Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1984síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 3. november 1984 Ikki bara ein | loysn — Vit mugu gloyma prestisju, atveður og kommunalar fyrimunir, og ganga inn fyri einum nýggjum skúla, sigur Sámal í Skorini, rektari við Eysturoyar Studenta- skúla og HF-skeip. Í samband við greinina í týsdagsblaðnum um Eyst- uroyar Studentaskúla og HF-skeið, hevur Sosial- urin havt samreðu við Sámal í Skorini, rektara við skúlan. Sum nevnt varð, er spurningurin um framtíð- ina hjá skúlanum endaður í einum bygdaklandri — serliga millum Fuglafjerð og Runavík — sum báðar vilja hava skúlan. Um hetta sigur Sámal í Skorini: Politiskur meirluti Tað eru gjerdar nógvar kanningar viðvíknaid hvar best er at leggja skúl- an. Trupulleikin er ikki, at málið ikki er nóg væl lýst Tað eru góðar próv førslur, sum tala fyri Runavík, og tað eru eisini góðar próvferslur, sum tala fyri Kambsdali (Fuglafirdåi«. — Men tað, sum er spurningurin í let- uni, er, hverjum politiskur meirluti kann fáast fyri. Sámal metir ikki, — um legtingið eftir valið verður so nógv broytt — at meiriluti kann fáast fyri at leggja skúlan í Runavík. Meguleikin er kanska eitt sindur betri fyri at fáa tað fyri Kambsdali; men hann tíðindablaðið heldur, at tann meirilutin verður sera neyvur. — Skulu vit fáa meiri- luta fyri einum uppskoti, haldi eg, at vit áttu at roynt eina kompromis- loysn og skotið Getugjógv upp. Hann leggur aftrat : Tað er ikki tí, eg haldi Getugjógv vera tað ein- rætta. Men kanska vit tá høvdu sloppið und- an bygdaklandrinum millum Runavík og Fugla- fjørð Hann sigur, at Getu Kommuna hevur sýnt stóra vælvild, og at hann óivað hevði viljað latið eitt stykki at bygt skúlan á asta Nýggjan skúla við Getugjógv? Víðari sigur Sámal: — Mítt uppskot var upprunaliga, at vit bygdu ein nýggjan skúla við Getugjógv. Hetta uppskot hevur hann lagt fram í eini nevnd, sum varð sett av Landsskúlafyrisitingini at arbeiða við málinum, og sum hann var við í. Men hetta vildu ávísir limir í nevndini ikki ganga við til. Í uppskotinum til løg- tingslóg, sum nevndin gjørdi, kom sostatt at standa: Kambsdalur Uppskotið skuldi so igjøgnum Landsskula- rådid, ådrenn tad for ut Tinganes. Men uppskotið víst aftur Landsskúlaráðið metti framvegis, at skúlin átti at vera í Runavík har varð Ikki eitt matematikk-stykki Sámal sigur: — Veruleikin er meiri fløktur enn eitt matemat- ikk-stykki, sum bert hevur eina loysn. Tað kann í hesum máli ikki bara vera eitt stað, sum er rætt, og onki annað. — Eg ivist ikki í, heldur hann fram, at skúlin hevði komið at virkað væl, um hann varð lagdur í Runa- vík. Hann hevði eisini virkað væl á Kambsdali og somuleiðis við Getu. Kilometrar ikki avgerandi Tað snýr seg um at út veg sær eina holla utbugv ing, og at liva upp til nek- ur faklig krev. Um vit so skulu koyra nakrar kilo- metrar longri ella styttri, verður aldrin tað, sum kemur at fella hverki lær- ara ella næming. — Politikarar liva av at hava eina áskoðan, heldur Sámal fram. Men, fyri tí eiga vit hver at viðfara annan sum fólk við skili. Og gevast við at hugsa um prestisju, atkveður og kommunalar fyrimunri. Í stadin mugu vit ganga inn fyri einum nýggjum skúla, sjálvt um hann kemur at vera nakað norðan ella sunnan fyri Getugjógv. — Tað, sum er týdning- armikið í letuni, er, at vit koma burtur úr hesum ! Okløkt at brúka pening til fyribilsloysnir Viðvíkjandi barakkini sum verður bygd afturat til skúlan, sum er ein fyri bils loysn, sigur hann Barakkin fer at gera i su Í FF stóran mun, men hon er ikki nøkur endalig loysn Skulin kemur framvegis at hava hølistrupulleikar tikin i nýtslu; og tað oydileggur hugin og órógvar undir- vísingina at skula ganga aftur og fram millum teir ymsu bygningarnar allan dagin afturat trupul leikunum, sum eru frammanundan Tað er bæði harmiligt og fíggjarliga óklókt at brúka milliónir til fyribils loysn, sum ongin loysn er! eftir, at hon er eina Soleiðis átti at verið gjert Um hverjar metingar, hann hevur gjert sær um, hvussu ein endalig loysn kundi verið fingin í lag, sigur Sámal í Skorini: — Eftir míni metan átti ein atkveðugreiðsla verið á Legtingi sum skjótast, um ein skúli skal byggj- ast. Tá hetta var samtykt, kundi atkvett verið um, hvar í Eysturoy, hann skuldi verið Tann týdningarmikli spurningurin er ikki, hvar skúlin skal vera, men um hann skal vera, sigur Sám al í samreðuni við Sosial in maj