Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 196 - 12. oktober 2002 Nr. 196 - 12. oktober 2002 13 Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ikki gjørt sítt heimaarbeiðið nóg væl, áðrenn uppskotið til fíggjarlóg varð lagt fram. Ella hevur løgmaður, sum samskipar arbeiðið í landsstýrinum, ikki koordinerað fíggjar- lógararbeiðið nóg væl. Hetta er komið greitt og týðuliga til sjóndnar, nú løgtingið hevur viðgjørt uppskotið og hetta er komið týðuliga til sjóndar í miðlunum seinastu dagarnar. M.a. í Sosialinum, sum hósdagin kundi stað- festa, at vantandi játtan til Postverkið fór at merkja hóp- uppsagnir. Hetta er ikki fyrstu ferð, at starvsfólkini á Postverkinum fáa at vita um uppsagnir í fjølmiðlunum, so tey eru von við tað, men tað merkir ikki, at framferðarhátturin er rættur. Tvørturímóti. Hetta er aftur eitt dømi um vánaligt politiskt handalag. Tey, sum hava fylgt við tí turbulentu gongdini hjá Post- verkinum, minnast, at í fjør gjørdi landsstýrið semju um eina trý ára tillagingartíð. Í hesum tíðarskeiði skuldi Postverkið fáa eina játtan á fíggjarlógini til eina tillaging, so postverkið kundi hvíla í sær sjálvum. Tá trý ára skeiðið var úti, skuldi støða takast til, hvussu Postverkið skuldi umskipast - leggjast um til alment partafelag, til eina almenna landsfyritøku ella okkurt heilt annað. Men nú er semjan ikki hildin, tí onkur annar møguleiki hevur stungið seg upp, sum hevur nakað við ein bygning á Argjum og eina møguliga sølu at gera. Men so leingi, sum hetta málið ikki er loyst, má peningur játtast Postverkinum, tí tað er tað, sum semja er um. Í hesum sambandi skal eisini nevnast, at sami fíggjarmálaráðharri, sum tók játtan til Postverkið burtur í síðstu løtu, eisini tók uppskot til blaðútbering burtur. Sum skilst, so visti vinstra hond ikki, hvat høgra hond gjørdi, og offur í hesum vantandi politiska arbeiðinum gjørdust einaferð afturat tey føroysku postfólkini. – – – Hattin av fyri Høgna Hoydal Orðaskiftið um lógina um skrásett parlag hevur fingið øði í mong - fyri og ímóti. Hetta er í mongum førum eitt sera ótespiligt orðaskifti, sum øðrumegin ikki økir um virðing føroyinga fyri demokratiinum og tí fría orðaskiftinum og hinumegin avdúkar eina óhugnaliga muru og hugburð hjá mongum her á landi til júst sama demokrati. Vit mugu/ skulu tola at umrøða øll mál. Tí skal Høgni Hoydal eiga stóra tøkk fyri, at hann heldur enn at hugsa um sam- gonguna, hugsar um sakina og demokratiið. Sjálvandi skal løgtingið kunnað viðgera hetta málið. So má tað standa ella falla har. At útsett málið ella lagt tað í eina skuffu fyri at forða fyri teimum avleiðingum framløgan av málinum kann fáa fyri samgonguna, vildi verið blóð- skeivt. Tí taka vit hattin av fyri landsstýrismanninum, sum ikki letur seg tøla og forskrekkja av ódemokratiskum kreftum á tingi og í samgongu. Soleiðis skal ein sam- vitskufullur og demokratiskur landsstýrismaður arbeiða. DAGSINS MEINING Sosialurin Postfólkini offur einaferð afturat! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jóannes Eidesgaard Neyvan man tað vera tí, at politiska samvitskan er so góð, tá bæði formaðurin og fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum hava fylt tvey bløð fyri at greiða føroyingum frá, hvussu ómetaliga nógv er fingið frá hondini á Christians- borg, og at hetta skal legiti- mera, at teir nú eru farnir í tekniskt samstarv við teirra argasta fígginda á Slots- hólminum Socialdemo- kratíið og Nyrup. Øssur rakti eitt eymt punkt Tað var ikki hissini, sum greinin hjá Øssuri Dam Jacobsen tók báðum stavnamonnunum í Tjóð- veldisflokkinum fast. Sjálvur haldi eg greinina hjá fyrrverandi tingmann- inum vera bæði hóvliga og sakliga, men sjálvandi eitt sindur kryddrað, men tað skuldi man nú trúð, at menn sum eitt nú Torbjørn Jacobsen toldu. Men gakk. Báðir eru teir í øðini um, at Øssur hevur avdúkað tekniska samstarvið, sum føroyski Tjóðveldisflokk- urin nú eru farin inn í við m.ø. gamla arvafíggindan á Christiansborg danska So- cialdemokratínum og sjálv- um Nyrup, sum sanniliga ikki altið hevur verið í krithúsinum hjá tjóðveldis- monnum. Men soleiðis broytist so mangt. Gaman í veit eg, hvat eitt tekniskt samstarv merkir, men um alt var so óskyldugt, hví leika Høgni og Torbjørn so í? Hví taka teir sær so nær av greinini hjá Øssuri? Kann tað hugs- ast, at samvitskan ikki hevur tað so gott, tá tað til stykkkis kemur? Tekniskt samstarv kenna vit frá løgtinginum, tá vit velja nevndir. Samgongan hevur ein valbólk og andstøðan sín. Men onkurs- vegna er eitt slíkt tekniskt samstarv byrjanin til eitt meira skipað samstarv, so- leiðis sum vit eisini kenna tað frá samgongu og and- støðu. Og gjarna tolir man tá meira enn tað at vera í stovu saman. Samvitskubit í yvirmát Men eg skilji teir væl, um teir hava samvitskubit. Tjóðveldisflokkurin hevur meira enn nakar annar flokkur altíð roynt at hildið eina ávísa frástøðu til danskan politikk. Erlendur Patursson, sáli var sum eg sjálvur leysgangari á Christiansborg, men nú hava politisku eftirkomarar hansara meldað seg sum fullgyldugan lim í eina parlamentariska nevnd í Fólkatinginum enn tá við hjálp frá Socialdemokratí- num, SF, Radikalu og Eind- arlistanum. Til tess at leggja eitt roykslør fáa vit eina langan lestur um, hvussu ótrúliga nógv umboð teirra hevur fingið avrikað. Høgni fer so langt sum at siga, at Torbjørn hevur í eitt knapt ár avrikað meira, enn vit allir aðrir megnaðu í samfull 25 ár. Men um Torbjørn hevur verið so virkin og fingið so nógv úrslit eftir bert einum ári, hví so nú innlima seg inn í sjálvt hjartað í donskum politikki? Gamalt er at siga, at sjálvrós stinkar. Og her ruggar ikki rætt, tá tit nú kenna eina slíka trongd til at greiða okkum øðrum frá, hvussu nógv úrslit liggja eftir tykkum á Christians- borg eftir einum slakum ári. Tí vóru tað verulig úrslit, so var ikki neyðugt hjá tykkum sjálvum at siga tað, tí so vistu vit øll onnur tað. Men soleiðis er veru- leikin ikki, og tað vita ikki bert tit. "Hvokkin er hann Grímur á skóg" Munur er á, tá Erlendur gekk við røttum ryggi og á sín serliga hátt tosaði før- oyinga søk á Christians- borg, til nú tit sita til há- borðs við donskum parla- mentarikarum innalaga í nevndarhølunum. Og tykk- ara atgongumerki til nýggju bonaðu gólvini er fingið til vega við hjálp frá Nyrup, Holger K og Mari- anne Jelved. Leikluturin sum leys- gangari er trupul og stræv- in, og Erlendur hevur neyv- an havt tað so lætt. Tú ert einsamallur um alt. Øðr- vísið er hjá tykkum, nú tit hava Norðuratlantsbólkin og harfatrat altíð kunnu halla tykkum til nýggju samstarvspartnararnar. Men tað er so tykkara val. Eg veit ikki um eg kann loyva mær at enda við at sitera ein kendan javnaðarmann í Danmark, nú tit eftir øllum at døma eru komnir at kenna hvønn- annan betur, men tað var Krag, sum segði kendi orðini "Man har et stand- punkt til man tager et nyt." Einsamallur í eitt ár meira enn tveir í 25 ár TÍÐINDASKRIV Forvitnislig málningafram- sýning verður í hølinum hjá Føroya Banka í Klaksvík frá 10-18 oktober. Tað er Høgni Thomsen í fer at sýna fram málningar í hølinum hjá Føroya Banka í Klaksvík. Høvið verður at sýggja uml. 25 oljumálningar í allir eru málaðir í ár. Hátturin í er nýttur til at mála myndirnar, minnir um háttin ein nýtir til vatnlits- myndir. Litirnir verða lagdir á "vátt í vátt". Amboðini í Høgni nýtir eru penslar og maliknívur. Myndaevnini eru úr før- oysku náttúrini so sum fossar, skip, brim o.a. Myndirnar eru allar í ramma, tilreiðar at hanga á veggin. Opið er mánadag til fríggjadag fra kl. 14.00- 16.00 Hósdag til kl. 18.00. Myndirnar síggjast eisini í sýnisglugganum við veg- in. Eisini ber til at síggja myndirnar á heimasíðuni heima.olivant.fo/~hthomsen Málninga-framsýning í Klaksvík Ingi Kirke God, or no God Enn einaferð sat eg og las Dimmalætting, og har var mest sum ein heil síða við greinum um samkynd. Innihaldið var á sera lágum støði, má sigast. Í innihald- inum var sagt, at kristin- dómurin er avoldaður, ótíðarhóskandi og søgu- ligur. Ok, so lat okkum siga tað. Lat okkum avkristna Føroyar! Hesin søguligi persónurin - Gud - er ótíðarhóskandi, so vit koyra Hann í skrell. Hann er av- oldaður! Inn við human- ismuni. Inn við liberal- ismuni. Lat okkum gloyma Gud, Hansara boð, fyri- skipanir og lógir. Lat okk- um góðtaka alt - einki er synd, tí Hann sum segði, at hetta og hatta er synd, Hann er ikki meir! Hann er søga. Annahvørt er Gud Gud, ella er Gud ikki Gud. Hvørjum vilja vit tæna? Lat okkum brenna kirkj- urnar og samkomuhølini niður! Tí eingin tímir at tæna, eingin tímir at elska, eingin tímir at tilbiðja, og eingin tímir at brúka pengar uppá ein søguligan-persón, sum doyði fyri meir enn 2000 árum síðani! Vit kunnu kanska byggja nýggj hús, til frama fyri Anders And! Fara vit í kirkju og á møti, fyri at halda lív í søguni um Jesus? Hví blíva børn enn tann dag í dag, doypt til navn Jesusar? Og ikki at gloyma; hví skulu hesi samkyndu hava sign- ing frá hesum søguliga- persóni? Eg má siga fyri mítt viðkomandi, at eg fari á møti, fyri at tilbiðja Jesus, saman við teimum menn- iskjum sum elska Hann! Um eingin annar elskar Hann, so kann eg tilbiðja heima. Hansara orð er alt mítt lív. Alt mítt lív verður bygt á Hansara orð. Hann er livandi í aldur og allar ævir. Hann livir! Dupultmoralurin Men aftur til nútíðarsam- felagið Føroyar, sum vil liva í fríheit, men sam- stundis hava hendan søguliga-persónin, Gud, í bakgrundini. Tit doypa børn tykkara til Hann. Tit játta trúgv á Hann. Tit vilja hava signing Hansara. Tit verja um húsið. Tit verja um sakramentini. Men samstundis blaka tit Hann úr skúlanum. Tit siga, at Hann skal ikki við í poli- tikk. Tit siga, at Hann hósk- ar ikki til okkara tíð. Og alt hetta botnar í, at tit als ikki kenna Hann, og ei heldur vilja tit hava nakað við Hann at gera! Hetta er sannleikin. Hetta er dupult- moralurin í Føroyum í dag! Tit lesa ikki Hansara orð. Tit biðja ikki til Hansara. Tit fara ikki í hús Hansara. Tit góðtaka alt sum Hann ikki góðtekur. Og sam- stundis siga tit, at tit eru kristin. Hyklarar! Dárar og blindu tykkara! Gud signar ikki synd Farið út í syndina. Tit noyð- ast ikki at taka Gud við! Hann kemur ikki við kortini. Hann er heilagur. Eingin synd sleppur nær til Hann. Og eitt menniskja sum livir í synd, er ein syndari, og syndarar arva ikki Guds ríki. Men farið bara út í synd, um tit vilja tað. Ein Gud er, og eingin annar, og tit vita tað! Tænið Honum, og tykkum skal gangast væl. Tæna tit Hon- um ikki, men tæna teimum samkyndu, humanismuni osf, so ferð at gangast tykk- um illa. Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órætt- vísi kúga sannleikan. Róm. 1,18. Viðvíkjandi kærleika: Er tað kærleiki sum skiftur sannleika Guds um við lygn og ærir og dýrkar skapningin fram um Skaparan? Róm. 1,25. Er tað kærleiki sum heldur tað einki vera vert at hava kunnskap um Gud? Róm. 1,28. Er tað kærleiki sum er fyltur upp av alskyns órætt- vísi, havisjúku, óndskapi osf? Róm. 1,29. Er tað kærleiki, sum við sínum livihátti leiðir onnur við sær í fortapilsi? (deyð- an) Róm. 1,32. Er tað kær- leiki? PS: Ella er tað kærleiki, sum gevur menniskjum Guds orð? Fakta um likami Lat okkum hyggja eftir tínum og mínum likami. Minst bert til, at likami hjá einum syndara og hjá einum rættvísum er hvør sítt. Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Kristusar? 1. Kor. 6,15. Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu? 1. Kor. 6,19. Likamið er ikki fyri siðloysi, men fyri Harran; og Harrin er fyri likamið. 1. Kor. 6,13. Hesi orðini eru til trúgvandi menniskju. Syndarin eigur ikki lut í hesum, tí hann eigur ikki lut í Kristusi. Eg skrivi hetta tí mong av teimum samkyndu siga seg vera trúgvandi. Syndarin kann ikki brúka limir Kristusar ella tempul Heilaga Andans til synd, tá hann brúkar likam sítt til vanærandi lystir holdsins. Kapitilin endar við at siga: Ærið tí Gud í likami tykkara! 1. Kor. 6,20. Eisini sigur Bíblian: Bjóðið heldur ikki syndini fram limir tykkara sum vápn órættvísinnar! Nei, bjóðið Gudi fram tykkum sjálv sum tey, ið frá deyð- um eru vorðin livandi, og bjóðið Gudi fram limir tykkara sum vápn rætt- vísinnar! Róm. 6,13. Og víðari: Bjóðið soleiðis nú fram limir tykkara sum tænarar hjá rættvísini - til heilaggering! Róm. 6,19. Døm sjálvur, tú sum sig- ur teg vera samkyndan og "frelstan", um tað er at æra Gud at "mis"brúka limir Kristusar, hetta tempul Heilaga Andans, til at tæna syndini? Ein rættvísur, (trúgvandi, frelstur) persónur, kann ikki liva sum samkyndur. Tí ein slíkur er føddur av Gudi, og sigrar heimin. Ein slíkur vil til allar tíðir gera vilja Faðirs síns. Ein slíkur vil altíð tráa eftir tí, sum hoyrir Gudi til. Ein slíkur vil toknast Gudi. Ein slíkur vil avnokta alla synd. Ein slíkur vil halda seg til orðið. So eg fati ikki, at samkynd brúka Guds orð at verja seg við. Tað er meiningsleyst. Alt orðið, sum tað er, vitnar ímóti teimum! Tað kennist øðrvísi og tómt í okkara tilveru, at Katrin Omma, sum vit kallaðu hana, ikki er saman við okkum longur. Harrin hevur kallað hana heim til sín, har eingin sjúka og eingin sorg er. Nú eru tit saman aftur tú og Arne, sum andaðist fyri 7 árum síðani. Hugsi um sálm 23 vers 4 "Um eg so skal ganga í dali deyða- skuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær." Vit, sum vóru um Katrin teir seinastu dagarnar, sóu ta góðsku og tolmóð, sum búði í henni, nú sjúka so tungliga legðist á hana og dagarnir fækkaðust. Minnist væl fyri 27 árum síðani, tá ið tú arbeiddi sum fyristøðukvinna á tele- fonverkinum, og eg arbeiddi í Køkubúð- ini. Tú plagdi eftir arbeiðstíð at leggja tær leiðina framvið Køkubúðini at hyggja eftir, hvussu eg sá út. Dánial hevði nokk slatrað um okkurt. Minnist hvussu vøkur eg helt tú var. Ein flott dama sum bara við tínum atburði settið tú teg í respekt. Minnist fyrstu ferð eg kom inn til tykkara. Tú og Arne tóku eins hjartaliga ímóti mær sum tykkara egnu dóttir. Tað fyrsta tú gjørdi var, at tú bjóðaði mær í silvurbrúdleyp tykkara í november 1975. Tað var gott at kenna kærleika tykkara, og sjálvt um eg kanska ikki hevði ta røttu etikettina, havi eg aldri merkt nakað annað enn virðing og kærleika. Sjálvt míni tókst tú eisni inn at tínum hjarta. So hjartalig sum tú altíð var, komu eisini tey inn í tín klebrihjerna. Tað gekk ikki long tíð, fyrr enn eg varnaðist, at tú var ikki hvør sum helst. Kendi nógv fólk, visti hvussu tey kallað- ust, aldurin á teimun og nær tey høvdu føðingardag og so eisini øll telefon- numrini, tú dugdi. Tað er nógv, ið eg kundi trivið í, sum vit hava havt saman. Minnist Danmarkar- túrin vit gjørdu. Hugsði eisini um, hvussu gott tú dugdi við okkum ungu. Vit sótu mangan við stokkum, spældu Ludo og onnur spøl. Tú gavst tær tíð til okkum. Eitt sum sermerkti teg Katrin var, at tú vart so ógvuliga stolt av synum tínum Dániali og Martini. Var tað nakar, sum segði nakað, forsvaraði tú teir altíð. Árini gingu, og tá Lilly og eg fingu teir til okkara makar, komu ommubørnini. Martin og Lilly fingu Hákun, Katrin og Fríðu og vit fingu Arna og Ann Gvøðny. Tá ið eg var við barn og fortaldi tær og Arna, at bleiv tað ein drongur, skuldi hann eita Arne, vóru tit stolt, og tá lítli Arne kom, ringdi tú til systrar tínar og vinkonur, sum tú ikki hevði so fáar av. Katrin, eg hoyrdi teg ofta murra sangin: Breið verndarveingir Tínar. Hettar var ein sangur, sum tú helt segði so nógv. Tann eina reglan sigur: Lat hvørja stund meg sanna, hjá tær er lívd og læ. Tað var ein rík løta, vit høvdu saman dagin fyri, tú flutti heim. Vit tosaðu um henda sangin og síðani sang eg hann fyri tær. Tá merktu vit verndarveingir Harr- ans. Síðani takkaði eg tær fyri sonin, sum tú hevði føtt og givið mær. At síggja smíl títt, segði mær so nógv, sum eg aldri fari at gloyma. At enda vil eg nevna, hvussu glað tú var fyri tað nýgifta parið, Ann Gvøðny og Johannes, sum tú hevði fingið í kjallaran at búgva. Tað var so trygt, at hava onkran nær, nú styrkin ikki var tann sama. Tey koma, eins og vit onnur, at sakna teg nógv. Eisini vil eg heilsa systrunum hjá tær. Agnas, sum býr í Danmark, Ragnu og Jórunn, sum stóðu tær so nær. Má Harrin troysta okkum øll í hesum komandi døgum. Æra, við tøkk, verði minni um ver- móður mína Katrin. Breið verndarveingir tínar, á Jesus, yvir meg, og lat meg hjá tær hvíla, í øllum skoða teg! Verð tú mítt alt í øllum, mín vísdómur, mítt ráð, lat meg hvønn dag á foldum av náði liva fá! 2. Lat onga synd mær valda, varðveit meg, tær til prís, gev mær eitt halgað sinni, títt bílæt í mær vís! Lat hvørja stund meg sanna, hjá tær er lívd og læ, á morgni, degi, kvøldi mær unn at kenna tað! *Lina Sandell (V. Danielsen týddi). Lív Minningarorð um Katrin á Dul Jacobsen VIÐMERKINGAR To God, or not to God! Tað er spurningurin C M Y K 13 12