Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. oktober 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 196 - 12. oktober 2002 C M Y K 30 Nr. 196 - 12. oktober 2002 31 Jan Mølby sekkin í Hull FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Europeiska fótbóltssam- gongan UEFA almanna- kunngjørdi í gjár eina nýggja ætlan, ið hevur til endamáls at beina fyri øllum rasuskilnaði í fótbólthøpi. Javnan koma fram skuld- setingar og illgitingar um rasuskilnað av ymsum slagi í sambandi við stóru UEFA-kappingarnar, ser- liga UEFA Cup-kappingina og Champions League- kappingina, og í síðstuni hevur rasuskilnaðurin stol- ið yvirskriftirnar í sam- bandi við fleiri dystir. Gjarna eru tað áskoðarar, sum undir og kring dystir fremja rasutreytaðan ágang móti spælarum, men eisini er tað meira enn so komið fyri, at spælarar hjá einum liði hava gjørt seg inn á spælara hjá øðrum liði, or- sakað av rasumuni. Hesum trupulleika vil UEFA nú koma til lívs, og tí er løgd ein ætlan í tíggju stigum, ið skal beina fyri rasuskilnaði og øllum ósømiligum atburði á hes- um økinum, tá talan er um fótbólt. Í brævinum, sum UEFA hevur sent øllum sínum limalondum og feløgum, verður sagt, at teir ítøkiligu tilburðir, ið verða kannaðir í løtuni, skaða ta myndina, fótbólturin fegin vil geva av sær sjálvum. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Tá Julian Johnsson í juli mánaði vendi heimaftur til føroyskan fótbólt og B36, eftir at hava roynt seg í enska 3. deildarfelagnum Hull City, hevði hann nakr- ar mánaðir frammanundan fingið nýggjan venjara. Fyrrverandi danski landsliðsspælarin Jan Møl- by tók við starvinum í apríl, og millum annað segði hann seg hava brúk fyri ein- um spælara sum Julian Johnsson í sínum fram- tíðarætlanum fyri liðið. Men í fyrrakvøldið vóru dagarnir hjá Jan Mølby í felagnum taldur, eftir at tað hevur gingið serstakliga illa í landskappingini. Hull City hevur bara vunnið tveir av teimum tólv dyst- unum higartil, og liðið ligg- ur sum nummar 18 av teim- um 24 liðunum í fjórðbestu ensku deildini. Um støðan so er íkomin, kanska tí Julian fór frá fel- agnum fyri góðum trimum mánaðum síðani, skulu vit ikki siga, men í øllum før- um hevur ikki eydnast Jan Mølby at fáa vind í seglini hetta hálva árið, hann hevur sitið í venjarasessinum. Sum skilst, bjóðaði Møl- by seg fyri viku síðani til at leggja starvið frá sær, men leiðslan í felagnum gav honum tá eina viku aftrat at prógva, at hann kundi betra um støðuna. Men longu hósdagin - áðrenn nakar dystur hevði verið aftrat - tók leiðslan nýggja avgerð og valdi at loysa Jan Mølby úr starvi- num. Fyrrapartin í gjár varð so Peter Taylor settur í starvið í hansara stað. Hann hevur fyrr vant Leicester, Brigh- ton og enska U21-landslið- ið, umframt at hann eitt skifti var fyribils venjari hjá enska A-landsliðnum. UEFA stríðist móti rasuskilnaði Dánial Hansen skal spæla við B68 Ingolf Petersen og Aksel Højgaard skulu hjálpa Peturi Mohr við venjingini hjá B68, sum ikki fer at halda fram við somu útlendingunum FYRIREIKINGAR Jóannes Hansen Hóast tað ikki gekk soleið- is, sum teir høvdu ætlað í ár, so hava teir í B68 ikki givið skarvin yvir. Teir eru farnir undir fyrireikingar- nar til nýggja kappingarár- ið. Vit hava áður nevnt, at Petur Mohr skal vera venj- ari, og nú er tað greitt, at gomlu B68 spælararnir Ingolf Petersen og Akel Højgaard skulu hjálpa til við venjingini. Teir tríggir skulu taka sær av liðunum í 1. deild, 2. deild og ung- lingaliðnum. Kjartan Nesá, sum hevur verið hjálpar- venjari í fleiri ár, hevur ynskt at sleppa undan hesi uppgávuni komandi ár. Niclas Davidsen, for- maður í B68, sigur, at tað er greitt, at Dánial Hansen skal spæla við B68 kom- andi kappingarár. Dánial, sum frammanundan bara hevði spælt við NSÍ, hevur í ár spælt við Skála. Eftir summarfrítíðina hevur hann verið nógv plágaður av skaðum, men tað verður heilt víst roknað við, at hann verður førur fyri at spæla við fullari ferð eftir ársskiftið. Dánial hevur verið brúktur í øllum ketun- um – síðuspælari, miðverji, miðvallari og álopsspælari. B68 hevði í ár málverja úr Póllandi, danska álops- spælaran Anders Nygaard og brasiliumenninar Mar- lon Joreg og Messias Perr- eira. Tað er greitt, at eingin teirra verður á Toftum kom- andi ár. – Vit arbeiða við øðrum møguleikum, men tað er ov tíðliga at siga nakað um hetta enn. Men tað er greitt, at vit fara at geva ungu monnunum hjá okkum sjálvum møguleikan. Ung- lingaliðið stóð seg væl fram ímóti kappingarenda, og tað verður mett, at fleiri teirra kunnu gera seg gald- andi á besta liðnum, sigur Niclas Davidsen. Bæði hjá kvinnum og monnum eru tað FM- biðlar, sum hittast, tá dystir eru millum VÍF og Neistan í Vest- manna í morgin. HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Fimm dystir í bestu deild- unum í landskappingini í hondbólti verða spældir í morgin. Tveir í Vestmanna, tveir í Runavík og ein í Vestmanna. Serliga munnu dystirnir í Vestmanna síggja áhuga- verdir út, tí hetta eru dystir millum lið, ið mugu rokn- ast sum teirra millum, ið fara at kappast um meist- araheitini í vetur. Í 1. deild hjá kvinnum er Neistin á odda við trimum stigum, og VÍF er nummar tvey við tveimum stigum - tað sama, sum eisini Kyndil og VB hava. Neistin vann í fyrsta dystinum á Kyndli, men mátti so nakað óvæntað taka til takkar við javnleiki í Klaksvík móti Stjørnuni fyri viku síðani. Vestmannakvinnur hava bara spælt tann eina dystin, men hann vunnu tær aftur- fyri á Tjaldri við ikki færri enn tólv málum. Í Klaksvík tekur Stjørnan móti Kyndli, og torføri setningurin hjá heimalið- num verður at prógva, at tað ikki bara var av tilvild, at javnleikurin móti Neist- anum varð fingin til høldar. Kyndil, sum bara hevur tvey stig eftir tveir dystir, skal í sínum lagi syrgja fyri at fáa gongd á, og í út- gangsstøðinum er eitt upp- lagt høvi at royna tað móti liðnum hjá Stjørnuni, sum var um reppið at taka seg úr kappingini í vetur. Tjaldurskvinnurnar hava ikki fingið nakra ynskibyrj- an við tapi móti bæði VÍF og VB, og nú tær møta StÍF, ið heldur einki stig hevur fingið, men tapt stórt móti Kyndli, er spurningurin, um hesin dysturin gevur eina mynd av botninum í fyrsta umfari. VÍF mist tvey stig Menninir hjá VÍF hildu seg hava fingið tvey stig, tá Tjaldur ikki fekk mannað lið til tann fyrsta dystin í Vestmanna, men nú hevur hondbóltssambandið gjørt av, at dysturin ikki er spældur á skrivaraborðinum, men skal avgreiðast í Vestmanna tann 4. desember. Tað merkir, at VÍF enn ikki er meira enn nummar trý við teimum báðum stigunum, liðið vann sær móti H71 mikukvøldið. Tey bæði stigini, ið komu til høldar uttan dyst í fyrsta umfarinum, eru sostatt mist - fyribils… Kortini velja vit at kalla dystin í morgin í Vestmanna millum VÍF og Neistan toppdyst, tí lítið man vera at ivast í, at vestmenningar fara at liggja framvið eftir triðja meistaraheitinum á rað. Neistin, sum troðkaði seg upp á trúnuna í 2000, er oddalið undan dystinum, og hevur fingið fulla úrtøku móti bæði Kyndli og KÍF. Nú skal oddasessurin verjast, og tí kann tað gerast spennandi í Vestmanna. Hin mansdysturin verður í Runavík millum Tjaldur og StÍF, og har mugu strandingar metast sum greiðir favorittar, hóast teir frammanundan hava tapt móti Kyndli og vunnið á KÍF. Tjaldur hevur framvegis smalasta hópin í bestu mansdeildini, meðan breiddin hjá StÍF er, sum hon plagar at vera. Steypavinnararnir síðstu tvey árini skulu gera nógvar stórar »svipsarar«, hava teir ikki tvey stig við sær yvir um fjørðin eftir dystin. Toppdystir í Vestmanna í morgin FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Tey, ið hava grátið um, at tey ikki skuldu síggja fót- bóltslandsliðið spæla stóra dystin í Hannover mikudagin móti Týsk- landi, kunnu nú turka tár- ini! Tað sá svart út rættiliga leingi, men nú hevur tað eydnast Sjónvarpi Føroya at fáa rættindini til dystin, sum altso verður sendur beinleiðis mikudagin. Sendingin hjá SvF frá dystinum byrjar klokkan 17.15. Upprunaliga kravið fyri dystin lá um 120.000 krónur, men teir pengar- nar átti SvF ikki. Okkum hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvør prísurin nú er, men helst er hann dal- aður munandi. Sjónvarpið sendir Týsklandsdystin Fyrrverandi venjarin hjá Julian Johnsson í Hull City, Jan Mølby, hevur nú fingið sekkin frá felagnum 31