øllum kommunulækn-
um, biður hon kommunu-
læknarnar vísa forstáilsi
fyri at sjúklingarnir verða
sendir heim aftur skjótari
enn higartil.
- Hóast vit miða ímóti at
stytta um innleggingartíð-
ina, so verður tað framvegis
fagliga metingin hjá lækna
og
sjúkrasystrum,
sum
verður avgerandi fyri, nær
sjúklingar verða sendir
heim, kann læknastjórin
veita vissu fyri. Hon metir
tí ikki, at læknar og sjúkra-
systrar kunnu kom í eina
tvístøðu, har trupult kann
vera at sameina yvirordn-
aða
spariætlanina
hjá
leiðsluni við tey atlit til
sjúklingin, sum eiga at tak-
ast. Tað sama kann gera seg
galdandi fyri kommunu-
læknarnar, sum nú skulu til
at hugsa seg um tvær ferðir,
áðrenn teir skriva innlegg-
ingarseðilin til sínar sjúk-
lingar.
- Læknarnir vita, at tá tað
er átrokandi, so skulu teir
sjálvsagt senda sínar sjúk-
lingar á Landssjúkrahúsið.
Sparitiltøkini fevna um við-
gerðir, sum ikki eru átrok-
andi, og har heita vit á
læknarnar um at hava
trongu, fíggjarligu støðuna
á Landssjúkrahúsinum í
huga, sigur Anne Grethe
Mikkelsen. Hon ásannar, at
gongdin á Landssjúkra-
húsinum kann økja um arb-
eiðið aðrastaðni í heilsu-
verkinum, millum annað í
Heimarøktini.
Í hesum sambandi hevur
leiðslan á Landssjúkrahúsi-
num havt fund við Heima-
røktina. Jákup Foldbo, leið-
ari av Heimarøktini, metir,
at sparitiltøkini á Lands-
sjúkrahúsinum fara at økja
um arbeiðsbyrðuna innan
Heimarøktina. Hann vísir
á, at talan bæði verður um
økta
arbeiðsbyrðu
hjá
heimahjálpini og heima-
sjúkrasystrum, verður tíðin,
fólk sleppa at liggja á
sjúkrahúsi, stytt.
- Tað er eingin meining í,
bara at senda rokningina
víðari til Heimarøktina, og
tí hava vit eisini havt fund
við leiðsluna á Lands-
sjúkrahúsinum,
fyri
at
finna eina skilagóða loysn,
sum báðir partar kunnu liva
við, sigur Jákup Foldbo.
Hann sigur, at enn er spari-
ætlanin hjá Landssjúkra-
húsinum so nýggj, at hann
dugir illa at meta um,
hvønn týdning tað fer at
hava fyri Heimarøktina.
Hann vísir tó á, at gongdin
innan heilsuverkið er, at
innleggingartíðin á sjúkra-
húsi verður stytt, meðan
meira og meiria verður flutt
yvir á heimarøktina.
- Tað er greitt, at tað má
vera forsvarligt mótvegis
sjúklingunum, og harum-
framt má tað vera samfel-
agsliga bíligari, sigur Jákup
Foldbo og leggur afturat, at
í síðsta enda snýr tað seg
um at definera nakrar arb-
eiðsuppgávur
millum
sjúkrahúsverkið og Heima-
røktina, og síðan mugu
pengar fylgja við.
- Bólturin liggur nú í Fíggj-
arnevndini, og tað verður
okkara uppgáva at fáa fíggj-
arlógaruppskotið at hanga
saman, og at fremja tær
sparingar, sum eru neyðugar,
sigur Óli Breckmann, for-
maður í Fíggjarnevndini.
Sunnudagin verður
konfirmatión í
Svínoyar kirkju fyri
fyrstu ferð í 71 ár. Tað
verður Heri Joensen,
prestur sum fer at
hava konfirmatión-
ina. Tveir konfirm-
antar verða sunnu-
dagin, og tað er lagt
upp til stóran dag í
oynni
KONFIRMATIÓN
Solby A. Eliasen
Tað sigst, at tað eru 71 ár
síðani, at konfirmatión
seinast var í Svínoyar
kirkju. Men nú verður tað
so aftur í morgin. Tveir
konfirmantar verða og Heri
Joensen verður prestur.
Hann sigur, at tað hevur
verið vanligt at svínoyar
konfirmantar eru vorðnir
fermdir á Viðareiði, tí
Svínoy hoyrir undir Norð-
oyaeystara
prestagjald.
Eisini eru fleiri svínoyar-
børn vorðin fermd í Klaks-
vík. Men tað verða hesir
báðir dreingirnir so ikki.
Elsa Funding er prestur á
Viðareiði, men tað verður
sum sagt Heri Joensen,
prestur í Suðurstreymoyar-
vestara prestagjaldi, sum
fer at hava konfirmatiónina
í Svínoy sunnudagin.
Hann er føddur og upp-
vaksin í Svínoy, men flutti
av oynni longu sum 13 ára
gamal til Havnar at ganga í
realskúla.
Men hann hevur havt tætt
tilknýti til oynna kortini, og
hevur havt allar vanligar
kirkjuhandlingar í oynni.
Tað vil siga, brúðarvígslur,
jarðarferðir, barnadóp og
gudstænastu. Men sjálvur
sigur hann, at hann hevði
ikki væntað, at hann nak-
rantíð fór at fáa høvi til at
hava konfirmatión.
– So sunnudagin havi eg
havt allar vanliga kirkju-
handlingar í kirkjuni í
Svínoy, so tað má sigast, at
tað er nakað serligt fyri
meg, heldur hann.
Konfirmantarnir lesa
Konfirmatiónin kemur at
ganga fyri seg sum ein
vanlig konfirmatión ger.
Men tað verður ikki nøkur
drúgv løta í kirkjuni, tí tað
eru bert tveir konfirmantar.
Men eitt sindur øðrvísi
verður tað kortini, tí mill-
um annað verða tað teir,
sum fara at lesa inngangs-
og útgangsbønina. Haraftur
at fara teir eisini at lesa
onkrar av tekstunum til
dagin.
Ein hugsar so um, hvussu
tað hevur gingið fyri seg,
meðan teir hava gingið til
prest. Heri greiðir frá, at
hann hevur sent tilfarið til
teir at lesa. Og so hava teir
verið í Havn nakrar ferðir
til
tímar.
Eisini
hava
dreingirnir báðir verið á
konfirmantalegu á Selatrað
saman við konfirmant-
unum í Suðurstreymoyar-
vestara prestagjaldi. Um
helvtin av teimum konfirm-
antunum vórðu fermd sein-
asta sunnudag og restin
verða so fermd um eina
góða viku í Havn. Og í
morgin verða so teir báðir
fermdir í Svínoyar kirkju.
Heri sigur eisini, at tá
konfirmatión skal verða á
bygd, so noyðist ein at
hugsa um, at tað er á bygd.
– Tað vil siga, at ein má
tilpassa seg. Eg tosaði við
dreingirnar í kirkjuni her
hósdagin og avtalaði við
teir, at vit skuldu hittast
aftur fríggjadagin, men tá
vóru teir á fjalli. So vit hava
bara sagt, at vit hittast aftur,
tá teir ikki eru á fjalli. Og
tað er bara so. Okkum
manglar ikki so nógv, tað er
bert tað allarseinasta, sum
skal fáast upp á pláss, sigur
hann.
– Hetta er jú »the land of
maybe«, tað er sanniliga
eisini galdandi í Svínoy,
skemtar prestur.
Hann vónar, at tað kemur
eitt sindur av fólki til oynna
sunnudagin. Men sum altíð
so hevur veðrið nógv at
siga.
– Hann kemur av lands-
synningi beint nú, og tað
gevur nógv brim í víkini,
men tá er gott á Eiðini,
sigur Heri og vísir á,
hvussu hent tað er við
tveimum lendingum.
– So tað kann ikki
væntast, at tað fara at verða
nakrir trupulleikar at sleppa
út til oynna í morgin, sigur
Heri Joensen, prestur at
enda.
Í heiminum hjá konfirm-
antunum báðum verður
stákast til stóra dagin.
Kommunan hevur lagt høli
til. So dagurin verður hildin
í skúlanum.
Rakul
Guðjónsson,
mamman, veit ikki at siga,
um tað koma nógvir gestir,
men hon hevur longu fing-
ið vitjan av gestum, sum
eru komnir úr Danmark.
– Fleiri hava eisini boðað
frá, at tey koma, men eg
veit ikki, hvussu nógv
koma. Men tað verður
spennandi
sunnudagin
undir øllum umstøðum,
sigur Rakul.
Fyrsta konfirmatión í 71 ár
Fyri fyrstu ferð í 71 ár verður konfirmatión í Svínoyar kirkju sunnudagin. Tveir konfirmantar
og Heri Joensen verður prestur
Mikudagin 9. oktobur
skrúvaði Steinbjørn
Jacobsen, borgarstjóri
í Klaksvík kránan til
tann seinna vatn-
brunnin við Ánagjógv
frá
VATN
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Tað at tann
seinni goymslubrunnurin
nú er tikin í nýtslu, hevur
við sær, at goymslan við
Ánagjógv nú er tvífaldað,
samstundis sum tryggleikin
móti vatn neyð er munandi
størri, tá eitt nú drúgt turr –
ella frostveður er. Og hetta
er alt sóttreinsað vatn, talan
er um.
Ikki øll hús í Klaksvík
fáa sóttreinsað vatn sum er,
og bygdirnar undir Klaks-
víkar Kommunu, Árna-
fjørður, Norðoyri og Ánirn-
ar eru eisini eftir.
– Men kommunan ar-
beiðir miðvíst víðari við at
útvega øllum borgarunum í
kommununi
sóttreinsað
vatn, sigur Steinbjørn Jac-
obsen, borgarstjóri í Klaks-
vík.
Hann fegnast um at tað
gongur so væl við arbeiðin-
um at reinsa vatnið. Men
tað er ein sera kostnaðar-
mikil verkætlan, og tá borg-
arstjórin hevði skrúvað
kránan frá, var ein kaffi-
munnur at fáa. Hesa løtuna
varð spurningurin um vatn-
avgjald reistur.
Millum annað varð tosað
um, at í øllum førum virk-
ini áttu at fingið eitt mark
fyri nýtslu, og um tey so
fara upp um tað, so skulu
tey gjalda fyri tað.
Eisini vísti onkur á, at tað
eru fleiri staðir í býnum at
vatnslangur bert liggja og
renna, og alt vatnið fer bert
til spillis.
Tað
harmaðust
bæði
býar verkfrøðingurin,
borgarstjórin og aðrir um.
Á býráðsfundi í seinastu
viku tosaði Hilmar Daniel-
sen, býráðslimur um at eitt
avgjald fyri vatnið bleiv
sett.
Alt hetta prátið hesa
løtuna norðuri við Ána-
gjógv var leysatos, men
meiningarnar vóru nógvar
og tað treyt ikki við hug-
skotum til møguligar loysn-
ir. Men eitt vóru øll samd
um, og tað er, at tað verður
oyðslað alt ov nógv við
vatninum sum er.
Avtala við SEV
Rávatnið til reinsiverkið
við Ánagjógv kemur van-
liga úr tveimum støðum, úr
Svartadali og við Ána-
gjógv.
Fyri at gagnnýta allar
verandi vatngoymslur í
økinum, gjørdi kommunan
í 1997 avtalu við SEV um
samskipan av vatntøku
millum
Ánagjógv
og
Svartadal.
Meginreglan í hesi avtalu
er, at SEV nýtir sum mest
av vatninum til el-fram-
leiðslu, samstundis sum
Klaksvíkar Kommuna fær
trygd fyri, at vatntørvurin í
kommununi verður nøktað-
ur.
– Hetta er ein ógvuliga
gagnlig avtala fyri Klaks-
vík, sigur Steinbjørn Jacob-
sen.
Sambært nevndu avtalu
hevur Klaksvíkar Komm-
una lagt eina leiðing í mill-
um
SEV-goymsluna
í
Strandadali og rávatns-
brunnarnar við Ánagjógv.
Við hesi leiðing fær komm-
unan vatn úr Strandadali í
turr og frostveðri.
Somuleiðis hevur SEV
lagt eina leiðing millum
Svartadal og SEV goymsl-
una í Strandadali.
Goymslubrunnurin
er
gjørdur úr betong og tekur
1800 rúmmetrar. Tískil er
samlaða vatngoymslan við
Ánagjógv nú 3600 rúm-
metrar.
Seinni vatnbrunnurin við Ánagjógv tikin í nýtslu
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík skrúvaði vatnkrán-
an frá og reinsaða vatnið fossaði inn í nýggja goymslubrunnin
við Ánagjógv
C
M
Y
K
11
10