Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 131 — 7. november 1984 tíðindablaðið Sandingar framburðurin skal halda áfram ! Fann 8. november stendur valið her hjá okkum um skal framburðurin steðg- ast ella skal framburðurin halda fram? Hví hevur framburðurin verið sterri á Sandi enn í eðrum kommunum av somu stødd og sterri enn i ellum kommunum í val- deminum ? Svarið er einfalt. Sands kommuna hevur í 14 ár verið stýrd av javnaðar- monnum, og kommunan er fíggjarliga væl fyri, hó- ast stórar útbyggingar. Sama tidarskeid hevur Sandoyar valdemi átt javnadarmannin Tórálv Mohr Olsen av Sandi sum løgtingsmann nærum alla tíðina. Ti hevur sandoyar valdømi havt framburð, í ferum meira enn onnur valdemi. Tann einasti munur millum Sands kommunu og hinar fýra kommunur- nar í Sandoyar valdemi er, at Sands kommuna hevur verið undir javnaðar- leiðslu, hinar fýra kommunurnar undir fólka- floksleiðslu. Javnaðar- flokkurin eigur tann rætta politikkin. Her er munurin — hesin munur sæst eisini í úrslitunum. Sandingar, vilja vit hava tíðina frá aðrenn 1970 aftur ? Svarið er nei! Vit vilja hava menningina — framburðin at halda fram fyri alt Sandoyar val- framburð, sum á Sandi byrjaði, tá ein javnaðarmaður — skipari av Sandi — fleyg frá skipi sínum undan Íslandi til demi. Tann Danmarkar at kanna meguleikar fyri havna- bygging á Sandi. Hver tá, jú fólkafloks- Men ídag flennir flenti menn ! eingin. Sandoyingar, ovingar, Føroya fólk! Latum okkum standa saman og halda fram vid framburðinum við út- byggjanini. Trygdin fyri hesum er, at vit ell fara á val í dag og velja javn- aðarflokkin. Gott val! Skúv- Birgir Mohr Opið bræv til løgmann statsviðurkenda grannskoðaran Paula Ellefsen Tað er komið mær fyri oyrað, at gasstangabátar- nir sum komnir eru til Føroya, eru figgjadir á ein sera løgnan hátt, ein hátt sum geva sera stórar skattafyrimunir. Skatta- frádráttur uppá stórar peningaupphæddir, með- an tað veruliga innskotið er í minna lagi. Tað ganga eisini tey tíðindi, at kendir fólkavaldir | persónar í privata virki sínum eru við, eisini kendir polit- ikarar í høgum politsikum ålitisstørvum eru við í hesum, um eg so má siga, skattacirkus. Partateknararnir hava bert eitt endamál, at sleppa undan at gjalda skatt, samstundis sum teir somu persónar hava gjørt brúk av øllum teim- um fyrimunum, sum nú lóggávan heimilar, í sam- bandi við skip og skipa- bygging. Eginpeningurin er fing- in til vega uppá ein sera løgnan hátt. Tildemis kann partaeigari tekna seg fyri eina upphædd uppá krónur 500.000 — fimmhundrað túsund — men hansara veruliga gjald er uppá bert ein part av hesari upphædd, til demis 75 túsund. Aftur- gjaldingin verður so av teimum 75 túsund, meðan hinar verða avdrignar við ti vinningi, sum skipið gevur. Skattafrádrátturin verður av teimum 500 tús- und og sostatt koma hesir partaeigarar ongan skatt at gjalda. Viðvíkjandi lániupp- hæddini uppá tey tildømis 500 túsund er sagt, at tað er fingið tilvega í Týsk- landi. Um hetta er sannleikin, må Føroya Landsstýri vera vitandi um hetta i sambandi við tilsegn tykkara um veðhald og lán. Harra løgmadur, tygum eru statsvidurkendur grannskoðari, tygum eru leiðari av verandi sam- gongu, sum hevur havt hesi viðurskifti til um- mælis í samband við stuð- ul og lán. Er tað veruliga so, sum her er sett upp, og sum gongur sum rótasúpan sum tiki verður til, so er hetta ein verri gela enn skrokkamálið á sinni. Ti her er talan um, at almennir politikarar í hog- um politiskum størvum, eru vid i hesum skatta- cirkus. Hetta kemur enn einaferð at føra við sær, at tey lågløntu í samfelag okkara koma at gjalda, tey tímalentu við 50% skattatrekki, lentakarar- nir, og pensionistar, sum skulu gjalda fyri tey væl- bjargaðu. Hvat er sannleikin, harra løgmadur? Hvussu eru hesi skip figgjab, hvenn fyrimun skattinum vidvikjandi hava partaeigararnir? Hvussu nogv er latid i studli og vedhaldum frå ti almenna? Harra løgmadur, hetta hevur almennan åhuga, og Føroya fólk hevur krav uppå at fåa at vita, hvat er sannleikin. Eg rokni við einum greið- um svari. Feroya fólk roknar við einum greiðum svari. Sverre Midjord