leygardagur 12. oktober 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað tykist sum før-
oysku landsliðsleik-
ararnir gleða seg til
dystin í dag, nú teir
aftur skulu í altjóða
elding
LITAVA-FØROYAR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
KAUNAS: Føroyska fót-
bóltslandsliðið skal í dag
altjóða eldin aftur, tá S.
Darius & S. Gireno leik-
vøllurin í Kaunas verður
karmur um dystin móti
Litava.
Undan hesum dystinum
eru Føroyar ájavnar við
Skotland á øðrum pláss-
inum í bólkinum við einum
stigi. Litava, sum tapti 2-0 í
sínum fyrsta dysti og
Ísland, sum enn ikki hevur
spælt, eru aftan fyri Før-
oyar.
Hvørt tað skal eydnast
føroyska liðnum at halda
fast um sessin somikið
ovarlaga á stigatalvuni, er
sjálvandi óvist, men tað
tykist í hvussu so er so-
leiðis, at tað er hetta, sum
leikararnir hava í kvitt-
anunum. Og tað er so fyrsta
fortreytin fyri einum góð-
um úrsliti.
Gott lag
At døma eftir venjingun-
um, so er einki at ivast í, at
lagið í landsliðshópinum er
framúr. Meðan smáspøl av
ymsum slag vóru á skránni
undir hósdagsvenjingini,
hoyrdust láturin mangan
runga, tá onkur framdi
mistak, ella um ein finta av
onkrum slag eydnaðist.
Látur, sum tó á ongan hátt
skal skiljast soleiðis, at
leikarar taka lætt upp á
uppgávuna, men heldur
sum eitt mát fyri, hvussu
samanhaldið í hópinum er.
Eitt samanhald, sum kanska
kann gera, at menn geva
seg tey tvey ella trý pro-
sentini eyka fyri hvørjum
øðrum, tá dysturin er á
skránni.
Í Litava er annars ikki so
nógv at hoyra um lands-
dystin. Á ítróttarliga økin-
um stendur fótbólturin her í
skugganum av kurvabólt-
inum, har landið telist mill-
um tey fremstu í heiminum,
og eitt nú hevur bronsu-
merki í OL at vísa á.
Hetta tykist tó á ongan
hátt at nerva føroysku leik-
ararnar. Kanska er tað
heldur hinvegin ein lætti, at
venjingarnar mest sum bara
verða fylgdar av føroysku
pressuni, og at friðurin
kring fyrireikingarnar tí er
munandi størri, enn hann
vanliga er, tá leikt verður
uttanlands.
Liðið
Enn hava venjingarnar hjá
føroyska liðnum givið lítlar
ábendingar um, hvussu
liðið møguliga fer at síggja
út leygardagin. Henrik
Larsen hevur hesa ferð
gjørt lítið og einki burtur úr
sonevndu skabelón-venj-
ingunum, har spælskipanin
hjá liðnum skal venjast.
Kanska eisini tí landsliðs-
venjarin hevur meira í
hyggju at fáa spæligleðina
fram í leikarunum, nú teir
allar flestu standa við
endan av einum longum og
strævnum kappingarári.
Tað er hinvegin eingin
loyna, at talan neyvan verð-
ur um tær stóru broyting-
arnar á liðnum, sammett
við dystin móti Skotlandi.
Øssur Hansen er komin inn
í hópin, og hann fær helst
pláss í vinstru síðu, har
Hjalgrím
Elttør
annars
tóktist at hava tikið yvir.
Annars tykjast einastu iva-
málini vera Jákup á Borg
og Pól Thorsteinsson, sum
vit nevndu í fríggjadags-
útgáuvni, men hósdagin
tóktust teir báðir vera
somikið væl fyri, at teir
allar helst fara at spæla við.
Tað merkir, at liðið til
dystin leygardagin helst fer
at síggja soleiðis út; Í
málinum verður Jens Mart-
in Knudsen. Pól Thor-
steinsson og Jens Kristian
Hansen verða á báðum
bakkunumj, og miðverjar
verða Óli Johannesen og
Jón Rói Jacobsen. Á mið-
vøllinum verða so úr høgru
Jákup á Borg, Julian Johns-
son, Fróði Benjaminsen og
Øssur Hansen, og so verða
tað teir báðir, John Petersen
og Christian Høgni Jacob-
sen, sum manna báðar
álopssessirnar.
Nr. 196 • leygardagur • 12. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Litava
Málverjar
Gintarus Stauce, Fostiras Athen (GRI)
Sydranus Karcemarskas, Dynamo Moskva (RUS)
Útileikarar
Aurelius Skarbalius
Brøndby IF (DAN)
Adrius Skerla
Dunfermline Athletic
(SKO)
Marius Stankevicius
Brescia Calcio (ITA)
Deividas Semberas
CSCA Moskva (RUS)
Dainius Gleveckas
Shakhter Donetsk UKR)
Rolandas Dziaukstas
Saturn Ramen (RUS)
Ignas Dedura
Skonto Riga (LET)
Raimondas Zutautas
Makkabi Haifa (ÍSR)
Saulius Mikalajunas
Fakel Voronezh (RUS)
Tomas Razanauskas
Akratitos Athen (GRI)
Deividas Cesnaukas
Dynamo Moskva (RUS)
Nerijus Barasa
Krylya Svetov Samara
(RUS)
Edgaras Jankauskas
Benfica Lissabon (POR)
Robertas Poskus
Krylya Svetov Samara
(RUS)
Arturas Fomenko
Rostselmash Rostov (RUS)
Mindaugas
Gardzijauskas
Ekranas Kaunas (LIT)
Føroyar
Málverjar
Jens Martin Knudsen
NSÍ
Jákup Mikkelsen
Molde BK
Útileikarar
Óli Johannesen
TB
Jóhannis Joensen
HB
Jón Rói Jacobsen
HB
Andrew av Fløtum
HB
Rógvi Jacobsen
HB
Jens Kristian Hansen
B36
Julian Johnsson
B36
John Petersen
B36
Jákup á Borg
B36
Øssur Hansen
B68
Hans Fró_i Hansen
B68
Fró_i Benjaminsen
B68
Hjalgrím Elttør
KÍ
Pól Thorsteinsson
NSÍ
Helgi L. Petersen
NSÍ
Christian Høgni Jacobsen Vejle
Vandi er nú fyri, at
størsta stjørnan á týska
landsliðnum ikki verður
við, tá Føroyar koma á
vitjan í Hannover miku-
dagin.
Michael Ballack hev-
ur tey bæði seinnu árini
ment seg til at vera av-
gjørt besti leikarin í
Týsklandi, men tá Týsk-
arar
fríggjakvøldið
spældu
dyst
móti
Bosnia-Hersegovina, var
miðvallarin úr Bayern
München ikki á vøllin-
um.
Orsøkin var tann, at
Ballack lá í seingini við
krími, og í løtuni er
óvist, hvørt hann verður
førur fyri at spæla, tá
dysturin móti Føroyum
er á skránni. Í týskum
miðlum verður roknað
við, at um Ballack ikki
spælir, verður tað ístaðin
Jens Jeremies, sum fær
sentrala leiklutin á vøll-
inum.
-jm
Ballack er sjúkur
Lagið av tí besta
í føroyska hópinum
At døma eftir venjingunum ,
so er einki at ivast í, at lagið í
landsliðshópinum er framúr,
og at menninir vilja geva seg
tey tvey ella trý prosentini
eyka fyri hvønn annan, tá
dysturin er í gongd
27
8
Sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2002
Blindir biddarar hava altíð havt
tað gott í Granada, tí orðatakið
her sigur, at ringasti straffur, ið
eitt menniskja kann líða, er at
vera blindur í vakra Granada,
tískil fáa tey blindu altíð onkra
olmissu.
Vit búgva ikki í sjálvum
Granada, men 8 km. uttanfyri í
eini lítlari bygd sum eitur
Monachil, og sum liggur 900
metrar yvir havinum. Harvið er
bygdin eitt av portrunum til tey
nógvi støðini yvir 3000 metrar
høgu Sierra Nevada fjøllini.
Teir seinastu mánaðirnar havi
eg brúkt til at seta meg inn í
søguna hjá Iberisku hálvoynni,
og tað sum er undrunarvert, er,
at Iberiska hálvoyggin altíð
hevur havt eina heilt øðrvísi
søgu enn restin av Evropa.
Í 1986 kom Spania uppí EF,
tað førdi sjálvandi við sær, at
Spania tey seinastu 16 árini við
ágrýtni hevur roynt at gerast
meir líkt restini av Evropa, ikki
bara búskaparliga og politiskt,
men eisini mentunarliga.
Um man er 2 vikur við
strondina onkustaðni í Spania,
er kanska ringt at síggja, at
Spania er so øðrvísi, ja sjálvt
inni í landinum tekur tað tíð
áðrenn man sær, at her er bæði
hugsunarháttur og liviháttur
øðrvísi. 16 ár í EF megna ikki
at viska nógv, nógv hundrað ár
av øðrvísi hugsunarhátti út.
Tað sum fyrst og fremst ger
spanska søgu so áhugaverda, er
tann arabiska innrásin ár 711
okkara tíðarrokning. Hetta var
ikki bara ein lítil innrás í nøkur
fá ár, nei, alt Spania var merkt
av henni og tað seinasta
muslimska kongaríkið fall ikki
fyrr enn í 1492, tá Isabella og
Ferdinand tóku Granada, sum tá
hevði verið muslimskt í 800 ár.
Tann arabiska innrásin hevur
í stóran mun merkt Spanska
søgu heilt til í dag. Arabarar-nir
megnaðu ongantíð at taka
útnyrðings hornið av Iberisku
hálvoynni, Galicia og Asturia,
og hagani byrjaði tann 800 ára
langi bardagin fyri at vinna
landið aftur frá teimum van-
trúgvandi. Tey 800 árini verða í
spanskari søgu nevnd "la
reconðista", tað vóru ár sum
samlaðu Spania til eitt ríki, og
sum løgdu dentin á heilagt
kríggj.
Í 1480, tá bara Granada var
eftir á muslimskum hondum,
var tíðin komin til at stovna
inkvisitiónina og harvið fullføra
tað heilaga verkið. Inkvisitiónin
(forhoyr og píning av fólki sum
katólska kirkjan helt vera trú-
villingar), var ikki einastand-
andi fyri Spania, men tað er tað
hinvegin, at hon vardi heilt til
1820, tá restin av Evropa longu
var liðug við upplýsingartíðina.
Arvurin frá muslimunum í
Spania er ein søga, sum elvdi
til eina sterka, egna katólisismu
og eitt sterkari og longri giftar-
mál millum stat og kirkju enn
nakra aðrastaðni í Evropa, eitt
giftarmál sum sjálvandi merkti,
at tí fría tankanum og upplýsing
ikki varð lív lagað í Spania. Alt
saman góður gróðrarbotnur fyri
einræði hjá Franco (1939-
1973), sum gav kirkjuni ein
týðandi leiklut, og har onki
trúarfrælsi var.
Tað er sostatt ikki bara
vakurleikin sum ger Granada so
áhugaverdan, men líka nógv, at
tá man gongur runt í býnum,
kennur man, hvussu spanska
søgan andar einum oman eftir
nakkanum. Á eini stórari høvd
mitt í býnum liggur tað kempi-
stóra Alhambra, eitt arabiskt
palads og borg. Nógvastaðni í
byggisniðnum sær man hendan
arabiska arvin lið um lið við
tað ser katólska, til dømis tann
stóra katedralin sum Isabella og
Ferdinand lótu byggja, fyri so
dyggiliga at vísa, hvør ið nú
ráddi fyri borgum.
Inni í miðbýnum í Granada
er lætt at halda, at Spania nú er
eins og eitthvørt annað Vestur-
evropeiskt land. Fólk ganga í
seinasta móta við "shopping"
posum og drekka coca cola,
men man nýtist bara at ferðast
eini 3 km longur út, so sær man
meir enn so múldjór við vogni
ella byrðum, og stórar geita-
flokkar, sum hirðin rekur
tvørturum stórar vegir við
nógvari ferðslu.
Spania-kennarar tosa um
Spania sum landið við teimum
stóru kontrastunum. Nakrar eru
eyðsýndar, aðrar eru við fyrsta
eygnabrá verri at fáa eyga á.
Slíkt er áhugavert og ein
avbjóðing - eg havi nógv at
gleða meg til her í Spania!
Tann arabiski arvurin í Spania
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Durita Holm, Granada í Spania, durita75@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
FORNMINNI
Áki Bertholdsen
– Skulu vit halda lív í húsunum,
er tað neyðugt at finna upp á
okkurt.
Handilshúsini hjá Thomsen á
Tvøroyri eru eitt ógvuliga væl
varðveitt fornminni. Men tað er
fyrst og fremst teimum fyri at
takka, sum eiga og hava átt
handilin.
Men tey hava somuleiðis
ásannað fyri langari tíð síðani, at
sum so nógvir aðrir smáir
handlar kring landið, hava eisini
tey tapt kappingina við tær stóru
handilsketurnar og tí er virksem-
ið í gamla handlinum hjá Thom-
sen alsamt minkað og matvørur
eru at kalla ongar at fáa longur,
tó at tey enn hava alt møguligt
annað at selja, sum vanligt.
– Fyri at ráð til at varðveita
húsini, er tað neyðugt hjá okkum
at hava okkurt virksemi í teim-
um, sum kastar nakað av sær og í
løtuni tað ger handilin ikki nóg
stóran mun í løtuni, sigur Anna
Kirstin Thomsen.
Tí hevur hevur hon tí fingið
hugskotið til at at endurreisa ein
gamlan tátt í handilsvirkinum hjá
teimum gomlu Thomsen monn-
unum og tað er at hava skeinki-
stovu.
Tey hava søkt um skeinkiloyvi
við tí endamáli at gera eina
hugnaliga havnarpubb í einum av
teimum gomlu, søguligu handils-
húsunum hjá Thomsen.
Men tað nyttaði lítið, tí svarið
frá myndugleikunum í Havn, er,
at øll skeinkiloyviskvotan í
Suðuroy er uppi og at tað verða
ikki latin fleiri loyvi.
Grammir at keypa
Handilin hjá Thomsen hevði
skeinkiloyvi frá 1860, heilt til
fyrst í hesi øldini, tá ið bannið
fyri brennivínshandli kom í gildi.
Og tá ið tey herfyri aftur søktu
um skeinkiloyvi, sendu tey til
stuttleikar tvítøk av tí elsta og tí
nýggjasta av teimum gomlu
skeinkiloyvunum við og bóðu
um at fáa tey endurnýggjað, men
tað var so ikki nóg mikið til at
fáa loyvismyndugleikan at ganga
teimum á møti.
Tað sæst á loyvunum, at í 1960
kostaði eitt skeinkiloyvi 120
ríkisdálar og í 1906 kostaði tað
200 krónur.
Men skeinkiloyvini siga eisini
eina aðra søgu. Skeinkiloyvið,
sum handilin fekk í 1906, er
skrivað við hond, men tá ið fútin
skrivar teimum skeinkiloyvið
aftur í 1907, hevur hann fingið
skrivimaskinu, tí tað er skrivað
við maskin.
Men tær gomlu bøkurnar vísa
eisini, at mangan var rættiligt lív
í brennivínshandlinum á Tvør-
oyri. Soleiðis ber til at lesa, at
tað serliga var í átjanhundrað og
sekstiárunum, at nógv brennivín
fór um diskin hjá Thomsen.
Men grovastu dagarnar, tey
vita um, er vikan frá 14. til 20
juni í 1865, tí bara hesar sjey
dagarnar seldu tey heilar 720
pottar av brennivíni. Ein pottur
er áleið ein litur.
Hetta vóru hetlendskir og
skotskir fiskimenn, sum keyptu
stórt inn undir seg, tí heima hjá
teimum var brennivínssølan ikki
frí.
Hjá Thomsen siga tey, at
yvirhøvur vóru hetlendingar og
skotar grammir at keypa brenni-
vín, tí tað kom mangan fyri, at
skip haðani løgdu inn á Tvøroyri
eftir loknan túr at keypa brenni-
vín heim við- og sum tað sæst,
var tað ikki smávegis, teir
keyptu.
Tað sæst eisini, at tey hava ikki
havt sørt av úrvali av brennivíni,
tey hava havt bæði akvavitt,
konjakk, rom, umframt kirsju-
berjavín og annað vín, so har var
eitt sindur av hvørjum at fáa.
Vilja varðveita lívið í gomlum húsum
Tey hjá Thomsen á Tvøroyri hava søkt um at fáa skeinkiloyvi, tí tey ætla
at gera pubb á bryggjuni á Tvøroyri fyri at halda lív í gomlu
handilshúsunum
Ímillum alt tað gamla, tey hjá Thomsen hava varðveitt,
eru hesir báðir kranarnir. Tann stóru verður hildin at
vera ein ølkrani, hin minni er ein vínkrani. Teir blivu
slignir inn í tunnurnar, so varð klárt skrúva frá og at
lata renna
Her vísir Anna Kirstin Thomsen okkum tað seinasta
skeinkiloyvi, sum varð skrivað við hond. Tað er frá
1906, men árið eftir hevur fútin fingið skrivimaskinu, tí
skeinkiloyvi, sum tey fingu í 1907. er skrivað við maskin
C
M
Y
K
26