Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 12. oktober 2002 29 29 28 Nr. 196 - 12. oktober 2002 C M Y K 28 Nógvir vóru við síðsta túr Mótstøðan verður ikki minni hesa ferð frá Litava, sum í hvussu so er ætlar sær í kvalifikatiónsumfar- ið at spæla um pláss í EM endaspælinum LITAVA-FØROYAR Jóannes Hansen Nógvir av føroysku spælar- unum, sum seinnapartin í dag í litaviska heystar- kuldanum skulu royna seg í fyrsta EM undankappingar- dystinum á útivølli, eru ikki ókendir við fótbóltstjóðina, sum teir í dag skulu stríðast ímóti. Føroyska landsliðið hev- ur tvær ferðir áður spælt ímóti Litava. Fyrri dysturin var í litaviska høvuðsstað- numVilnius leygardagin 10. oktober í 1998 ella í fyrradagin fyri fýra árum síðani. Seinni dysturin var á Tórsvølli mikudagin 8. sep- tember í 1999. Fyrri dystur- in endaði málleysur, meðan Litava vann 1–0 í Føroyum. Føroyska liðið í Litava fyri fýra árum síðani sá so- leiðis út: Jákup Mikkelsen – Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen – Pól Thorsteins- son, Sámal Joensen, John Petersen, Julian Johnsson, Henning Jarnskor – Uni Arge (Jákup á Borg, 87.), Todi Jónsson. Á beinkinum alla tíðina sótu Jens Martin Knudsen, Jan C. Dam, Jan Joensen, Jóhannis Joensen, Símun Eliasen og John Hansen. Átta av teimum tólv, sum vóru kroystir í botn á vølli- num, men kortini megnaðu at halda tørn, eru aftur hesa ferð í Litava, og tað eru eis- ini tveir av teimum, sum ta ferðina vóru eykamenn. Øssur Hansen var ikki við fyri fýra árum síðani, tí hann var skaddur. At so nógvir framvegis eru á liðnum, eftir at so long tíð er fráliðini, undir- strikar veruleikan, at før- oyska liðið hevur nógvar royndir. Samstundis er hugaligt at staðfesta, at tað eru fleiri spælarar við í Li- tava, sum ikki vóru lands- liðsaktuellir fyri fýra árum síðani. Her verður hugsað um Jón Róa Jacobsen, Fróða Benjaminsen, Rógva Jacobsen, Andrew av Fløt- um, Helga L. Petersen, Hjalgrím Elttør og Christ- ian Høgna Jacobsen. Sum omanfyri nevnt, so var føroyska liðið undir stórum trýsti í Vilnius fyri fýra árum síðani. Ágangur- in á málið hjá Jákupi Mikkelsen var størri, enn hann kanska nakrantíð hev- ur verið fyri ella síðani. Teir høvdu møguleikar, men teir fingu ikki mál, m. a. tí mál- verjin var sera raskur hetta kvøldið. Í 2. hálvleiki vóru litavar ótolnir, teir sleptu í verju- partinum, og tað hevði við sær, at bæði Uni Arge og Todi Jónsson høvdu møgu- leikar at gera mál. Um tað í dag fer at eydnast at halda tætt fyrra umfarið, so er einki at ivast í, at álops- spælararnir á føroyska lið- num fara at fáa møguleikar. Droyma søtar dreymar Litaviski landsliðsvenjarin, Benjaminas Zelkevicius, fjalir ikki, at hann og hans- ara menn ætla sær at vera annað enn kanónføði í undankappingini. – Vit ætla okkum í hvussu so er at enda á næst- fremsta plássinum og har- við at vinna rættin til kvali- fikatiónsdystir um eitt pláss í EM endaumfarinum í Portugal um tvey ár, hevur hann sagt við fjølmiðlar. Útsøgnin ber boð um, at Litava miðjar eftir plássi- num undir Týskalandi. Litavar taptu í fyrsta undan- kappingarumfarinum 2–0 á heimavølli ímóti Týska- landi, og undan tí dystinum taptu teir vinardyst á heimavølli 4–2 ímóti Ísrael, sum hevur ment seg til eina av miðal sterku fótbólts- tjóðunum í Europa (í fót- bóltshøpi verður Ísrael altíð bólkað við europeisku tjóð- unum). Men hesa ferð ætlar Litava sær at enda framm- anfyri Skotland og Ísland, sum Litava skal spæla ímóti á útivølli mikudagin í næstu viku. – Skal ætlanin eydnast, so skulu vit vinna fýra stig í hesum báðum dystunum, sigur venjarin, og so kunnu vit leggja tvey og tvey sam- an. Litavar rokna við trim- um stigum ímóti Føroyum, og so rokna teir við ella vóna teir at megna javnleik í Reykjavík. Litava var á FIFA lista- num, sum varð kunngjørd- ur seinnapartin av septem- ber, styrkismett sum nummar 101 í heiminum, meðan Føroyar vóru á 119. plássinum. Útisetar Meðan føroyska liðið hesa ferð mest sum bara er mannað við spælarum, sum fyri viku síðani fóru í vetrarfrí frá føroysku kapp- ingini – undantøkini eru Jákup Mikkelsen og Christ- ian Høgni Jacobsen – so eru nógv teir flestu litav- isku spælararnir úr út- lendskum feløgum. Nógvir eru úr russiskum feløgum. Talan er ikki um fremstu feløgini í Russ- landi, men kortini má tað metast sum styrki, at litav- isku landsliðsspælararnir umboða feløg úr størri og kendari fótbóltstjóð enn Litava. Best kendi litaviski fót- bóltsspælarin í løtuni er álopsspælarin Jan Kauskas. Hann umboðar kenda portugisiska felagið Ben- fica, men hann er ikki tøkur ímóti Føroyum, tí hann er skaddur. Ein av litavisku lands- liðsspælarunum vinnur til dagligt breyð – og ivaleyst reiðiliga tað! – í Danmark. Tað er verjuspælarin Auri Skarbalius, sum hevur ver- ið eina tíð í Brøndby, og sum er vorðin sera væl um- tóktur og ein av stuðuls- spælarunum, síðani Michael Laudrup gjørdist venjari. Eftir at føroyingar fyri fýra árum síðani høvdu ver- ið í Vilnius, og eftir at Lit- ava fyri trimum árum síð- ani hevði spælt í Føroyum, rann saman millum FS Vágar og landsliðsvenjar- an, sum tá var hjá Litava. Hann eitur Kestutis Latosa, og hann var í Vágum í 2000 og aftur í 2001, tá hann varð sendur til hús í summarsteðginum. Jákup Mikkelsen aftur á beinkinum Jákup Mikkelsen má helst aftur taka til takkar við einum sessi á beinkinum, tá dysturin móti Litava verður blástur ígongd, men hóast hetta, so tykist hann á ongan hátt at um- hugsa støðuna á landsliðnum LANDSDYSTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen KAUNAS: Ein av spurn- ingunum, sum vanliga tek- ur seg upp, tá føroyska landsliðið skal spæla dyst, er, hvørt tað verður Jens Marti Knudsen ella Jákup Mikkelsen, sum skal verja málið. Teir báðir kappingarneyt- arnir - og vinmenninir - hava mest sum synonymir fyri føroysku altjóða fót- bóltssøguna, tá teir upp á skift hava vart føroyska málið ella sitið á landsliðs- beinkinum. Seinasta broytingin í so máta var til skotlands-dyst- in, har Jákup Mikkelsen endaði á beinkinum, men hóast hann harmast hetta, so tykist tað soleiðis, at málverjin góðtekur veru- leikan og plássið uttanfyri. - Tað er sjálvandi einki stuttligt at sita á beinkinum, men tað er nú einaferð so- leiðis, at har er bara pláss fyri øðrum av okkum, so tað mást tú bara góðtaka, leggur hann fyri, tá vit spyrja um kenslurnar á beinkinum. Og sjálvur tykist Jákup eisini at rokna við, at talan verður um pláss á beinki- num leygardagin. - Tað gangi eg bara út frá. Frágreðingin, sum eg fekk seinast, var jú, at eg ikki spældi á besta liðnum í Molde, og tann støðan er jú ikki broytt, síðani. Heldur fram Eftir somikið langa tíð í hópinum skuldi ein kanska hildið, at Jákup ikki longur var hugaður at vera á lands- liðnum, nú talan er pláss uttanfyri,. Men tá vit spyrja Jákup, hvørt hetta fær hann at umhugsa framtíðina á landsliðnum sigur hann av- gjørdur, at tað ger tað ikki. - Tað rokni eg so avgjørt ikki við. Sum eg segði í áðni, so er tað ongan tíð stuttligt at sita á beinkinum, men hinvegin haldi eg, at Jens Martin og eg hava kappast alla tíðina. Hann sat jú eisini tolin á beinki- num í fýra ár, tá eg vann plássið. - Eg má so bara bíða. Vera klárur alla tíðina og so taka kjansin, tá hann eina- ferð kemur, sigur Jákup Mikkelsen at enda. Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen hava verið fastir tættir í føroysku landsliðssøguni, og soleiðis verður helst eisini framyvir Vit taka ein dyst í senn B68 veteranurin verð- ur í dag fjórði lands- liðsspælarin, sum hevur umboðað Før- oyar hálvt hundrað ferðir LITAVA-FØROYAR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen KAUNAS: Fyri einum mánað síðani var hann giv- in á landsliðnum. Hann metti seg ikki at hava um- støður at brúka so nógva tíð upp á altjóða uppgávurnar, sum standa fyri framman í EM undankappingini. Men eftir at Henrik Lar- sen og Jógvan Martin Ol- sen høvdu sæð Øssur Han- sen spæla við B68 í Runa- vík í næstsíðsta umfarinum í landskappingini, heittu teir á hann um at spæla við hesar báðar dystirnar undan vetrarsteðginum. Teir mettu, at tað var spell, at ein spælari, sum var so væl fyri, sum Øssur alt kapp- ingarárið og aftur ímóti NSÍ vísti, at hann var, tók seg burturúr, meðan hann var so væl fyri. Nú er Øssur Hansen í Litava, og tað er púra greitt, at hann verður ytstur á mið- vøllinum í vinstru seinna- partin í dag. Og veteranurin gleðir seg, samstundis sum hann ásannar, at tað var ikki torført at taka av, tá áheitan- in kom frá venjarunum. – Eg hevði ikki roknað við hesum. Men tá tú so- leiðis fæst møguleikan at slutta av í Týskalandi, so er tað torført at vísa tí frá sær. Høvið er snøgt sagt ov stórt at vísa frá sær. Tað er púra vist, at tú sluttar, sum tú sjálvur sigur, í Týskalandi? – Eg havi ikki hugsað annað, og ætlanin er eisini, at hesir dystirnir verða teir seinastu. Men á hitt borði skal tú ongantíð siga ong- antíð. Bara tað, at eg havi verið burtur frá tveir teir seinastu dystirnar hevur kenst heilt løgið. Tú brell- ast eftir at sleppa við aftur á liðið so hvør veit. Hurðin verður ikki smekkað heilt aftur, sigur royndi lands- liðsmaðurin, sum harvið meiri enn letur hurðina standa á gloppi undan kom- andi landsliðsári og harvið spennandi uppgávunum t. d. ímóti Íslandi og á heima- vølli ímóti Týskalandi. Gullbrúdleyp Øssur Hansen verður í dag á landsliðnum fyri 50. ferð. Tískil er talan um jubileum. Øssur hevur brúkt gott og væl tíggju ár um at røkka teimum fimmti. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum, tá Føroyar í Oslo mikudag- in 13. mai í 1992 taptu vin- ardyst 2–0. Ta ferðina varð Øssur Hansen skiftur inn fyri Kára Reynheim, tá tað restaðu tólv minuttir. Øssur Hansen, sum 7. januar verður 32, er fjórði føroyingurin, sum røkkur hálvt hundrað landsdystum. Hinir eru Óli Johannesen (57), Jens Martin Knudsen (56), og Allan Mørkøre (54). Á næstu plássunum eru Julian Johnsson (45), Todi Jónsson (43), Jens Kristian Hansen (42) og John Petersen (41) lands- dystir. Øssur letur hurðina standa á gloppi Landsliðsvenjarin toynir av øllum alvi at benda hugin hjá leikarunum burtur frá Týsklandsdysti- num. Orkan skal heldur nýtast til dyst- in í dag, og so má Týskland koma, tá tað kemur LITAVA-FØROYAR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen KAUNAS: Eins og restin av landsliðshópinum, so tóktist Henrik Larsen at vera í sera góðum lag, tá vit fingu orðið á hann eftir hósdagsvenjingina. Og yvirhøvur tykist tað soleið- is, at hann gleðir seg til dystin leygardagin. Eitt er tó leygardagurin. Nakað annað er uppgávan komandi mikudag, og júst hetta at savna tankarnar til leygardagin, er kanska tor- førasta uppgávan hjá venj- aranum hesaferð, men heldur ikki hetta tykist raka venjaran serliga meint. - Sjálvandi er taqlan um ein stóran dyst mikudagin, men fyri okkum ræður um at gera eitt gott arbeiði her. Eitt gott úrslit í fyrra dysti- num er fortreytin fyri ein- um framhaldandi góðum túri. Eg rokni eisini við, at spælararnir eru somikið at sær komnir, at teir fyrst hugsa um dystin her, áðr- enn tankarnir leita til Týsk- lands. Sjálvur hugsi eg í øllum førum bert um hend- an dystin, segði Henrik Larsen. Skulu skora Og venjarin hevur eisini fyrireikað seg, nú litavar standa á skránni. Føroyar og Litava spældu sam- stundis, so venjarin hevur ikki havt møguleika at síggja teir í dysti, men éinar tveir dystir hevur hann so sæð á sjónbandi, og tað gevur honum so í øllum førum eina hómin av, hvørjar styrkirnar hjá Lit- ava eru. - Eg vil siga, at teir eru eitt typiskt eystur-europe- isk lið. Skjótir, tekniskt góðir og tryggir á bóltinum. Nú sá eg teir í dystinum móti Týsklandi, og sjálv- andi er tað ein heldur øðr- vísi dystur, enn tá teir spæla ímóti okkum, men kortini haldi eg, at teir hava eitt sera gott lið. Er talan um eitt somikið gott lið, at føroyska liðið bara skal liggja afturi og verja, ella fara vit eisini at fáa onkrar møguleikar at fara í álop? - Sjálvandi fáa vit tað. Eg havi altíð sagt, at tú vinnur ongan dyst uttan at leypa á, so frameftir skulu vit nokk koma. Ikki til beinkin At enda spurdu vit Henrik Larsen, hvørt hann hevði nakað at siga um, hvussu liðið verður sett leygardag- in. Sum kunnugt, so hevur talan verið um góð úrslit, síðani nýggi venjarin tók yvir, og tí eru tær stóru broytingarnar kanska ikki væntandi. Hinvegin, so hevur hann hesa ferð tikið Øssur Hansen við aftur í hópin, og tað man so helst vera við tí í hyggju, at hann skal spæla. - Tað er klárt. Ein leikara sum Øssur tekur tú í øllum førum ikki við fyri at seta á beinkin, so eg skal finna pláss til hann. Annars skulu tit nokk ikki rokna við teimum stóru broytingun- um. Kanska onkrar smærri justeringar, men tað verður so helst ikki til meira enn tað. Eitt gott úrslit í fyrra dysti- num er fortreytin fyri einum framhaldandi góðum túri, sigur landsliðsvenjarin um tað, at hava ein dyst ímóti Týsklandi í bakhøvdinum Øssur Hansen útilokar ikki, at hann fer at spæla fleiri enn tveir landsdystir afturat