týsdagur 6. november 1984síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 130 — 6. november 1984 tíðindablaðið Sosialurin Síða 15
at grunnurin skipar fyri
kollegiubygging og í
heila tikið gerst týðandi
táttur í einum sosialt
rættvísum íbúðarpoli-
tikki, ið tryggjar ellum
menniskjum eina semi-
liga íbúð uttan mun til
innteku.
Settur verður á stovn
kommunalur byggibúningar-
grunnur við tí endamáli at
tryggja kommunum fíggjar-
ligar meguleikar at útvega
borgarum og íbúðarafelags-
skapum bíligar byggigrundir.
Náttúra og umhvervi
Javnaðarflokkurin heldur, at
óspilt umhvervi er ein virðis-
mikil arvur, ið vit eiga at varð-
veita.
Við hesi grundáskoðan eiga
umhvervissjónarmið at telja
nógv, tá farið verður undir út-
bygging av ymiskum slag,
sum t.d. vegum, vatnorku,
havnum o. s. fr.
Hetta merkir, at landsætlan,
1ýggj náttúru- og umhvørvis-
verndarløg eiga at verda gjørd-
ar og settar i verk sum skjót-
ast.
Altjóða samtyktir um dálk-
ing og náttúruvernd eiga at
verða settar í gildi.
Avtalur eiga at gerast við
okkara grannalond, ið leita eft-
ir olju um, hvussu farast skal
fram, og um hver skal gjalda
fyri tær vanlukkur, ið henda á
teirra eki, men sum fáa avleið-
ingar á okkara.
So hvert sum landið verður
útbygt sum ídnaðarsamfelag,
styrknar fatanin av, at
umhvervi fevnir longur enn
um heim, arbeiðspláss og
næsta grannalag, og at náttúr-
an ell sum hon er hevur týdn-
ing fyri trivnað og livilíkindi
okkara.
Øll eiga at kenna ábyrgd
av, at náttúran verður umsitin
við skili, og sum mentað tjóð
eiga føroyingar at hava al-
mennar reglur og lógir, sum
tryggja skynsama gagnnýtslu
av øllum náttúruríkidemi, at
virðismikil landsleg ikki fara
fyri skeyti av fyrilitaleysari
útbygging, og at umhvervið
verður varðveitt so reint og
óspilt sum gjørligt.
Skundað verður undir víð-
fevnandi umhvervislóggávu.
Náttúrufriðingarlógin verður
endurskoðað og broytt, soleið-
is at hon í sterri mun gevur
meguleika at stýra nýtslu av
náttúru og umhvervi og fær
greiðari reglur um varðveiting
av virðismiklari náttúru.
Fyri at samfelagsútbygging-
in kann halda fram uttan
óbetiligan skaða á náttúru og
umhvervi, verður sum nevnt
gjørd landsumfatandi heildar-
ætlan fyri friðing av virdir-
miklum ekjum og reglum fyri
hverji eki kunnu verða tikin til
útbygging av býum, vegum
ídnaði o. o.
Til at leggja og fremja hesa
ætlan krevst samskipan av út-
byggingaráhugamálum og vist-
frødiligum áhugamálum í form-
ligum samstarvi millum av-
varðandi myndugleikar.
Uttanrikismål
Umframt i mesta mun sjålvi
at sita fyri uttanrikispolitisk-
um samrådingum taka føroy-
ingar sjålvir lut i nordurlendsk-
um samstarvi.
Hetta samstarv fer fram i
Norðurlanda ráðnum, har javn-
adarflokkurin krevur, at Før-
oyar fáa umboðan javnbjóðis
hinum tjóðunum.
Virkað verður tí fyri, at við-
tekur ráðsins verða broyttar
samsvarandi.
Í samsvari við grundsjónar-
mið floksins, at Feroyar — so
lítið vit enn evna — gera
sítt besta til frama fyri frið
og semju millum allar tjóðir
og á besta hátt og eftir feri-
muni stríðast ímóti militar-
ismu, verður virkað fyri, at
Feroyar eru óheftar av allari
hernaðardubbing og undir øll-
um umsteðum verða kjarn-
orkuvápnafríar.
Friðarrerslurnar báðu megin
jarntjaldið verða stuðlaðar, og
roynt verður við avtalum at
gera so stórar partar av heim-
inum sum gjørligt til kjarn-
orkuvápnafrí eki.
Ríkisfelagsskapurin
— Undirgrundin
Í samsvar við grundsjónarmið
floksins um stjórnarsteð-
una verður heimastýrisskipan-
in stødugt umsitin soleiðis, at
hon veruliga roynist ein
frælsis- og sjálvbjargnisskip-
an, har føroyingar taka avgerð-
irnar um egnan útvikling.
Henda sjálvræðisskipan hev-
ur ikki loysing til endamáls,
men skulu ell mál, ið krevja
samráðingar við danir, loysast
eftir teimum hugsjónum, ið
eru niðurlagdar í heimastýris-
lógina ella grundsteði henn-
ara, um hon so verður broytt
ella ikki.
Í komandi valskeiði stendur
undirgrundsmálið fyri at loysa.
Hetta mál er stórmál, eins og
spurningurin um ríkisrættar-
skipanina í síni tíð var tað.
Javnaðarflokkurin er tann
einasti flokkur, ið kann vísa á
gongda leið í hesum máli —
eina leið, sum veitir okkum før-
oyingum fullar semdir, uttan
at seta danir og grenlendingar
út um ytstu gátt.
Vit skulu tí samráða okkum
til avtalu við ríkismyndugleik-
arnar — avtalu, sum gevur fer-
oyingum avgerðarrætt viðvíkj-
andi tí, sum skal henda við
undirgrundini. Vit skulu — við
eðrum orðum — hava avtalu,
I
sum ger målsøkid Føroya Und-
irgrund til føroyskt sermål.
Hetta merkir, at vit taka all-
ar avgerðir um
— nær nakað skal setast í
verk
— hvat setast skal í verk
— hvussu hetta skal umsit-
ast.
Og hetta merkir sjálvsagt, at
vit sjálvir umsita alt hetta í so
stóran mun, sum vit yvirhevur
orka.
Sostatt er loysn javnaðar-
floksins tann einasta leið til
tess at loysa undirgrundsmál-
ið, sum ikki ferir til ta óhepnu
grenlendsku ráevnaskipan ella
til loysing.
Orkuspurningurin
Her eru tveir høvudsspurning-
ar:
1. Tann orkutørvur, sum í løt-
uni er mest átrokandi.
2. Spurningurin um, hvussu
vit loysa okkara orkuviður-
skifti í framtíðini.
Tann átrokandi orkutervin vil
javnaðarflokkurin loysa við at
útvega neyðuga dieselorku at
taka til beinanvegin, at fremja
hina mest skynsomu og um-
hvervisvarðveitandi útbygging
av vatnorkuni í Eysturoy.
Fyri at langtíðartervurin
kann nøktast mugu sum skjót-
ast allir fyriliggjandi megu-
leikar innan vatn-, vind- og
aldumegi eins væl og kol- og
dieselmegi takast í nýtslu í al-
mennu orkuútbyggingini.
Tiltaksoljugoymslur verða
settar á stovn at mótvirka
fylgjunum av nýggjum olju-
kreppum, og miðvís orkuspar-
andi tiltøk verða sett í verk
innan tað almenna, privatu
húsarhaldum, um borð í skip-
um okkara og í vinnulívinum
annars.
Eingin orkuútbygging verð-
ur framd uttan álvarsamt fyri-
lit fyri náttúruvirðum og
vinnulívi.
Heilsumál
Heilsusteðan er grundarlagið
undir ellum trivnaði. Arbeitt
eigur at verða fyri miðvísum
kostpolitikki, har feðslulig
krev, eftirlit við og kanning
av allar matveruframleiðslu
verða sett í verk, og har hverj-
um einstekum verða tryggjað-
ar umsteður at útvega sær
sunnan mat.
Kostvegleiðing og eftirlit
við matstovum verða sett í
verk, og feðslufrálæra verður
kravd grein í barna-, fram-
halds- og hægri skúlum.
Hildið verður fram við at
útbyggja primeru heilsutæn-
astuna í samband við sosialar
eindir og heilsumiðsteðir.
Sterri dentur eigur at verða
lagdur á fyribyrgjandi arbeið-
ið hjá kommunulæknunum,
heilsusystrum og skúlaheilsu-
systrum.
|
Skúlabarnatannrektin verð-
ur víðkað til eisini at umfata
serlæknaviðgerð.
Hildið verður fram við út-
byggingini av sjúkrahúsverk-
inum, so øll trý sjúkrahús fáa
tey bestu arbeiðslíkindi.
Brúkaramál og príslagið
Brúkaraumboðsmaður verður
settur. Hann skal taka sær
av áhugamálum brúkaranna
og hava eftirlit við lóggávuni.
Brukarafeløg verða stuðlað.
Prístalsskipanin eigur altíð
at vera tíðarhóskandi. Prísans-
ingin verður umskipað, so hin
besta trygdin fæst fyri rími-
ligari príslegu, og neyðugt tal
av prísansarum verða settir.
Familju- og
ungdómspolitikkur
Tað er ein tann mest týðandi
uppgáva samfelagsins at veita
bernum og foreldrum tryggar
og góðar umsteður. Fyri bern-
ini hevur hetta týdning fyri
trivnað og menning — fyri for-
eldrini hevur hetta tann týdn-
ing, at tey ekkaleys kunnu
seta bern í verðina. Fyri sam-
felagið alt er ein familju- og
barnavinarligur politikkur av
stórum týdningi, al tann tíð
fallandi barnatal er vorðið eitt
av teimum álvarsomu samfel-
agstrupulleikunum í t. d. Norð-
urlondum.
Út frá hesum fer javnaðar-
flokkurin at virka fyri at
leingja barsilsorlov í samband
við barnsburð/adoptión upp í
24 vikur við len, og fyri at
eisini pápin fær ávísa orlov við
løn, um hann ynskir, og nær
hann.ynskir tað.
Vøggustovu-, dagrøktar- og
barnagarðspláss verða ókeypis
fyri láglent og einsamallar
uppihaldarar, og sett verða á
stovn frítíðarheim.
Tann stersta hóttanin móti
umhvervi barnanna er tann
vaksandi ferðslan. Tað eigur tí
at verða sett í verk álvarsom
tiltøk til tess at beta um
ferðslutrygdina. Kommunur
eiga at fáa dyggan stuðul til
at tryggja vegir, skúlar og
pláss, har bern spæla, sum
best.
Eingin vegagerð eigur at
fara fram, uttan at ferðslu-
trygd barnanna frammanund-
an er tann best meguliga.
Undirvísingin í ferðslutrygd
verður ekt og styrkt á ellum
stigum — frá barnagarði til
koyriskúlan.
Frítíðarvirksemi og -undir-
vísing hava eftir galdandi frí-
tíðarundirvísingarlóg ikki nóg
góðar umsteður.
Frítíðarundirvísingarlógin
eigur tí at verða endurskoðað,
so hon veruliga eggjar til og
kann gerast eitt haldgott
grundarlag undir frítíðarund-
irvísing, frítíðarítrivi og virk-
semi hjá ungdómsfelagsskap-
um um alt landið.