leygardagur 12. oktober 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2002
7
nógv fólk. Ein P. A. Holm
blandaði seg eisini.
Panum í 1860 um túrin
". . . og jeg blev betragtet som
Færøernes og Færingernes
arrigste Fjende"
P.L. Panum, 1860.
Ikki fyrr enn í 1860 tók Panum
sjálvur til orðanna úr Kiel í :
"Aabent Brev til Forf. af "Den
Danske Stat" til Oplysning om
Færingers Boliger, Klædning,
Kost og Sundhedstilstand af P.L.
Panum". Panum helt at føroy-
ingarnir, ið høvdu skrivað um
hann, riðu sær so niðalaga, at
hann enn ikki hirdi at svara.
Hann heldur fyri við Erslev, at
hann átti at sett seg í samband
við hann, áðrenn hann sendi slíkt
verk út, tí hann kundi ávara
hann, at nakað slíkt fór at henda.
Men endiliga fáa vit mannin
sjálvan, hann siterar Kierke-
gaard: ". . . Den, der sover
synder ikke; thi der er andraget
Himmelråbende Skyld i Verden af
den Enkelte — ved at tie".
Áhugavert, at hann velir júst
Kierkegaard, ið tá var illa lýddur
av teim flestu, tí hann var so
erligur, serliga yvir fyri Fólka-
kirkjuni og Prestastættini, men
vit kunnu rokna við, at Panum
kennir ávísa skuldarkenslu, av at
hann ikki hevur vart seg. Um
skuldsetingarnar móti sær og
Erslev sigur hann: "Afbenyttelsen
af en Læges Meddelser (. . . ) om
Folks Mad, Drikke, Klæder,
Boliger og Svineri og om disse
Tings Indflydelse paa Sundhed
og Sygdom (. . .) men de have for
et større Publikum netop den
Fejl, at de ere altfor sande!.
Panum dregur so í hitt borðið,
at hann í síni bók tók ávís viður-
skifti fram, ið vóru neyðug at
viðgera, at hann ikki hevði
møguleikan at skriva nakað
annað: "tilvisse Lyssiderne have
været mere fremtrædende". Hann
meinar, at túrarnir til Føroya
vóru eitt av hansara kærastu
minnum, hvørs náttúra enn ikki í
Tyrol og í bajersku Alpunum,
finnast maki. Har fólkini, sjálvt
almúgan, hava andsevni, kristna
miskunn.
Tá man lesur hetta opna bræv
frá Panum, er hetta ikki virðis-
minkandi orð. Meiri fáa vit ta
fatan, at føroyingar longu tá vóru
ov nærtakandi. Panum sigur
sjálvur, at tað bert er onkur
føroyskur "patriotur", ið vil siga,
at hann ikki hevur borið seg at
sum ein lækni í bók síni, men at
Erslev hevur brúkt hana, hevur:
". . . har faaet lidt mere Sort i
Deres Pensel". Um føroyingarnar
heldur Panum: "Thi de færøiske
Skribenters glødende Patriotisme
forleder dem unægtelig let til at
male deres Hjemstavn med altfor
lyse Farver for den danske
Læser". Hann meinar, at hesir
romantiseraðu Føroyar, tí har
vóru sosialir reformar neyðugir,
ið Pløyen og aðrir kundu vitnað
um. Í næsta og seinasta parti fari
eg at royna at seta hetta verk inn
í søgu okkara, sum kelda til
okkara fortíð, og draga hesi
perspektiv fram um hetta løgna
kjak, ið snýr seg um, hvussu vit
umboða Føroyar uttanlands enn í
dag.
Onkrar keldur:
Dansk Biografisk Leksikon,
XVII — Nielsen til Panum.
1934.
P.L. Panum: Iagttagelser
anstillede under Mæslinge-
Epidemien på Færøerne i Aaret
1846 Af Cabd. med. & chir. P.L.
Panum. Bibliotek for Læger,
januar-april. 1847
Fædrelandet nr. 141-152, 1846.
Ole Jacobsen: P.L. Panum og
Færøerne. Í: Fra Færøerne — Úr
Føroyum VI. Dansk-færøsk
samfund 1972.
Síða úr Svabosa Færøsk-dansk-latinske
orðabók. Handrit frá 1770-árunum
Panum-instituttið. Eva og Nils Kopper, arkitektar, hava teknað. Modell
25
Triði partur
Kim Simonsen
Sum vit vita kom Panum longu
sum 26 ára gamal at gerast
kendur um allan heimin við
bókini: »Iagttagelser anstillede
under Mæslinge-Epidemien på
Færøerne i Aaret 1846«. Hendan
kom fyrst undir øðrum navni á
Bibliotek for Læger, og seinni í
tí tá heimskenda, "Virchows
Archiv", ið Panum kom í
samband við undir ferð í Berlin í
1847. Stóra bragdið hjá Panum
var at prógva, at sjúkan breiddi
seg frá persóni til persón, hann
ávísti, hvussu leingi viðgongu-
tíðin, ið er tann tíðin einstak-
lingur gongur við sjúku, áðrenn
hon brýtur úr. Hann prógvaði, at
Meslingar var sjúka ein gerst
ófeingin ella óáriniligur av, tí tey
sum høvdu havt hana fyri 65
árum síðani fingu hana ikki, ei
heldur børn undir 5 mánaðir.
Panum var hin rætti maðurin
danir sendu til Føroyar, túrurin
kom at bera miklan ávøkst.
Føroyar vóru serliga gott øki,
oyggjarnar eru fjarskotnar, fólk
búðu spjatt og lætt, 77 prosent
vóru tá sjúk av meslingum,
soleiðis er landafrøðin avgerandi
fyri Panumsa eygleiðingar.
Lívið hjá Panum eftir
ferðina
Dansk Biografisk Leksikon bind
17 (XVII) frá 1934, ið annars
gongur frá Nielsen til Panum,
hevur langa grein um henda
kenda dana. Her fáa vit mangt
forvitnisligt at vita. Millum
annað, at Panum sum 28 ára
gamal var hernaðarlækni við
damp-orlogsskipinum "Geiser",
tá Danmark var í kríggi við
Prøjsen. Seinni gjørdist hann
lækni við serligum førleika innan
umfarssjúkur. Í 1850 kom
koleraútbrot í Bandholmi, Panum
kom tá í ringt orð millum aðrar
læknar, tí hann einsamallur
meinti, at kolera, eins og
meslingar, smittaðu (kontagiøst).
Tað hildu hinir ikki, men Panum
hevði, sum ikki einaferð rætt.
Hann avbyrgdi tí allar sjúkling-
arnar harðliga. Panum gjørdist
doktari (Dr. med) í 1851, tá 31
ára gamal. Frá 1851 til 53
ferðaðist hann, las m.a. kemi í
Würtzburg, vitjaði Leipzig og
var leingi í Paris hjá Claude
Bernard, ið tá var hin fremsti
fysiologurin í heiminum.
Í 1853 gjørdist Panum pro-
fessari í Kiel, men ikki var altíð
lætt at búgva sum dani í Týsk-
landi. Hann var bjóðaður við í
vísinda feløg, men tók ikki lut í
politiskum lívi annars. Í 1864
vendi hann heim til Danmarkar
sum profesari við universitetið í
Keypmannahavn. Her legði hann
á at berjast fyri, at fáa gransking-
ina innan medisin til at virða
royndir, men beinanvegin møtti
hann mótstøðu, tá danir ikki tá
skiltu, at neyðugt var at gera al-
neyðugar royndir. Her skuldi
Panum vísa seg at fáa rætt
einaferð enn, eftir langan bar-
daga fekk hann í 1867 loyvi til at
flyta í egnan labratoriebygning á
Bredgade. Hann arbeiddi innan
nógv øki, men kom ikki at gera
so stórar uppdagingar innan
medisinska vísindi, sum hann
gjørdi í Føroyum í 1846 sum
blaðungur maður. Hesa bókina úr
Føroyum lesa granskarar enn.
Virðisminkandi orð, ella
vóru føroyingar ov
nærtakandi?
- Smáligt rok um Panumsa orð.
". . . Noget som kan bringe
Færingen til at lukke sin Dør for
den Fremmede, da er det, naar
han erfarer, at den Gjæst, som
han mødte og tog imod med
Velvillie, bagefter giver ham
Skam for Tak, en Erfaring han,
destoværre! tiere har gjort."
H.J.J. Sørensen, 1859
Í 1878 tekur Illustreret Tidende
til, at Panum kom við einari: ". .
.særdeles usminket Beskrivelse,
han her giver af Færingenes
sociale og hygiejniske Forhold,
skaffede ham imidlertid endel
Ubehageligheder. Ikke blot blev
han i den Anledning Gjenstand
for et literairt Overfald i et af
vore Blade, men nogle hyper-
patriotiske Færinger truede
endogsaa den unge Forfatter
med en corporlig Revselse".
Onkur hevði hug at leggja á
Panum og smyrja hann av.
Spurningurin er, hvørjir hesir
vóru? Ikki er lætt at svara
hesum, neyðugt er at fara aftur
til øll hesi bløðini, men hesir
hava í "Dagbladet" skrivað eini 8
greinar móti Panumi undir dul-
nevninum: "Af en Færing".
Panum tók ikki tá aftur til
orðanna. Hetta skuldi ikki koma
fyrr enn 14 ár eftur Føroyatúrin.
Klárt er, at hesir føroyingar ikki
vóru hvør sum helst. Vit vita, at
Sandoyarprestur H.J.J. Sørensen
er ein av teim, ið skrivaði í
donskum bløðum um hetta,
serliga eftir, at Ed. Erslev gav út
verkið Den Danske Stat, har
hann kom at brúka Panumsa
kendu bók sum eina meginkeldu.
Hesin Sørensen setti seg at
skriva sera drúgva grein móti
Erslev í 1859, eftir at verkið
D.D.S. var endaliga liðugt í
1857. Hann finnist harðliga at
mongum. Hann hevur rættingar
til nærum alt, frá viðurskiftum,
ið snúgva seg um fugl, fisk,
seyð, men serliga er áhugavert at
lesa brotini, har hann finnist at,
hvat Erslev hevur ført fram um
føroysk hús, mat, sjúkur, heilsu-
støðuna o.s.fv., tí her er tað, at
Panum hevur verið brúktur
dúgliga av Erslev. Sørensen skilir
ikki, at føroyski livimáturin skal
hartast, tá hann meinar, at sjálvt
Panum noyddist at viðurkenna, at
fólk livdu longur í Føroyum enn
í Danmark, hetta sjálvt um mat-
urin var lítið spennandi. Søren-
sen skilir ikki, at tað er langt frá
ein fyrimunur, at føroyingar ikki
hava sjúkur sum meslingar,
kikhosta, skarlagsfepur, koppar,
tí hetta var jú tað Panum lærdi
okkum m.a., at fólk, ið hava
verið sjúk sum børn ella ung,
hava nógv størri møguleika at
yvirliva, og hesi koma at menna
andevni seinni, so tey ikki gerast
sjúk aftur. Um Panumsa ferð
heldur hann: "Professor Panum,
som var sendt til Færøerne
under Mæslingeepidemien i
1846, (. . . ) kunde ikke finde Alt
i Orden under saa overordentlige
Omstændigheder".
Sørensen, ið dugir bæði at
skriva og at kjakast, meinar, at
Panum hevði rætt at finnast at
vantandi reinføri sum lækni, eins
og hann gjørdist kendur fyri í
Korsør undir kolerasjúkuumfar-
inum. Men hann heldur fyri, at
lætt er at finna óhumsku, um tað
nú er tað ein vil, og at hendan
eisini at finna í Keypmannahavn,
meinar Sørensen. Erslev svaraði
aftur, at bókin hjá Panum hevði:
". . . en Slags officiel
Charakteer". Um roykstovuna
endurtekur hann beinleiðis, at
føroyingar dáma hesa roykfyltu
stovu. Erslav meinar, sum
Panum, at ræst kjøt er: "halv-
raddent", eins og drýlurin onga
náði fær frá Erslev. Men hann
dugir at síggja, at orsøkin til, at
føroyingar ikki hava t.d. mesling-
ar, kemur ikki av reinføri, men
av tí at Føroyar eru so avbyrgdar
frá umheiminum, ið Erslev metir
er minni gott, tá tað doyðu so
6
Sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2002
P.L. Panum í Føroyum í 1846
-Stríðið um frágreiðingina, ið lá eftir.
". . . at jeg ikke har seet nogen anden Almue, som jeg i Almindelighed, med Hensyn til
Aandsevner, aandelig Udvikling i mange retninger og med hensyn til sand kristelig
Barmhjertighed ved deres Medmenneskers Lidelser, sætter sa høit, som den færøske"
P.L. Panum, í 1860
(14 ár eftir ferðina)
""skjønt de hygieiniske Forholde ere særdeles uheldige", da forekommer det mig endnu
mærkeligere, at de hygieniske Forholde kunne være særdeles ugunstige i et Land, hvor Folket
opnaaer en høi Alder, fordi dette ikke hjemsøges af Sygdomme. Naar Forfatteren af "Den
Danske Stat" er kommen til et Resultat, som modsiges af det virkelige Liv, er der unægtelig
en Feil tilstede, og i dette Tilfælde mener jeg, at Feilen ligger hos Forfatteren".
H.J.J. Sørensen, 1859. Prestur á Sandi
Panum skuldi gerast ein kendur maður eftir túrin til Føroyar, men ikki
kom túrurin av vera lættur. Bæði í Føroyum møtti hann óreinar
kappingarneytar, sum vit hava sæð í hinum pørtunum, men eisini
millum føroyingar í Danmark komu atfinningar. Bókin hann gav út
eftir ferðina í 1846, gjørdi hann kendan, men sendi ein ódnarstorm
móti Panum frá føroyingum niðri
C
M
Y
K
24