týsdagur 6. november 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Síða 7
Sparikassamaður
— tagnarskylda
Nr. 130 — 6. november 1984 tíðindablaðið SOSÍalUrin ;
Sosialistiskt ungmannafelag
og arbeidararørslan
Av misgáum er
okkurt komið
skeivt fyri í somu
grein í valbiaðnum
hjá S.U. Ti verður
hon prentað er.
Segan um menniskja hev-
ur altíð verið merkt av
stríðnum millum tey, ið
eiga og tey ognarleysu.
Tann privati ognar-
rætturin, ið ferir við sær
kapitalismu, skapar ego-
ismu, órætt og gevur
teimum fáu stórar megu-
leikar.
Arbeiðarin skapar við
arbeiði sínum virði. Aftur-
fyri fær arbeiðarin len.
Tað, ið er skapt, er
meiri vert enn tað, ið
arbeiðarin fær.
Hetta kalla vit meir-
virði.
Og hetta meirvirði fær
arbeið skeyparin.
At tey fáu hava fingið
óskerdar meguleikar, hev-
ur gjert at:
— Tey ríku londini
mergsúgva tey fátæku.
— At fjeldin bert hevur
fingið ein evarska lítlan
part av rikidøminum.
— At náttúran verður
týnd og javnvágin verður
órógvað.
— Avirkanin frá multi-
nationalum fyritøkum
gerst bara størri og størri.
— Krigshóttanin veks-
ur i hvørjum, og i krign-
um er arbeiðarastættin
tann, ið skal gjalda og
harafturat er tað arbeiðar-
in, ið gerst kanonfødin.
Í heila tikið verður
ávirkanin hjá tí einstaka
menniskjanum minni og
minni.
Okkara samfelag er merkt
av borgarligum virðum og
vanum, og sagt verður
mangan »enhver er sin
egen lykkes smed«. Móti
tilikari egoismu seta vit
hitt sosialistiska samfel-
agið, har øll hava javn-
bjóðis rætt.
— Menniskjuni skulu í
felag avgera, hvussu sam-
felagsgongdin skal vera.
— SU er ímóti skráset-
ing av lenarbeiðarum.
SU vil virka fyri:
— At arbeiðseftirlitið
má virka nógv betur.
— At arbeiðslækni
verður settur.
— At arbeiðsfólk verða
skúlað, soleiðis at tey
betur eru fer fyri at krevja
sín rætt.
— At arbeiðaraháskúli
verður settur á stovn.
— At framleiðslan skal
stýrast av fólkinum og
ikki evugt.
Mótvegis egoismuni í tí
kapitalistiska samfelagn-
um seta vit samanhaldið.
Harmasøgan um
brennistødarmålid
Litid frættist um, at Før-
oya Kommunufelag, meir-
ilutin av byar- og bygdar-
ráðunum og onnur vid-
haldsfólk fegnast um, at
tað umsíðir tykist at vera
greitt at byggja eina rusk-
brennistød fyri alt landið
at kalla. Men hósvíkingar
og onnur í Sundalagnum,
sum eru ímóti at fáa
brennistødina við Áir, eru
herm um hesa loysn. Tað
skilji eg væl. Eg eri ikki
sannferdur um, at hetta er
nekur góð loysn júst har.
Hetta margháttliga
málið verður dúgliga
brúkt í valstriånum —
ikki ímóti teimum, sum
elvt hava flokjuna, men
móti teimum óræddu,
sum víst hava ábyrgd í
hesum málinum og sum
virdu kommunala sjålvs-
avgerðarrættin.
Opportunisturin Pauli
Ellefsen var ikki millum
teir sidstnevndu.
IRF er ein felagsskapur
á breiðum grundarlagi,
umboðandi flest allar
kommunurnar í landinum.
Uppgávuna hjá IRF
kenna øll. Teir sakkønu og
okkara myndugleikar
vóru komnir til, at
frægasti mátin at beina
fyri ti alt vaksandi nøgd-
ini av ruski var at brenna
tað, helst í einum stórum
ovni, sum eftir kravi frá
táverandi samgongu á
tingi skuldi lata varman
til idnadarendamål. Ti
Frem 6
varð ikki bygt á Fossdals-
bakka, sum ætlað, men
avgjørt at byggja á Høga-
nesi.
Alt tóktist at vera í
lagi, til góðsemjan varð
spilt av einum fornermað-
um tjóveldismanni á Toft-
um. Rakstrarrópini um
dálking fingu harðmælta
undirteku, eisini frá
landslæknanum, sama
landslækna sum stutt eft-
ir góðkendi, at sama rusk-
brennisteð kundi byggjast
við Áir!! Hverjum luktar
hetta av?
Tá ovasti heilsumynd-
ugleiki frámælti, tók
landsstýrið tað til eftir-
tektar. Men landsstýrið
fekk ikki sama møguleik-
an við Air. Spurningurin
um bygging var avgjørdur
av IRF og kommunalu
myndugleikunum, meiri-
lutanum av bygdarráðum
í Feroyum, Yvirfriðingar-
nevnd og yvirheilsunevnd
góðkendu ætlanina, so
landsstýrið skuldi bara
taka stødu til tilmælið frá
løgtingsnevnd um at stað-
festa ta av Hvalvíkar
bygdaráð samtyktu
broyting í byggisamtykt-
ini (at ekið kundi brúkast
til idnadarendamål).
Tað gjerdi meirilutin í
landsstýrinum — sum tað
skilst av lítlum huga og
undir trýsti. Málið skuldi
avgreiðast nú, annars
syndraðist kommunu
felagsskapurin og tað fór
at verða seinur dagur, áð-
renn nekur frægari loysn
kundi fáast av hesum
vandamáli, sum dálkingin
er.
Kundi landsstýrið ikki
havt gingið teimum á
meti, sum mótmæltu
brennisteðini við Air?
Jú, um tað vildi slept
landspolitisku åbyrgdini
og royndi at fåa sær lokal-
politiskan løtufyrimun av
ti, sum onkur longu dugl-
iga hevur roynt.
Tað hevði verið at tikið
kommunala sjálvstýrið av
ræði og lagt allan
avgerðarrætt í Tinganes.
Einar 40-50 mió. kr. farn-
ar fyri skeyti, men tað
sum verri er: ta- hevði ver-
ið ein deyðiligur smeitur
fyri kommunala samstarvi
í Føroyum í mong, mong
år.
Tá ið sambandsflokkur-
in skilti, at hinir báðir
flokkarnir fóru ikki at
renna undan ábyrgdini og
at tilmælda samtyktin
kortini fór at verða stað-
fest uttan teirra atkvoður,
so hoppaði hann frá, fyri
um meguligt at bjarga
sær nakrar lokalar at-
kveður upp á tað. Og tað
er einki at ivast í, at hann
fær nakrar frá teimum,
sum ikki gera sær tann
ómak at hugsa seg um.
Sjálvstýrisflokkurin
tekur sum áður fylgjurnar
av at fera ein ábyrgdar-
fullan landspolitikk heldur
Tað skal kennast trygt at
liva og hjálpast.
Tær loysnir, ið arbeið-
ararerslan og flokkurin
fremja, skal breið semja
vera um, so undirtekan er
so stór sum gjerligt.
Tað grundleggjandi
órættvísi, ójavnin og
klassamunurin eru enn
galdandi í okkara sam-
felag. Tað vil so vera,
so leingi privati ognar-
tætturin er halgaður, og
fólk ikki krevur demokrat-
iska umboðan í nevndum,
i virkjum, skipum o. s. fr.
har land og kommunur
hava veitt stuðul.
Arbeiðararerslan og
flokkurin mugu alla tíðina
arbeiða ímóti endamålin-
um: Sosialistiska fólka-
heimið Feroyar.
*x
enn lokalpolitikk, hóast
tað — sum í hesum føri —
meguliga hevði givið okk-
um onkra atkvødu í Sund-
alagnum.
Vit eru fleiri sum halda
tað vera lítið hepi í at
byggja eina ruskbrenni-
stød júst har. Vit duga illa
at hugsa okkum alskyns
rusk hóska saman við
krøvum um avgjert rein-
føri. Men teir sakkønu
siga, at vid ymsum trygd-
artiltøkum, er einki at ótt-
ast. Teir sum avgerðina
hava tikið — bygdarráðini
— hava lurtað eftir hesum
ráðum. Latum okkum
vóna, at so verður, og at
vit fara at fáa eitt reinari
umhvervi og gagn av hesi
loysn fyri alt landið og
ikki til ógagn fyri nakran.
Men vit eiga eisini at
krevja serliga strangt eft-
irlit við steðini, um so er,
at hon skal byggjast har
ella aðrastaðni. Vit krevja
eisini at trygdartiltok
verða sett við onnur dálk-
andi virki, eitt nú at filtur
verða sett í skorsteinarnar
á Sundsverkinum og á
Landssjúkrahúsinum.
Teir dálka nógv verri enn
ætlaðu brennisteðirnar.
Við heilsan
Sverri Egholm
Havi verið góður við spari-
kassan, síðan eg byrjaði at
fortjena pengar. Eg var tí
skelkaður á politiskum
fundi av Sandi at hoyra í
útvarpinum, at spari-
kassastjórin har upplýsti,
hver eigur pening í spari-
kassanum — ella soleiðis
skilti eg tað, at javnaðar-
fólkini eiga stersta partin
av peninginum í sparikass-
anum á Sandi.
Eg má tí spyrja, skal
Føroya Sparikassi — folks
ins peningastovnur, nú
eita FÓLKAFLOKSINS
PENINGASTOVNUR ?
So vænti eg og fleiri við
mær noyðast at finna ann-
að stað, tí eg leggi einki í
at vera útpeikaður. Helt
har var tegnskylda.
Eldri kundi
í Sparikassanum
Brekkmaður
kveður
Lag Jens Vejmand
Eg havi nógv at gera, ti valg í hondum er,
og royni agitera, so eingin stemma fer.
Á meti trúgvur gangi, so stutt er eftir tíð,
eg ung og gomul fangi, teim gevi smil so blid.
Tað sum her mest umræður, tað er at sleikja nógv,
eg eri rættur maður, og havi hega prógv.
Um prædikumenn haldi, jú tað ger mun mín sann,
tað ekir væl um valdið, ell síggja at EG kann.
So tíðum eg mann práta við minni mentar menn,
og fyri teimum gráta, »mær manglar stemmur enn«.
»Ju, eg uppá teg stemmi og konan ger tað vid«.
Eg vendi rygg og flenni, nærum kjálkin fer úr lið.
Í telefon eg liggi til fólkið ringja má,
enn fleiri stemmur tryggi, vil sess mín aftur fá,
eg snari norður, suður, har sum eg síggi kjans.
Á tremur er mín muður: VÍSIÐ STAVNAMANNI ANS.
Hjá nekrum ringt er skilið, ei hava telefon,
tá fari eg við bili, og stekki inn í lon,
men kemur í meg ivi, ei oyðsli mítt bensin,
tá postkort heldur skrivi, avstað fer mangt dusin.
Og hetta væl seg loysir, góðtrúgvið fólkið er,
av lyftunum útoysi, um eina betri verð.
Um tey vit ikki halda, nei, mær ei munar tað,
bert EG og MÍNIR valda, er hugsan mín hvenn dag.
Tó kommunistatrellið ei spekir nú sum síðst.
Teir spæla nú á velli, vit hava teimum hýst.
Vit vunnu síðsta valið, við at siga fólki frá,
bert borgarliga stýri kundi bjarga Feroyum tá.
Tó ikki áðrenn valið, eg greiði nekrum frá,
í orðavavstri spæli, vit stuðla stór og smá.
Men ei tey mugu vita, áðrenn stemman komin er,
tá vit á kassa sita, ei eitt oyra til tey fer.
Best fyri okkum sjálvar, ið eiga henda flokk,
av okkum hver seg bjálvar, bert vit nú fáa nokk.
„Lat okkum STÓRU ráða, tey smáu — hvat um tey???
Ivaleyst hjá teim at fáa pening fyri mjólk og breyð.
Antibrækk
so