Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 12. oktober 2002 17 17 16 Nr. 196 - 12. oktober 2002 UTTAN ÚR HEIMI Islamistar á odda Í Pakistan bendir nógv á, at Pervez Musharaf, forseti undirmetti islamistarnar, tá hann gjørdi av at útskriva val til tjóðartingið í Islamabad. Valið var fyrradagin, og tá uppteljingin var liðug í 24 av teimum 72 valdømunum, høvdu islamistarnir fingið 24 umboð, meðan muslimska samgongan, sum styðjar Musharaf, hevði fingið 17 umboð. Flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Benazir Bhutto hevði fingið 14 tinglimir. Í valstríðnum gjørdu islamistarnir greitt, at teir eru ímóti tí USA-vinarliga politikkinum hjá forsetanum, og teir hava skuldsett forsetan fyri politiskt svik. Musharaf hevur sagt, at hann ætlar sær at hava ein týð- andi politiskan leiklut, sama hvussu valið endar. Hin- vegin hevur hann eisini sagt, at hann ætlar at lata ein part av valdinum frá sær. Mótmæla Chavez Meiri enn ein millión fólk gingu fyrradagin mótmælis- gongu í høvuðsstaðnum í Venezuela, Caracas, har tey mótmæltu politikkinum hjá Hugo Chavez, forseta. Mótmælisgongan var tann størsta, sum hevur verið í Venezuela síðani hernaðarkvettið í apríl. Tá koyrdu nakrir heryvirmenn forsetan frá, men bert tveir dagar seinni kom hann aftur til valdið. Hesaferð eru tað fakfeløgini, sum krevja forsetan frá. Tann máttmikli arbeiðarafelagsskapurin Fedeca- maras hóttir við at fella forsetan, skipar hann ikki fyri nývali, og fakligi landsfelagsskapurin hóttir við aðal- verkfalli, leggur forsetin ikki frá sær innan 21. okto- ber. Jú, tað var Cook Avstraliumaðurin Greg Jeffreys, sum fyri nøkrum døgum síðani vildi vera við, at enski skiparin James Cook var kanska ikki tann fyrsti evropearin í Avstralia, noyðist nú at viðganga, at hann mistók seg. Greg Jeffreys segði í síðstu viku, at hann hevði funn- ið eitt skipsvrak við eina oyggj úti fyri avstralsku eyst- urstrondini, og at vrakið var av einum evropeiskum skipi, sum stavaði frá umleið 1650. Í vrakinum hevði hann funnið eina kanón, sum var evropeisk, men ikki ensk, segði hann. James Cook fór í land í Avstralia í 1770, og tí vildi Greg Jeffreys vera við, at onkur annar evropeari hevði verið har eini 100 ár frammanundan. Men nú noyðist Greg Jeffreys at viðganga, at hann mistók seg. Tað vísir seg, at skipsvrakið, sum hann fann, er av einum serligum prámi, sum varð nýttur til flutning í Avstralia í 19. øld. Krokodilla í miðbýnum Handilsfólk í Singapore fingu ein hvøkk nú um dagar- nar, tá ein krokodilla brádliga kom akandi eftir einari handilsgøtu í miðbýnum. Krokodillan kom upp úr einum kloakkrøri, og hand- ilsfólkini boðsendu alt fyri eitt løgregluni, sum tók krokodilluna og flutti hana til djóragarðin í býnum. Tann stóri spurningurin, sum fólk í Singapore seta sær, er, hvussu ein krokodilla kundi enda í miðbýnum. Summi halda, at onur man hava átt hana og havt hana sum húsdjór, og at krokodillan hevur smoygt sær út, uttan at eigarin varnaðist tað. Men í djóragarðinum í býnum siga tey, at krokodillur kunnu svmija fleiri tús- und fjórðingar, og at hendan krokodillan tí kann hava svomið til Singapore, har hon so fór ein túr í býin. Jimmy Carter fær Nobel- friðarheiðurslønina 2002 Fyrrverandi ameri- kanski forsetin fær heiðurslønina fyri sítt áhaldandi arbeiði fyri friði kring heimin. FRIÐARHEIÐURSLØN Árni Joensen Í grundgevingunum fyri at lata Jimmy Carter ársins Nobel-friðarheiðursløn sig- ur norska Nobelnevndin m. a., at nevndin heiðrar hann fyri hansara drúgva arbeiði at loysa altjóða ósemjur á friðarligan hátt og fyri hansara arbeiði fyri demo- kratii og mannarættindum. Nevndin sigur, at í sínum forsetaskeiði var Jimmy Carter semingsmaðurin, sum átti stóran lut í Camp David-sáttmálanum millum Ísrael og Egyptaland, og at hetta í sær sjálvum ger hann verdugan til at fáa friðarheiðurslønina. Nevndin vísir eisini á, at síðani Jimmy Carter fór úr forsetaembætinum, hevur hann virkað fyri friði og semju nógvastaðni, um- framt at hann hevur verið valeygleiðari víða um heimin. Hansara arbeiði ímóti tropiskum sjúkum og fyri vøkstri og menning í menningarlondunum hevur eisini verið umfatandi, sig- ur Nobelnevndin. Tann 78 ára gamli Jimmy Carter fær friðarheiðurs- lønina handaða á ráðhúsi- num í Oslo tann 10. desem- ber. So kann Bush leypa á Bæði Senatið og Um- boðsmannatingið hava nú givið forseta- num heimild til at nýta hermegi ímóti Irak IRAK-KREPPAN Árni Joensen George W. Bush, forseti vann ein týðandi politiskan sigur, tá Senatið í Washing- ton gjáranáttina samtykti at geva forsetanum heimild til at nýta hermegi ímóti Irak. Dagin fyri hevði Umboðs- mannatingið givið honum somu heimildina. Tað var væntað, at meiri- lutin fór at taka undir við uppskotinum um heimild- ina til forsetan, men undir- tøkan var størri, enn roknað var við. Uppteljingin vísti, at 296 atkvøddu fyri og 133 ímóti, og politiskir eygleið- arar eru á einum máli um, at atkvøðugreiðslan var ein týðandi sigur fyri forsetan og politikk hansara í Irak- málinum. Uppskotið gevur ikki einans forsetanum heimild til at leypa á Irak, men hann hevur eisini fingið heimild til at koyra Saddam Huss- ein frá. Sjálvur væntar forsetin, at altjóða samfelagið viður- kennir rættin hjá USA til at fara undir tað ætlaða átakið ímóti Irak. -Tann politiska samtyktin er eini greið boð til trygdar- ráðið hjá ST. Tann altsamt veksandi hóttanbin úr Irak má steðgast einaferð med alla, segði George W. Bush í gjár. Hann legði afturat, at tann tíð er skjótt farin, tá Irak kundi skáka sær undan fólkarættarligum eftirliti. Formaðurin hjá demo- kratiska meirilutanum í Senatinum, Tom Daschle, legði í sínari niðurstøðu dent á, at avgerðin at geva forsetanum heimild til at nýta hermegi ímóti Irak eigur ikki at verða tað sein- asta í hesum máli, tí forset- in eigur framvegis at tryggja sær stuðul frá al- tjóða samfelagnum til ætl- anina. Í Washington verður hildið, at amerikanska stjórnin ivaleyst fer at nýta heimildina frá Kongressini til at leggja trýst á Russ- land, Frakland og Kina fyri at fáa tey at taka undir við einari nýggjari ST-samtykt um Irak. Higartil hava tey trý londini verið ímóti. Jimmy Carter fær friðarheiðursløn Nobels 2002 fyri sítt ótroyttiliga arbeiði fyri friði og semju millum lond. Bardagi í tinginum Rættiligur bardagi var í italska tjóðar- tinginum hósdagin, tá tingið viðgjørdi eitt uppskot um nýggja revsilóg. ITALIA Árni Joensen Nevin var á lofti í italska tjóðartinginum fyrradagin, og tingmenn róptu alskyns ókvæmisorð eftir hvør øðr- um. Bardagin byrjaði, tá ting- ið skuldi atkvøða um eina nýggja revsilóg, sum stjórnin hevði lagt fram. Andstøðan vildi ikki taka undir við uppskotinum, tí eftir hennara tykki hevur uppskotið til endamáls at verja forsætisráðharran Silvio Berlusconi og hans- ara privatu handilsáhuga- mál. -Tit áttu at skamma tykk- um, róptu umboð hjá and- støðuni, meðan teir veitt- raðu við italskum fløggum í tingsalinum. -Fascistar! Tit eru fascist- ar, og tit hava altíð verið fascistar, róptu limir í Mið- samgonguni UDC eftir tingmonnum hjá teirri høgrasinnaðu Tjóðskapar- samgonguni. -Heldur fascistar enn tjóvar, svaraðu hinir. Italska sjónvarpið sendi beinleiðis frá orðaskifti- num í tinginum, men valdi at bróta sendingina av. -Fólk mugu ikki fáa ta uppfatan, at italskur poli- tikkur er ókvæmisorð og bardagi, skrivaði eitt blað í Rom í gjár. Hetta er ikki fyrstu ferð, at menn eru farnir at berjast í italska tjóðartinginum. Eygleiðarar í Rom siga, at tann harðliga framferðin er úrslitið av einum hørðum stríði um vald. Andstøðan vil vera við, at fjølmiðla- kongurin Berlusconi er í ferð við at savna alt vald hjá sær, samstundis sum hann roynir at hevja seg sjálvan upp um galdandi lógir og reglur. C M Y K 16