týsdagur 18. desember 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 149 — 18. desember 1984
tíðindablaðið
Arbeiða viðari við
stormålum
MF'S hevur fleiri stórmál at arbeiða vid, so sum skatta-
málið, figgjarviðurskifti og arbeiðsloysi, verður sagt í tíð-
indabrævi frá felagnum:
Meginfelag Feroyskra
Studenta (MFS), ið júst
hevur havt ráðsval, hevði
sín fyrsta fund sunnu-
dagin 9. desember.
Hesuferð var stríðsval,
og stillaðu tólv fólk upp,
harav níggju skuldu velj-
ast. Vallutøkan var størri,
enn hon hevur verið tey
seinastu árini. Urslitid av
valinum varð hetta: ráðs-
limir, Gordon Ejdesgaard,
Kristin Vestergaard, Lis
Hansen, Terji Kollsker,
Atli Petersen, Súsanna
Nolsee, Hanus Hansen,
Eyðgunn Samuelsen og
Jákup Pauli Joensen. Til-
takslimir: Poul Geert
Hansen, Kirstin Didriksen
og Janus Petersen.
Á fundinum skipaði ráð-
ið seg soleiðis: Atli Pet-
ersen, ráðsformaður, Gor-
don Ejdesgaard ráðsnæst-
formaður og Lis Hansen
ráðsskrivari. Síðani varð
vald nevnd: Kristin Vest-
ergaard formaður, Gordon
Ejdesgaard, skattmeistari
og Terji Kollsker, skrivari.
Tiltaksfólk: Poul Geert
Hansen og Hanus Han-
sen. Harumframt skipaði
ráðið seg við ábyrgdar-
fólkum fyri ymisk arbeiðs-
oki.
Nógv verri
umsteður
Á ráðsfundinum varð
samtykt, at arbeiða víðari
við teimum ymisku mál-
unum, sum arbeitt hevur
verið við í seinastu setu.
Serligur dentur fer at
verða lagdur á fíggjarmál,
skattaviðurskifti og ar-
beidsloysi.'
MFS heldur fast vid, at
øll, uttan mun til figgjar-
liga bakgrund, skulu hava
meguleika fyri at fáa sær
eina og hverja útbúgving
eftir áhuga. Við nýggju
skattaskipanini hava fólk
í útbúgving fingið nógv
verri umsteður at liva
undir.
Undir gomlu skipanini
høvdu fólk meguleika at
leggja sær pening til síðis,
áðrenn tey fóru í útbúgv-
ing. Um tey til dømis byrj-
aðu í september, varð
skatturin strikaður fyri
restina av árinum. Hetta
viðferdi sjálvsagt nógv
betri byrjanarumstødur.
Nú er hetta ikki meguligt
longur, við tað tey verða
skattað iíka til tey byrja
at lesa. Samtíðarskatta-
skipanin hevur eisini við
sær, at feturnar verða
ryktir undan teimum, ið
júst hava lokið útbúgving
sína og byrjað at arbeiða.
Tey verða nú skattað frá
fyrsta arbeiðsdegi. Harvið
verða meguleikarnir at
rinda lestrarlán aftur
skerdir munandi. Hetta er
eitt álvarsligt bakkast fyri
fíggjarliga verri stillað at
nema sær eina útbúgving.
Munar lítið
I letuni hava limir i MFS
meguleika at fáa lán frá
landsstýrinum, áljóðandi
5000 krónur, ið er rentu-
frítt í útbúgvingartíðini.
Hesin peningur munar lít-
ið í samlaðu ársútreiðslun-
um hjá tí einstaka. Hjá
lesandi uttanlands rekkur
hetta ikki so frægt sum til
árligu ferðaútreiðslurnar
heim. Henda peningaupp-
hædd må og skal hækkast,
møguliga eisini leggjast
um, so tað verður stuðul i
staðin fyri lán.
MFS fer eisini at ar-
beiða við arbeiðsloysis-
spurninginum. Millum
annað verður miðað ímóti
skráseting av arbeiðsleys-
um og arbeiðsfremjandi
tiltøkum
Samtykt varð á fundinum,
at Pisan skal gevast út
aftur í vár. Pisan er lestr-
arhondbók hjá teimum, ið
ætla sær í víðari útbúgv-
ing. Bókin kemur út í mei,
so hon er tek hjá teimum,
ið fara í útbúgving til
heystar
Ráðið vónar, at limirnir í
sterri mun fara at luttaka
í felagsarbeiðinum. Sum
liður í hesum er ætlanin at
skipa fyri limafundum.
MFS ynskir framvegis
gott samstarv við LFU og
MFU
vónir um gott samstarv
vid nyggja landsstyrid.
Eisini eru stórar
Lýsing
Yvirlysing
frå MFS!
Støda teirra lesandi er verri enn nakrantíð. Vandi
er fyri, at fólk aftaná lokna útbúgving ikki flyta
heim aftur.
Tann manglandi stuðulin ger, at fólk eru noydd
at taka ovurstór bankalán. Í 1982 var skuldin í
meðal 150.000 krónur.
Henda nýggja skattaskipanin hevur við sær, at
fólk við hesum stóru lánunum ikki koma fíggjar-
liga á føtur aftur, tí tey áðrenn útbúgvingina ikki
hava meguleika fyri útbúgvingaruppsparing, og
aftaná útbúgving verða skattað beinanvegin.
MFS vónar, at nýggja landsstýrið livir upp til
vallyfti síni, og gevur teimum lesandi:
1. Meguleika fyri útbúgvingaruppsparing.
2. Lestrastuðul.
3. Skattalætta árið eftir lokna útbúgving.
Arbeiðsloysisspurningurin gerst alt
átrokandi
anlands,
meira
Alt fleiri noyðast at vera verandi utt-
ti eingin arbeiðsloysisskipan er í Før-
oyum. Arbeidsskapandi tiltøk mugu setast í verk
so sum: Skerjing av yvirtíðini, og avspaðsering-
arskipanir
Um einki munagott verður gjert, er vandi fyri,
at fólk við útbúgving vera verandi uttanlands, og
hevur hetta óbetiligan skaða við sær fyri tað fer-
oyska samfelagið
Kollafjarðar bygdarráð ger kunnugt, at í niðanfyri nevndu
býlingum í kommununi eru hesi vega- og gøtunøvn givin:
Í Sundunum:
Brekkugøta
Brekkutún
Lonargøta
i Utibø:
Bøgøta
Heygavegur
Husagøta
Steinsgøta
Skákið
Heygatún
Rókartún
Í Innibø:
Í Líðini:
Botnavegur
Polatrød
Tradavegur
Jéan Paula gøta
Inni í Firði:
A Signabø:
Osabakkavegur
Flatnabrekka
Flatnavegur
Gerðisvegur
Jéhansgøta
Mylnugøta
Kort yvir nevndu vegir og gøtur er til skjals å kommunu-
skrivstovuni. Tey, sum ynskja nærri upplysingar, kunnu
venda sær til kommunuskrivstovuna i tidarskeidinum frå
18. desember 1984 til 6. januar 1985 i vanligari skrivstovutíð.
Kollafjarðar Bygdarråd