Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

oe > Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Heimurin svøltar SJONVARP FØROYA visti nå um dagarnar tvær sera åhugaverdar og skakandi sendingar, »Heimurin brennur« og »Heimurin frystir«. Tær snúðu seg um óttan og vandan fyri einum kjarnorkukriggi og avleiding- arnar av einum tilikum kriggi. I siggj- arans hugaheimi standa hesar send- ingar sum ein ålvarslig åvaring. HÓSKANDI HEITI á enn eini sending kundi verið »Heimurin svøltar«. Ein slík sending hevði kunnað víst okk- um á tann beiska veruleika, sum ræð- ur í heiminum í dag, har milliónir av menniskjum svelta. Teimum tørvar mat og drekka, klæði og heilivág og eina meining við lívinum. HÓAST roynt verður at betra stød- una hjá hesum fólkum, so er hon kortini so álvarssom, at tað tykist rættiliga øvugt og sjálvmótsigandi at gabba sær av, at »vit« eru komin fyrst í kjarnorkuøldina, síðani i EDV- øldina og hareftir í rúmeldina. Hesi teknologisku framstig, sum søgd vórðu skuldu gagna allari mannaætt- ini, koma enn bert einum lítlum parti av jarðarinnar íbúgvum til góðar. UM SO ER, at hugsandi skapningar eru á ødrum gongustjørnum, og teir í hesi løtu eygleiða lívið á Jørdini, munnu teir tá ikki rista við høvdinum og geva okkum sama skoðsmál, sum vit geva mongum av okkara for- fedrum: at teir trælkaðu næstan, løgdu inn undir seg og bardu niður alt sum teimum gekk ímóti! Slíkt skoðs- mål úr »erva« átti at fingið okkum so- kallaðu »mentadu« at rakna við og å- sanna ta sannroynd, at »Heimurin svøltar« og fingið okkum at gjørt nakad munagott til tess at broytt hesa stødu. EIN håttur til at betra støduna hjå teimum, sum líða neyð og eru undir- ment, er at lata teimum hjálp — menningarhjålp. Lutur føroyinga ligg- ur í so máta ikki eftir, um vit sam- meta okkum við aðrar. Tað er at fegnast um, at privatir felagsskapir, stovnar og einstaklingar í Føroyum savna inn pening til neyðstedd í Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Torshavn. Telefon 118 20. oddagrein menningarlondunum. Men hetta er kortini ikki nóg mikið. Føroya Løg- ting eigur eisini at lata pening ella adra hjålp til menningarlondini, eins og stjórnirnar i okkara grannalondum gera. FYRI nøkrum árum síðani varð upp- skot lagt fyri tingið. Tað segði, at For- oyar skuldu lata ein ávísan prosent- part av bruttotjóðarúrtakuni i menn- ingarhjálp. Uppskotið fall. Í dag er tingmanningin lutvíst ein onnur við nógvum nýggjum og ungum and- litum. Tað skal vera vónin, at hesir frægu tinglimir leggja uppskotið um menningarhjálp fyri aftur tingið og samtykkja tað. JAVNAÐARFLOKKURIN gjørdist størstur eftir valið. Undir valstríðnum lovaði flokkurin, at dentur skuldi leggjast á menningarhjálp. So her er nógv gott í væntu. VIT eiga ikki at undirmeta týdningin av menningarhjálp, hóast henda hjálp ikki altíð virkar eftir ætlan. Men Føroyar kunnu sum nútímans fiski- vinnutjóð stuðla menningarlondum, so nakað gott sæst eftir. Her er talan um hjálp til sjålvhjålp. T.d. know- how-hjálp til at menna teirra fiski- vinnu. Í seinast enda kunnu eisini vit fáa gagn burtur úr tí hjálp, vit lata oðr- um. Hon kann vera við til at halda ar- beiðið gangandi í Føroyum. Og í kjal- arvørrinum á menningarhjålpini kann koma eina samvinna, sum vissuliga kann gagna bådum pørtum. MARINPLAST i Kaldbak skal byggja eina verksmiðju í India. Henda ætlan hevur verið nógv umrødd her og halda vit, at her veruliga er talan um eina góða menningarætlan, ið kann tæna báðum londunum. Tí var spell, at legtingið feldi uppskotið um menningarhjálp á sinni. Varð tað har- afturímóti samtykt, so hevði Føroya Løgting kunnað sett pening í eitt pro- jekt sum hetta, og tá hevði so verið óneyðugt at farið til Danmarkar at fáa stuðul frá lánigrunni har. Lat hetta verða okkum ein læra. Jamii Sosialurin Nr. 148 — 15. desember 1984 Bussleiðin v/ Arna Berg Arni Berg tykist vera rættiliga firtin yvir at nak- að so náttúrligt sum buss- leiðin hevur verið tikið við í valstríðnum. Bussleiðin er ein tæn- asta, ið skal vera fyri allar borgarar, alt árið, sigur tú. Í seinum tíma er hetta gingið upp fyr' tær, so er bert at vóna at tú fert at fylgja hesum upp. Er tað kanska ósatt at ein skrall- tómur bússur hevur koyrt ótaldar ferðir um dagin, niðan í túnið á tí nú steðg- aða Hotel Feroyar, sam- stundis sum F.K. Hoyvík verður klárt diskriminerað — segði tú ein tænasta sum var líka fyri allar borgarar ? ? ? Rammutreytir tinar hava ikki okkara stóra áhuga, men sig mær eitt: Nær hava bussarnir verið bodnir út, soleiðis at øll hevdu somu umsteður at bjóða? Hugtakið, vina- og kenningapolitikkur er ikki loyvi at nýta, hetta hava fólk fingið dóm fyri, men tit ið bussarnar hava í hondum hava so í hvussu er allir »rættan lit«. Eisini sigur tú teg vera lagdan undir at hava fingið bussarnar fyri einki, hetta er sjálvandi tvætl. Men eftir stendur, at tann dag skattaborgarans part- ur verður tikin út úr hes- um systemi, koyrir eingin av bussum tínum so mikið sum 1 kilometur. Aftur til tinar »javn- bjóðis treytir«. Hvat við teimum fólkapensionist- um, ið vóru tveittir út úr bussinum mitt undir koyr- ing. Tá tú ert so fittur við penninum, kundi tú passa- liga greitt okkum frá hes- um og eðrum, ið fyriferst á bussleiðini. Til seinast: Ert tú tann sami Arni Berg, sum her- fyri, eisini uttan útbjóð- ing, skuldi fáa nakrar aðr- ar almennar bilar upp í hendi — nevniliga teir hjá Strandferðsluni ! Forvitin skattgjaldari Vit ynskja! Vit krevja... Takk fyri ynskini — í oddagreinini 8. desember — um at friðarrerslan fær enn sterr undirtøku. Ein tílík gr: steðutakan til luttøku Føroya i hernadar- dubbingini eigur allan heiður uppibornan, eitt greitt »nei til kjarnorku- våpn« á oddagreinsplássi í málgagninum hjá stersta flokki í løgtinginum er ein stuðulsjáttan til fridar- varðveitandi kreftirnar, sum fløvar ein kaldan vetrardag. Sum nevnt í oddagrein- ini, so er tað ein friðar- innar stórsigur, at løg- tingið hevur samtykt Fer- oyar kjarnorkuvápnafríar at verða. len so leingi tað bert verður við tí einu samtyktini, so munar hon lítið. I krevst eitt áhaldandi arbeiði og stríð, hjá friðarrersluni, uttan og innan tinggátt, fyri at fáa sett legtingssamtykt- ina í verk. i) Við endurskini sæst tú 100 m longur, tað kann týða liv ella deyð. ÁÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD ENDURSKIN verjir bæði tey sum Norðuratlantiska sam- vinnan hevur ofta verið havd á lofti, tó mest í prof- itablum samanhangi. Nú grønlendska landstingið hevur sagt seg vera á ein- um máli vid føroyska løg- tingið í våpnadubbingar- spurninginum, átti tað at verið upplagt at tikið upp itøkiligt samstarv á hes- um altavgerandi oki. Og saman við eitt nú Íslandi arbeitt fyri at seta í verk áður framlegdu uppskot- ini um Norðuratlantshav og arktisku økini sum kjarnorkuvápnafrí eki. Kjarnorkuvåpnadubbing- in i Norðuratlantshavi tekur dyk å seg i hesum årum, og tørvurin å einum verndarpolitiskum altern- ativi til dubbingina hjå NATO og USA er størri enn nakrantid ådur. Ein kjarnorkufriur nordurat- lantiskur geiri hevdi verid eitt avgerandi stig å leid- ini til enn meiri umfatandi ganga og tey sum koyra. avvåpnadartiltøk, i Skandinavia, i Mideuropa, á Balkan o. s. fr. Í løtuni fara fram sam- rådingar um skipan av nygjum landsstyri, undir leiðslu Javnaðarfloksins. Oddagreinin í málgagni floksins ber boð um viljan til at virka ímóti vápna- dubbingini, og skuldi tað tí verið sjálvsagt at spurn- ingarnir um frið og avvápnaða fingu sína grein í samgonguskjal- inum, við ætlanum um norðuratlantiskt friðar- samstarv, friðarráð- stevnu, feroyskt friðarráð 0. s. fr. Fridarrørslan, innan- og uttanflokka, skal gjarna åtaka sær uppgåvuna sum »ringa samvitskan« og minna m.a. Javnaðar flokkin á vallyfti. Ein »fridargrein« i samgongu- skjalinum, ella i minsta lagi ein heilhjartad roynd hartil, stendur ovast å jolagåvulistanum hjå fridarrørsluni ! Jólini nærkast í hverjum... ahn er altíð at vera blanka edrúur