týsdagur 18. desember 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
IV r 7 49
18. desember 1984
Frá Konsertfelagnum:
Fleiri konsertir
mme uvenner MD Us es or HODNDD or me -
ESEETTTFEÆISESSE=SSiTTETTI: ==
Konsertfelagið fer nú i av Hæåndel, har Olavur of London“ klarinett,
holt við tað nýggja virkis-
árið. Felagið hevur fingið
samband við fleiri musik-
arar og bólkar bæði í út-
londum og her heima. Sum
vera man, liggja tey eins-
tøku tiltøkini, sum felagið
í komandi ári fer at standa
fyri ikki heilt greið; nógv-
ar broytingar verða iva-
leyst enn gjørdar viðvíkj-
andi tíð og stað og eðrum,
mne her skulu so nevnast
nekur, sum væntandi
verða framd.
Í letuni stílar felagið
fyri nekrum kirkjukon-
sertum. Framferslur hava
verið í kirkjuni í Kirkjube
hósd. 7. des. og í Havnar
Kirkju má. 10 des. Hetta
er mest instrumentalur
tónleikur við verkum av
kendumkomponistum
sum Bach og Vivaldi, men
vert er eisini at nevna, at
tveir av teim luttakandi
framfera egnar komposit-
iónir, Ólavur Jekladal við
fugu í g-moll og Kristian
Blak við brotum úr
»Kingoløgum«, sum júst
er útkomin á plátu. Tann
vokali parturin á skránni
er ein duett úr »Messias«
Jekladal syngur tenor og
Louisa Lamhauge alt;
Louisa syngur eisini ari-
una »Bereitet Dich Zion«
úr jólaoratoriinum av
Bach. Annars skulu nevn-
ast: Anita Ellendersen -
cornett, Fritz Berelsen —
klarinett, Eyðun Mohr
Hansen cello, Arni
Hansen — cembalo og org-
ul, Bjørn Sunnerstam —
tvørfloytu, Sharon Weiss
— blokkfloytu, Jógvan
Zachariassen — fagott og
Brandur Øssursson —
saxofon. Eitt sera áhuga-
vert programm, sum eisini
hevur fingið eitt gott um-
mæli í einum av bleð-
unum. Seinasta framførsla
verður í Eiðis Kirkju
sunnudagin komandi, men
annars er ætlanin at taka
tiltakið uppaftur í januar
og ferðast við tí m.a. til
Suðuroyar. Í jan.-feb.
kemur ein svenskur bólk-
ur úr Stockholm, sum á
skránni hevur klassiskan
tónleik. Tað er ein trio við
so óvanligum instrument-
samansetingi sum violin,
tuba og vibrafon. I mars
kemur »The Brahms Trio
klaver og cello, sum hevur
fingid sera g6da umtalu i
Onglandi, og hevur ferð-
ast víða
Í vár kemur eisini ein
trio við norðmanninum
Alf Bjerke, bratch, føroy-
inginum Martin Mourit-
sen klarinett og einum
donskum pianisti.
Teir bådir, sviin Bjørn
Sunnerstam, tverfloytu
og Árni Hansen, klaver
fara at ferðast runt oyggj-
arnar við einari sera
áhugaverdari skrá, m.a.
við floytusonatu av Poul-
enc.
Í mars-apríl verður skip-
að fyri einum tiltaki við
blásarum. Tað verða
musikklærarar í Feroyum
saman við ungum fram-
komnum blásarum, og teir
skulu framfera kamartón-
leik fyri 3 til 8 blásarar.
M. a., verður spæld kvin-
tett fyri klaver og blásarar
í ES-dur av Mozart.
Petur Birgir Petersen úr
Havn er júst við at enda
klaverútbúgving sína við
konservatoriið í Keyp-
mannahavn. Hann skal
um miðjan apríl hava eitt
ella tvey klaverkvøld her
Í mai kemur ein russisk
pianistinna, Nina Kavtar-
adse, búsitandi í Danmark
henda vegin. Hon hevur
gjert nógv vart við seg
seinastu tíðina og fingið
óvanliga góð ummæli.
Í mai-juni fáa vit vitjan
var »Cimberkvintettini«,
sum er samansett av tón-
leikarum ur Ålborg Sym-
foniorkester og det jyske
Musikkkonservatorium i
Århus. Ætlanin er, at tey
umframt konsertir i Havn
og úti á bygd eisini skulu
hava skúlakonsertir.
Í summar koma eisini
Georgi Vaserhely kendur
ungarskur pianistur og
næmingur av Bela Bartok,
búsitandi í Danmark sam-
an við Ulrikke Høst Mad-
sen cello, gift vid pianist-
inum John Damgaard,
sum vitjaði her í vár.
Magne Synnevág sum
var ein av initiativtak-
arunum til stovnan av
symfoniorkestri = okkara
ætlar at koma hendan
vegin í juni saman við 4
strúkarum. Teir skulu
m.a. spæla eina kvintett
av Brahms og eina strúki-
kvartett av Mozart.
Tónaskaldið og pianist-
urin Herman D. Koppel
var í Feroyum á sumri
1983 og hevur síðani havt
eitt stórt ynski um at
koma aftur. Í heyst er so
ætlanin, at hann skal
koma higar saman við
dóttrini Lone Koppel, ein
tannkendasta oprasang-
kvinnan í Danmark.
Í oktober kemur >Den
Barokke Trio«. Teir eru:
Henrik Metz, cembalo,
Johnny Selvberg, contra-
bas og Morten Zeuthen,
cello. Hesir báðir síðst
nevndu hava verið í Fer-
oyum saman við »De
Nordiske — Spillemænd«.
Trioin spælir mest eldri
celloverkir vid continuo og
eldri og nyggjari soloverk,
duettir og trioir.
Seinri i heyst er ætlanin
at stila fyri einum tiltaki
við instrumentaltønleiki
av Bach fyri at minnast
hetta stóra tónaskald nú
eru liðin,
hann var borin í heim.
Konsertfelagið arbeiðir
eisini við ætlanum um at
útvega eina grammofon-
plátu ella band. Fyrrver-
andi formaður felagsins,
Volker I. Behrens, sum
doydi alt ov ungur i januar
i ár, hevur m.a. eisini
gjørt vart við seg sum frá-
líkur sangari.
300 ár síðan
Til tess at heiðra minnið
um hann, er nú farið undir
at savna saman upptekur
við Volker m. a. í Útvarpi
Feroya. Eitt av teim verk-
um, sum koma við á hesa
plátu ella bandi verður
»Listaskålakantatan« við
tónleiki = av Williami
Heinesen og tekst av
Karstini Hoydal; tann
stóra duettin verður sung-
in av Volker I. Behrens og
Sannu i Brekkunum. Upp-
Síða 7
»The Brahms Trio of London«
tøkuna hevur Milson
Zachariassen gjert.
Eitt samarbeiði er kom-
ið í lag millum Konsert-
felagið og tað nýstovnaða
Filmsfelagið um tónleika-
filmir og operafilmir. Tann
19. og 20. jan. verður ein
filmatisering av operuni
»Carmen« av Bizet vist i
Norðurlandahsuinum.
Seinri er ætlanin at vísa
»La Traviata« av Verdi.
Beint eftir at Volker var
deyður, varð eftir ynski og
áheitan frá einkju hansara
Lone stig tikið til at
stovna ein grunn, sum
fekk heitið >„Grunnur
Volker I. Behrens til á-
minnis«. Endamål grun-
sins er at veita styrk til
ungar føroyskar tónleikar-
ar undir útbúgving.
Nevnd felagsins saman
við Lone Behrens umsitur
grunnin. Vónandi verður
gjørligt komandi ár at
veita styrk úr grunninum.
Aðalfundur hevur verið
í felagnum t. 18. nov. Í
nevndini sita nú: Kristian
Meitil, formaður, Arni
Hansen, næstformaður,
'Elsuba Iversen, kassa-
meistari, Einar Larsen,
Inger Christiansen, Lone
Behrens, og Såmal
Johannesen.
Herman D. Koppel vid Steiwayflyglid
i Nordurlandahusinum
lakærust
garanti
-findes ikke bedre