Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-11-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 ngast eftir stevnuskránni hjá fólkaflokkinum er era demokratiskur. Sagt verður soleiðis í stevnu SKTannl „Fólkaflokkurin vil verja demokratiska stýrislagið í Feroyum og í sínum politiska virki fylgja fólkaræðis- ligari mannagongd. Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja ognarrættin og persónliga frælsið. Persónligt frælsi elur ábyrgdar- kenslu og ber í sær trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentan- arfrælsi og vinnufrælsi, bert avmarkað av, at eingin borgari ella bólkur av borgarum má verða hver eðrum at meini.« Tað. sum er tað mest dåmliga í stevnuskrånni, er, at alt frælsið >bert er avmarkað av, at eingin ... má vera eðrum at meini.« Tað er eingin annar flokkur, sum er so neyvur í síni út- greining av demokratisku hugsjónini. Og tað er púra rætt, at treytin fyri, at fólkaræðið skal virka er, at eingin er eðrum at meini. Men hvussu hevur flokkurin so livað upp til hesi stevnumið ? Vit skulu bert svara við at sammeta sjónar- miðini hjá flokkinum, sum tey eru framførd í floksblað- num, við sjónarmiðini hjá nekrum av teimum mest 6- demokratisku kreftunum, sum hava verið í nýggjari tíð, og her verður hugsað um leiðararnar í týska nasista- flokkinum Vit skulu endurprenta brot úr talum hjá nazi-odda- monnum og sammeta tað við Dagblaðið, og í báðum fer- um er talan um brot, sum veruliga svarar til tey sjónar- mið, sum báðir partar hava. Tað rennur okkum kalt niður eftir bakinum at síggja, hvussu væl sjónarmiðini samsvara. Og at stórt sæð eingin ósemja er í fólkaflokkinum um, at hetta er teirra politikkur. Hvat virði er í stevnuskráum, tá ein heilur flokkur so samdur bakkar fyri mest ódemokratiskum hugsanum, sum finnast. Fólkaræðið er ikki nøkur sjålvfylgja. Tað varðveita vit bert, um vit velja flokkar, sum veruliga vilja varð- veita fólkaræðið. Ein hver atkvøda fyri fólkaflokkinum vil vera ein stuðul til avtøku av fólkaræðinum í Føroyum, og eitt framhald av teirri nidurberjing av frælsinum í Føroyum, sum flokkurin hevur staðið fyri seinastu 10 árini. Og tað uttan mun til, hverjum persóni ein atkveður fyri. „Eins og skaðadjórini oyðileggja eplaveltur- nar, ja, tær kunnu ikki annað, soleiðis oyði- leggur jødin londini og fólkini. Móti hesum “finst bert ein loysn: at vandin verður“ radikalt útruddaður<. Goebbels í 1940. | »Vit kunnu bert læra av hesum, at vit uttan náði skulu jarðleggja jødiska pakkið í Týsk- landi«. Adolf Hitler »Eg havi eftir førimuni roynt at åvara minar landsmenn móti sosialismuni, ið breiðir seg í samfelagnum sum krabbavekstur. At tú so er nakað harðligur gerst ikki við, tí ætlar tú at stríðast móti krabbavekstri, kanst tú ikki nýta heilivág móti krímsjúku.< Dagblaðið 1984 Hetta citat samsvarar fullkomiliga við tann boðskap, sum Dagblaðið hevur. Tann einasti munur á endurgivnu stubbunum er at nasist- arnir tosa um jødar og DB um sosialismu. Og meðan Goebbels nýtir skaðadjór í epla- veltuni sum mynd, nýtir LN krabbavokstur. Vit vita hvussu tað gekk jodunum... tíðindablaðið Sama vanvirðing av fólki vegna teirra útsjónd »Jødin gloymir ikki hvussu vit hava vist hann fram fyri fólkinum í allari hansara neyðarligheit, og at vit hava sagt við fólk: Hyggið at hasum bogaðu nesunum, hyggið at hasum platfótunum, hyggið at hasum minniverdu skapningum«. Robert Ley, nasistaleiðari, 1942 „Eitt trivaligt, reyðgardistiskt konufólk gekk og dreivaði upp og niður um hallar- gólvið. Hon sá út sum ein statistur, sum skuldi prógva sannleikan í, at Feroya inn- flutningur er ov stórur í mun til útflutningin. (Hon sá út, sum hevði hon sjálv etið megin- partin av innflutningsavlopinum.)<. Dagblaðið, 1981 Tað sum fasistar hóast alt vóru frægari enn nasistar var, at teir ikki mettu fólk eftir teirra utsjond! Somu vanvirðing fyri annarleiðis hugsandi Týska fólkið stendur 100 % aftanfyri okkum í dag. Tey sum eru ímóti okkum eru straffi- fangar, tukthúsfangar, fyrrverandi straffi- fangar og fyrrverandi tukthúsfangar og ein teggja av svøkum, býttum og idiotum« Héler 1937 »Perlutrøll og seturssnobbar í erindagongu fyri KGB. Ein vesælur skari av hopp-høvdum (hop- head á enskum merkir narkomanur. Okkara viðmerking) kommunistum, kirkjubeingum, vinstrahallum skúlalærarum og akademisk- um snobbum...< Dagblaðið 1983 Tað er sanniliga ikki stórur munur á teimum heitum, sum verða givin teimum, sum hava eina aðra hugsan. Onnur heiti, sum DB hev- ur nýtt, eru Landasvíkjarar, quislingar, skrambul, orindasveinar hjá illamanni, tey sum luttóku á fridarstevnu í Klaksvík vórðu sammett við SS-arar, o. s. fr. Vit vita hvussu tað gekk teimum svoku, býttu og idiot- unum... Sama rasisma og van- virðing av ødrum folkasløgum Ein tydandi partur av nasistisku propa- gandaini var at stempla jødar at hava verri persónligar eginleikar enn tyskarar. Gjørdur varð ein filmur um »tann æviga jødan«, sum avmyndaði jødan sum ein okurkal, bolsjevik og slavupiskara. I 1942 segdi nasistaleidarin Robert Ley millum annað um jødarnar: »hyggid hvussu teir eyðræna tykkum, hyggið hvussu teir vilja ráða yvir tykkum. = Í 1983 skrivar Dagblaðið um eitt annað fólkaslag: >Tað hevur longu verið kunnugt fyri teim- um flestu, at føroyskir handilsmenn mugu hava eygu á hverjum fingri, tá russar av risaskipunum á Skála koma at keypa eitt- hvert... Meðan jødar vóru okurkalar og eyðrænarar, eru russar tjóuskir... Sama nýtsla av Várharra til politiskt endamál Hitler kundi eisini vera andaligur. Í síni nýggjársreðu 31. desember 1944 segði hann m.a.: Eg kann ikki enda uttan at takka Harranum fyri ta hjálp, hann hevur veitt leiðslu og fólki... Í hesi letu vil eg... geva tí almáttuga tað hátíðarliga lyfti, at vit uttan himpr eisini í nýggja árinum gera okkara skyldu í teirri vissu, at tá tímin kemur, kemur tann at sigra, sum er mest verdur til sigur, nevniliga stórtýska ríkið. Hvat bardagin galt geva útvarpstíðindi 1. mai 1945 eina ábending um, tá sagt verður, at Adolf Hitler er fallin, og >til seinasta andadrátt bardist hann móti bolsjevismuni.« Dagblaðið skrivar 18. november 1983: >...Oli Jacobsen herjar á ein trúgvandi blaðmann, (OJR), sum óttast fyri avleiding- unum av, at Vestanlond snorksovandi fara låkt i sovjettiska úlvsins gap. .(tí) blað og hlaðmaður (DB) verja kristin sjónarmið. < Hitler nýtti Várharra sum páskot fyri síni tyning av milliónum av menniskjum. Franco drap fleiri hundrað túsund menniskju í síni verju av |. ristindóminum. Og herferðin hjá Dagblaðnum og fólkaflokkinum móti annar- leiðis hugsandi er at »verja kristin sjónar- miða. Hvat hevur kristindómurin tá ikki lagt naun til. Nr. 131 — 7. november 1984 4 3 H !