Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S. ida 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Vendið fólka- flokkinum bakið FÓLKAFLOKKURIN hevur lagt taktikkin um. Flokkurin, sum nú í áravís hevur jagstrað, happad, spottað, argað og systematiskt spilt út øll, sum eru ella kunnu haldast vera javnaðarfólk, byrjaði valstríðið við at vera »hampilig- ur«. Hver skal siga: »Hygg, vit eru ikki so galnir kortini«. Og so hevur hann roynt at vinna uppá tað við! Dagblaðið hevur hildið ein lágan profil og stavnurin er settur aftur í rong, meðan teir »moderatu« hava myndað flokk- in úteftir. MEN SLAGIÐ fornoktar seg ikki! Vesturi í Vágum komu hógvarnir frammaftur. Briksl, hóttanir og vanvirðing fyri øllum, sum ikki eru stjórar ella næstan líka fín sum stjórar, varð avdúkað fyri øll- um Føroya fólki. »HETTA hava vit gjørt — hetta havi eg gjørt — hvat hava tit gjørt? Hvat hevur smiðurin gjørt, hvat hevur tollarin gjørt o. s. fr. ? HENDA TÓNAN kenna vit aftur. Hetta er tann gamli vælkendi fólkafloksandin frá fjørutiårunum og tað var eingin tilvild, at ein Ellefsen var tann fyrsti at tveita gekkaskortin. HVOR HEVUR gjørt hvat? kundu vit spurt henda hástóra breggjar- an Svend Aage Ellefsen. Hvat hevði hann verið mentur, um ikki tíðindablaðið Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Torshavn. Telefon 118 20. javnaðarflokkurin hevði lagt lunn- arnar ur.dir nútímanssamfelagið ? Hvar vóru allir hinir við áræði og initiativi, um ikki javnaðarflokk- urin hevði ført ein virknan vinnu- politikk árini frammanundan borgarliga klandursstýrinum hjá brødrunum Ellefsen ? OKKUM NÝTIST IKKI at svara, men vit skulu viðganga, at vit hildu at stjóratypan Aage Ellefsen var útdeyð saman við koltrolar- unum hjá fólkaflokkinum. MEN NÚ vita vit so tað. Hampilig- heitin var einki uttan lótir og tí eru vit í javnaðarflokkinum Svend Aaga Ellefsen takksom fyri, at hann í evstu stund minti okkum aftur á, hvat fólkaflokk- urin er fyri ein skurvblanding. Vit skulu her í blaðnum frá rithøv- undavirksemi Óla Breckmanns endurgeva nakrar munnbitar av tí hugsjénarstødi, sum fólkaflokk- urin byggir á. Hetta tilfar má vera størsta skomm og størsti skends- il, nakar flokkur í nøkrum demo- kratii kann uppvísa. MEN FÓLKAFLOKKURIN setir jú eina æru í sín skendsil sum skrivað stendur, ja, hann setir ennta sin skendsil til stavna- mann. SLÍKUM FLOKKI venda vit bakið og vit heita á allar veljarar um at gera sum vit. Veljarar í Eysturoynni Koyring til valstaðið — ringið 47 026, Henry Jarnskorð Nr. 131 — 7. november 1984 Góðu suður- streymoyingar! i morgin skulu tit vid krossinum avgera, hvussu samfelagið skal skipast næsta valskeidid: Tú kann velja leiðina, sum byggir á samhuga, felagsanda og búskapar- liga og politiska frælsi hins einstaka og ekt demokrati ! Og tú kanst eisini velja leiðina, sum byggir á hug- takið, at hver skal sæla sum frægast — frælsi teirra fáu, avmarkingar teirra mongu ! Tann fyrra leiðin er sos- ialdemokratiska leiðin — Javnaðarleiðin ! Í skjótt seksti ár hevur Javnaðarflokkurin åvirk- að samfelagið, skapt fram- burð og trivnað fyri van- liga fólkið, soleiðis at fólk- ið hevur javnbjóðis møgu- leikar í uppvekstri, til út- búgving, at seta búgv, at skapa sær eydnuna góða, royna seg á vinnuliga ek- inum, at njóta frítíðina og fara í ellisárini við vitanini um, at har var ein trygd í fólka-eftirlenini og í eðr- um tænastum. Javnaðarflokkurin legði politisku lunnarnar undir vælferðarsamfelagið, sum øll fegnast um. Javnaðarflokkurin skor- aði á, og fekk hinar flokk- arnar við! Javnaðarflokkurin hev- ur alla tíðina ásannað, at vit skapa ikki sterri væl- ferð — og lívsdygd — utt- an góð arbeiðspláss, eitt fjøltåttad vinnulív — ein sterkan búskap, sum Fer- oya fólk — verkamenn og fiskimenn — eiga og stýra. Eisini á hesum eki hevur Javnadarflokkurin lagt lunnar undir. Í 10 ár hevði flokkurin vinnu- og ídnað- armál undir sær í lands- stýrinum. Vit fingu á fet- ur ídnaðar- og menningar- grunnin og aðrar megu- leikar og ídnaðarútbygg- ingin tók dyk á seg til gagn fyri býir, bygdir og fólk. Javnaðarflokkurin i Sudurstreymoy hevur havt virkin umbod å løg- tingi. Umbod, sum hava vist å nyggjar leidir å øll- um økjum og verið vakin og ávarað ímóti, tá borgar- liga landsstýrið hevur hótt vanliga føroyingin. Ongantíð er meira neyð- ugt enn í dag at seta ein sterkan javnaðarflokk á ting, ið er borganin fyri trygd og rættvísi, og bol- verkið ímóti ísakalda hegrarákinum, har tú bert er ein finna í talvinum. Suðurstreymoyingar, fylkist um flokkin, sum hevur verið fólkinum hin hollasti. Veljið javnaðar- flokkin ! Suðrustreymoyar Javnaðarfelag ———F—————————— Framhald av síðu 4 Vit kundu hildið fram her, men lat hetta vera nóg mikið. Politisku stórmálini, ið koma at merkja legtings- arbeiðið komandi val- skeið, vera fleiri. Vit kunnu nevna búskapar- trupulleikarnar og undir- grundina. Her verður brúk fyri eini leiðslu, ið kann skapa skilagóðar og hald- barar loysnir, uttan bein- leiðis at nerva vælferðar- samfelagið sum heild. Hvat undirgrundini við- víkir, er javnaðarflokkurin komin langt áleiðis við at finna eina realistiska loysn, eina loysn, ið hósk- ar innan karmin av heima- stýrislógini, eina loysn, ið hverki ber loysing við sær ella gevur dønum rættindi fram um okkum. Tá fiskiskapurin broytt- ist frá fjar- til nærfiski- skap í sterri mun, var javnaðarflokkurin við til at byggja hetta nýggja mynstur upp. Henda broyting hevði sum allar broytingar ávísar trupul- leikar við sær, men tað bar til at loysa teir, og teir vórðu loystir. Tann karm, ið framtíð- arfiskimynstrið tá var lagt í, breyt núverandi samgonga við hissini ílog- um, ið fyri ein stóran part hava kostað okkara sam- felagi dýrt. Hetta er spell, og hetta kann ikki fáa loyvi til at halda fram. Vit eiga aftur at fáa skil á útbyggjanini av fiski- vinnuni á einum breiðum, haldbarum grundsteði, einum steði, ið kemur okk- um øllum til góðar. Vit loysa íbúðarspurningin við at greiða atkveðu fyri javnaðarflokk- inum á valdegnum. X við lista C! Alernativu meguleik- arnir eiga at fáa betri semdir, m. a. við lagaligari fígging, so eisini tey, ið hava hegni, evni og vilja, men ikki tann stóra pen- ingin, hava meguleikar- nar. Uppgávurnar hjá eini komandi samgongu vera nógvar, tær vera stórar og tær vera álvarssamar. Javnaðarflokkurin er til reiðar at fara til verka, og hann er tann flokkur, ið best megnar hetta. Vísið tí flokkinum álit. Gott val. Leirvík, 5.11.1984 Ólavur Heinesen