Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 tíðindablaðið Inger Christiansen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy, skrivar: Eitt logtingsval er einki spæl! Løgtingsvalid 8. november 1984 má takast enn meira í álvara, enn veljarar her á landi plaga. Hetta valið snýr seg ikki bert um virkisskráir, atkvødutøl, samgonguskipan og skipan av lands- stýri. Nú stendur tað um lív hjá fólki og landi, vinnuliga, fíggj- arliga, andaliga — menniskjaliga. A politiska fundinum i Hoyvíkar skúla leygar dagin 27. oktober, har eini 50 fólk vóru komin saman, hóast tað frálíka góða veðrið, fekk bæði valevni og áhoyrarar at ynskja, at tey í staðin vóru farin ein langan túr niðan í hagan, nýtti eg hevi til at umreða ta endurskoðaðu virkis- skránna hjá Javnaðar- flokkinum við teimum nógvu skilagóðu ætlanum um framtíðar virksemi í foroyska samfelagnum innan — og um: Arbeiðsviðurskifti, bú- skap og vinnu, fiskivinnu, fiskirættindi, fiskaaling og havbúnað, landbúnað, skattaviðurskifti, skúla og útbúgving, valrættar- aldur, samferðslu, sigling- armálið, mentanar- og menningarmál, almanna- lóggávu, búseting, nátt- úru og umhvervi, familju- og ungdómsmál, orku- spurningin, heilsumál, brúkaramál og príslag og síðst, men ikki minst utt- anríkismál og spurningin um ríkisfelagsskapin og undirgrundina. Eg viðgjerdi síðani tær báðar grundleggjandi hugsjónirnar í politikki javnaðarfloksins, sum eru nevnd í innganginum til virkisskránna, har tann fyrra lj6dar: » Í samljóð við grund- sjónarmiðini í demokrat- isku sosialismuni er tað mið og mál Javnaðarfloks- ins at tryggja ellum frælst lív og beina burtur vesæl- dóm, ótryggleika og ó- rættvisi«, og tann seinna »Menniskjan fyrst er á- varparin i stríðnum fyri demokratisku sosialism- uni. Øll eiga javnbjóðis rættindi uttan mun til vit, trúgv, kyn, starv ella inn teku alisman I 1 ørova Ja aðarflokki er ein demo kratisk sosialisma, nak ið fleiri flokkar her á landi ikki enn hava fatað, uttar iva tí teir ikki sjálvir veru liga hava skilt, hvat demo krati vil siga, og sostatt enn minni duga at útinna tað ella trúgva, at onnur eru fer fyri í politikki og ødrum samanhangum at virka demokratiskt ! Hetta varðs agt og verður endurtikið her i eini roynd áðrenn 8. nov- ember at fáa fólk at skilja, at demokratisk sosialisma einki = samband hevur hverki við diktatur, eina- ræði ella annað slíkt ella við kommunismu í teirri merking, sum til demis summi sambandsfólk leggja í orðið, eins og onn- ur, ið vita ov lítið um tað, sum tey tosa um, ella tosa uttan at hugsa fyrst. Út frá hgusjónunum og virkisskránni hjá Javnað- arflokkinum legði eg síð- ani fundarfólkinum hetta eina við og fari eg her eisini at leggja tykkum hetta eina við, tykkum trúgvu javnaðarveljarum, øllum javnaðarhugaðum Dr al, tykkum ungu, sum hesaferð fara á val fyri tykkum, ) undir hetta legtings fyrstu ferð sum ikki fyrr hava valt Javnaðarflokkin, men nu umhugsa at gera tað Sitið ikki heima valdag- in, men farið fjølment á val og fáið onnur við tykk- um og 1. Veljið so Javnaðar flokkin sterkan inn á ting og veljið bæði menn og kvinnur hjá Javnaðar- flokkinum inn á ting, so at tær nógvu kvinnurnar, sum eru virknar innan Javnaðarflokkin og í sam felagnum sum heild — í heimunum eins og úti á ar- beiðsmarknaðinum, eisini verða umboðaðar á tingi, sum tá Jona Henriksen hevði sín sess har á sinni, og minnist til: Við hetta valið seta ikki bert kvinn- ur, men eisini nógvir menn krossin fyri eina kvinnu ! 2. Veljið Javnaðarflokk- in so sterkan inn á ting, at eingin ivi skal vera 8. nov- ember um, at Javnaðar- Nr. 130 — 6. november 1984 flokkurin skal: aftur í samgongu og sostatt aftur í landsstýrið og aftur hava legmannin, sum Javnaðarflokkurin hevði hann í 10 ár við Atla Dam á odda, til sitandi landsstýrið slapp at taka við í 1981 Og sidst men Ikk minst 3. Veljið javnaðarflokk in so sterkan inn á ting og gevið umframt monnun- um eisini kvinnunum á javnaðarlistanum so nógvar atkveður 8. nov ember, at eingin ivi skal vera um at nú er tann stundin komin til handa, at Feroya landsstýri fær sína fyrstu kvinnu, og at Javnaðarflokkurin fær hana. Javnadarflokkurin eigur gylt av skilagóðum kvinnum við kunnleika á nógvum samfelagsekjum at seta í ein landsstýris sess! Javnaðarfólk ! Javnaðarhugað fólk ! Kvinnur og menn, ung, tilkomin og eldri ! Gott javnadarval! Inger ålista C T D =. = av = O 3 D 9 i | | Skift til dygd, haldgóðsku og koyrigleði. Skift til Michelin XM4-S 100 uttan píkar og koyr síkkurt í vetur X M:S 100 -tað loysir seg.