leygardagur 3. november 1984síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Life and Peace. Christian World Conference
Tað kristna
tíðindablaðið
Nr. 129 — 3. november 1984
Torben Johannesen,
háskúlastjóri
hevur umsett samtyktina, sum krist-
in i 60 londum gjørdu i fjør
evangeliid er ein
boðskapur um
um frið
Men heimurin í dag er langt frå friðinum. Ungfólk eru farin at
ótolnast og eru við at missa vónina um eina framtíð. Tey fátæku
rópa eftir einum rættvísari samfelag, hvar allir landsins borg-
arar taka lut í menningini. Tað var soleiðis við eini brennandi
kenslu av átrokandi neyðsyn, at vit talaðu um spurningar við-
víkjandi lívi og deyða, kríggi og friði, siga 160 kirkjuleiðarar úr
ollum kristnum kirkjusamfeløgum í 60 ymsum londum í eini
samtykt teir gjørdu á fundi í Svøriki í apríl 1983.
Kristin úr 60
londum savnað í
ymiskum
Uppsala
senda heilsur í navni Guds
Faðirs, sum hevur skapað
i Guds
Har lutir í navni
21iar 1UCcT, 1 1avn
Sonar, Fridarhøvdingans,
og i navni Guds Heilaga
Anda, sum gevur heimin-
I hesum døgum i Upp-
sala hava vit við djúpari
kenslu av átrokandi neyð-
syn talað um spurningar
um lív og deyð. kriggj og
frið, ósemju og manna-
virði, sum viðkoma menn-
iskjum allar staðir.
Hóast vit eru íkki
komin til fulla semju á
ellum ekjum, so vilja vit í
semju leggja fram okkara
sannfering um, at lív í
yvirflóð og tann friður,
sum er frukt av rætt-
vísini, eru gávur, sum
Gud gevur allari manna-
ættini í Kristi
Í Lív og Friður er
sek teirra Kristnu
Tað kristna evangeliið er
ein gleðiligur boðskapur
um frið. Frá upprunanum
hevur hetta evangeliið
verið boðað í einum heimi
av harðskapi. Men í dag
eru vit vitni til veruligan
og meguligan harðskap +
ein mun, sum ongantíð
fyrr hevur verið. Tær
órættvísu sosialu, polit-
isku, hernaðarligu og pen-
ingaligu skipanirnar halda
ellum heiminum í fjøtrum
av leggildum harðskapi.
Framkoma atomvápnanna
hevur byrjað eina nýggja
tið við
ræðslu
ótryggleika og
Fyrstu ferð í sog-
uni eru vit menniskju,
sum altið hava havt smá-
vegis vald til at forkoma
nú fer fyri
sið-
og oyþileggja
at forkoma allari ti
menning, sum er bygd
upp av undanfarnum ætt-
arliðum Mannaættin
stendur nú andlit til and-
lits við endaliga valið
millum deyða og lív. At
framleiða og hótta við at
brúka atomvápn, sum
kunna forkoma manna-
ættini heilt, er ýtasta
hugmóð móti Gudi, sum
aleina ræður yvir lívi og
deyða.
Í hesum avgerandi tíð-
arhvarvi í seguni eru
kristin menniskju kallað
til at boða og liva evan-
geliið við nýggjari kraft.
Hetta evangeliið er ein
boðskapur um lív og frið,
um vón og kærleika, men
eisini um dóm. Gud demir
núverndi heimskipanina,
sum elvir og uppiheldur
ramastu armóð og fremur
ótryggleikakensluna.
Vit hava farið við
skapta heiminum, sum
var hann okkara egni og
ikki Guds. Av tí hava vit
misnytt og oyðilagt
náttúrliga umhvørvi okk-
ara. Av ti at vit hava mis-
brúkt Guds gtavur til
vápnadubbing, doyggja
miljónir av menniskjum,
ikki bara av hernadarat-
gerðum, men tí at tey ikki
fáa tað mest neyðturviliga
til lívsins uppihald. Vit
hava ikki nóg fastliga sett
okkum ímóti kappdubb-
ingini, sum ger, at ótti og
misálit vaksa,
dárskapi tjóðanna, sum í
síni stremban eftir >trygd
ella móti
við styrki« gera heimin
ótryggari og forða fyri
sátt og semju.
Men evangeliið, sum
opinberar Guds dóm yvir
synd menniskjans, boðar
eisini eina vón um frelsu.
Gjegnum endurloysandi
offur Krists hevur Gud
lovað ellum menniskjum
frelsu, og at tey skulu
kenna sannleikan (1. Tim.
2,4) og at tey skulu koma
til sáttar (Ef. 2. 14).
Kristin menniskju biðja
og arbeiða fyri friðinum,
ikki bert tí at kirkjunnar
Harri býður teimum tað,
men tí at tey, tá ið tey
gera tað, játta sína sann-
føring um, at friðurin er
meguligur hóast tað
svartskygni, sum heldur
tverturímóti. Vit kristin-
fólk, sum koma frá mong-
um ymiskum kirkjum,
síggja tekin um vón í
rørslunum, sum miða
fram móti eind teirra
kristnu. Just í hesi
seguligu løtu, tå ið sund-
urlyndi hóttir alt fram-
tíðar mannaliv, noyðir
Heilagi Andin Guds fólk
til at finna og sýna eina
eind, sum ber út yvir allar
ymiskleikar.
Í tingingum okkara um
ábyrgd teirra kristnu fyri
lívi og friði hava vit
ásannað, at okkum tervar
fyrigeving, tí at vit íkki
nóg klárt hava viljað
boðað og livað út frá boð-
skapin um rættvísi, kær-
leika og sáttargerð. Vit
viðganga, at vit ikki altíð
hava ivast, um kríggj
hevur kunnað greitt nakra
ósemju. Vit hava lært, at
tað er sera neyðugt at
taka upp samarbeiði við
menn og kvinnur við góð-
um vilja — við menniskju,
sum ikki hava somu trúgv
sum vit, men sum eru
saman við okkum í einum
brennandi ynski um at
skapa líkindi til frið.
Heimurin er í dag langt
frá friðinum. Ungfólk eru
farin at ótolnast og eru við
at missa vónina um eina
framtíð. Tey fátæku rópa
eftir einum rættvísari
samfelag, hvar allir lands-
ins borgarar taka lut í
menningini. Tað var so-
leiðis við eini brennandi
kenslu av átrokandi neyð-
syn, at vit talaðu um
spurningar viðvíkjandi livi
ug deyða, kriggj og friði.
II Serstakir
spurningar
1. Friður og rættvisi.
Skriftin lærir okkum, at
friður og rættvisi eru
óloysandi knýtt at hver-
eðrum. Ongin friður
verður, um ikki rættvísi
verður. At virka fyri friði
er ti tað sama sum at
virka fyri rættvísi, sum er
friðargrundarlagið. Tað er
at stremba ímóti figgj-
arskipanum, sum bæði
býta tilfeingi jarðar rætt-
vísiliga og umsita tey við
ábyrgd. Friður við rætt-
vísi krevur eisini polit-
iskar skipanir, sum gera
tað meguligt hjá ellum
menniskjum at vinna aft-
ur síni rættindi og var-
veita og økja tey. Og
politiskar skipanir, ið
geva menniskjum aftur
tað virði og ta tign, tey
eiga at hava sum menn-
iskju skapað í Guds
mynd.
Hjá teimum, sum líða
undir órættvísini hevur
strembanin fyri friði lítla
og onga meining uttan so,
at hon eisini ferir til rætt-
vísi. | Tann vanlukku
staðan, sum miljónir av
menniskjum nú eru í, sum
doyggja av svongd ella