Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 6. november 1984 Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Eftir valid fer Tjóðveldis- flokkurin at hugsa POLITISKU valsendingarnar í út- varpi og sjónvarpi eru nærum lidnar. Seinasta sendingin verður í kveld, tá umboð fyri allar flokkar mótast til seinasta orðaleikin. TEIR FLOKKAR, sum hava sitið í samgongu hesi fýra árini, bjóða sær til at halda fram. Teir vilja halda fram við sama politikki sum higartil. Úrlsitið kenna vit. Uttan- landsskuldin er trífaldað. Hon er økt úr 1000 uppí 3000 mió. kr. Hon svarar nú til 62 pst. av bruttotjóð- arurtøkuni. Fyri fýra árum síðani var hon einans 33 pst. UPPUNDIR valið hevur javnaðar- flokkurin heilt greitt víst á hvønn politikk flokkurin vil reka fyri at stýra samfelagnum burtur úr kreppuni. Flokkurin hevur heilt någreiniliga sagt hvørji tiltøk eiga at verða framd fyri at vinna á búskaparkreppuni. Við gðrum orðum hevur flokkurin eitt altern- ativ til tann rikna politikkin. UMFRAMT javnaðarflokkin hava vit eisini ein annan stóran flokk í andstøduni. Hesin er tjóðveldis- flokkurin. Í valsendingunum í út- varpi og sjónvarpi var tjóðveldis- flokkurin tann seinasti í rødini. Hann hevði sína pølitisku val- sending sunnukveldið og sama kveld var flokkurin í andgletti. Tjóðveldisflokkurin kom til somu niðurstøðu sum javnaðarflokkur- in. Nevniliga at okkara samfelag er í kreppu. MEN TÁ UMBOÐIÐ fyri tjóð- veldisflokkin í andglettinum varð spurt, hvussu tjóðveldisflokkurin vildi stýra burtur úr kreppuni var verri. Einasta svarið frá tjóðveld- Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Torshavn. Telefon 118 20. oddagrein isflokkinum var, at alt hetta vildi flokkurin hugsa um og tosa um eftir valid, og tað vil siga, at tjóð- veldisflokkurin ikki í dag kann vísa á nakra gongda leið. Tit skulu atkvøda fyri einum flokki, sum fyrst fer at hugsa og tosa um tiltøkini, tá vaiid er farið aftur um. TÍLÍKT KANN ongin flokkur bjóða veljarunum. Veljararnir hava krav uppá at vita, hvussu flokkarnir vilja loysa trupulleikar- nar. Hetta seta allir veljarar, ið hava virðing fyri sær sjálvum, sum eina avgjørda treyt. Men tjóðveldisveljararnir fingu onga tilsøgn um nakran politikk. Teir fingu bara tilsøgn um at flokkur teirra fer at hugsa og tosa um við- urskiftini eftir valið. OG HETTA ER munurin. Javnaðarflokkurin hevur hugsað um støduna. Javnaðarflokkurin hevur tosað um viðurskiftini. Javnaðarflokkurin hevur gjørt veljarunum kunnugt hvønn polit- ikk flokkurin vil reka. Hvørji tiltøk flokkurin vil seta í verk fyri at basa búskaparkreppuni. EIN ATKVØDA fyri samgongu- flokkunum er ein atkvøda fyri sama politikki sum seinastu fyra årini. Ein atkvøda fyri tjédveldis- flokkinum er ein atkvøda fyri nøkrum óvissum. lkki fyrr enn valið er av, fáa tit at vita, hvat tann atkvødan verður nytt til. Men ein atkvøda fyri javnadar- flokkinum er ein atkvøda fyri tiltøkum, sum kunnu bjarga Før- oyum burtur úr kreppuni. SETIÐ KROSSIN fyri javnaðar- flokkinum. Tá vita tit, hvat at- kvødan verður nýtt til. Tá vita tit at tykkara atkvøda er eitt alter- nativ til tann rikna politikkin sein- astu fýra árini. == Fini-flokkur ódemokratiskar starvssentanir og figgjaróskilið Á valfundi í Vági segði toppvalevni Sjálvstýris- floksins í Suðuroy, Absa- lon Absalonsen, at hans- ara flokkur hevði ikki rikið »vina- og kenningapoli- tikk«! Absalon, hevur tú gloymt allar starvssetan- argelurnar, Sjálvstýris- flokkurin eisini átti sín lut í? Hesar starvssetanir er stersta skommin í fer- oyskum politikki og vísir eitt órættvíst og ódemo- kratiskt lyndi, sum Sjálv- stýrisflokkurin eisini eig- ur ábyrgdina av ! Vit minnast ell poker- spælið um rektarasetan- ina á studentaskúlanum í Eysturoy, tá ein nalvungi í skúlaskapi — men fólka- floksmaður — varð settur fram um royndan skúla- mann, sum var tjóðveldis- maður!!! Vit minnast øll skúla- stjórasetanina í Trongis- vági, tá væl royndur skúlastjóri, sum var inn- stillaður sum nummar eitt, varð settur til viks, og ein sambandsmaður varð settur. Tann fyrst innstillaði var javnaðar- maður ! Vit minnast, at ein sum sigst vera sjálvstýrismað- ur, læraralærdur, varð settur til sjónvarpsstjóra, hóast hann slettis ikki varð innstillaður av meiri- lutanum i sjónvarps- nevndini, og hóast fleiri vælútbúnir, og royndir jornalistar sektu. Og hvussu við starvs- setanini sum tyrluovasti? Atti Sjålvstyrisflokkur- in ikki eisini sin lut i hes- um, Absalon? Er hetta ikki vina- og kenningapoli- tikkur? Sømir seg hetta fyri ein flokk, sum skyrir seg »finan«? Fyri stuttum upplivdu vit, at sjålvstyristingmad- urin i Norðoyggjum, sum m. a. hevur útmerkað seg við motorkeypi, heimildar- leysari ovastu hædd, vali og setan av vinum og kenningum, gjerdi sítt til, at innstillaði persónurin við prógvi og áralongum starvsetanum ikki fekk starvið sum sjúkrahús- stjóri í Klaksvík. Lesara, gerið tykkum eisini greitt, at Sjálvstýr- isflokkurin yvir hevur ikki hevur hildið hevuðsval- lyfti síni um rættvísari skattalóg uttan spekulat- Frågreiding frá ohugnaligum valfundi i Vagum Eg gjørdist stórliga skuff- aður av tí politiska fund- inum í Servági leygar- kveldið 3/11. Javnaðarvalevnini og Hans Jergensen vórðu løgd undir persónsjagstr- an. Tey, ið hava fylgt við her vesturi og lisið Sos- ialin, vita, at hetta er ikki so. Fundurin varð tikin uppá band, og skal eg end- urtaka beinleiðis nakað av tí, sum sagt varð. So kunnu lesararnir meta um, hver er sakligur, og hver jagstrar persónar. Sum rættleiðing til Ága Ellefsen, sum skuldsetti javnaðarflokkin og Atla Dam fyri at vilja jarð- leggja Vágoynna við mill- um annað at nokta lán úr Realkredittstovninum, segði Hans Jørgensen: „Síðan nýtti tú høvi til at venda kanónini móti Atla Dam, formanni javn- aðarfloksins. Tú skyldaði javnaðarflokkin fyri at hava forðað eigarunu;m á Føstuvarda at fáa lån i Realkredittinum. Hetta kann bert ein sinnisrørdur maður siga, ti tú vietst væl, at tú segði ósatt. Tað er ov bíligt at brúka slík våpn. Eg havi fingið upp- lýst, at Festuvarði hevur fingið lán úr Realkreditt- inum eins og tey flestu fer- oysku fiskiskipini. Hann var ikki við sviðið soð. Til hetta svaraði skipar- in á Festuvarða Wensil Nattestad, sum eigur ein stóran part í skipinum, og sum gongur undir orðin- um at vera ein skikkiligur og álítandi maður: »Hans Jørgensen, Dess ionsmøguleikar. I samfull 6 år helt Hil mar Kass ikki rødu uttan at tosa um avskrivingar, spekulation og fíggjarvið- urskifti. Teir figu landsstyris- mann i skatta- og figgjar- målum. Ju, min sann Nógv er fingið av skafti Avskrivingarmeguleikar- nir eru rúmkaðir — við vælsignilsi frá Sjálvstýris- flokkinum ? Og á fíggjarliga økinum hava vit set met tann skeiva vegin: met í gjald- javnahalli, sum í ár verður 700 milliónir, uttanlands- skuldin er trífaldað upp í tríggjar milliardir, fíggjar- lógin er meira enn tví- faldað, og reallønin, (tað sum vit borgarar hava, tá alt er farið av) er minkað við 25-30 prosentum fyri tímalent. Tillukku, tit í borgarliga alternativinum.! Alt hetta skuldi verið nóg mikið at hildið seg aft- ur at seta eina kross við borgarligu flokkarnar. Demokratur verri. Tað passar akkurat, sum Áge segði hitt kveld- ið. Eg kann upplýsa tað, at vit kontraktaðu bátin til tann 20. í tólvta — nei 20. í ellivnta — treytað av, at oll figgingin var klár tá. Og tað vóru allar fígging- ar greiðar, uttan frá Real- inum til ta tíðina. Tað er ein veruliki. Og grundin til!!! Nú varð spurt úr salin- um, um teir so ikki fingu fulla fígging úr Realinum. Og hann svarar: »Ju, vit hava fingið. Til tíðina. (eigur at skiljast, at teir fingu ikki lánið til tíðina). Og tað, sum vit kon- traktaðu bátin fyri, tað vóru 19,8 milliónir. Og tá vit so fóru til skipasmiðj- una aftur við hesum sátt- málanum, sum var útging- Framhald á síðu 9