leygardagur 15. desember 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 148 — 15. desember 1984
Um dreingja-»krigsårini« í Vági — um
katólsku kirkjuna — um Luther — um
humanismu og um stavnamannin.
Niels Juel Nolsøe skrivar her nakrar forvitnisligar og kenslu-
bornar hugleidingar um dreingjaårini i Vågi, tå teir spældu
krigg. Sidani um stødu kirkjunnar upp gjøgnum tidina, um
humanismu fyrr og nú, og at enda vísir hann á vandan, at ein
ávísur stavnamaður skapar ræðslu í fólkinum fyri sosialismu —
og ger sammetingar við tíðina, tá Hitler skapti ræðslu um gýð-
ingarnar.
Niels Juel Nolsee, ein av okkara frálíku skribentum, hevur enn einaferð biðið um inni-
vist í Sosialinum fyri eini grein.
Tað eru ikki altíð tær stóru, ávirkanar-
somu hendingarnar, sum skulu til, fyri
at seta teg á ferð inn í hugaheimin fyri,
antin við einari kenslu av sakni, at minn-
ast aftur á sorgleys barnaár, ella fyri við
undran og virðing at eygfara náttúruna,
ella hugleiða um seguligar hendingar og
heimspekislig og segulig virði, sum gera
eina vallaraferð inn í hugaheimin áhuga-
verda.
Tað, sum fekk meg til, fyri eina stund,
at stíga inn í kvirruna, og út úr tí órógv-
isfylta yrkudegi, ið sýgur okkum fastari
og fastari í kyksendi sítt og heilt vil
keva okkum menniskju, var ein smá-
vegis hending nú ein dagin. Tí inn í
kvirruna mugu vit, um vit skulu gera
okkum vónir um, í huganum at koma tí
farna nær.
Eg var staddur í barnaheimi mínum.
Á loftinum, úti undir vædingini, har
sjáldan verður farið, fullu eygu míni á
eina rúgvu av træsverðum, sum hava
ligið órerd har í 40 ár
Eg taki eitt av teimum í hondina, og
mær rennur í huga eitt erindi úr einum
sangi, vit sungu nógv fyri 40-45 árum
síðan, sum skótar. Tá segdu orðini ein-
um ikki nógv, sjálvt um tey eru hug-
vekjandi, men eftir at so long tíð er far-
in, hava tey veruliga fingið tydning:
Fyrre ár frem, nár os árene spreder
vi som idag gár med sang pá vor vej,
nár i erindringen møjsomt du leder
efter din drengetids barndom og leg,
så kan det ske, der vil tit komme til dig
tonerne, som af en kendt melodi,
syner af drengetids herlighed til dig
fængsle påny med et sært trylleri...
Við hesum sverðum fór mangur dystur
fram millum okkum, sum vóru dreingir
suðuri í Vági, seinast í 30-árunum og
fyrst í 40-árunum.
Vit, sum fingu okkara tilvitan tá, og
hevdu varhugan av, at tað fóru óhugna-
ligar hendingar fram á meginlandinum í
Europa, fingu ein serligan krígsmental-
itet. Okkurt útvarpstól var í bygdini, vit
fingu okkara í 1939. Vit hoyrdu redd
Hitlers, frættu um ta hevnd, hann svór
yvir allar teir, sum lótu Týskland liggja
eftir nidurbart, fjøtrad, ja heilt uttan til-
verumeguleikar aftan á fyrra heims-
bardaga. Týskir hermenn tóku aftur tað
týdningarmikla Ruhr-eki, sum fransar
høvdu havt hersett. Eisini hersettu
týskarar Eysturríki, og tóku Sudetar-
landið, alt ímeðan Chamberlain íðin
fleyg millum London og Berchtesgaden
í Suðurtýsklandi, og royndi at fáa Hitler
at binda frið. At enda kundi hann eisini,
í september í 1938, aftaná seinasta sam-
ráðingarumfarið í Týsklandi, trína út úr
flogfarinum í London, veittra við sátt
málanum í hondini og siga tey ódeyði-
ligu orðini: »Peace for our time«. Men
eitt ár seinni gjørdi Hitler innrás i Pól-
landi, og seinni heimsbardagi var veru-
leiki.
Vit, sum bern tá, hoyrdu ikki um
annað enn kríggj, hugsaðu ikki um
annað og gjørdu lítið annað enn at
kríggjast, og mong vóru heimini tey, har
vit upplivdu, at javnaldrarnir ikki fingu
pápan aftur.
Men vit kríggjaðust, og tvinnar vóru
herfylkingarnar, vit úr Toftalíð og teir
vesturi úr Bø. Hitler mundi hugtaka
mangan ungan tá, sum ikki kendi til
ræðuleikarnar aftanfyri stýri hansara.
Okkara herferari hevði gjørt av, at vit
vóru týskarar, og at hann var Hitler.
Eg minnist ein dagin, vit skuldu í
bardaga. Allur herurin var komin saman
inni í Toftarætt. >Der Fúhrer< stóð uppi
á rættargarðinum og helt reðu. Aftaná
rættu vit armin og róptu »Sieg Heil«, og
so vóru vit til reiðar at fara í bardaga.
Teir vestan úr Be komu út til okkara, og
bardagin stóð í neytageilini, hesin geir-
in, ið rakk úr eðrum enda av bygdini í
annan, sum eitt »ingenmandsland« mill-
um bein niðanfyri og traðirnar í erva.
Men nú er tann vakri grótgarðurin, sum
forfedrarnir laðaðu, geilin dg skjótt eis-
ini allur beurin burtur. So nogvur var
gangurin av bardaga okkara, at nógv av
tí vaksna fólkinum var komið niðan at
hyggja.
Tað veruliga kríggið hasaði av, eins og
eisini okkara spælan kríggj, og sverðini
vórðu løgd burtur. Men vit, sum hesi 5-6
árini hevdu livað sum í einari krígs-
psykosu og vóru búnaðir frá óvita til
unglings, hevdu nú eisini næstan teirru
somu tómleikakenslu, sum teir túsund-