Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 1984síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 148 — 15. desember 1984 >Skamm fái flokkurin, ið annars forir liberalismuna sum merki í skjøldri sínum, at hann góðtekur framferð stavnamansins. Elting av oðrvísi hugsandi er framd soleiðis, at tað óhugnaliga minnir um framferðina í tí landi eystan tjaldið, sum hann heldur upp sum rædumynd fyri okkum. Eins og gýðingar, í hvussu so er fram til 1933, á tílíkan hátt fylti Adolf Hitler við ræðslu, at tankin um teir eltu hann sum marra, bæði á nátt og degi, so tykist ótti stavnamansins fyri sos- ialismu ikki at vera minni. M. a. soleiðis tekur Niels Juel Nolsøe til orða í hesi greinini, ið hann hevur valt at kalla »Hugleidingar«. tals hermenn hevdu, sum á vígvellinum vóru búnaðir frá unglingi til mans hesi somu 6 árini, og nú komu aftur til heim- landið, til eitt samfelag, sum ikki hevði brúk fyri teimum, tí tey ár, sum vanliga skuldu hava verið læruár, høvdu teir verið noyddir at liggja á vígvellinum og dripið fyri ikki sjálvir at verða dripnir. Men broytingin hjá okkum var ikki so trupul. Vit vóru komnir til tey ár, har lærutíðin kundi byrja fyri teir, sum hevdu hug. Men so lítisverd sverðini liggja har, so eru tey tó við til at umboða eitt tíðar- skeið í søgu okkara, sum var sega við lít. Saman við sverðunum liggur eisini undir væðingini eitt annað minni frá bardagaárunum: jólatræið, tað træið, sum var nýtt øll jólini í bardagaårunum. Enn er grønt pappír vavt um greinarnar. Ikki kundu vit vita, at jólini 1944 skuldu verða tey seinastu krígsjólini. Tí bleiv træið lagt upp á loftið aftur, til nýtslu eini komandi jól, men tá var frið- urin komin, og træið varð liggjandi. Tankarnir leita víðari frá hesum gamla træi. Árstíðin er myrk, adventins er komin, og tú kemur at hugsa um jólini og heilt náttúrliga um kirkjuna, ikki bert sum tað staðið, sum eigur at vera miðdepilin í jólahaldinum, men um hana sum stovn. Við ti i huga, sum hendir í londunum uttan um okkum, eitt nú í Danmark: tær ný-átrúnaðarligu rerslurnar, sum ganga fram við stórari ferð, meðan kirkjurnar temast, so má steða teirra sigast at vera álvarssom. Vit fylla tó okkara kirkjur enn. Men ein danskur kirkjusegumaður sigur í einari bók soleiðis, at tað er ein spurn- ingur, um ikki kirkjan hevur mist týdn- ing sín sum staðið har menniskju, við at lurta eftir Guds orði, fara styrkt av stað aftur, men heldur er vorðið staðið, har skundmikil, yvirstressaði menniskju, í nútíðarsamfelagnum, leita inn fyri at taka sær av lettum eina letu, tí her verður einki kravt av teimum. Tí heilaga Andanum hava so í staðin tær karismat- isku rerslurnar, sum vit eisini hava nakrar av her hjá okkum, tikið við. Hetta eru álvarssom orð. „Per aspera ad astra« var eitt rómverskt orðatak, og trongur var vegurin og líð- ingarnar nógvar, bæði fyri tað róm- verska fólkið og tey fólkasleg, sum teir legdu undir seg, áðrenn ríkið stóð í full- um blóma. Og sama var eisini manna- gongdin, áðrenn vit fingu okkara luth- ersku — evangelisku kirkju. Tann æviga sannleika hava menn- iskju altíð tráað eftir at kenna. Men til trúbótina var tann katólska kirkjan, sum gjørdi av, hvat hesin sannleiki var, hvussu heimsmyndin så ut, og hvat virði, ið menniskja hevði. Trúbótin loysti hetta haftið, væl hjálpt av tí hugsjónarliga rákinum, humanismuni, sum tók seg upp um somu tíð, og hvers tignarligasti umboðs- maður var Erasmus av Rotterdam, sum livdi frá 1466 til 1536. Erasmus og Luther vóru samtíðar- menn og vóru eisini samdir í nógvum. Og báðir legdu teir sjógv millum seg og katólsku kirkjuna, hvers rangu læru, avlátshandil og tilbiðjan av halgimynd- um teir ikki kundu taka við. Men meðan Luther segði, at menn- sikjað var glatað og bert kundi verða frelst av Guds náði, og vildu tey ikki trúgva hesum við góðum, so mátti tað gerast við sverði í hond, so vildi Eras- mus vera við at menniskjað, umframt at hava eitt virði í sjålvum sær, eisini hevði ein frían vilja, hevði evnini til at skilja millum tað illa og tað góða, og at kunna liva lív sítt á ein tílíkan hátt, at tað fekk ta góðu lenina hinumegin. Atrúnaður og politisk áskoðan var als ikki nakað, sum skuldi trýstast inn á menniskju. Humanisman legði stóran dent á hetta: tollyndi, virðing fyri teirri ein- steku menniskjuni, fyri frælsu hugsan og meting einstaklingsins, og at fleiri vegir, enn tann ein sjálvur hevði sekt, kundu leiða fram til sannleikan. Luther kunngjerdi sínar 95 tesir í 1517, á kirkjuhurðini í Wittenberg, og stríðið tók seg upp millum hann og kat- ólsku kirkjuna. Humanisturin Erasmus hevði vónað, at Luther ikki fór so harð- liga fram, tí hann, Erasmus, trúði uppá at tankar humanismunnar, sum frá leið, vildu finna rúmd í kirkjuni, so at tann reina, kristna læran aftur fór at verða boðað. Í tí stríði, sum tók seg upp, hevði ein humanisma sum Erasmussar ongan meguleika, sjálvt um tað vóru fleiri, sum tóku til orða, fyri at verja átrúnað- arligt tollyndi og frælsi. Hann var ein vónsvikin maður síni seinastu ár. Vón hansara um, innanífrá, at reinska kirkjuna, sum var við at kval- ast, og at fáa fram aftur tann Kristus, sum var fjaldur undir dogmatiskum lærusetningum, var brostin. Hann vildi verið góður maður at havt í parti við sær, og honum varð tí eisini boðið høgt starv sum kardinalur, av katólsku kirkj- uni, men heimsborgarin, humanisturin og kosmopoliturin Erasmus fór ikki í part við nekrum, hann varð verandi frælsur maður. Sorgarleikurin fyri humanismuna var nokk tann, at hugskotini, hon bygdi á, vóru stór nokk, men ikki tey menniskju hon var kunngjerd fyri. Dreymurin um, at allir mótsetningar skuldu loysast upp, og at tollyndi millum tjóðir, um ell landamerk, skuldi gerast veruleiki, bleiv einans ein utopi. Sambært allýsingina (definitiónina) fyri humanismu, so má alt, sum eitur ideologiir vera bannlýst úr mannaheim- inum. Og tað er langt ífrá veruleiki. Mót- vegis hesum standa tær humanisktisku hugsjónirnar sum nakað vakurt, og tað heimssamfelag, Erasmus droymdi um, sum tað eydnuríka samfelag, samtíðar- maður hansara, ríkiskanslarin og hum- anisturin Thomas Moore, greiðir frá, í bók síni Utopia. Thomas Moore var næsti maður Henr- iks 8., enska kongin. Standurin var ring- ur í Englandi tá. Bendur í túsundatali | Síða 9 Erasmus av Rotterdam, ið livdi frá 1466 til 1536, var ein av tignarligastu umboðs- monnum fyri tí hugsjónarliga rákinum, ið nevndist humanisma vórðu riknir, við familjum teirra, frá gerðunum, sum stórognarmenninir so tóku. Men smámenninir, sum vóru rikn- ir frá hús og heimi, og nú gingu og bidd- aðu á vegunum, vórðu, av kongsins monnum, tiknir sum landastrok og hongdir. Í túsundatali hingu fólk í treð- unum. Um 70000 menniskju segdust, í stjórnartíð Henriks 8., at vera tikin av degum á henda hátt. Við hesi ræðuligu steðu í huga skriv- aði Thomas Moore bók sína »Utopia«: um tað fyrmyndarliga samfelagið, um tað, sum ongastaðni er. Og 300 ár áðrenn Karl Marx skrivaði verkið »Das Kapital«, hevði Thomas Moore longu evnað til grundsjónarmið- ini fyri tí sosialistiska samfelagnum, einum samfelag, har stættarmunur var eitt fullkomiliga ókent heiti og ikki, sum nú í Ruslandi, har tað er ein »intellekt- uell klika«, sum stýrir fæloysingunum. Egna liv Henriks 8. var ikki fyrimynd- arligt. Hann var 6 ferðir giftur. Tríggjar konur koyrdi hann frá sær, tvær læt hann hålshøgga, tann sætta livdi hann av. Moore kundi á ongan hátt samtykkja stjórnarhátti kongsins. Millum annað tí var hann skýrdur landasvíkjari og eisini hålshøgdur. Ein kann so kanska siga, at alt hetta prátið um humanismu er alt ov kenslu- borið, romaniiskt og veruleikafjart, til at tað kann finna rúmd í okkara veru- leika. Men við henni í baksýni og við at hava í huga, at tað eru meginreglur hennara, sum eru aðaltátturin í einari demokratiskari stýrisskipan, so síggja vit skjótt, við eini samanbering, at av ávísum flokki, við stavnamanni sínum á odda, er her á landi farið fram á tílíkan hátt, at tey demokratisku grundsjónar- miðini eru skúgvað fullkomiliga til viks. Elting av eðrvísi hugsandi eru framd so- leiðis, at tað óhugnaliga minnir um framferðina í tí landi eystan tjaldið, sum hann heldur upp sum ræðumynd fyri okkum. Eins og gýðingar, í hvussu so er fram til 1933, á tílíkan hátt fylti Adolf Hitler við ræðslu, at tankin um teir eltu hann sum marra, bæði á nátt og degi, so tykist ótti stavnamansins fyri sosial- ismu ikki at vera minni. Men elting av eðrvísi hugsandi eystan jarntjaldið og elting her hjá okkum, hvar er munurin ? Og hvussu átti ein so ikki at skýrt tílíkt ? Har er eitt ódámligt, latent lyndi til staðar. Ein kann væl ímynda sær, hvat úrslitið hevði verið, um tílíkt lyndi kundi ment seg undir eðrum fortreyt- um. Í Ruslandi hevur tann »intellekt- uella klikan« alt >systemið< aftanfyri seg. Her hevur stavnamaðurin bert flokkin, og skamm fái flokkurin, ið ann- ars førir liberalismuna sum merki í skjeldri sínum, at hann góðtekur tílíka framferð. Niels Juel Nolsee