Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 18 Nr. 196 • leygardagur • 12. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Ostaklokkan var firtin Hetta var ikki nøkur vanlig ostaklokka, nei, hendan hevði vinir og kenningar kring allan knøttin, og so hevði hon eitt so øgiliga fínt ættarnavn. TUPPERWARE! Lesið síðu 4 & 5 HEYST Edvard Joensen Telefonin ringir, og boðað verður á fjall í morgin. Vit møta klokk- an sjey, og so verður farið til gongu beinanveg. Rættin er klár, so har er einki at hugsa um. Jú, tað er eitt sindur av spenn- ingi í luftini eitt sovorðið kvøld. Okkurt er at gera klárt, hóast hetta fjallið ikki verður roknað fyri so nógv. Høgligur hagi. Stutt at ganga, og rættin mestum við hús. Annað er hjá teimum, sum kanska skulu liggja nátt. Alt eftir, hvussu veðrið háttar sær, og hvussu lætt er at koma aftur at húsum við skurðinum. Summir skulu reka um fjøll, og onkur skal eisini føra við báti. Jú, broytt er, síðan Mikkjal á Ryggi yrkti um piltin, sum kom inn, spentur at skoða, við teim- um orðum, at »fjallboð í morgin pápi bað boða«. Tá var eisini ymiskt, sum leggjast skuldi til reiðar, áðrenn farið varð. Tó tað var sovorðið sum hetta og vøttir, sum neyðugt varð hildið at hava við, nú farast skuldi á fjøll á heystardegi. Kanska kom kavi, og tú visti ikki, hvussu fór at enda. Um tú kanska komst at sita kaldur einastaðni í haganum. Kanska kom myrkur á, meðan haftseyð- urin varð rikin at húsum? Tað kundi vera so mangt, sum stakk seg upp ein slíkan dag. Og gamalt var, at allar ferðir vóru vandaferðir, so neyðugt var at vera væl útgjørdur, tá farið varð frá húsum. Í dag verður ikki hugsað soleiðis. Mest er at syrgja fyri, at streymur er á fartelefonini, so ein ikki er uttan samband á fjøll- unum. Tað kann vera at okkurt er at spyrja um á arbeiðsplássinum, og so er gott, at til ber at fáa samband við ein, hóast hann er á fjalli. Ein húgva og ein jakki eru klár, og so einar ullintar hosur at fara innan fyri stuttu gummi- styvlarnar, sum neyðugir eru í dag, so ein ikki gerst vátur um beinini í einum og hvørjum blota, sum er í haganum. Skurðfjall er, so okkurt haft má eisini havast við. Men nógva- staðni er tað avlagt at binda seyðin niður, og gott er tað. Bæði fyri mannin, sum fella og býta skal, og ikki minst fyri seyðin sjálvan. Í dag viga teir á rættini, og hvør seyður fær sítt nummar hongt upp á seg. Síðan verða nummar og vekt løgd inn á teld- una, og eigaranavn og gyllinstal verða løgd inn. Síðan roknar teldan út, hvør eigur hvørt lambið. Einki við at ganga og handla og lyfta. Klípa og royta, sum bara ger seyðinum ilt. Og flettingin er eisini broytt munandi. Soleiðis at skilja, at fyrr var óhugsandi, at nakað var koyrt burtur. Alt uttan gor og gall varð nýtt, og alt, sum bleytari var enn bein, varð etið. Í dag er tað so galið, at hjá summum verður bara sjálvt krovið tikið, og har, sum ringast stendur til, verður bara partur etin. Kjøtið skal ikki vera svart og ikki vera reytt. Ikki vera hart og ikki vera bleytt. Og er tað hvítt, er so púra knívskorið. Tá er ringt at gera við. Blóðið rennur nógvastaðni beinleiðis í rennuna, og vombin fer ótømd í bingjuna hjá IRF. Hesum koma teir so í neyð av á brennistøðini, sum líður út í oktober. Garnmørurin fer beinleiðis sama veg eins og skinnið. Onkur hendingur tímir at salta nøkur skinn og selja til MBM. Men bara um til ber at fáa tey fyri einki frá honum, sum flett hevur. Annars ber tað ikki til. Høvdið, sum mangan hevur verið roknað sum veitslukostur, eta nógv als ikki. Teimum dámar ikki, at maturin liggur á borðin- um og gløðir at teimum, verður sagt. Og innvølur er skaðiligur, vilja nýggir heilsuprofetar vera við, so har gerst einki. Nei, tað stendur einki til við avroðunum soleiðis. Eingin vil kennast við og enn minni eta. Nógv smakkar illa, og tað mesta er skaðiligt. So er valið hjá hvørjum ein- støkum, um hann torir at fara í holt við alt hetta skaðiliga og koma sær í vanda fyri at doyggja av tí, ella hann bara letur vera at eta og doyr í hungri. Tí vist er, at eitt vanligt vist- frøðiligt føroyskt lambskrov er valla verri kostur enn so mangt, innflutt verður. Fjalltíð Heystið er komið, og hjá nógvum merkir tað, at nú er tað fjallið, mest verður hugsað um. Hvussu fer at roynast við veðri og maðki, og ikki minst, hvussu vektin man fara at verða 19