leygardagur 12. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 12. oktober 2002
15
Jógvan á Lakjuni
Ár 2002, týsdagin 24. sep-
tember, boðaði formaðurin
frá omanfyri nevnda fyri-
spurningi frá Jógvan á
Lakjuni,
løgtingsmanni,
sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
Fyrispurningurin er soljóð-
andi:
1. Nær fer landsstýrismað-
urin at broyta kunngerð-
ina um uppkalling, so
hon lýsir hugtakið, "í
ættini" eftir vilja Løg-
tingsins og samsvarandi
føroyskari mentan?
2. Hvørji
málvísindalig
fyrilit nýtir navnanevnd-
in, tá ið hon avger,
hvørji nøvn koma á tann
góðkenda navnalistan?
Hví eru t.d. mannfólka-
nøvnini, Olaf og Oluf
ikki á listanum, tá ið
k o n u f ó l k a n a v n i ð ,
Oluffa, er?
Viðmerkingar til 1:
Í seinastu tingsetu var
navnalógin ikki minni enn
tvær ferðir til viðgerðar á
tingi. Fyrru ferð legði
landsstýrismaðurin sjálvur
lógina fram, men av tí at
Løgtingið ikki hevði somu
meining um tingini sum
landsstýrismaðurin,
tók
hann málið aftur. Meirilutin
í Rættarnevndini hevði
kortini lúrt landsstýris-
mannin av og legði málið
fram av nýggjum í so góð-
ari tíð, at tað kundi við-
gerast
og
samtykkjast,
áðrenn tingið fór heim.
Og við tingmáli 86/2001
broytti Løgtingið lógina um
fólkanøvn soleiðis, at hon
skuldi svara til føroyska
mentan
og
føroyskan
navnasið,
har
foreldur
fingu sín sjálvsagda rætt og
sítt sjálvsagda persónliga
frælsi til uppkalling aftur.
Samtykt varð at seta inn í
§2 hesa áseting um at kalla
upp í ættini:
Stk. 4: Navnanevndin
kann eftir umsókn gera
undantak frá stk. 2, tá ið
uppkallað verður eftir
fólki í ættini. Lands-
stýrismaðurin ásetur í
kunngerð nærri reglur
um undantøk.
28. juni í ár hevur lands-
stýrismaðurin í løgmálum
lýst kunngerð, ið avmarkar
uppkalling sera nógv -
uttan iva nógv meira enn
Løgtingið hevur ætlað.
(Kunngerðin er hjáløgd
sum skjal). Eftir hesi kunn-
gerð er nógv, ið ikki er
loyvt í sambandi við upp-
kalling í ættini. Her eru
nøkur dømi:
1. dømi:
Langabbin eitur Andreas.
Langabbasonurin kann ikki
stavrætt verða uppkallaður
eftir honum. Men tað kann
abbasonurin.
2. dømi:
Langabbin
eitur
Olaf.
Langabbasonurin kann ikki
verða uppkallaður eftir
honum. Men tað kann
abbasonurin.
3. dømi:
Abbin eitur Victor. Abba-
dóttirin kann ikki eita
Victoria. Men abbasonurin
kann kallast Victor.
4. dømi:
Doyr ein pápabeiggi, sum
t.d. eitur Christian, eftir
langa
sjúkralegu,
kann
bróðursonurin ikki upp-
kallast stavrætt eftir hon-
um, men letur hann lív
undir óvanligum umstøð-
um, fær bróðursonurin iva-
leyst loyvi at eita Christian.
Løgtingið má í hesum
máli ásanna, at landsstýris-
maðurin ikki hevur hildið
seg til sína heimild, men
hevur avmarkað lógaráset-
ingina ímóti vilja løgting-
sins. Tí fyri ein og hvønn,
sum er vaksin upp í før-
oyskari mentan, er " fólk í
ættini" eitt nógv breiðari
hugtak enn foreldur, omm-
ur og abbar. Bara hugtakið,
"familjan", ið er trengri enn
"ættin", fevnir víðari enn
henda lðsing, og hugtakið
"ættin" er eftir føroyskari
fatan nógv víðfevndari, enn
"ættin" er eftir kunngerðini
hjá landsstðrismanninum.
Ein og hvør, ið trúfast vil
skilja tingsins vilja, vildi
lðst hugtakið bæði víðari,
og tikið við langommur/
abbar
og
oldurommur/
abbar, og breiðari, við at
tikið við systkin hjá øllum
teimum nevndu. Og Løg-
tingið eigur - óheft av hvat
tingmenn
halda
um
navnalógina - at vera samt
um at átala, at ein landstýr-
ismaður á henda hátt nýtir
høvið at broyta lógina, tá ið
einasta heimild hansara er
at gera nærri reglur um
tulking og mannagongdir
samsvarandi tingsins vilja
og fatan.
Viðmerkingar til 2:
Tá ið hugt verður í tann
góðkenda navnalistan, er
sera trupult at skilja, hvørji
málvísindalig fyrilit navna-
nevndin tekur, tá ið hon
avger, hvørji nøvn verða
góðkend.
Tað er kanska óheppið at
taka ávís nøvn fram í einum
slíkum fyrispurningi, men
eg fari kortini at biðja
landsstðrismannin greiða
frá, hvussu navnanevndin
kann nokta fyri, at mann-
fólkanøvnini, Olaf og Oluf,
verða góðkend og sett á
navnalistan.
Orsøkin til, at nøvnini
Olaf og Oluf ikki eru á tí
góðkenda
listanum,
er
ivaleyst, at tann norrøni
formurin, Ólafr, á føroysk-
um er vorðin til Ólavur, og
at formarnir, Oluf og Olaf,
ígjøgnum
danskt
eru
komnir inn í føroyskt. Hetta
verður allarhelst tulkað
soleiðis, at hesir formar eru
í stríð við føroyskar mál-
reglur, ið sambært §1, stk.3
í løgtingslóg um fólkanøvn
er einasta grund fyri ikki at
góðkenna eitt navn, um tað
annars ikki er fólki til
ampa.
Men blaða vit ígjøgnum
navnalistan
og
síggja,
hvørji nøvn eru loyvd, so er
torført at skilja, hvørji
argument skulu vera fyri
ikki at góðkenna nøvn sum
Olaf og Oluf. Taka vit t.d.
tey føroysku nøvnini, Han-
us, Janus og Sjúrður, so
hava tey á sama hátt sum
Ólavur fingið ein danskan/
útlendskan form, Hans,
Jens og Sigurd, og hesi
nøvn eru góðkend.
Nú veit eg ikki, hvussu
reglan um at vera í samljóði
við føroyskar málreglur
verður tulkað, men tá ið
nøvn sum Adolf, Amadeus,
Gustav, Urbanus og Vil-
helm eru á navnalistanum
og tískil mugu vera í sam-
ljóði við føroyskar mál-
reglur, so er ringt at skilja,
hví nøvnini, Olaf og Oluf,
ikki skulu vera tað! Her
kann verða nevnt, at sam-
bært 14. Sept. nr. 9 í 1992
vóru tað umleið 100 før-
oyingar, sum annaðhvørt
itu Olaf ella Oluf.
Tað, sum allarmest undr-
ar, tá ið tú kagar ígjøgnum
navnalistan, er, at konu-
fólkanavnið, Oluffa, er á tí
góðkenda listanum. Ikki tí,
at tað ikki er eitt gott navn,
men her hava vit eitt dømi,
sum er fullkomiliga mein-
líkt og analogt við Olaf og
Oluf. Tann norrøni form-
urin var Ólof, á føroyskum
er tað vorðið Óluva, men
vit hava ivaleyst ígjøgnum
tað danska Oluf fingið
konufólkanavnið, Oluffa.
Hví hevur konufólkanavnið
rætt í føroyskari navna-
gávu, men ikki mannfólka-
nøvnini?
Eisini hevði verið áhuga-
vert at fingið at vitað, hví
t.d. navnið, Paula, er á tí
góðkenda navnalistanum,
men ikki Paul, og hvussu
tað ber til at gera av, um eitt
hebraiskt navn skal skrivast
við e ella i - t.d. Andrias
heldur enn Andreas - ser-
liga tá ið bæði Jóannes og
Jóannis eru loyvd.
Kann landsstýrismaðurin
greiða Løgtinginum frá,
um
semja
er
ímillum
málfrøðingar um hugtakið,
føroyskar
málreglur,
í
hesum høpi, ella talan bara
er
um
hugsjónarliga
støðutakan (málpolitikk)
hjá navnanevndini.
SKJAL:
Kunngerð um
Uppkalling
KUNNGERÐ NR. 71
FRÁ 29. JUNI 2002 UM
UNDANTAK TIL
NAVNAUPPKALLING
Við heimild í § 2, stk. 4 í
løgtingslóg nr. 41 frá 26.
mars 2002 um fólkanøvn
verður ásett:
§ 1. Er navn ikki í sam-
svari við § 2, stk. 2 í lóg-
ini, kann navnanevndin
eftir umsókn í sambandi
við navnagávu kortini
loyva navnið, tá ið tað er
beinleiðis uppkalling eftir
foreldrum, ommum ella
abbum barnsins. Navna-
nevndin kann eisini í ser-
ligum føri gera undantak
til uppkalling av systkjum
hjá barni ella systkjum hjá
foreldrum, ið lata lív undir
óvanligum umstøðum.
§ 2. Umsókn um undan-
taksloyvi til uppkalling,
sum nevnt í § 1, skal verða
send navnanevndini skriv-
liga.
Stk. 2. Umsøkjarin skal
veita navnanevndini skjal-
prógv um navnið á við-
komandi ættarfólki og
sambandi tess við barnið.
§ 3.
Henda kunngerð
kemur í gildi dagin eftir, at
hon er kunngjørd.
Løgmálaráðið, 28. juni
2002
Høgni Hoydal, (sign.),
landsstýrismaður.
Á tingfundi 25. september
2002 var uttan atkvøðu-
greiðslu samtykt, at fyri-
spurningurin skal svarast.
Fyrispurningur til Høgna Hoydal, lands-
stýrismann, viðvíkjandi navnalógini
og kunngerð um uppkalling
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
Starvsmannafelagið
hevur
sent
Anfinni
Kallsberg,
løgmanni
soljóðandi skriv:
"Feløgini í Samtak-
inum, ið eru gingin
saman til tess at tryggja
áhugamálini hjá limum
sínum sum tryggingar-
takarar og eftirlønarupp-
spararar í LÍV, fegnast
um tann dent, ið løg-
maður legði á eftirlønar-
spurningin í Ólavssøku-
røðuni og á løgtings-
samtyktina um at um-
skipa Føroya Lívstrygg-
ing, so at tryggingar-
takararnir
fáa
fulla
ávirkan og innlit.
Áherðsla hevur verið
løgd á, at fakfeløgini
mugu medvirka kon-
struktivt í hesum stór-
málum, ið krevja umfat-
andi og langtrøkkandi
semjur bæði á arbeiðs-
marknaðinum og mill-
um politisku flokkarnar
á tingi.
Feløgini í Samtakin-
um eru so avgjørt sinnað
at medvirka konstruktivt
og meta, at hesi mál eru
millum størstu mál hjá
fakfelagsrørsluni
í
nýggjari tíð. Samstundis
vilja vit gera greitt, at vit
kunnu ikki góðtaka, at
fýra ár fara afturat undir
tygara politisku leiðslu
uttan at nakað ítøkiligt
spyrst burturúr.
Eins
og
løgtings-
samtyktin ásannar, at tað
er alneyðugt at fólk taka
undir við og taka til sín
eftirlønarskipanir í Før-
oyum, skulu framstig
gerast á eftirlønarøkin-
um, so vilja feløgini enn
einaferð endurtaka, at
høvuðsfortreyt fyri eini
loysn liggur í eini skipan
av LÍV, so eftirlønarupp-
spararar fáa veruliga
ávirkan á hesi viður-
skifti síni, eins og vit
kenna tað í londunum
rundanum okkum.
Umboð fyri feløgini
royna nú á triðja ári at
fáa eina samráðingar-
loysn við landsstýrið um
LÍV, men higartil hevur
konstruktivur vilji skort-
að frá landsstýrisins síðu
at medvirka til loysn.
Feløgini í Samtakin-
um vilja tí heita á
løgmann við ábyrgd at
samskipa politikkin á
økinum at síggja til, at
neyðugu lógarbroyting-
arnar verða gjørdar í
hesum árinum, so broytt
lóg fyri LÍV kann koma
at virka frá ársskiftinum.
Gongdin í heimsbú-
skapinum seinasta árið
hevur givið LÍV týðandi
trupulleikar.
Limirnir
hjá feløgunum, sum
kunnu verða útsettir fyri
stórum tapum, tola sum
vera man ikki, at drálað
verður longur við at
geva teimum fult innlit í
hesi viðurskifti og av-
gerandi
ávirkan
á,
hvussu
uppsparingin
verður umsitin. Sam-
stundis vilja vit gera
greitt, at landsstýrið eftir
okkara hugsan hevur
ábyrgdina av teimum
tapum, sum tryggingar-
takarin
hevur
liðið
síðani ognartøkuna 1.
januar 2000."
Vinarliga
Vegna Fakfeløgini í
Samtakinum:
Starvsmannafelagið
SFS (starvsfólkafelag
fíggjarstovanna)
Føroya Lærarafelag
Føroya Skipara- og
Navigatørfelag
Maskinmeistarafelagið
BLF (Búskapar- og
Løgfrøðingafelagið)
Føroya Almanna- og
Heilsurøktarfelag
Føroya Pedagogfelag
YF (Yrkisfelag HF- og
studentaskúlalæraranna)
Magistarafelagið
Yrkisfelagið Trygdin
Føroya Postfelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Verkfrøðinga-
felag
Jógvan Mørkøre
Gunnleivur Dalsgarð,
Andrias Ziska
Leif Ellingsgaard
Viðvíkjandi lógar-
arbeiðnum at um-
skipa P/F Føroya
Lívstrygging
15
14
Nr. 196 - 12. oktober 2002
VIÐMERKINGAR
Kristina Háfoss
Framsøgufólk Tjóðveldis-
floksins í fíggjarmálum
Einhvør fíggjarlóg byggir á
herðarnar
á
undanfarnu
fíggjarlógum og er fíggjar-
lógin fyri 2003 onki undan-
tak í so máta. Hetta er at
gleðast um, tí búskaparliga
grundarlagið hjá føroyska
samfelagnum er vorið alsamt
sterkari seinastu árini, og
hevur Føroya Løgting tí 9. ár
á rað haft 1. viðgerð av eini
fíggjarlóg, ið gevur yvirskot
- eini fíggjarlóg, ið lýsir ein
støðugt meira sjálvberandi
búskap og eini fíggjarlóg, ið
raðfestir almanna-, heilsu-,
útbúgvingar-, granskingar-
og mentamál hægst.
Fíggjarlógin eitt amboð
at náa málum
Fíggjarætlanin telur góðar
400 síður við tølum, men
fíggjarætlanin er í veruleik-
anum alt annað enn tøl. Tí
uttan visiónir og málrættaðar
ætlanir kámast endamálið
við býtinum av krónum og
oyrum skjótt. Fíggjarlógin
skal tí bert síggjast sum eitt
amboð til at náa teimum
málum, ið samgongan hevur
sett sær. Hetta sæst eisini
aftur í fíggjarlógar-uppskot-
inum - í hvørtfall í ávísan
mun.
Nógv eru málini, ið sam-
gongan hevur sett sær fyri og
fari eg ikki at nevna øll her,
men í samband við, at full-
veldiskósin er vend á høvdið
- frá at vinna politiska
frælsið fyrst - til nú at vinna
búskaparliga frælsið fyrst -
hevur Tjóðveldisflokkurin
trý høvuðsmál við hesi sam-
gongu, til tess at koma nærri
føroyskum fullveldi:
1) Fremja yvirtøkur
2) Fremja ein sjálvberandi
búskap
3) Raðfesta vælferð, virðir
og virksemi hægst í Før-
oyum, soleiðis at vit
kunnu menna einar enn
betri Føroyar fyri allar
føroyingar.
Hóast fíggjarlógin fyri 2003
ikki myndar øll hesi mál eins
væl og ynskt var - so er fíggj-
arlógin eitt gott amboð at náa
hesum málum.
Yvirtøkur í komandi
valskeiði
Tað er ongin loyna, at Tjóð-
veldisflokkurin hevði ynskt
fólkaatkvøðu og politiskt
frælsi - heldur enn núverandi
heimastýrisloysn við yvir-
tøkum. Men politiska sam-
ansetingin ger núverandi
æltan neyðuga. Samgongan
hevur tó raðfest nógvar
yvirtøkur komandi árini og
gongur alt sum ætlað, fær
Føroya Løgting lóggevandi
valdið á hesum økjum í
2003:
- Fólkakirkjuni
- Á vinnuøkinum
- Persóns, familju- og
arvarættarligu økjunum
- Útlendingaøkinum
Í mars 2003 verður partur av
fyrireikingararbeiðnum
at
yvirtaka løgreglu og rættar-
skipanini liðugt og tí, kann
farast undir stigvísa yvirtøku
longu næsta ár.
Eisini verða aðrar yvirtøk-
ur óivað framdar, tí flestu av
smáu nevndu yvirtøkumál-
unum í samgonguskjalinum
krevja meira ella minni bert
eina undirskrift fyri at verða
yvirtikin.
Nærri sjálvberandi
búskapi
Tá umræður raðfesting av
einum sjálvberandi búskapi -
so er nú prógvað 2. ár á rað,
at føroyski samfelagsbúskap-
urin virkar til fullnar uttan
tær 366 mió. í stuðli uttaní-
frá. Allar ræðusøgurnar um,
hvat fór at henda tá ríkis-
stuðlin varð skorin við 366
mió. kr. eru gjørdar til onkis.
Tí føroyingar hava prógvað,
at teir megna at virka og
framleiða tað, ið er neyðugt
soleiðis, at føroyska vælferð-
arsamfelagið støðugt kann
mennast og støðugt kann
gerast meira óheft av stuðli
úr Danmark.
Tað er tó heldur ongin
loyna, at Tjóðveldisflokkurin
hevði ynskt ein framhaldandi
positivan niðurskurð í ríkis-
stuðlinum, men hetta var ikki
politiskur meirluti fyri í
samgonguni. Í staðin verður
ríkisstuðulin fastfrystur og
halda
inntøkur
landsins
áfram við at vaksa, fer ríkis-
stuðulin soleiðis at gerast
støðugt minni partur av
inntøkum landsins komandi
árini.
Í 1997 var ríkisstuðulin úr
Danmark heili 32% av inn-
tøkum landskassans - í 2003
verður ríkisstuðulin bert
17% av inntøkunum. Nevn-
ast kann eisini, at í sama
tíðarskeiði er framleiðslu-
virðið - ella Bruttotjóðarúr-
tøkan - økt úr 6,2 mia. uppí
meira enn 10 mia.
Ein niðurskurður av ríkis-
stuðlinum á góðar 600 mió.
fær sostatt alsamt minni
týdning búskaparliga.
Tað, ið eisini er áhugavert
er, at hyggja vit at tíðar-
skeiðnum 1997-2003 sæst, at
inntøkur landskassans (uttan
ríkisstuðulin) eru øktar úr
1,9 mia. í 3,1 mia. tvs. við
1,2 mia. kr. - í sama tíðar-
skeiði er ríkisstuðulin mink-
aður úr 898 mió. í 630 mió.
tvs. við 268 mió.
Tað er tí ikki rætt tá eitt nú
Sambandsflokkurin sigur, at
inntøkurnar ikki eru vaksnar
samsvarandi við niðurskurð-
in í ríkisveitingini - inntøkur
landins eru vaksnar fleir-
faldað tað upphædd, ið ríkis-
stuðulin er minkaður - verð-
ur hugt at seinastu 6 árunum.
Hartil skal havast í huga, at
landskassin hevur haft yvir-
skot á 600-650 mió. seinastu
3 árini og minkingin í
ríkisstuðlinum hevur tí bert
merkt minni yvirskot. Talan
er sostatt ikki um skerjingar í
játtanum, men bert av skerj-
ing av einum yvirskoti.
Almanna-, heilsu-,
útbúgvingar-, granskingar-
og mentamál raðfest hægst
Tá umræður málinum um, at
raðfesta sosialu trygdina og
vælferðina hægst, so myndar
fíggjarlógin hetta málið væl.
Tí tað eru almanna-, heilsu-,
útbúgvingar-, granskingar-
og mentamál, ið fáa hægstu
raðfesting á komandi fíggjar-
lóg.
Sum víst hevur verið á ofta
fyrr, so eiga vit at meta eitt
samfelag eftir, hvussu tað
tekur sær av teimum veikastu
- og tí kunnu vit verða stolt
av raðfestingini í komandi
fíggjarlóg.
Til nýggjan rakstur fáa
eldra- og serforsorgarøkið
umframt tey brekaðu 30 mió.
eyka og somuleiðis fáa
heilsumál 10 mió. kr. til
nýggjan rakstur.
Nevnast kann eitt nú at
hjálpartólarmiðstøðin, tekn-
málstulkatænastan, barna-
forsorgin, Føroya Barnaheim
og Meginfelag teirra brekaðu
øll fáa økta rakstrarjáttan.
Vitanarliga og mentanar-
liga tilfeingið hevur avger-
andi týdning fyri trivnað og
framhaldandi
menning
í
Føroyum og verða økini út-
búgving, gransking og ment-
an eisini raðfest høgt - og fáa
18 mió. til nýtt virksemi.
Skattalættar
á góðar 50 mió. kr.
Tá umræður raðfestingina av
virksemi, so verður m.a.
hildið áfram við at lætta um
skattatrýstið eins og undan-
farna
samgonga
gjørdi.
Neyðugt er, at gera tað meira
áhugavert fíggjarliga hjá
fólki at verða virkin.
Tí skal inntøkuskatturin -
serstakliga á lág- og miðal-
inntøkum, men eisini margi-
nalskatturin - lækkast. Eisini
skulu partarnir á arbeiðs-
marknaðinum fáast at skilja,
at tað er til gagns fyri allar
føroyingar, at fáa skattalættar
heldur enn ov stórar lønar-
hækkingar til frama fyri
minni prísvøkstri og størri
realløn. Ár 2003 verður talan
um góðar 50 mió. kr. í
skattalættum og ár 2004
verður talan um somu upp-
hædd - harvið íalt 110-120
mió. kr. í skattalættum kom-
andi tvey árini. Tað verður tó
eitt krav fyri skattalættum, at
neyðugu sparingarnar verða
framdar.
Raksturin gevur avlop á
410 mió.
Fíggjarlógin vísir annars
eisini, at raksturin gevur eitt
yvirskot á 410 mió. Tí er rúm
fyri íløgum á 260 mió.
umframt gjald av avdráttum
á 148 mió.
Yvirskotið á fíggjarlógini
verður 150 mió. kr., men
sokallaða
likviditetsyvir-
skotið verður vegna avdráttir
2 mió. kr.
Íløgur fyri 260 + 32,5 mió.
kr.
Á íløgusíðuni verða íløgur á
útbúgvingar-, almanna- og
heilsuøkinum eisini raðfestar
hægri enn fyrr. Eitt nú skulu
40 mió. nýtast á Lands-
sjúkrahúsinum, 12 mió. til
miðnámsskúla í Vági, 20
mió. til ellis- og røktarheim
o.s.fr..
Men á íløgusíðuni fyllir
samferðsluøkið sum vanligt
eisini nógv. Her eru tað ser-
stakliga íløgurnar í nýggja
Suðuroyarskipið og sam-
ferðsluhavnina á Tvøroyri, ið
fáa hægstu raðfesting við
heili 132 mió. kr. av samlaða
íløgukarminum á 260 mió.
kr.
Norðoyartunnilin er eisini
ein verkætlan, ið haldast skal
áfram við. Í hesum sambandi
er ætlanin, at flyta part (32,5
mió.) av yvirskotinum á um
45 mió. á íløgukarminum
fyri 2002 til hetta endamál.
Neyðugt at tálma vøktri í
rakstrarútreiðslum
Við núverandi búskapar-
gongd er greitt, at skal væl-
ferðarsamfelagið
Føroyar
verða rikið við yvirskoti
komandi árini er alneyðugt,
at rakstrarútreiðslurnar ikki
halda á við himmalferð síni.
Hetta eigur heldur ikki at
verða neyðugt. Útreiðslur
landsins eru øktar úr 2,6 mia.
í 1997 uppí 3,6 mia. í 2003 -
tvs. við 1 mia. kr seinastu
árini. Vit nýta tí í dag so
mikið nógvan pening pr.
íbúgva - eisini í mun til
grannalond okkara - at tað
ikki er fíggjarligi spurning-
urin, ið forðar framhaldandi
menning á ymsu samfelags-
økjunum. Neyðugt verður
hinvegin við nýhugsan og
nýskipan soleiðis, at enn
meira fæst fyri skattgjald-
arans pening og at grund
verður løgd undir einum
sjálvberandi
føroyskum
vælferðarsamfelagi.
Sparingar á minst 100
mió. kr.
Eitt yvirskot er onki mál, ið
sjálvum sær, men tá málið er,
at gerast sjálvberandi og ger-
ast óheft av ríkisstuðlinum er
m.a. neyðugt at arbeiða til
frama fyri støðugt størri
yvirskoti.
Skal fíggjarlógin 2003
hava eitt yvirskot á 150 mió.
kr. - eisini aftaná at 50 mió.
eru latnar í skattalættum aft-
urat, at góðar 20 mió. verða
latnar eldra-, serforsorgar-,
útbúgvingar-, granskingar-
og familjuøkinum, tá spar-
ingar eru framdar v.m. -
verður helst neyðugt við
minst 100 mió. kr. í spar-
ingum. Hesar skulu fremjast
við rationaliseringum í al-
menna sektorinum, avtøku
av studningsskipanum innan
vinnulívið, samskipan av
almennum innkeypi o.s.fr.
Eisini eiga vit at økja um
inntøkuskapanina í Føroy-
um.
Tað er altíð lættari at nýta -
heldur enn at spara pening.
Men eins og gjørt verður í
einum húsarhaldi, eini fyri-
tøku og aðrastaðni, so eigur
eisini Løgtingið og lands-
stýrið støðugt at endurskoða
skipanir og tryggja, at før-
oyingar fáa sum mest burt-
urúr tí peningi, ið er latið
Løgtinginum upp í hendur at
umsita.
Fult sjálvbjargni er málið
Tað skal verða mín vón, at
fíggjarlógin fyri 2003 aftaná
triðju og harvið seinastu
viðgerð á Løgtingi, vil verða
ein fíggjarlóg, ið raðfestir
vælferð, virðir og virksemi -
og mest av øllum ein
fíggjarlóg, ið er grundað á
ábyrgdarfullan fíggjarpoli-
tikk, ið kann bera føroysku
tjóðina fram ímóti fullum
sjálvbjargni.
vegna lærararnar
Karin Maria Thorsteins-
son, lærari og skúlastýris-
limur
Árið í ár er sett til at vera
"Árið hjá tí góða fólka-
skúlanum". Hetta kunnu vit
lærarar bert fegnast um,
men stokkut er gleðin, tá ið
hugsað verður um hvørji
høli Tvøroyrar kommuna
bjóðar sínum yngru børn-
um, í tí gamla partinum av
Tvøroyrar skúla, har barna-
skúlin heldur til. Hesi høli
eru so niðurslitin, at hol eru
í loftum og veggjum, gólv-
ini slitin, málingin skalla
av, ongin ventilatónsskipan
og harav vánalig luft inni í
stovunum. Hetta eru ting,
ið vit lærarar og næmingar
hava vant okkum til.
Í fleiri ár hava vit fingið
at vita, at kommunan hevur
ikki ráð at gera nakað við
tann gamla partin av skúl-
anum. Vit hava verið tolin,
tí er hetta veruliga so, ja so
noyðast vit at góðtaka
hetta!
Nú frættist so, at tann
nýggi "Almanna - og
Heilsuskúlin" skal hava
tvey høli burturav í tí gamla
partinum av skúlanum. Lat
okkum sláa fast, at vit eru
fegin um, at Heilsuskúlin er
í Suðuroy, og skal hetta ikki
síggjast sum eitt álop á
henda. Hesi áttu at fingið
betri sømdir enn, at vaksin
fólk verða kroyst inn í
skúlan ímillum 7-12 ára
gomul børn.
Tvøroyrar
kommuna
hevur nú játtað Heilsuskúl-
anum tvey høli í gamla
parti av skúlanum. Hesi
somu høli, ið kommunan
heldur vera nóg góð til
okkara framtíð - tey yngru
skúlabørnini - kunnu nú
ikki nýtast til Heilsuskúlan!
Nei, nú hevur kommunan
knappliga ráð at seta hesi
bæði hølini - og bert hesi
tvey - í stand.
Slíkur mannamunur er
fallin okkum lærararum (og
eisini skattaborgarum) fyri
bróstið, og skilja vit ikki:
• At kommunan skal virða
okkara næmingar - børn
skattaborgaranna - so
lítið.
• At
kommunan
skal
sleiska fyri einum stovni,
ið kommunan als ikki
varðar av.
• At
trivnaðurin
hjá
heilsuskúlanæmingum er
týdningarmeiri
enn
trivnaðurin hjá egnum
borgarum.
• At kommunan nú kann
útvega fígging til at gera
hølir í stand til fremmand
og ikki til síni egnu.
Heldur skuldi Tvøroyrar
kommuna syrgt fyri:
• At børn okkara fyrst og
fremst fingu vælhildin og
hugnalig hølir at bú-
leikast í.
• At skattaborgarar her í
kommununi fingu nakað
fyri sínar egnu skatta-
krónur.
• At víst tí stovni, ið varðar
av Heilsuskúlanum, á
sína ábyrgd.
At enda vilja vit heita á
Tvøroyrar býráð, um at
taka sær um reiggj og fyrst
og fremst taka sær av teim-
um, ið teir eru valdir at um-
boða.
Fíggjarlógin fyri framman
Hjartasuff úr Tvøroyrar skúla
C
M
Y
K
14