Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Landsstyris- samrådingar HÓAST góður mánaði er farin, síðani veljararnir valdu eitt nýtt løgting, so hevur tað enn ikki eydnast tí nýggja tinginum at skipa eitt nytt landsstýri, i skal avloysa ta gomlu samgonguna millum Sambandsflokkin, Fólka- flokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hesir flokkar høvdu í gomlu sam- gonguni 17 mans og tískil ein í meiriluta. Valúrslitið hevði við sær, at samgongan misti sítt fleir- tal. JAVNADARFLOKKURIN gjørdist størstur eftir valið og tók hann ti- skil, sum vanligur siður er, stigið til samráðingar um eitt nýtt lands stýri. Flokkurin gjørdi beinan- vegin eitt samráðingarupplegg. sum hann sendi hinum flokkun- um og beyð teimum samtíðis til samráðingar — ein og ein. Tó beyð Javnaðarflokkurin íkki Fólkaflokkinum til samráðingar, tí hann metti ikki, at hesir báðir flokkar vóru natúrligir samgongu- partnarar. Kortini gav Javnaðar- flokkurin Fólkaflokkinum møgu- leikan at hitta samráðingar- umboð floksins. Hesum tilboði tóku fólkafloksmenn ikki av. AFTANAÁ fleiri samráðingarfundir við hinar flokkarnar hvor í sær, metti Javnaðarflokkurin so, at nú átti hann at finna fram til, antin ein samgonga við CBD ella við CDEF var gjørlig. Tað vísti seg, at CBD-møguleikin lá fremri og ti- skil varð farið undir enn eitt sam- ráðingarumfar, hesaferð saman við tveimum ødrum flokkum samtíðis. STUTTA tíð aftaná var so farið undir realitetssamráðingar, men heldur tú ikki Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein aftaná nakrar fundir metti sam- ráðingarleiðari Javnaðarfloksins, at nú var so nógv útliðið, at ein avgerð mátti takast. Hann setti tí eina freist til leygarkvøld á mid- nátt. SEINNAPARTIN fríggjadagin var eitt uppskot um at heita á SEV at steðga við vatnorkuútbyggingini í Eysturoynni í 3 mánaðir fyri á tingi, og varð tað samtykt við aðru viðgerð vid 20 atkvødum. AFTANÅ hesa tingsamtykt bod- aði Sambandsflokkurin frå, at samrådingarnar vid Javnaðar- flokkin um samgongu vóru slitn- aðar. NÚ verður so ein nýggj roynd gjørd at fáa eina DCEF-samgongu og skuldi fyrsti fundurin vera í gjårkvøldiå. Um hetta verður endaliga landsstýrissamgongan er Ogjørligt at siga nakað um enn. Her snýr tað seg um fýra flokkar, meðan tað í hinum førinum var talan um tríggjar flokkar, so helst verður tað eitt drúgvt samráð- ingarumfar, um so er, at hesir fýra flokkarnir veruliga ynskja eina slíka samgongu. MISEYDNAST hesin samgongu- møguleikin, so verður helst tor- ført at skipa nakra samgongu hesumegin nýggjár. Tá er spurn- ingurin, hverjir møguleikar eru eftir. Vit vita, at nakrir møguleikar eru, men lat okkum fyrst frætta frá samráðingunum, sum byrjaðu í gjárkveldið, áðrenn vit gera okkum nakrar sum helst gitingar um aðrar samgongumøguleikar. jamú * - 0) $0STalurin Nr. 149 — 18. desember 1984 Tey svøltandi heimur, hin buskaparliga heims- kreppan. Ein utjavnan må Tå hugsad verdur um syrgiligu støduna vid mat- trotinum i ymsum londum i Afrika, kemur einum fyri, at hetta man vera eitt tad mest tragiska, hugs- ast kann. Men hvat um nu so var, at vit einki fyritóku okkum her, kundi tað for- svarast? Allarhelst íkki. Tað kann als ikki vera so- leiðis at skilja, at fólk her í landinum ikki hevur verið einsk hjálpsamt og á eðr- um stødum. Men útfrá umsteðunum, t.v.s. teirra mongu, ið hungra, og hagartil alt er av, og tey eru ikki so fá, gerst ein kanska eitt sind- ur bilsin, tá tú neyvan hómar stórvegis interessu tann vegin, afturímóti tí veldiga aktiviteti fyri hesi sek í ymsum londum nær- hendis, sum tíðindi siga frá, tí hetta sigst nevniliga vera versta hungurskata- strofa, ið hesi eki hevur rakt á nekrum sinni. Er tað gleðiligt, at mong tó royna at gera, hvat tey evna. Hvat kunnu vit tá gera? Jú, vit kundu savnað pen- ing inn til kornkeyp og eis- ini at keypt fisk, sum kundi verið útfluttur hig- ani beinleiðis. Hví ikki tað, fiskur inniheldur van- liga meir feðievni ella protein enn grón. Í hvussu er — tað er einhver fødi, teim tervar, og hevur tað skund. Og vit her í vesturheimi sigast liva í yvirflóð við ovurstórum goymslum. Er altso til ein óútviklaður haraav stendst til, einasta sum kann skapa stabilitet hjá øllum. Í veruleikanum á eðrum økjum, t. d. kunnleiki. So kundi kanska verið at spurt, hví menniskjuni ikki eru líka ágrýtin í frið- ararbeiðnum, sum í hinum forum, har einki tykist ømøguligt, óansæð hvørji tey eru, tey kristnu ella ikki. Men nú líður til jólar, tá oll skulu fegnast. Gævi, so var. Hvat kann hugsast vera eitt betri formál, tað ræð- ur um lívið hjá ómetaliga mongum. Eystur — vestur Harra blaðstjóri. 8. desember í ár hevði Jan Miller, blaðstjóri á Tíðindablaðnum Sosialur- in prát við tann sovjett- iska blaðmannin, llja Baranikas, sum arbeiðir á APN-tíðindastovuni i København. Her hevði Jan Muller vid »borandi« spurningum møguleikan at givid okkum svar uppá nakrar av teimum nógvu spurn- ingunum, vit, orsakað tí einoygdu pressuni bæði eystanfyri og vestanfyri, hava viðvíkjandi viðurskiftunum eystur/- vestur. Eg haldi ikki, hetta eydnaðist væl. Men tað vardi meg, at Oli Breckmann fekk eitt koleriskt anfall, av tí at nakar dittar sær at lata ein eystanifrá siga sína hugsan. Tað er jú so, at ein kann ongantíð taka eina rætta steðu í eini sak, har fleiri sjónarmið eru, við bert at hoyra eitt sjónarmið. Tí haldi eg, at tað hóast alt var ófert av Sosialinum at lata okkum hoyra, hvat ein eystanifrá metir um viðurskiftini eystur/vest- ur. At hesin er tíðinda- maður fyri stóran sovjett- iskan tidindastovn, kann bert vera ein fyrimunur. Um ein so er samdur við henda tíðindamann ella ikki, má vera upp til hvønn einstakan. Tad sum hevur týdning er, at vit hava hoyrt hansara sjón- armið. Óli Breckmann, sum júst í síni skrift og talu hevur tað sjúka sjón- armið, at alt vestanfyri er kritahvítt, meðan alt eyst- anfyri er kolasvart, var um at fáa »ein propp« av hesum. Tað kundi jú hent, at onkur trúði Ilja Baran- ikas, og kanska fór at hugsa sjålvstødugt ! Oli Breckmann nýtir jú ta meginreglu, at »bert ein sigur eina lygn nog ofta, so vilja fólk at enda trúgva henni '« Tann lygnin, hann í seinastuni hevur sagt aftur og aftur, er tá hann rósar Ronald Reagan (sum hann sjálvandi hevur allan rættin til), at samanbera hann við Jimmy Carter, sum hann skýrir javnaðar- mann. Og aftaná at Walt- her Mondale tapti valið í USA, verður hann av Óla Breckmann skýrdur javnaðarmaður. Eitt kunnu vit vera samdir um, Jimmy Carter mundi vera ein tann veikasti forsetin, USA hevur havt. Men lygnin er tann, at hann er javnaðarmaður. Somuleið- is at Mondale er tað. Hví skírir hann ikki John og Robert Kennedy javnaðarmenn? ella Lech Walesa í Polen, Anvar Sadat í Egyptalandi o. s. fr.? Ein onnur lygn: Sitat år Dagblaðnum 12. des. í år: »Sovjet setti fridarrørslur- nar i Vestureuropa i gongd .. .« sitat endað. Hesa lygnina hevur Oli Breckmann trúttað niður i fólk so ofta, at tað eru fleiri, sum nú trúgva hes- um. Tíbetur eru tað enn fleiri, sum verða greið yv- ir, at krígsgreðinganna vápnadubbing báðumegin ikki er nekur trygd fyri friði — tverturímóti. Tað, sum í dag skal til, er at broyta hugsanina hjá fólki, so tey fáa andstygd fyri kríggi. TAÐ er upp- gáva friðarrerslunnar. Tí eru tær sjálvandi »en torn i øjet« á teimum sjúku, krígsgraðu sálunum, sum bert síggja peningaligan vinning í kriggi. Eg havi stóra virðing fyri tykkum í Javnaðar- flokkinum, sum hava tikið eina so avgjørda stødu viðvíkjandi Fólkaflokk- inum í samgongusamráð- ingunum. Sjálvandi kunnu vit ikki leggja øll fólkafloksfólk undir at hava somu egin- leikar og ætlanir sum Óli Breckmann, men tað stendur rimmar fast, at fólkaflokkurin er við til at stuðla hesi mannahatsku og intolerantu linju. Við ongantíð at tala at tí »fascistoidu« skrivingini í Dagblaðnum, góðtekur Fólkaflokkurin hesa skriv- ing. Við at stuðla og verja Óla Breckmann, styðjar Fólkaflokkurin hesa linju. Tí kann tað ikki koma uppá tal hjá Javnaðar- flokkinum at samarbeiða við Fólkaflokkin. Alt ov væl minnast vit til ræðuleikan, fascisman hevur verið atvoldin til. Ikki minst man Óli Breck- mann vera greiður yvir tann tramanskap, hann stendur fyri, tí so skjótt onkur vendir hansara eitr- aðu ervum móti honum sjálvum ella hansara sam- hugaðu, stevna hesi í eyst og vest. ohe.