Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. november 1984síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 129 — 3. november 1984 tann steðan líða órætt, hevur sterri týdning fyri tey fátæku og kúgaðu enn tann hóttandi kjarnorku- vanlukkan. Fólkini í triðja heim- inum minna okkum: á, at strembanin fyri friði er meira enn bert at vinna á teim vandufn, sum stand- ast av våpnastridi. Tað ræður eisini um at skapa ein heim, har sambandið millum tjóðir er grundað á eina rættvisari figgjar- skipan og størri moralska åbyrgd. Ófriðarmiðdeplar og heimsumfatandi spenningur Heimsumfatandi spenn- ingur stendst ofta av smáum ófriðarmiðdeplum sum t.d. El Salvador, Nicaragua, Falklands- oyggjarnar/Malvinurnar, Suðurafrika, Namibia Angola. Afrikuhornið, Li banon, Israel, Iran, Iraq A franistan Pakistan Kampuchea, } ið ell eru triðja heir inum. Returnar á hesum vapnastr“ ðun ganga djúpt niður í tey órætt vísu viðurskiftini á staþn im og millum lond, viður skifti, sum eru eyðkend av kúging og eyðræning. Hesi órættvísu viður skifti ekja vandan fyri einum kjarnorku-ragna- roki. Kristinmenniskju, sum virka fyri friði, eiga at leggja eins stóran dent á hesi órættarviðurskifti sum á spenningin millum Eystur og Vestur ella á europeiska trygd 2. Kriggj Síðani ápostlanna dagar hava mong kristin sett seg ímóti ellum kriggi, ti tað var ikki í tráð við evan- gel:ið um Jesus Kristus Tann gamla læran um »rættvist kriggj« er altíð byrjað við sidalagsliga at taka stóðu ímóti kriggi, í ti at fastliga var undir- strikad, at kriggj kundi bert vera tann allarsein- asti útvegurin, tá ið allar friðarligar loysnir vóru troyttar at botni. Henda gamla læran hevur eisini altid borið í sær ta fyri- treyt, at hepisleyst, vón- leyst kriggj uttan nakað útlit til at føra til rættvisi, er ótolandi. Henda læran hevur gjølliga ført próv- grundir fyri, at tað vald, sum verður brúkt í kriggi, má vera undir tamarhaldi og stavnhaldi, og at sivil- fólkið má ikki vera fyri álopi. Nútímans krigs- forsla, sum brúkar hóp- oyðileggjandi vápn og drepur frá hond, antin tað er við atomvápnum ella ikki, verður ti fordømd av kirkjunnar gomlu læru- setningum. Vit eru øll samd um, at onki kann berast í betuflaka fyri atomkrigsførslu, sum eins og ell onnur krigsførsla hevur lyndi til at breiða seg og harðna. 3. Læran um kjarnorkuræðing Vit ivast í, um vanligi hernadarligi og politiski lærusetningurin um vid kjarnorkuhóttan at ræða frå kriggi, er sannur. Spjaðingin av kjarnorku- vápnum, kjarnorkuóhapp og tað snildisliga vápna- smíðið, sum fær menn at tala um >avmarkað atom- kriggj<, eru vandar, sum fora við sær, at lærusetn- ingurin um at ræða við kjarnorkuhóttan = hevur mist sítt virði úr ellum sjónarmiðum. Flestu av okkum halda, at tað frá eini kristnari steðu ikki ber til at líta á, at tað við at hótta við atomvápnum og meguliga við at brúka tey, slepst undan kriggi. Summi av okkum halda, at tað ber til at brúka kjarnorkuhóttan eina tid afturat, men bert sum fyribils framferð inntil friðarligar loysnir eru nnar. Hjá flestum av kkum er sannføringin ert tað at hava við trúnna á Gud ppfatan okkara av skap ini, og við luti okkara i Kristi líkami. Kjarnorku hóttanin virði okkara, ekir óttan og hatrið og skapar mótsetn- ingin millum »figgindan og okkum«. Flestell av okkum halda tí, at tað at hesi vápn eru til, er móti Guds vilja. Vit eru øll á einum máli um, at lýdni móti Guds vilja krevur av okkum stórt avrik til tess at beina fyri ellum kjarn- orkuvápnum innan fyri eitt avmarkað tíðarskeið. spillir manna 4. Felags trygd Trygdin hjá einum landi einsamellum fæst ikki í lag, hvorki við at hótta trygdina hjá einum eðrum landi ella við at royna hernaðarliga at vera sterkari enn onnur lond Bert „felags trygd« ger oll fólk og lond trygg. At fáa i lag eina ødrvisi altjóða trygdarskipan eftir hug- sjónini um „felags trygd« og at gera munandi stig fram móti avvápnaði — hesi bæði eiga at fylgjast. 5. Vápnahandilin Altjóða vápnahandilin er óndur, kenslukaldur og samvitskuleysur. Vápna- handilin er alsamt vaksin javnt við, at talið av kúg- andi hernaðarstýrum, sum bróta mannarættindini og skapa órættvísi, er vaks- ið. Hesin handil hevur eisini fingið til vega vápn- ini, sum hava verið nýtt í ti sneisatali av kriggjum, sum verið hava síðani heimsbardagan seinasta, flestøll í triðja heiminum. Hesin handil má avsigast og koma undir altjóða eftirlit. III Avbjóðingar til landastjórnirnar Kristin fólk ikki bara ynskja frið, men tey hava tíðindablaðið skyldu til at skapa frið. Tað merkir, at kirkjurnar sleppa ikki undan eini politiskari stødutakan — vid øllum teim trongdum og ellum teimum kompro- mis-loysnum, sum tað må føra vid sær. At virka fyri fridi vid rættvisi krevur ein vilja til at ganga krossarvegin og koma sær sjálvum í vanda. Vit geva til kenn- ar, at vit standa saman við brødrum og systrum um allan heim, sum verða forfylgd, pind og enntá dripin, tí at tey vága sær at seta seg upp ímóti órættvísi og kúging. Vit heita á landastjórnirnar um at gevasts við at van- virða menniskjans tign og rættindi í navni >tjóð- skaparligu trygdar< ella „teim bráðneyðugu tjóð- skaparligu åhugamåla«. Luttakararnir i ráð- stevnuni um liv og frid, sum koma ur ymiskum londum og ymsum upp- runaumhvørvi, heita inni- liga å kirkjurnar um at venda sær til stjórnirnar i sinum heimlondum, av ti at verðsligu maktirnar — eins og vit sjålvi — standa undir Guds dómi Í teim ymsu londunum er neyðugt at taka nógvar ymiskar spurningar til umreðu millum kirkjur og landastjórnir, men her skulu vit nevna nakrar av teim spurningunum, sum koma ellum heiminum við. Vit heita á tey lond, sum tingast í Geneve, Wien og Madrid, um at herða teirra royndir, so at hesar tingingar kunna fáa gott úrslit. Vit megu strongja á kravið um avvápnaðar- tiltøk, sum altjóða eftirlit er við og kann vera við, avvåpnadartiltøk, sum leida til fullkomuliga av- tøku av øllum kjarnorku- vápnum áðrenn eitt 5- áraskeið er runnið. Vv fyribilstiltøkum, sum eru neyðug, vilja vit nevna: 1. Gevast vid at fram- leida og seta upp kjarn- orkuvåpn. 2. Beinanvegin semjast um =royndarstødg-avtal- una og munagóð ikki- spjadingar-tiltøk. 3. Lýsa kjarnorkufri eki. 4. Munagóð einvis frið- ar- og avvåpnadartiltøk. 5. Stjórnarlyfti um ong- antíð at vera fyrst at nýta kjarnorkuvápn. Og av vidarigangandi tiltkum nevna vit: Síða 7 1. Stuðla og viðka myndugleika STs og al- tjóða rætt, og ganga við til at Helsingfors-såttmål- in verdur settur i fult gildi 2. At gjøgnumføra og vidka tey ålitisskapandi tiltøkini millum Eystur og Vestur, bædi hernadarliga og menniskjansliga, so sum Helsingfors-såttmål- in fyriskipar. 3. Halda i æru prin- sippini um sjålvsavgeråar- rætt landanna og um ikki- uppileggjan, avtaka øll sløg av mismuni millum lond og tj6dir, og stremba eftir at seta i verk nyggja figgjarliga heimsskipan grundada å rættvisi og samhuga. 4. Strangt altjóða eftir- lit við vápnahandli (bæði keypi og selu). 5. Umskipa hernaðar-