Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Løgmaður boðaði herfyri frá, at hann viðmælti, at amerikumenn framhald- andi skuldu sleppa at brúka føroyskt loftrúm í stríðnum móti altjóða yvirgangi. Spurdur um hann tá ikki tók støðu í ósemjuni mill- um USA og Irak, svaraði løgmaður, at tey bæði málini einki høvdu við hvørt annað at gera, og tað var so tað. Evnið var út- debaterað! Hægsti mynd- ugleiki landsins hevði talað, og sjálvandi stuðla allir føroyingar stríðnum móti altjóða yvirgangi... ikki sannheit? Ella er tað veruliga so einfalt, sum løgmaður ger tað til? Hvørja vissu hava vit fyri, at amerikumenn ikki síggja tað sum tvær síður av somu søk? Teir hava jú fleiri ferðir alment sagt, at teir ikki taka dagar ímillum Irak, Al-Quada og Taliban. Men hvat er hetta annars fyri snakk um at leypa á? Nær eru teir givnir? Ikki síðan flógvakríggið í hvussu er! — Ameriku- menn og bretar hava hesi seinastu tíggju-tólv árini regluliga bumbað tað fólk, ið býr millum Eufrat og Tigris, hvørs størsta synd er, at tey hanga uppá ein einaræðisharra av teimum minnu penu. Hetta plágaða fólk, sum hevur so fáar vinir úti í verðini, at tey ikki orka at vísa honum durafjórðingin ella blaka hann á søgunnar øsku- dunga, har hann og hansara líkar hoyra til. Tí um Saddam er so ræðuligur, sum teir vilja vera við, hví var fanin so ikki fjernaður, tá teir kortini vóru í holt við at blaka hann úr Ku- wait? — Er sannleikin ikki heldur tann, at teir hava styrkt hansara innlendis støðu við at upptraðka sum teir eirindaleysu fíggindar, hann sigur teir vera? Men nokk um uttanríkis- mál, tí mær vitandi hava vit einki Uttanlandsráð í Føroyum enn. Máls-økið er nokk ikki yvirtikið! Nei, her eru aðrir spurn- ingar, sum eru nógv meiri ahugaverdir. Til dømis, hví tað knappliga hevur týdning, um løgmaður viðmælir, at NATO sleppur at brúka føroyskt loftrúm? Hví nú? — Hava teir ikki brúkt loftrúmið allatíðina? Undir kalda krígnum, tá ið Føroyar sum liður í Early-Warning skipanini so sanniliga mátti metast javt við onnur bumbumál á vestaru hálvu, var tað eing- in, sum spurdi føroyingar — í hvussu er ikki alment!! — um teir góð- tóku, at NATO brúkti føroyskt loftrúm ella sjóøki ella fyri tað landaøki. Tað var jú mett at vera so mikið neyðugt, at eingin orsøk var at spyrja føroyingar til ráðs. Og tað høvdu teir sikkurt eisini rætt í, bæði niðri í Dan- mark og í NATO. Men hví føroyingar skulu spyrjast nú, er kortini ein áhugaverdur spurn- ingur. — Hví skulu føroy- ingar nú knappliga taka støðu til mál, sum sambært lóg ikki viðkoma Føroyum, ella í hvussu er ikki føroyingum? Man tað vera tí, at vit føroyingar eru serliga mót- takiligir at taka synd í teimum 4-5 milliónunum, sum eru kurdar í Irak, og tí ikki hava egið land? — Valla! Man tað vera tí, at nakrir av okkara landsmonnum eru limir í vinarfelagnum Føroyar-Ísrael, og Saddam í flógvakrígnum sendi 39 scud missilir eftir málum í heilaga landinum, og vit tí kenna ein serligan illvilja móti stjørnini í Irak? — Neyvan heldur! Ella býr okkurt annað undir? — Okkurt, sum kanska hevur samband við setanarrøðuna hjá Anders Fogh Rasmussen á Christ- iansborg her fyri? Tí hann lovaði jú, at vit Føroyingar skulu fáa størri ávirkan á uttanríkismál, sum viðkoma Føroyum ... ... samstundis, sum vit fáa at vita, at vit ikki fáa ta ávirkan í IWC, sum vit kundu hugsað okkum! Tað er jú ofta tað, ið ikki verður sagt, sum hevur størstan týdning ... Lat okkum bumba fanan Bergur Rasmussen skrivar: FYRI 10 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov Sunnudagin vóru 10 ár síðani bankaskrædlið, sum var startskotið til djúpu búskaparkreppuna, ið reið samfelagnum sum ein marra í nítiárunum. Niðanfyri prenta vit nøk- ur brot úr Sosialinum tann 7. oktober 1992 og dagar- nar eftir. Tá Sosialurin kom á gøt- una hendan seinnapartin hin ólukkuliga 6. oktober í 1992, var yvirskriftin: Selkur – pengarnir bjargaðir – Fólk fingu rættiligan skelk, tá tað frættist, at kreppuloysn mátti til fyri at bjarga Sjóvinnubank- anum og Føroya Banka, skrivar blaðið á forsíðuni. Inni í blaðnum sigur Helgi Fossádal, stjóri í Fossbankanum, at danska bankaeftirlitið hevði ongar viðmerkingar til Fossbank- an, tá tað var her í august mánaði. – Eg havi onga viðmerk- ing, fyrr enn eg havi sett meg nærri inn í, hvat hent er, segði stjórin í Føroya Sparikassa, Eyðun á Rógvi Olsen. Men stjórin í danska bankaeftirlitinum, Eigil Mølgaard, segði, at spari- kassarnir ikki vóru í somu støðu, sum bankarnir. – Meðan fólk í gjár (6. okt. 1992, red.) leitaði sær til hinar bankarnar ella ringdu og spurdu, um hvørja lagnu teirra pening- ur nú fór at fáa, so var ikki tann stóri stormurin í Foss- bankanum á tí økinum, veit Sosilurin at siga tann 7. oktober í 1992. – Her hava verið einir tveir ella tríggir kundar og spurt, um peningur teirra er tryggur, sum hann stendur her. Tað er alt, segði Helgi Fossádal. IMF og endurreisingar- ætlanin Tað var týsnáttina, nátt- ina til tann 6. oktober í 1992, at landsstýrið gjørdi avtalu við donsku stjórn- ina, sum hevði við sær, at danski tjóðbankin skuldi veita Sjóvinnubankanum 500 milliónir krónur. Treytin fyri at hetta varð gjørt var, at landsstýrið skuldi fylgja eini fíggjar- politiskar stabiliserings- ætlan. Henda ætlan skuldi gerast eftir altjóða reglum fyri endurreising, og hon skuldi gerast innan fimm mánaðir. Ætlanin skuldi gerast av óvildugum fíggjarserfrøð- ingum, sum verða læntir frá IMF, altjoða gjaldoyra- felagsskapinum. Ein treyin er, at javnvág skal vera í fíggjarlógini fyri 1993. Landsstýrið skuldi eisini hjálpa til við eini nýmót- ansgerð av føroysku vinnu- lívslógini, herundir eisin banka-, partafelags- og grannskoðaralógini. Danski tjóðbankin skal læna Sjóvinnubankanum 300 milliónir krónur. Pen- ingurin verður útskrivaður í vekslum upp á seks mán- aðir. Upphæddin kann eftir avtalu millum ríkis-stjórn- ina og tjóðbankan hækkast við 200 milliónum. Fyri hesum peningi verður veitt statsgaranti. Peningurin verður settur í ein grunn. Hesin grunnur verður stýrdur av fimm limum, danska stjórnin velur tríggjar limir, lands- stýrið tveir, og skal hesin grunnur seta nýggjan kapital í Sjóvinnubankan. Henda nýggja skipanin merkir, at tey, sum eiga partabrøv í Sjóvinnubank- anum, koma at missa pen- ing. Eginpeningurin verður niðurskrivaður frá 98 milliónum til 15 milliónir. Sjóvinnubankin hevði rundan føðingardag sjálvan 6. oktober 1992. Tá flyti bankin 60, og stór móttøka varð longu fyrireikað, áðrenn frænir bórust um álvarsligu støðuna. Sosial- urin skrivar soleiðis: » – Seinnapartin í gjár bjóðaði Sjóvinnubankin til móttøku í høvuðsdeildini í Havn, har hópin av fólki var samankomin. Blandingurin av fólki var tann vanligi – leiðandi fólk innan føroyskt vinnulív, fólk úr føroyska mentunar- lívinum, stjórar, reiðarar, formenn og onnur, ið hava nakað at siga í samfelag- num. Øll kundu fáa sær sherry og kransakøku og til teirra, ið ikki njóta rúsdrekka, var eisini skonkt juice. Lagið var einki serligt á fólki, og tað var uttan tað stóra hóvastákið, at menn tóku í hondina á hvørjum øðrum, stjóranum og nevndarlimum fyri at ynskja tillukku við tí runda degnum. Heldur tvørturímóti var ein dapur stemningur inn- anveggja, og samveran minti meira um eina sorg- arløtu enn eina roynd at halda føroyingardag. Ikki var har ólíkt at vera í einum ervi. Og helst verður tað eisini til móttøkuna seinna- partin í gjár, at føðingar- dagshaldið í mesta lagi fer at strekka seg til fyri fyrst«, eygleiðir Sosialurin. Pest og kolera – Eitt val millum pest og kolera, segði Atli Dam løgmaður. Hann heldur við blaðið, at ein og hvør kundi ímynda sær, hvørja avleið- ingar tað hevði fingið fyri føroyska samfelagið, um ein avbankunum stongdi. Tá blaðmenninir á Sosialinum – eins og øll onnur í Føroyum – høvdu summað seg, dagin eftir skrædlið. Hevði blaðið ein annan vinkul upp á álvar- sama bankamálið. Nú høvdu teir roknað út, hvussu nógv virði vóru farin fyri skeytið við bankaloysnini. Blaðið setir roknistykkið soleiðis upp: • Fríggjadagin: Átti tú eitt partabræv í Sjóvinnu- bankanum upp á 1.000 krónur, so hevði tú kunna selt tað til kurs 430 fyri 4.300 krónur • Týsdagin: Sama parta- bræv upp á 1.000 krónur kann nú seljast fyri 140 krónur, ella til kurs 14 • Fiskasølan og Trygging- arsambandið, teir størstu eigararnir í Sjóvinnu- bankanum, mistu ávika- vist 100 og 125 milliónir krónur í aktuellum sølu- virði. Longu fýra dagar eftir 6. oktober, koma fyrstu metingarnar um, hvussu vit skulu spara. Á forsíð- uni á Sosialinum sigur Henning Holten, danskur búskaparfrøðingur í Før- oyum, sína hugsan um, hvat gerast skal, nú fíggj- arlógin fyri 1992 skal endurskoðast. – Steðgið arbeiðinum upp á bergholið millum Lopra og Sumba og eisni Gomlurætt, hóast hesi arbeiði skjótt verða liðug. Tað er eisini búskaparliga tað mest forsvarliga. Steðgið eisini útbygging- ini av Suðuroyar Sjúkra- húsi og niðurleggið bæði tey smáu sjúkrahúsini. Út- byggið í staðin tyrlu- tænastuna og sambandið við Landssjúkrahúsið… 10 ár síðani skrædlið: – Steðgið øllum! Nøkur tíðindakut – soleiðis hissini – nú tíggju ár eru liðin síðani hin ólukku 6. oktober… C M Y K 21 20 Sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2002 3 SKÚLI Heri á Rógvi 15. oktober í ár verður Skúlin á Trøðni 40 ár. Fyri Ditlev Olsen og konu hansara, Margit, er skúlin teirra lívsverk. Hóast tað í dag ikki longur er nakað, ið alment eitur Skúlin á Trøðni, so verður dagurin kortini hátíðar- hildin. Tað munnu eisini vera mong, ið minnast aftur á tíðini, tá Skúlin á Trøðni stóð á skelt- inum móti vegnum heldur enn Sernámsdepilin, sum tað stendur skrivað í dag. Í dag ganga 47 næmingar á skúlanum á Sernámsdeplinum, sum millum manna enn verður kallaður fyri Skúlin á Trøðni. Skúlin er fyri næmingar við innlæringartrupulleikum av yms- um slag. Nakrir og tjúgu lærarar starvast í dag á skúlanum, um- framt onnur starvsfólk. Tann gamli Skúlin á Trøðni og ser- námsfrøðiliga ráðgevingin eru í dag saman í einum stovni, Sernámsdeplinum. Tá skúlin byrjaði í 1962 vóru seks næmingar og bert tveir lærarar. Lærararnir vóru Ditlev Olsen og kona hansara Margit. Ditlev, ættaður úr Funningi, er í dag 79 ára gamal. Margit, ættað úr Leirvík, er vorðin 73 ár, og tey bæði njóta sínar pensjónista- dagar í húsum teirra við sjógvin á Argjum, har tey hava búð tey nógvu seinastu árini. Ditlev varð útbúgvin lærari í 1946. Beint eftir hetta fór hann á Dansk Sløjdlærerskole í Keyp- mannahavn. Seinni sama ár fór hann í starv sum vikarur í Leir- víkar skúla. Seinni vendi hann so aftur til Danmarkar á Danmarks Lærerhøjskole og Københavns Universitet. Í 1957 hevði hann lisið so frætt, at hann kundi virkað sum skúlasálarfrøðingur. Hann las seinni eisini til talulærara. Í 1957 byrjaði hann at starvast á Statens kostskole for døve. Har komu børn úr øllum ríkinum — eisini úr Føroyum og Grønlandi. Umvegis eitt ynski úr Føroy- um, føroysku Fólkatings limirnar og Sosial Ministeriet, kom Ditlev at frætta um, at ætlanin var at skipa undirvísing fyri deyvum í Føroyum. Ditlev varð uppringdur fleiri ferðir av Sosial Ministeriet. Í fyrstu atløgu um at fara til Føroya fyri at kanna tørvin. Seinni fyri at seta á stovn og leiða fyrsti skúlan av sínum slag í Føroyum. Skúlagongdin byrjaði í hølun- um hjá V.B.V. í Havn, har Studentaskúli og Tekniskur skúli hevði verið. Fyrsti skúladagur var 15. oktober. Orsakað av ymsum trupulleikum byrjaði skúlin ikki fyrr enn 15. oktober, tá skúlabørn flest fingu heyst- feriu. Bæði Margit og Ditlev minnast aftur á, hvussu ótrúliga fegin børnini gjørdust, tá tey endiliga sluppu at ganga í skúla í Føroyum. Ditlev gavst vegna sjúku í 1991, 69 ára gamal. Margit helt fram á skúlanum til 1999, 70 ára gomul. Í Elduvík – Hugskotið til at hjálpa tarnað- um næmingum kom til mín einaferð, eg var í Elduvík. Í húsinum, har eg var og vitjaði, vóru tvær deyvar gentur. Tær vóru komnar heim í summarfrí úr skúla í Danmark. Onkur kemur inn og spyr, nær hesar báðar genturnar skulu avstað aftur til Danmarkar. Tær skiltu, at tosað varð um tær, og tær gjørdust báðar púrasta frá sær sjálvari Eg var rættiliga ungur tá, men hetta setti seg so rimmarfast í minnið hjá mær. Eg hugsaði, at eg kundi gera nakað fyri tílík børn seinni, sigur Ditlev. Sum nevnt vóru at byrja við seks børn á skúlanum. Trý teirra úr komu úr skúla í Danmark, og trý byrjaðu í V.B.V. hølunum. Tey býttu næmingarnar mill- um sín. Tey fyrstu nógvu árini vóru tey einsamøll, men so við og við komu fleiri fólk. Fyrsti nýggi lærarin var Jørmund Magnussen. Hesin skuldi fyrst til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Tað var sjálvandi neyðugt. Ikki minst tí, at Ditlev meira enn so skuldi vera tulkur í rættinum ella aðrastaðni, sum hann hevði fingið álagt. – At byrja við skuldi skúlin vera ein roynd, men sum tíðin leið sást, at hann var komin fyri at vera. Talið av næmingum og talið av lærarum vaks støðugt, sigur Ditlev Olsen. Ditlev varð síðst í 1969 til- nevndur fyristøðumaður, og skúl- in varð stovnsettur sum sjálv- støðugur stovnur. Skúlin hoyrir til 1988 til Sosial Ministeriet í Danmark. Byggja skúla Av ríkisumboðnum varð ein nevnd sett í 1969 at skriva eitt álit um skúlan í Føroyum. 28. oktober sama ár var álitið liðugt, har ein samd nevnd mældi til at byggja nýggjan skúla. Tað fór heldur ikki at bera til at hava skúla í V.B.V. hølunum. Meiri bryggjupláss skuldi finn- ast, og grótið skuldi flytast á leið, har skúlin helt til. Hetta gjørdi dagarnar í V.B.V. meira spennandi enn gott er, tí sprongt var næstan beint uttanfyri. Eingin skaði kom tó. Hvørki á hús ella fólk. Um hetta mundið gingu um 100 næmingar á skúlanum. V.B.V bygningurin var ikki so væl egnaður, og borð og onnur amboð vóru í ringum standi, so neyðugt var ofta við kreativum loysnum. Ditlev sigur, at Tórshavnar kommuna vísti ógvuliga stóra vælvild og var altíð til reiðar at hjálpa. – Eg fekk til uppgávu frá Sosial Ministeriet at finna eini nýggj høli. Tað var lættari sagt enn gjørt, tí støðan var sum nú — so gott sum einki var at fáa. Við vælvild frá KFUK og KFUM fingu vit eini hølu í Brekkugøtu, og harvið loyst tann ringasta hølistrupulleikan. Seinni fingu vit eisini eini onnur høli, og vit hildu nú til í fýra ymisk- um hølum. Hetta var sjálvsagt strævið. Starvsfólkið var kortini ógvuliga ábyrgdarfult og gott, at tey løgdu ótrúliga stóra orku í arbeiðið. Tað vóru idealistar, og tey eiga eina hjartans tøkk, sigur Ditlev Olsen. Nýggi skúlin á Frælsinum í Havn — við navninum Skúlin á Trøðni — varð vígdur í juni 1976. Eftir summarfrítíðina byrjaði skúlin at virka har. – Skúlin kostaði sjey milliónir at byggja, og útgerðin kostaði tríggjar milliónir. Tað var sum nýggjur heimur fyri okkum. Knappliga høvdu vit umstøður og møguleikur, vit næstan ikki høvdu kunnað droymt um, sigur Ditlev. Síðani 1976 hevur skúlin virkað í verandi hølum, og har hava tey kunnað bjóðað eitt breitt útboð av undirvísingar- tilboðum til børn við serligum tørvi. Av fyrstan tíð vóru tað fyri tað nógva deyv børn, men síðani eru eisini børn við øðrum brek- um komin á skúlan. Skúlin hevur hølið til rættiliga nógv endamál. Eisini eru høli til ymisk sløg av kropsligari viðgerð. Tað er við fragd, at Ditlev lítur aftur á árini á skúlanum. – Eg minnist nógvar góðar løtur. Serliga vóru tað hugna- løturnar og prógvahandanirnar, har børnini gjørdu eitt sindur burturúr, sum eg minnist vera serliga hugnaligar, sigur Ditlev. Allir næmingarnir sluppu at vera við, líkamikið brekið. Eisini innsatsurin hjá Frelsens hær minnist eg serliga væl, tí hetta merkti so ótrúliga nógv fyri børnini. Hetta eiga tey stóra tøkk fyri, sigur Ditlev. Í teirri arbeiði á skúlanum eru tey komin at kenna nógv børn, og oftani máttu tey eisini vera sum foreldur hjá teimum, tí hesi fluttu til Havnar av bygd. Margit minnist serliga væl, tá tey plagdu at ferðast við næmingunum heim um vikuskiftini, tí børnini ikki kundu ferðast einsamøll. Samanlagt hava tey bæði nýtt eitt rættiligt ótal av tímum upp á skúlan, men tey lata kortini væl at. Spurdur, um hann heldur, at skúlin hevur gjørt mun í Føroyum, sigur Ditlev: – Eg má siga akkurát sum er, at eg haldi, tað hevur gjørt mun, sigur Ditlev Olsen at enda. Sosialurin ynskir Ditlev, Margit og øllum hinum hjarta- liga til lukku við 40 ára degi skúlans. – Tað hevur gjørt mun Skúlin á Trøðni kann 15. oktober halda 40 ára føðingardag. Skúlin hevur verið lívsverkið hjá Ditlev og Margit Olsen og einum ótali av næmingum, sum hava gingið á skúlanum hesi nógvu árini. – Tað hevur gjørt mun, sigur Ditlev Olsen, sum setti skúlan á stovn Hjá Ditlev og Margit Olsen er tað eitt lívsverk, sum fyllir fjøruti ár 15. oktober. Tey vóru við at seta skúlan á Trøðni á stovn, og tey bæði vóru í starvi til um 70 ára aldur. Mynd: Jens Kristian Vang.