leygardagur 12. oktober 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
har kom systurin Margaret, og
har vóru tænastufólkini — hon
hómaði ungu gentuna, sum bar
lagkøkufatið — tey vóru á útferð
í enska góðveðrinum. Kanska fór
hon at hitta Willoughby!
Margaret smíltist kokett og lyfti
parasolluna eitt sindur. Ups! Nú
fóru mínir tankar á flog góði
lesari — Jane Austen — Sense
and Sensibility, orsaka, hvar vóru
vit? Jú, lagkøkufatið... í hagan!
Sølukonan royndi at sannføra
okkum um, at vit ikki kundu liva
uttan hetta fatið, tá vit m.a. fóru í
hagan. Norðradalsskarð og
Havnardalur - Here I come! Við
lagkøku í fleiri løgum aftur við
drekkamunninum. Haldi, at
lagkøkufatið við lagkøkuni
hóskar betur í søguni hjá Jane
Austen enn við mær og mínum
úti í Havnardali.
Havi eina vinkonu, sum hevði
keypt sær eitt Tupperwareundir-
lag! Altso, til at elta á. Tað
einasta hon skuldi gera, áðrenn
hon fór í gongd, var at leggja ein
vátan klút undir undirlagið!!!!!
Hon so gjørdi. Undirlagið vildi
ikki sum hon vildi, so hon legði
eitt vátt viskistykki undir afturat.
Tað hjálpti heldur ikki, so tók
hon eitt baðihandklæði, gjørdi
tað vátt og legði tað oman á
klútin og viskistykkið — sama
skilið.
Nú skuldi røkka ella støkka, so
hon tók tveir tungar sjeyarmaðar
ljósastakar og knallaði teir niður
á hvør sítt horn á undirlagnum...
og tá var tað, at eg pikkaði upp á
køksdyrnar. Á denn sjón. Vatnið
rann í einum linligum streymi
niður eftir borðbeinunum, vin-
konan stóð við hárinum beint
uppeftir og helt desperat í ljósa-
stakunum, minti meg ikki sørt
um trapetskonuna í "The Flying
Trapezers", meðan undirlagið
lætt og elegant
krúllaði seg
saman aftur í
eina rullu.
Kanska eg
her skal við-
merkja, at
áðurnevnda
undirlag í
stundini, og
við felags
hjálp, bleiv
gjørt um til
eitt flúgvandi
teppi, sum av
sínum eintingum,
við brestin og
eftir kanti bleiv sent niðan á
brennistøðina á Hjalla! Og har
liggur tað enn!
Og vinkonan? Nú brúkar hon
aftur borðið sjálvt sum undirlag,
tá hon eltir bolladeiggj. Hand-
klæði og viskustykki verða brúkt
til tað, tey eru gjørd til, ljósa-
stakarnir eru upp á pláss í stov-
uni, og uppvaskið í sambandi við
baking er minkað við minst
50%! Snilt, ha?
Kann ikki lata vera við at
nevna Tuppeware-køkurulluna
eisini, nú vit tosa um bakstur.
Hon er eitt kapittul fyri seg, tí
hon skal fyllast við vatni! Ja. Tú
las rætt. Fyllast við antin heitum
ella køldum vatni alt eftir, hvat
tú bakar. Nú fløkist eg út í
nakað, eg ikki eri serliga stinn
í, so eg fari at lata teg gera av,
nær tú skalt brúka heitt vatn,
og nær tú skalt brúka kalt. Á,
dett roks.
Eg havi eina køkurullu, sum
minnir um hana hjá Frú Vom,
og sum hon við jøvnum millum-
bilum tekur fram og hóttir Vom,
kapteyn við at brúka til annað
enn bakstur. Vænti, at kapteyn-
ururin hevði verið púra paff, um
hann fekk eina rullu fulla av
vatni um oyruni. Mín rulla? Hon
verður bara brúkt til bakstur.
Og so eru tað lokini. Ja.
Tupperware-lokini. Eg havi
hoyrt um stjørnukastarar,
stjørnuløg, stjørnudust, stjørnu-
hválv og alt møguligt annað
stjørnukent, men eg hevði ikki
hoyrt um stjørnulok fyrrenn í
einum Tupperwareparty. Stjørnu-
lok. Hetta er fróðskapur við lít.
Eg má lurta og læra. Jú, sigur
sølukonan — tú trýstir á lokið á
onkran serligan hátt og tað situr
so rimmarfast. Tú kanst enntá
leggja kannuna niður á hillina í
køliskápinum fulla av mjólk,
uttan at nakar dropi rennur úr!
Tað er stórt.
Keypti mær eina slíka kannu
við stjørnuloki (býttur kann
mann vera, býttur kann mann
vera). Vikuna eftir vóru
bæði
kanna og stjørnulok vorðin
stjørnuskot! Tími einki, sum er
meira roksut enn neyðugt. Trýsta
ella ikki trýsta. Og mjólkar-
pakkin? Ja. Hann er aftur fastur
og fúsur í ókeypis fittliga hald-
araranum frá keypmanni mínum
úti í Grønlandi — einfalt og
praktiskt.
Nú fari eg at taka samanum og
enda, sum eg byrjaði -
við ostaklokkuni - og
viðganga, at eg havi
keypt mær eina
Bodum ostaklokku —
størri og vakrari enn
hina. (Nú segði eg
tað!) Sama hvussu
stórt ostastykkið er, so
passar tað í
ostaklokkuna. Runt,
fýrakantað, høgt ella
lágt. Brie, Klovborg,
Camembert ella
Cheasy. Eg síggi eisini,
enntá uttan at taka lokið oman av
henni, um osturin hevur rætta
gula litin ella er við at gerast
grønur uttan at vera ein Rouqe-
fort. Og so er hon nokk so
snøgg, tá eg sjálv skal siga tað.
Bodum Ostaklokkan. Snøggari
enn hin, tit vita.
TUPPERWARE
Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
TUPPERWARE — hetta fantast-
iska fyribrigdið, sum ger teg til
eina betri húsmóður. Ja. Tað
passar. Tað siga sølukonurnar,
sum selja Tupperware — og hvør
vil ikki vera tann perfekta hús-
móðurin í 2002? (Og kanska
2003 við). Eg drýpi høvur væl
vitandi, at eg ongantíð gerist
kandidatur til heitið.
Hetta man vera best gjøgnum-
hugsaða konseptið í søguni.
Hugsið tykkum — allan sólar-
ringin — kring allan knøttin
keypa konur Tupperware. Og her
slepst eisini undan hjá fyritøkuni
at hugsa um útreiðslur í sam-
bandi við søluframtøk. Eingin
húsaleiga skal gjaldast, einki
ravmagn, eingin yvirtíð, eingin
skattur, tí konurnar skiftast um at
leggja hús til, so eingin orsøk er
at Tupperware skal leiga seg inn
nakra staðni. Vertskonurnar baka
og matgera eisini, og tað er ikki
hissini. Eingin vil standa aftan
fyri hina fyrru, so her er alskyns
leskiligt, grovbollar, salat og
køkur í rúgvuvís. Og tær kunnu
velja sær eitt plastílat aftur fyri
ómakin. Hetta er einki minni
enn genialt. Og søluprinsippið er,
at tú keypir nú og rindar seinni.
Tú fært ein lepa, har tú krossar
av tað, tú kanst hugsa tær, og so
er bert at bíða spent. Tvær vikur
seinni ringir telefonin. Kann ikki
lata vera við at hugsa, at onkur
av okkum angrar, tí nú skal
gjaldast og plastíløtini, sum
enntá eru í mótalitum, fáast til
høldar. Man ikki onkur okkara
dylja sum mansmorð, at tey hava
keypt Tupperware? Hinvegin, so
er gott at hava hornaskáp; har er
mangt eitt ílatið endað.
Ditti mær at spyrja eitt sindur
soleiðis av óvart: »Hví ganga
menn ikki til Tupperware-
party?«
Las á netinum, at 14. septemb-
er 2002 var kosin »Global Party
Day«, har væntað varð, at
500.000 privat heim lótu dyrnar
upp fyri Tupperware kring allan
knøttin.
Tað er ikki so galið. Har eru í
hvussu er nógvir grovbollar til-
samans, ið skulu bakast. Ikki um
at tala øll vesini, sum skulu
vaskast, áðrenn konurnar koma á
gátt. Alt skal helst vera hampu-
ligt. Skjótt er at rokna, um allar
hava tvey: 1.000.000 vesir! Á
dett skrekksenario!
Hevði tað so verið, at henda
vøran var undurfull og fantastisk,
men tað er hon ikki. Í hesum
tíðum, har vit royna at hugsa
umhvørvisvinarliga eigur ikki at
vera pláss fyri óforgeingiligum
plastikkvørum. Tí óforgeingiligt
— tað er Tupperware. Tað greiða
sølukonurnar okkum frá undir
seansuni. Tað er tí, at mín osta-
klokka ikki er koyrd burtur enn.
Hon ger so ongan háva og dálkar
ikki innast í keksaskápinum. Og
so má eg bara finna meg í, at
hon gerst firtin av og á! So spyr
onkur tykkara, hví eg havi keypt
mær hana og okkurt annað við,
ja, tað er júst spurningurin, bleiv
eg hypnotiserað? Nei. Bleiv eg
lokkað? Nei. Bleiv eg noydd?
Nei. Satt at siga veit eg ikki, hví
eg keypti. Kanska var tað eitt
anfall av systraligum samhuga
— veit ikki.
Hvussu gongur hetta so fyri
seg, kanska onkur spyr. Tað
munnu vera fáar av okkum, sum
ikki vita hvussu leikur fer.
Kanska er okkurt mannfólk, sum
ikki veit um hetta loyndarfulla,
losjukenda, sum konurnar saml-
ast um við jøvnum millumbilum.
Onkrar konur eru við hvørja ferð
— tað havi eg latið mær fortalt.
Eg meini, hvør vil ikki vera
útvald, verða ringd upp og biðin
um at koma at vitja? Er hetta
ikki tað, vit allar vilja? Vera
nakað spesielt? Vera hon, sum
verður vald framum onkra aðra?
Eg havi ikki verið so ofta, eri
alt ov atfinningarsom og spyrji
ov nógv, so eg eri líkasum hon,
eingin orkar at bjóða við longur,
men tað ger minni. Hugsi ikki, at
eg hevði farið kortini, men... rætt
skal vera rætt — eg havi verið
við til slíka seansu einar tvær,
tríggjar ferðir. OK — hondina á
hjartað! Eg havi eisini keypt
okkurt. (Ostaklokkuna t.d.)
At konur keypa undirklæðir,
smúkkur og smyrsl í hugnaligum
privatum umhvørvi, tað skilji eg,
men at plastíløt fær alt at leypa á
leistum, tað er fyri mær ein
óloysandi gáta.
Skilji ikki, hvussu plast kann
gerast so lokkandi, at mann
brúkar eitt heilt kvøld uppá at
keypa sær eitt bollafat! Apropos’
bollafatið. Tað er ein søga fyri
seg. Hetta er tann rami gandur, tá
tú fert at baka bollar í Tupper-
warebollafatinum (imponerandi
heiti), tí her koyrir tú alt tilfarið í
fatið í senn, ristir tað sum vart tú
yvirtamburinspælari hjá
G.H.M.og vupti! Lokið hoppar
av og deiggið er liðugt. Ílat er
eisini at forma bollarnar við, so
tú ikki skalt nerta við deiggið
yvirhøvur, ganga bollarnir ikki
sjálvir yvir á plátuna! Er hetta
ikki einastandandi? Einki undur
í, at bollafatið er at finna í nógv-
um føroyskum (horna)skápum.
Men steðga nú eitt bil. Her má
eg gera ein álvarsligan vørr, góði
lesari og samstundis koma við
ársins avdúking: Eg havi í mín-
um ungu døgum verið á Aarhus-
egnens Husholdningsskole í Ris-
skov fyri at súgva til mín um mat
og matgerð. (Eg skrivi fulla heit-
ið á skúlanum, so tit vita, at eg
ikki pelli.) Tað var sum at sletta
vatn á gás - eg var ikki egnað.
Men okkurt sat eftir aftaná lokna
húsarhaldshirðing: Tú mást nerta
við deiggið, merkja konsistensin,
tað er Alfa og Omega. Hitt vóru
10 kilo! Kundi sum onganting
vaggað lúkst inn í PR-verðina
sum reklama fyri Michelin.
Var einaferð við til eina
Tupperware-seansu — saman við
nógvum øðrum góðum og fittum
føroyskum konum. Haldi, at eg
lovaði vertskonuni, at eg skuldi
vera góð — eg skuldi ikki spyrja
so altrá og atfinningarsom um
tað, ið fór fram.
Eg má viðganga, at tað stóð
nógv á ta einu løtuna, tá sølu-
konan við síni messandi, snjøllu
rødd tosaði um hetta fantastiska
fatið, sum ein kundi seta lag-
køkuna á og síðani fara í. . .
krinolinukjólan, tann ljósagula,
sum var í fleiri løgum. Liturin
klæddi henni, tað visti hon, men
hvar blivu øll av? Mariann Ash-
wood hugdi rundanum seg. Jú,
Sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2002
5
4
Sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2002
»Everything's gonna be plastic by and by!«
(Brot úr yrkingini »Plastic« hjá Shel Silverstein, 1930-1999)
Ostaklokkan var firtin. Tað var heilt greitt. Tá eg tók keksapakkan, sum var framman fyri hana í skápinum, kendist tað
sum hugdi hon hvassliga at mær við strongum eygnabrá — kendi meg næstan bangna, so eg skundaði mær at taka
pakkan og læt skápshurðina aftur við einum bresti. Hugsa sær at vera bangin fyri eini ostaklokku! Eg var! Tað er so púra
vist. Tí hetta var ikki nøkur vanlig ostaklokka, nei, hendan hevði vinir og kenningar kring allan knøttin, og so hevði hon
eitt so øgiliga fínt ættarnavn. Kanska tú longu hevur gitt! Ja. TUPPERWARE!
Tupperware …
Tupperware og …
og Tupperware …
og Tupperware
…og mín sann Tupperware
C
M
Y
K
23
22